Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 168 - 4. september 2002 Nr. 168 - 4. september 2002 9 Sára Mikladal, skúla- leiðari á skúlanum á Húsum, sigur, at tað er eitt stórt framstig, at skúlin hevur fingið framhaldsdeild, men at sum er, ber tað stak illa til at fáa alt at hanga saman, tí ov fáir tímar eru játtaðir til skúlan SKÚLI Solby A. Eliasen Myndir: Álvur Haraldsen Húsar: – Tað er ómetaliga torført at leggja eina skila- góða tímatalvu, tá tímarnir eru ov fáir í tali. Av tí sama, so hava børnini eisini onkr- ar frítímar, sum liggja mitt á degnum. Men har gerst ikki annað, tá støðan er, sum hon er, sigur Sára, sum eisini heldur, at fleiri tímar høvdu givið henni og hin- um læraranum á skúlanum munandi fríari ræsur og betri umstøður at arbeiða undir. Í skúlanum á Húsum ganga 16 børn, 11 av Hús- um og 5 av Syðradali. Tey eru býtt sundur í tveir flokkar, sum Sára sigur, at ein kann kalla fyri eldra og yngra flokk. Yngri flokkur eru børn til og við fimta flokk, meðan hini so ganga í eldra flokkinum. Sára vildi ynskt, at fram- haldsdeildin kundi verið ein flokkur fyri seg, tí sum hon sigur, so er stórur mun- ur á børnum, sum framveg- is eru í barnaskúla og so tey, sum eru farin í fram- haldsdeildina. Hon greiðir frá, at bæði kropsliga og sálarliga er stórur munur á børnunum. – Tað er eisini stórur munur á undirvísingartil- farinum, so tað ber stak illa til, at børn í sætta og sjeynda flokki eru inni í somu skúlastovu, sum tey í framhaldsdeildini. Onkrir av tekstunum snúgva seg nógv um kærleika og kyns- lív, og tey yngru eru sera forvitin. Og tað ger tað enn meiri torført at fáa undir- vísingina at ganga lætt, heldur Sára. Skúli á Húsum og Syðradali Hendan dagin, tá Sosialurin vitjar skúlan, eru tey eldru stødd í bygdarhúsinum, har tey hava tíma. Tey yngru, sum húsast í sjálvum skúl- anum, eru júst sloppin heim. Inni í skúlastovuni í bygdarhúsinum sita einir átta næmingar við hvør sín- ari bók á borðinum. Tey hava føroyskt. – Sára, góða, kann eg ikki bara lesa nú, letur í ein- um drongi, sum vit meta at ganga í sætta ella sjeynda flokki. Hini sita øll og práta saman. Ikki nakað óvanligt í einum skúla, tá lærarin fer út úr stovuni eina løtu. Sára fær tey tó at sissast beinan- vegin, og sigur teimum, hvørji vit eru og, hvar vit koma frá. Beinanvegin hoyrist fnis, tí næmingarnir halda tað vera flovisligt at koma upp á mynd. Ein genta noktar bart út at venda sær móti mynda- manninum, men hon ger tað so kortini, tá hon sær, at øll hini gera tað. – Hetta, at tey ganga í skúla her í bygdarhúsinum, er bert ein fyribilsloysn, sigur Sára Mikladal. Í fjør gingu børnini eina viku í skúla á Syðradali og eina á Húsum. Tað vil siga, at tá tann eldri flokkurin var á Húsum, var tann yngri á Syðradali. Men hetta ætl- ar Sára skal broytast. Í ár fara tey at gera so, at báðir flokkarnir verða í sama skúla eina viku, soleiðis at lærarar og næmingar eru í somu bygd um dagarnar. Skúlin á Syðradali verður nú gjørdur í stand, soleiðis at hetta kann lata seg gera. Og tað er orsøkin til, at børnini nú ganga í skúla í bygdarhúsinum á Húsum. – Vit halda tað vera nógv betri fyri bæði okkum og næmingarnar, at øll eru í somu bygd í senn, sigur Sára. Annar hugburður – Tað er ein heilt øðrvísi hugburður, til hvat skúli er, á bygd enn á størri pláss- um, heldur Sára, sum hevur verið lærari á Húsum og Syðradali, síðani hon bleiv liðug á Føroya Læraraskúla í 1998. Hon var einsamøll tvey tey fyrstu árini, men eftir at framhaldsdeildin kom í fjør, kom ein lærari afturat. – Eg eri sera glað fyri hana, tí tað ger so stóran mun at vera tvær um næm- ingarnar. Tí ímyndið tykk- um, um eg nú skuldi verið einsamøll um øll, so hevði eg havt níggju ymiskar bøkur liggjandi á borðin- um. Tí allir flokkar eru um- boðaðir líka úr fyrsta til og við níggjunda. Tað hevði verið vónleyst! Sára sigur, at sum heild gongur samstarvið við for- eldrini væl. – Tey flestu hjálpa væl til og eru áhugaði í, hvat fer fram í skúlanum. Eg havi eisini havt fund við tey, har eg havi greitt teimum frá støðuni – serliga viðvíkj- andi tímatalvuni, sum vísir seg næstan at vera ógjørlig at leggja. Og tey flestu eru skiljandi, men sjálvandi er okkurt onkuntíð, sum hevur hug at stinga seg upp, men tað taka vit so eisini við. Hóast Sáru dámar væl á skúlanum, so søkti hon far- loyvið til hetta skúlaárið, men fekk tað ikki. – Eg var sera troytt, tá skúlaárið endaði í fjør, tí tað førir sera nógva eyka uppgávur við sær at vera skúlaleiðari eisini. Um eitt hvørt er, sum ikki er í lagi á skúlanum, tað verið seg umstøður, bøkur ella okk- urt heilt annað, so er tað mína uppgáva at syrgja fyri, at tað verður fingið í rættlag. Sára sigur eisini, at hóast tað kann tykjast so gott og hugnaligt á bygd, so er tað sanniliga eisini nógvir trup- ulleikar. – Vit hava eisini truplar næmingar her á skúlanum, líka sum aðrir skúlar. Eg síggi eisini onkrar sosialar trupulleikar, sum eg ikki fái gjørt so nógv við, og tað er ørkymlandi til tíðir. Alt hetta og annað aftur at gjørdi sítt til, at Sára fór at hugsa um at royna seg á størri skúla, so hon søkti um farloyvið. Men tá hetta varð noktað henni, segði hon seg vilja halda fram, men við treytum. Hesar treytir fekk hon uppfyltar, og tí situr hon framvegis í starvinum, sum lærari á Húsum. Lærari á Húsum: Størsti trupulleikin er ov fáir tímar Børnini ganga í skúla í tveimum støðum á Húsum, meðan skúlin á Syðradali verður settur í stand – í sjálvum skúlanum og so í bygdarhúsinum Allir flokkarnir, uttan tíggjundi, eru umboðaðir í skúlanum á Húsum og Syðradali Ferðaætlanin ikki fyri børn Sára Mikladal sigur, at tað er sera gott at vera á Húsum, og henni hevur dámt væl allatíðina, hóast tað til tíðir hevur verið avbera strævið. – Eisini er tað strævið at ferðast ímillum – serliga um veturin. Næmingarnir ferðast eis- ini til Klaksvíkar eina ferð um vikuna, tá tey skulu svimja. Tað gera tey hvønn týsdag aftan á døgurða. Sára greiðir frá, at tað er ein langur dagur hjá børn- unum. Tí tað verður farið í skúla sum vanligt klokkan átta og um middagsleitið verður so farið við Bars- skor til Klaksvíkar at svimja. Børnini eru liðug um trý tíðina, men Bars- skor siglir ikki yvir aftur á Kalsoynna fyrr enn klokk- an trý korter til seks. Hetta ger, at dagurin verður so ómetaliga langur hjá børn- unum. Hon sigur, at onkuntíð er hon farin yvir við teimum aftur, tí ongin hevur verið at tikið sær av teimum um- borð, men sum heild er altíð onkur, sum fer tann túrin. Sára hevur ábyrgdina av næmingunum, inntil tey eru komin til hús aftur. Hóast fólkið í oynni kann fegnast um, at Barsskor siglir sjey fleiri túrar um vikuna, so merkir tað ikki so nógv fyri børnini í oynni, um tey vilja íðka onkran ítrótt í Klaksvík, tí hann siglir ikki seinni enn klokkan trý korter til seks um kvøldið av Klaksvík, og tá eru børnini ofta ikki lið- ug at venja. Í øllum førum tey størru børnini. Sára býr í Klaksvík og ferðast hvønn dag yvir á Kalsoynna til arbeiðis. – Men samanumtikið so er tað deiligt at vera her, annars hevði eg ikki verið her enn, sigur Sára Mikla- dal at enda. Sára heldur, at tað hevði verið avbera gott, at fingið teir eykatímarnar, sum skulu til fyri at kunna havt framhaldsdeildina fyri seg sjálva, tí tann undirvísingin órógvar tey yngru, sum eru í somu stovu Sára Mikladal er annar av lærarunum á skúlanum á Húsum og Syðradali, sum fekk framhaldsdeild í fjørm C M Y K 9 8