mikudagur 4. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 168 - 4. september 2002
Nr. 168 - 4. september 2002
11
Loksins varð farið aftur at bora á Atlantsmótinum. Føroy-
ingar hava í eina tíð bíðað í spenningi eftir, at Amerada
Hess saman við Dong, British Gas og føroyska olju-
felagnum Atlants Kolvetni fóru at seta á bretsku megin
markið og bora tann nógv umrødda avmarkingarbrunnin,
ið kann geva svarið uppá, um fundið feløgini gjørdu á
landgrunninum í fjør, er so mikið stórt og vælegnað, at tað
kann byggjast út til framleiðslu.
Tað er greitt, at seinkingarnar hjá boriskipinum, kundu –
um heilt illa vildi til – gjørt, at eingin boring fór at verða
gjørd í ár, og hevði tað verið eitt stórt afturstig fyri
Føroyaøkið sum heild. Ikki tí – henda boring er ikki
avgerandi fyri, at tað verður leitað á landgrunninum, men
hon hevur rættiliga stóran psykologiskan týdning til tess
at kunna fasthalda og helst økja áhugan fyri Føroyum sum
framtíðar oljuøki.
Við einum av heimsins mest framkomnu boriskipum,
West Navion fór Amerada Hess sunnumorgunin í gongd
við boringina, ið skal taka tveir mánaðir. Tann fyrsti fer til
at bora umleið 4250 metrar niður í undirgrundina frá
sjóvarmálanum. Verður troffið við olju og gass, verður alt
fyri eitt farið at testa brunnin, tvs. at ein avmarkað
royndarframleiðsla verður gjørd. Hon fer so vónandi at
siga okkum, um feltið er rakstrarverdugt ella geva ábend-
ingar um, um tað er vert at gera fleiri metingarbrunnar.
Sum skilst á oljufólki, ið vóru við á oljumessu í Stavanger
herfyri, bíðar so gott sum allur oljuheimurin, sum hevur
áhuga fyri Atlantsmótinum, eftir úrslitinum av hesi
boringini. Og verður tað positivt, kann tað vera stigið,
sum fær gongd á aftur oljutilgongdina á Føroyaøkinum.
Nú óvissan framvegis er stór um somu oljutilgongd, er
ikki lætt at standa fyri eitt nú ráðstevnum, sum snúgva seg
um Føroyar sum framtíðar oljuland. Tað er tó greitt, at
oljuráðstevna verður hildin aftur í Føroyum í vetur, eins
og hon hevur tað seinastu árini. Tó við stóru óvissuni í
huganum verður talan helst bara um ein temadag, sum
uttan iva verður merktur av vinnuligum áhugamálum. Tað
er í sær sjálvum í lagi sum støðan er nú. Men tíðin er
komin til, at vit tilrættaleggja eina serstaka ráðstevnu, sum
í størri mun fevnir um ta samlaðu ávirkan, ið oljuvinnan
fer at fáa á flest allar samfelagsins tættir.
Tað vildi tí verið eitt gott hugskot at enda temadagin í
vetur við eini niðurstøðu og avgerð um, at t.d. vinnan,
Norðurlandahúsið og t.d. Fróðskaparsetrið og Gransk-
ingarráðið í felag fyriskipa eina stóra ráðstevnu næsta
heyst, sum serstakliga hyggur at øllum samfelags-
bygnaðinum sæð í relatión til eina oljutilgongd. Okkara
ráð skulu vera, at landsstýrismaðurin í oljumálum, sum
umsitur stórar upphæddir frá oljufeløgunum til eitt nú
førleikamenning, setur pening av til eina ráðstevnu, sum
skal hava til endamál ikki bert at viðgera, hvussu vit
førleikamenna vinnuna men alt samfelagið sum heild - til
ta stóru avbjóðing, sum ein oljuvinna kann gerast. Finnur
Hess olju í heyst er tað samtíðis startskotið til at fara undir
at tilrættaleggja ta ráðstevnuna næsta ár.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Førleikamenna alt sam-
felagið til oljuavbjóðing
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jenis av Rana
Í sjónvarpssendingum her
fyri vórðu viðurskifti løg-
tingsmanna viðgjørd við
atliti til onnur størv. Í fyrstu
sending varð tosað við
vinnulívsfólk, síðani við
tveir av trimum læknum, ið
eru valdir á løgting, og í
seinastu sending varð tosað
við løgtingsformannin.
Sum løgtingslimur og
kommunulækni varð eg
biðin um at svara spurning-
um um størvini, tað vildi eg
fegin, tí eg kenni málið frá
byrjan. Var ein av teimum
fáu, sum royndi at forða tí
risa lønarhækkan hjá løg-
tingsmonnum, sum knapp-
liga segðist vera neyðug
her og nú. Men tá hendan
gjørdist veruleiki, og kravið
um hálvt alment starv varð
partur av lógini, so var tað
eins natúrligt fyri meg
beinavegin at virða hetta.
Starvið er alment
Tað var týdningarmikið
beinavegin at fáa arbeiðs-
og lønarviðurskifti míni
samsvarandi lógini, men
hetta var lættari sagt enn
gjørt, tí tvístøða var millum
teir partar, ið varðaðu av.
Júst tí havi eg í dag hampu-
liga stórt skjalatilfar tøkt
um málið (brøv frá al-
manna- og heilsumálaráð-
num og løgtingsskrivstov-
uni til hvønn annan og
meg), og nógvar samrøður
vórðu við hesar almennu
stovnar og fakfelag mítt,
kommunulæknafelagið,
áðrenn endaligan fund við
landssýrismannin
í
al-
manna- og heilsumálum og
embætisfólk hansara h. 23
august í fjør.
Ongantíð havi eg ivast í
at starvið sum kommunu-
lækni er alment. Vit verða
settir í hetta starv av lands-
stýrinum, partar av lønini
koma frá almanna- og
heilsumálastýrinum,
vit
starvast í hølum, sum bý-
ráðið hevur bygt og rindar
útreiðslurnar av, og restin
av lønini kemur frá sjúkra-
kassanum, sum eg meti er
almennur.
Hesi sjónarmið góðtók
eg og førdi tey fram sum
grundgeving fyri, at starvið
er alment. At sjónarmið eru
ímóti hesum, t.d. á pen-
sjónsøkinum, skilji eg, men
eg meti hetta at vera eitt
mál fyri fakfelagið at fáa í
rættlag.
Til avloysari verður
funnin
Eftir fundin við landsstýris-
mannin í almanna- og
heilsumálum og nærmastu
embætisfólk hansara varð
greitt, at stýrið, sum bein-
leiðis fylgja av at komm-
unulæknarnir eru alment
settir, hevði skyldu at søkja
eftir avloysara í viðtaluni at
arbeiða hálva tíð. Hetta
varð eisini gjørt, lýst varð
beinenvegin í Ugeskrift for
Læger, men eingin søkti
starvið. So skjótt eg varð
afturvaldur í løgtingið,
heitti eg aftur á almanna-
og heilsumálastýrið, nú
trivnaðarmálastýrið,
at
søkja, men útlitini fyri at
fáa starvið sett mugu met-
ast av vera smá vegna ein
katastrofalan læknamangul
í londunum uttanum okk-
um.
Tann dag tað eydnast
arbeiðsgevara mínum at
seta hálvtíðarstarvið sum
lækni í 8. kommunulækna-
starvinum í Suðurstreymi,
arbeiði eg hálva tíð í hesum
starvi. Hesum greiddi eg
sjónvarpinum
frá,
men
eisini, at um tað framhald-
andi ikki eydnast at fáa
avloysara, so kann fylgjan
gerast, at eg velji at siga
kommunulæknastarvið frá
mær. Í løtuni eru mál í løg-
tinginum, sum hjarta mítt
brennir heitt fyri at fáa
loyst, hesum greiddi eg
veljarunum frá í valstríð-
num í vár, og eg fekk, meti
eg, hollan stuðul til hetta.
Samstundis røki eg dagliga
heilsuviðurskifti
teirra
sjúklinga, sum hava valt og
velja meg til hetta.
Kjakið, ið manglar
Undir viðgerðini av løg-
mansrøðuni heitti eg staði-
liga á landsstýri og løgting
at taka læknamangulin í
størsta álvara. Greiddi frá
syrgiligu støðuni nógva
staðir í landinum, har Sand-
oyggin, sunnara helvt av
Suðuroynni og ikki minst
Norðoyggjar eru ræðandi
dømi um, hvussu støðan fer
at síggja út um nøkur fá ár,
um ikki grundleggjandi
broytingar verða gjørdar.
Broytingar, sum skulu bera
í sær, at læknar føla tað
attraktivt at gerast komm-
unulæknar- eisini í Føroy-
um. Sum er, er læknamang-
ulin ein álvarslig hóttan,
ikki bert hjá okkum, men í
øllum Norðurlondum, og
einki bendir á, at hann
batnar í bræði.
Undir omanfyrinevndu
viðgerð nevndi eg konkreta
broyting, ið kundi verðið
gjørd og sjálvur havi eg
fleiri uppskot um slíkar.
Men eg sakni kjakið, eitt
kjak, sum fjølmiðlarnir
saktans
kundu
byrjað,
trupulleikin er teimum ikki
ókendur. Latið okkum
skipa viðurskiftini,
so
læknar fáa hug at koma
hendan vegin, og latið
okkum fara væl við teim-
um, ið vit hava tann for-
rætt at hava fingið at
starvast hjá okkum.
Nakað av tí, sum sjónvarpið ikki bar víðari
Schandorff Vang
Eg havi ikki trupulleikar av,
at aðrir nationalitetir inte-
grera seg í føroyska samfe-
lagið. Men viðmerkingar-
nar hjá Ivani Eginsson til
eina oddagrein í Dimma-
lætting kunnu kennast ør-
kymlandi.
Í fyrsta broti heldur hann
tað vera undarligt í hansara
verð, at eitt sannført sam-
bandsfólk kann skriva/siga
seg vera ”rættan” føroying.
Er tað ikki júst tað sama
sum at siga, at sambands-
fólk eru ikki ”rættir” føroy-
ingar?
Seinni í greinini setir
Ivan nakrar spurningar,
m.a. um at sýta honum at
vera føroying.
Bera orð Ivan’s í fyrsta
brotið í greinini ikki brá av
at sýta sambandsfólki at
vera føroyingar?
Verðin hjá Ivan kann ikki
fevna um nógv, tá hann at
enda í eini grein gloymir,
hvat hann byrjaði greinina
við!
Lat vera at tosa um
grundleggjandi mannarætt-
indi, tí longu í hasi greinini
hevur tú sjálvur brotið hesi
boð.
Hvørki Ivan ella nakar
annar av hansara politisku
floksfeløgum eru førir fyri
at døma um, hvør er - ella
skal vera - skýrdur ”rættur”
føroyingur,
heldur
enn
nakar annar.
Eg meti, at tá man er
føddur og uppvaksin í Før-
oyum er man føroyingur -
líka mikið hvønn politiskan
lit man hevur.
Um eg so hevði flutt í
annað land t.d. Rusland, so
hevði eg integrera meg so
væl eg kundi, men í hjart-
anum hevði eg altíð verið
føroyingur - og sambands-
maður.
”Rætti” føroyingurin!
Jónfinn Olsen
Form. í UfM
Eftir at hava lisið greinina
hjá Anniku W. Joensen
kann eg ikki annað enn at
skriva nøkur orð. Fostur-
tøka er ikki nakað, vit skula
velja fram um lívið, men
kvinnan ræður álíkavæl
sjálv, hvat hon ger, tað er
ikki hetta, familjumálaráð-
harrin er úti eftir, men hann
vil kanna hvørjar orsøkir-
nar eru, til at talið av
fosturtøkum er so høgt, og
hvussu vit í Føroyum
kunna fyribyrgja, at so
mong børn sum í dag ikki
síggja dagsins ljós.
Vísir hetta seg at vera
sosialir og aðrir trupulleik-
ar í samfelagi okkara, so
má nakað gerast fyri at
hjálpa hesum kvinnum og
børnum teirra, og tað kann
ikki vera nakað skeivt í, at
okkara familjumálaráharri
roynir at finna fram til ein
bata fyri kvinnur og børn
teirra, ið enda í tílíkari
støðu.
Tú efirlýsir, hvar maður-
in er í øllum hesum, er tað
ikki mangan so, at eingin
maður er? Men at maður og
kvinna ofta hava sex í dag
sum ein vanligan part uttan
fyri hjúnalagið, og tí er
støðan ofta tann, at kvinnan
stendur einsamøll, tá hon er
komin í ta støðu at vera
vorðin við barn. Hetta kann
hugsast, men er ikki pent av
manninum, um so er, men
um vit settu hjúnarlagið í
hásæti og hesi giftust, so
var støðan ein onnur.
Annars tøkk fyri at tú ert
opin um evnið, og vil eg
geva tær rætt í, at revsingin
fyri at gera seg inn á
kvinnur og børn skuldi
verði nógv strangari í
Føroyum.
Svenning av Lofti
Allar samkomurnar, ið eru
uttanfyri
fólkakirkjuna,
b r ø ð r a s a m ko m u r n a r,
hvítusunnusamkomurnar,
Adventistasamkoman og
aðrar samkomur, skipa fyri
sínum egnu viðurskiftum,
gjalda sjálvi alla sína um-
siting og rakstur.
Hesar samkomur fáa ikki
og søkja heldur ikki lands-
kassan um stuðul til virk-
semi sítt.
Umvegis gjald til
fólkakirkjuna
Tað hevur verið frammi, at
meirútreiðslurnar í sam-
band við yvirtøkuna av
fólkakirkjuni, skulu setast á
fíggjarlógina. Verður hetta
gjørt, so verða øll tey, sum
hava meldað seg út úr
fólkakirkjuni, tvingað um-
vegis at gjalda til raksturin
av fólkakirkjuni.
Hetta er ikki rætt og er
helst eisini í stríð við
grundlógina.
Í øllum førum er tað ikki
góður moralur.
Tað kann ikki vera mein-
ingin at fólk uttanfyri
fólkakirkjuna skulu bera
ein part av rakstrarkostn-
aðinum av fólkakirkjuni.
Orsøkin er einføld: Vit
hava meldað okkum út úr
fólkakirkjuni.
Hetta er tað frælsið, sum
hvør einstakur føroyingur
hevur, sambært grundlóg-
ini. Hetta er tað sum verður
kallað fyri trúarfrælsi.
Vit gjalda jú rakstrar-
kostnaðin av okkara egnu
samkomu
frammanund-
an!!!
Kirkjubøkurnar
Havi hoyrt, at ein av
grundgevingunum fyri at
lata meirkostnaðin av yvir-
tøkuni av fólkakirkjuni
verða fíggjaðan yvir løg-
tingsfíggjalógina, er at
prestarnir eisini gera eina
tænastu fyri landsins mynd-
ugleikar, t.d. við at føra
sokallaðu kirkjubøkurnar.
Ein avoldað skipan
At prestarnir hava innskriv-
ingina um hendi, er ein av-
oldað skipan. Nú tá ið
broytingar
viðvíkjandi
fólkakirkjuni kortini verða
gjørdar er gylt høvi eisini at
broyta hesa innskrivingar-
skipan, sum stavar frá eini
tíð tá ið fólkakirkjan var
einsamøll á økinum. Nú, ið
trúarfrælsi hevur verið í
mannaminni, og nógvar
samkomur eru uttanfyri
fólkakirkjuna, má staðfest-
ast, at tann skipanin er ein
leivd frá fortíðini. Hetta, at
fríkirkjufólk skulu verða
tvingað at fara til ein fólka-
kirkjuprest at innskrivað
síni børn.
Lat landsfólkayvirlitið
taka sær av innskriv-
ingini av nýføðingum
Hatta við kirkjubókunum
og kanska onkrum øðrum
við, kann lættliga loysast
við at landsfólkayvirlitið
tekur av innskrivingini av
øllum nýføðingum í Før-
oyum og øðrum við, sum
hevur við hetta málið at
gera
Í gomlum døgum var
ringt samskifti og ongin
telefon, tí varð prestur nýtt-
ur til hetta, hann ferðaðist
kortini millum bygdir. Í dag
er ein slík skipan als ikki
neyðugt. Øll hava telefon
og kunnu ringja til lands-
fólkayvirlitið.
Fólkakirkjulimir eiga at
gjalda sína egnu kirkju
Tí vil eg heita á landsstýri
og løgting um ikki at fløkja
samkomurnar
uttanfyri
fólkakirkjuna uppí fígg-
ingina av fólkakirkjuni, tað
fer einans at skapa øsing,
illvilja og tvídrátt.
Fólkakirkjulimirnar eiga
at gjalda sína egnu kirkju
og raksturin og avgera
stýringina av henni, so-
leiðis sum øll onnur trúar-
samfeløg í Føroym gera.
Høgni Hoydal
Formaður í Tjóðveldis-
flokkinum
Sjáldan havi eg lisið eina so
avdúkandi oddagrein, sum
hana, ið Dimma borðreiddi
við leygardagin 31. august
2002.
Hon hevði alt tað, sum eg
annars haldi, at Dimma
hevur vent sær frá í tíð-
indaflutninginum.
Minti
mest av øllum um Dag-
blaðið, tá tað er villast.
Har vóru allir tættir:
Rasisma. Persónlig niður-
gerð av øðrvísi hugsandi.
Jantulóg. Skerjing av talu-
frælsinum hjá fólki. Húða-
skógvamentan. Ræðsla fyri
øllum uttaneftir. At koyra
fólk í bás, orsakað av egn-
um fordómum og óvitan.
So barnsliga skrivað, at ein
triðjafloksnæmingur hevði
dumpað. Og so sjúkligt í
innihaldinum, at ein og
hvør hevði verið sendur til
sálarfrøðing fyri slíkt.
Uttan at tora at seta navn
undir, sjálvsagt.
Var hetta álopið móti
undirritaða
ella
øðrum
politikara, so hevði hetta
verið tað vanliga, og hevði
farið aftur við borðinum.
Men hetta vil eg ikki lata
fara. Í hesum føri prentaði
landsins størsta blað eitt
anonymt persónsálop móti
kassameistaranum
hjá
Unga Tjóðveldinum.
Hví?
- Jú, tí hann er vaksin upp
í Russlandi. Hann er tjóð-
veldismaður.
Og
hann
loyvir sær at siga sína
hugsan alment - við fullum
navni.
Tá hevur mann ongan
rætt sum menniskja og
borgari í hesum landi -
sambært Dimmu. Tá skal
mann tiga ella sleppa sær
burtur - sambært Dimmu.
Og tá er mann helst ein
farligur og undirgravandi
kommunistur - sambært
Dimmu.
Hevði Dimma viljað, so
hevði hon annars kunnað
lært nógv av hesum før-
oyingi, sum hevur upplivað,
hvat tað veruliga var at liva
í Russlandi - bæði av
ringum og góðum. Hon
kundi havt lært nógv um,
hvønn sjónarring og hvørja
vitan hesin skilamaður
hevur
um
heimin
og
søguna.
Og anonymi oddagreina-
skrivarin hevði eisini kunn-
að lært, at tjóðveldishug-
sjónin snýr seg um virðing
og javnrættindi. Um at hava
virðing fyri bæði sær
sjálvum og fyri øðrum. Tí
hevur tú ikki tað, so hevur
tú hvørki.
Tað hevur oddagreinin í
Dimmu prógvað. Hon hev-
ur hvørki virðing fyri øðr-
um ella fyri sær sjálvum.
Hon roynir at tala til tað
lægsta hjá fólki og til tann
innara svínhundin.
Men tíbetur kvalist hon í
egnum fordómum. Og tað
einasta, sum hoyrist í
harkarínum, er svínhundur-
in sjálvur.
Gangi út frá, at blað-
stjórin fer at greiða frá,
hvussu eitt blað kann
prenta slíkt í Føroyum
2002.
VIÐMERKINGAR
Fíggingin av kirkjuni og samkomurnar,
ið eru uttan fyri fólkakirkjuna
Dimma kvalist í egnum fordómum
Miðflokkurin vil júst hjálpa kvinnunum og børnunum
C
M
Y
K
11
10