mikudagur 4. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 168 - 4. september 2002
Nr. 168 - 4. september 2002
13
Hóast avmarkaður
áhugi var fyri at vitja
føroyska básin á
oljumessuni í
Stavanger herfyri, so
ber stjórin í Atlantic
Supply Base, Lasse
Borðoy ongan ótta
fyri oljutilgongdini
við Føroyar. Hann
telist millum teirra,
sum trúgva uppá
oljuna og vónar, at
okkurt fer at spyrjast
burtur úr boringini
hjá Hess hinumegin
markið
OLJA
Jan Müller
Er tað nøkur føroysk fyri-
tøka, sum veruliga á “egn-
um kroppi”, hvat tað vil
siga at skula bíða eftir
oljuboring á landgrunn-
inum,
er
tað Atlantic
Supply Base í Runavík.
Fyritøkan er sum so eisini
tann fyritøkan í landinum,
sum hevur einamest fyri
oljuleitingina at gera. Men
hóast steðgur er í bori-
virkseminum eina tíð, so
hava teir á støðini ikki mist
mótið og sita eiheldur
hendur í favn og bíða.
Lasse
Borðoy,
stjóri
dylur ikki fyri, at teir kunnu
ikki sita og bíða í allar ævir,
men hann hevur kortini
vónir um, at olja verður
funnin. Tí er tað eisini um-
ráðandi hjá teimum at
fylgja við og vera hjástadd-
ir, har nakað hendir á olju-
økinum. Tað var tí eisini
einki minni enn ein sjálv-
fylgja, at teir vóru við á
altjóða oljumessuni í Sta-
vanger nú um dagarnar.
Hesaferð ætlaðu teir hjá
Atlantic Supply Base at
hava sín egna bás á olju-
framsýningini ONS. Teir
hava verið við saman við
Menningarstovuni í fleiri
ár, men hildu tað vera ov
dýrt, hels tí at støðið varð
so høgt. Teir vildu tí royna
at vera fyri seg hesaferð. Tá
teir valdu at taka verandi
básin varð ikki greitt, um
Menningarstovan var við.
Endin varð so, at Menning-
arstovan, sum vanliga skip-
ar fyri slíkum oljumessum
vegna føroyskar fyritøkur
gavs við hesum arbeiði og
lat tað upp í hendurnar á
Oljuvinnufelagnum, sum tá
skuldi umboða føroyska
vinnulív. Endin var at um-
leið 12 fyritøkur ynsktu at
vera við, eitt munandi
minni tal enn til undan-
farnar framsýningar – men
tó ikki óvæntað orsakað av
tí steðgi, sum er í leiti-
virkseminum í løtuni.
Tá avtornaði vórðu tað so
Atlantic Supply Base og
Oljuvinnufelagið,
sum
stóðu fyri føroyska básin-
um. Og hetta gekk sum
skilst eisini sum fótur í
hosu. Básin hevði Vasti í
Klaksvík sett upp og tók
hann seg eisini væl út.
Rúmligur
og
opin
og
kortini lættur at fáa eygað
á. Men sum vera man og
vælskiljandi – við óvissuni
um Føroyaøkið í huganum -
var ikki júst nakar grav-
gangur eftir at støkka inn á
gólvið hjá teimum føroysku
fyritøkunum. Men hetta
nervar ikki stjóran í Atlan-
tic Supply Base. Hann vísir
á, at hetta er ein støða, sum
so mong lond í eini leitifasu
kenna til. Og tá hugsað
verður um tann áhuga og
tað fokus, sum er á risa-
stóru norsku útbyggingun-
um av gassfeltum sum
Ormen Lange og Snøvit, er
tað als ikki so løgið, at eitt
nú so fáir norðmenn vitja
føroyska básin. Hann er
bara ikki “in” í løtuni.
- Eg havi tosað við nógv
fólk, sum hava vitjað básin.
Tey eru øll púra greið yvir,
hvat hendir í Føroyum. Tey
vistu alt um boringarnar og
hvat fór at koma. Ein
verkfrøðingur segði tað so
beinrakið: “Vi sidder bare
og venter.”
Lassse Borðoy vísir á, at
tey, sum eru við á olju-
messuni, eru fyri tað mesta
undirveitarar, og teir vita, at
har arbeiði er, har eru teir
eisini klárir. Nú bíða so
eisini teir eftir úrslitinum
av Hessboringini. Um hon
verður
væleydnað,
so
kunnu vit rokna við, um
ikki eini innrás, tó so at
nógvir undirveitarar aftur
fara at vísa Føroyum stóran
áhuga.
Teir føroyingar, sum hava
áhuga í at vera við í olju-
vinnuni og vísa ein veru-
ligan áhuga og eru klárir
ikki bara, tá borað verður
men kanska eitt sindur
áðrenn eisini, teir sleppa
upp í part fyrr ella seinni er
Lasse Borðoy vísur í. Við
klárir meinar hann eisini, at
oljufeløgini leggja stóran
dent á, at feløgini kunnu
vísa á, at tey veruliga í
longri tíð hava roynt at
koma sær upp í hesa vinn-
una og ikki bara vilja
sleppa framat, tá sáttmál-
arnir koma á borðið.
Krøvini til kvalitets-stýr-
ing ol. eitt nú krøv til “track
history” tvs. hevur tú ikki
verið uppi í og roynt teg, so
hevur tú onga søgu at vísa á
og stendur altíð eitt stig
aftanfyri útlendingar.
- Hevur tú ikki roynt at
koma uppí og roynt at
arbeiða miðvíst, so hevur tú
ein trupulleika, tá ástendur.
Eitt dømi um eitt slíkt
virki, sum skilagott hevur
fylgt tilgongdini heldur
Lasse Borðoy vera El-
Service. Tað er eitt felag, ið
miðvíst hevur samstarvað
við
aðrar
undirveitarar
aðrastaðni. Tá hesir so hava
brúk fyri at koma til
Føroya, stendur føroyska
felagið klárt til at fara inn
og gera uppgávur.
Hóast ikki so nógv fólk
vitjaðu føroyska básin - júst
í hesi bíðitíðini á land-
grunninum - so heldur
Lasse sostatt, at tað er týdn-
ingarmikið
hjá
hesum
virkjum at vera við fyri
m.a. at kunna tosa við og
hitta umboð fyri aðrar
undirveitarar, sum tey ein
dag kunnu fáa brúk fyri at
samstarv við.
- Teir undirveitarar, sum
skulu lata vørur og tænastur
til oljuídnaðin, um olju-
vinna tekur seg upp í
Føroyum, eru fult út greiðir
yvir, hvat hendir. Teir sita
bara og bíða leggur hann
aftrat.
Lasse Borðoy, stjóri í Atlantic Supply Base:
– Øll bíða eftir Hess
Lasse Borðoy, stjóri í
Atlantic Supply Base í
Runavík góðar vónir fyri
framtíðina, hóast tað ikki
var nøkur innrás í føroyska
básin á oljumessuni í
Stavanger herfyri
Mynd Jan Müller
Frá føroyska básinum í Stavanger
Mynd Jan Müller
Í Runavík vóna tey, at
boringin hjá Hess
hinumegin markið
verður so mikið væl-
eydnað, at Hess fer at
bora fleiri avmark-
ingarbrunnar aftrat á
landgrunninum
næsta ár
ÚTGERÐARHAVN
Jan Müller
Nú útgerðarstøðin í Runa-
vík bíðar eftir at borað
verður aftur á føroyskum
øki spurdu vit stjóran Lassa
Borðoy, hvussu Atlantic
Supply Base klárar at
yvirliva, nú lítið og einki
virksemi er?
- Vit hava brúkt hetta árið
til førleikamenning. Vit
hava fingið nakað av stuð-
uli av hesi konto og hava
eisini sent fólk at arbeiða á
útgerðarstøðum í Noregi,
soleiðis at vit eru "up to
date", tá arbeiðsuppgávur
aftur verða í Føroyum. Men
sjálvandi kunnu vit ikki
halda fram á henda hátt ár
eftir ár, men vit vita, at
henda fyrsta útbjóðingar-
rundan heldur fram til
2006, og so mugu vit fáa at
síggja, hvussu verður eftir
tað.
Útgerðarhavnin í Runa-
vík hevur avtalu við olju-
feløgini, sum bora við Før-
oyar um at brúka havnina
har. Trý av feløgunum hava
borað hvør sín brunn, og
Agip skal bora sín næsta ár.
Samrøður eru longu mill-
um Agip og útgerðarhavn-
ina, soleiðis at allar fyri-
reikingar eru uppá pláss,
áðrenn
borurin
verður
settur í.
Tað
ljóðar,
at Agip
kanska fer at bora longu í
mai næsta ár og heldur tað,
so ætlar útgerðarhavnin at
lata porturini upp longu ein
mánaða áðrenn sigur stjór-
in. – Vit byrja kanska longu
í mars, apríl, soleiðis at alt
er klárt til Agipboringina.
Lasse Borðoy fylgir annars
sera væl við, hvat hendir á
Atlantsmótinum og vónar
hann við fleiri, at boringin
hjá Hess hinumegin markið
fer at geva so mikið gott
úrslit, at Hess eisini fer at
bora ein ella fleiri avmark-
ingarbrunnar á føroyskum
øki næsta ár. Tað kann geva
nógv arbeiði til útgerðar-
havnina í Runavík.
Tað verður annars ikki
fyrr enn pallarnir liggja har
árið runt, tvs. tá tað verður
framleiðsla, at tað verður
nakað veruligt at fara eftir í
Føroyum heldur hann.
Atlantic Supply Base er
annars farið undir at gera
eina frágreiðing um støðina
og framtíðar møguleikar
hennara. Tað er Teitur
Poulsen, sum saman við
Lassa Borðoy, ið ger hesa
frágreiðing, ið verður liðug
í november. Har verður
roynt at lýsa fyrimunirnar
við at brúka eina føroyska
heldur enn eina útlendska
útgerðarhavn.
Lasse Borðoy er annars
ikki hugstoyttur av, at eitt
nú Amerada Hess, sum
borar við markið, ikki
brúkar teirra útgerðarstøð.
Hann ásannar, at her er
talan um eina boring í
bretskum øki, og tá skulu
teir helst brúka Aberdeen.
Men so skjótt teir fara at
bora okkara megin aftur, so
er tað greitt, at nógv verður
at gera í Runavík. Og tað er
hetta teir bíða eftir.
Vit spurdu Lassa Borðoy,
um hann ikki ikki ótta fyri,
at útgerðarhavnin fyrr ella
seinni skal enda í Suðuroy,
tí politiski viljin kann
verður tann í framtíðini!
– Tað eg havi skilt er, at
man
politiskt
ikki
er
hugaður fyri at fara inn og
broyta støðuna og út frá
einum politiskum kravi at
flyta útgerðarhavnina. Eg
haldi eisini, at tað var rætt
av politikarunum at lata
upp til oljufeløgini at gera
av, hvar útgerðarhavnin
skuldi liggja, og eg vóni
ikki, at hetta verður broytt.
Teir skulu ikki taka okkum,
tí vit liggja í Runavík. Men
teir skulu gera tað, tí vit
annaðhvørt kunnu verða
bíligari ella kunnu lata
nakað annað og betri enn
aðrir.
Útgerðarhavnin brúkar bíðitíð
til førleikamenning
Hóast umboð fyri føroyska kommunur eru meira varnar nú, tá tað snýr seg um oljutilgongdina, so vóru umboð fyri býráðið í
Runavík við til oljumessuna í Stavanger herfyri, har teir eitt nú vitjaðu føroyska tjaldið, ið Tórshavnar kommuna hevði tikið stig
til
Mynd Jan Müller
Frá oljumessuni í Stavanger
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
13
12