Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 168 • mikudagur • 4. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo B36-KÍ 1-4 (1-0): So tykist alt avgjørt Kvinnurnar hjá KÍ lótu ongan iva vera, tá tær á útivølli vunnul- 1 á argastu kapping- arneytunum, og nú tykist meistaraheitið fyri víst at enda í Klaksvík FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað er KÍ og so hini. Hetta hevur seinnu árini verið niðurlagið, tá tosað hevur verið um føroyskan kvinnu- fótbólt, og sunnudagin staðfestu klaksvíkskvinnur- nar enn einaferð, at tær eru í serflokki besta kvinnulið- ið í landinum. Mótstøðuliðið hesa ferð var B36, sum annars hevur verið tað liðið, sum á stiga- talvuni hevur verið stórsta hóttanin móti KÍ. Hóttu ein hálvleik Tað var heilt fitt av vindi í Gundadali sunnudagin, og hetta ávirkaði eisini spælið nakað. Fyrra umfarið var tað heimaliðið, sum hevði vindin undan, og fyri tað mesta merkti hetta eisini, at tær høvdu størri trýstið, tó at gestirnir so avgjørt eisini fingu spælt seg til fleiri góðar møguleikar. Tað kom tó bert tað eina málið undan steðginum, og var tað B36, sum longu í fimta minuttir fekk hetta. Arnbjørt Danielsen sendi frísparksinnlegg inn fyri KÍ-málið, og í øllum vindi- num mundi bólturin farið beina kós í málið. Í fyrstu atløgu bjargaði tværtræið tó fyri KÍ, men Maria Vang var skjót at fylgja upp, og so stóð 1-0. Sum sagt, so hevði KÍ sínar avgjørdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men tað hepnaðist teimum tó ikki at skora upp á hesar, og tí var spenningurin stórur, tá far- ið varð út til seinna hálv- leik. Hjá B36, sum nú hevði vindin ímóti, ráddi í mestan mun um at halda fast um leiðsluna, men hendan ætl- anin brast eftir bert fáum sekundum, tá eitt verjumis- tak viðførdi, at Rannvá Andreasen gjørdist púrasta leys, og hon var ivaleys, tá hon smekkaði bóltin fram- við málverjanum. Margháttligt mál Skjóta málið gjørdi sum vera man B36 verjuna sera ótrygga, og spurningurin tóktist nú bert at vera, nær tað skuldi eydnast KÍ at taka leiðsluna. Fleiri ferðir vóru tær nær við, og tá eitt korter var leikt, fingu tær løn fyri stríðið, tá Una Ol- sen eftir hornaspark fekk beint bóltin í netið. KÍ var nú so ruddiliga við yvirlutan, og tá Malena lítla løtu seinni – eisini eftir hornaspark – kundi økja til 3-1, fór seinasti spenning- urin úr dystinum. Undirhaldið var tó ikki liðugt enn, tí seinasta málið hjá KÍ taldist so avgjørt millum tey meira sjáld- somu. B36 málverjin helt – saman við liðfeløgunum – at dómarin hevði bríkslað fyri rangstøðu, so hon sparkaði bara bóltin niðan móti miðjuni, har viðleikar- arnir bíðaðu. Tað gjørdi Rannvá Andreasen tó ikki, og meðan tær á heimalið- num spyrjandi hugdu at, kundi toppskjúttin í deild- ini halda beina kós móti málinum og økja til 4-1. Ein heldru margháttligur endi upp á oddadystin, men tað nertir so ikki staðfest- ingina av, at tað var KÍ, sum átti munin hendan dagin. Tað gera tær so sanniliga eisini á stigatalvuni, har tær nú eru 7 stig undan B36, og við bert 12 stigum eftir at spæla um, skal tað meira enn ein sensatión til at koppa KÍ av trúnuni sum besta kvinnuliðið í landi- num. Klaksvíkskvinnurnar vunnu oddauppgerðina móti B36 í Havn, og nú tykist einki kunna steðga teimum á leiðini móti FM-gullinum 14 Nr. 168 - 4. september 2002 NÁTTARLÍV Jústinus Leivsson Eideagaard Náttarravnarnir, tað eru vaksin, sum ganga og ansa eftir børnunum í høvuðs- staðnum á náttartíð, hava nú gingið úti dansikvøld í tíggju mánað og tey siga, at støðan er syndarlig og at tað ikki bara eru tey ungu sum hava ábyrgdina. Av- varðandi myndugleikar gera stutt sagt ikki sína skyldu og tað ger tað ótrygt hjá ungum at vera í býnum. Nátarravnarnir føra fram í tíðindaskrivi: – Viðurskiftini rundan um Badmintonhøllina, har mesti dansurin fyri ung gongur fyri seg, eru út av lagi vánalig. Á tí stóra parkeringsplássinum eru trygdarviðurskiftini undir alt rímuligt lágmark: eingir vaktar eru, eingin upp- merking av nøkrum slagi; hópar av ungum – summi sera rúsaði – ganga óskipað og válað í bølamyrkri á sama øki har onnur hava til fragd at koyra ørvitskoyr- ing í bilum. Á baksíðuni, har útgong og neyðútgongd er, eru ljósviðurskiftini út av lagi vánalig. Líkaleiðis eru gonguleiðirnar har óupplýstar og beinleiðis vandamiklar. Nógv blaðung samlast rundanum høllina – summi teirra heilt niður í 10 - 12 ára aldur – og fleiri eru deyðadrukkin. WC við- urskiftini eru týðuliga ikki nøktandi – í hvussu er eru tað nógv sum nýta urta- garðarnar nærhendis sum WC. At hesi viðurskifti kunnu vera í lagi sambært m.a. Politiviðtøkuni fyri Tórshavn, loyvistreytunum fyri dansistøð og ferðslu- lógina kunnu vit ikki trúgva. – Vit hava bæði skriftliga og munnliga gjørt vart við hesi viðurskifti hjá løgregl- uni, býráðnum og Badmin- tonfelagnum. Viðurskiftini eru tó ikki nevnivert broytt. Vit unna okkara ungu nógv betur og tryggari dansium- støður og halda at verandi støða er stór skomm. Ofta er skilaleys ørvitskoyring at síggja í býnum vikuskiftis- næturnar. Hvar er politiið Løgreglan skal halda skil á í landinum, men hon er lítið at síggja um næturnar, halda Náttarravnarnir. – Sera lítið sæst til løg- regluna. Ongantíð síggjast løgreglufólk til gongu í býnum um náttina. Nógv siga við okkum, at tey tíma ikki longur at ringja og boða frá ymiskum til løg- regluna tí einki hendir allíkavæl. Tá vit Náttar- ravnar ringja, hava vit tó havt góðar royndir av løg- regluni. – Alt ov nógv hava til fragd at knúsa fløskur við at tveita tær harðliga í gøt- una ella uppá húsaveggir. At hetta er vandamikið ný- tist okkum helst ikki at siga. Harumframt skapar hetta fyribrigdið eina destr- uktiva og keðiliga atmos- feru í býnum. Neyvan er hesin atburður lógligur, – vit hava tó ongantíð sæð nakran vera tiknan ella hartaðan av løgregluni fyri tílíkan atburð. – Vit sakna at sokallaða SSP arbeiðið fer í gongd í býnum. SSP stendur fyri: skipað samstarv millum Sosialu deild, Skúlarnar og Politi – teim ungu til frama. Forarbeiði til hetta sam- starv er gjørt fyri langari tíð síðani, men einki ítøkiligt er hent. Allir partar siga við okkum at tey bíða eftir at onkur av hinum tekur initi- ativ til at fara í gongd. Hetta er sera harmiligt. Nokk er gera. Royndirnar við SSP í Danmark eru sum heild góðar. Nógvar komm- unur har hava sett í verk fyrimyndarligar verkætlan- ir fyri at bøta um trygdina og lívsgleðina millum tey ungu – og harvið eisini fyri øll í samfelagnum. Vit vóna at vit einaferð eisini kunnu geva okkara býi hetta skoðsmál, siga Náttarravn- arnir i tíðindaskrivi. Náttarravnarnir í Havn: Geva býráðnum av grovfílini GRIND Jústinus Leivsson Eidesgaard Um áttatíðina í týsmorginin legði ein lítil grind beinini í Sandágerði í Havn. Grindin var funnin klokkan tíggju minuttir yvir sjey beint sunnanfyri Glyvursnes og løtu seinni var armadan av bátum á Skálatrøð hjá henni. Tá avtornaði vóru 80 bátar í drápinum. 42 hval løgdu beinini. Teir vóru máldir til 388 1/2 skinn og vóru býttir í 643 partar. Um sømutíð var ein springarabólkur funnin á Kollafirði. Nakað seinni legði hesini beinini á sand- inum í Hvalvík. Talan var um 35 springarar. NÁTTARLÍV Jústinus Leivsson Eidesgaard Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen tekur atfinn- ingarnar frá Náttarravn- unum til sín, men hann vil ikki vera við, at einki er gjørt. – Vit hava havt fund við Náttarravnarnar og vit hava millum annað tikið teirra atfinningar at vána- ligu ljósviðurskiftunum kring Badmintonhøllina til eftirtektar og gjørt nakað við málið. Eg eri ikki heilt greiðir yvir um arbeiðið at seta ljósini upp er avgreitt, men eg skal longu í dag fáa hetta kannað. Eftir fundin við Náttarravnarnar í vár vóru boðini beinanvegin givin at seta ljósini upp. Men um summarið, ljósu tíðina er hetta ikki akutt, sigur Jan Christiansen. Jan Christiansen, borg- arstjóri lovar, at ljósvið- urskiftini skulu fáast í lagi. – Vit í kommununu eru í tí støðu, at at vit kunnu ikki blanda okkum upp í at fyriskipa dans, vit skulu sygja fyri at karm- arnir uttanum dansihølini eru í lagi. At larmur er kring dansihølir er ikki nakað nýtt, soleiðis hevur altíð verið. Eg harmist, at tað skal ganga útyvir grannarnar, at dansur er á einum stað. Men vit kunnu valla í kommununi fara at leita eftir eini paragraff og síðan flyta eitt eitt dansistað. Gera vit hetta, so flyta vit bara trupulleikan til aðrar borgarar í kommuni, sig- ur Jan Christiansen. – Hvussu ung fólk skikka sær, verður so ongantíð ábyrgdin hjá kommununi, vit hava løg- regluna at halda eyguni við at øll halda seg til lógina. Tó er tað harmi- ligt, at tað skal ganga út yvir grannar, at vesivið- urskiftini ikki eru í lagi. Hetta skal fáast upp á pláss, sigur hann. Stadionøkið verður nýtt til ástarfund og fólk føra fram, at ein sannur ólevnaður fer fram í skýl- unum í myrkrinum. Var tað eitt hugskot at ljós var á stadionøkinum á náttar- tíð? – Nei, tað skal vera pláss at fríggja og lýsa vit Gundadal upp, so fara tey aðrastaðni oman í Plant- asjuna ella onkra aðra- staðni, sigur Jan Christi- ansen, borgarstjóri. Borgarstjórin: Vit gera okkurt Lítil grind í Havn Drápið gekk væl Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 14