mikudagur 4. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 168 - 4. september 2002
Nr. 168 - 4. september 2002
17
Runavíkingar hildu
fast um oddasessin, tá
teir vunnu tryggan
sigur á Skála í útsetta
dystinum mána-
kvøldið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Trýstið lág á runavíkingum,
tá teir mánakvøldið ferð-
astu vestur um fjørðin at
avgreiða grannauppgerðina
móti Skála. Uppgerðin varð
útsett ein dag, tá veðrið ikki
loyvdi nøkrum fótbólts-
spæli sunnudagin, og með-
an runavíkingar soleiðis
vóru í bíðistøðu, hevði HB
nýtt sunnudagin til at leggja
seg á odda í bestu deildini.
Tí kendu runavíkingar
treytirnar undan dystinum.
Bert ein sigur vildi viðføra,
at teir vunnu seg aftur á
ovastu rók.
Málið loysti
Og tað var alt fyri eitt
greitt, at runavíkingarnir
løgdu nógv fyri. Eini
grannauppgerð so líkt, so
tóktust báðir partar at vera
tendraðir frá fyrsta bríksli.
Krútið varð ikki spart í
nærdystunum, sum vóru
nógvir og harðir í tali, og tó
at NSÍ hevði eina leikliga
yvirvág, so vóru fleiri
ábendingar um, at talan væl
kundi gerast um eina sera
spennandi uppgerð.
Spenningurin helt sær í
akkurát 12 minuttir. Tá
hevði NSÍ vunnið sær
hornaspark í høgru síðu.
Sjúrður Jacobsen sendi
innfyri, og eftir at stútari
móti málinum í fyrstu
atløgu miseydnaðist, datt
bólturin í aðru atløgu niður
til Djóna N. Joensen, sum
var avgjørdur og potaði í
kassan.
So var NSÍ á odda, og
hetta gjørdi, at teimum nú
ikki nýttist at leggja so
nógv fyri í framrættaða
spælinum,
men
ístaðin
kundu royna at koyra bóltin
runt, soleiðis at spælið
gjørdist meira opið. Fram
til hetta høvdu skálamenn
nevnliga í stóran mun lagt
dentin á eina kompakta
verju, fyri síðani at dúva
upp á skjót mótálop, men
tað sigur seg sjálvt, at við
málinum hjá NSÍ versnaðu
fyritreytirnar fyri hesum.
Framvegis royndi Skála í
stóran mun at halda fast í
verjuspælinum, men tað var
nú
onkursvegna,
sum
høvdu teir mist trúnna
uppá, at tað skuldi lata seg
gera at basa runavíkingun-
um. Sum ein eind arbeiddi
liðið nú ikki á sama hátt.
Heldur var tað soleiðis, at
leikararnir stríddust hvør
sær, og tá ber ofta til at
spæla seg burtur úr trupul-
leikunum við bara einum
ella tveimum bóltflyting-
um, og var hetta eisini nak-
að, sum runavíkingarnir
royndu at leggja dent á.
Fleiri ferðir var um repp-
ið, at teir við flytingum í
antin breidd ella djúpd
spældu
Skála-verjuna
tunna, og eftir at hava hótt
nakrar ferðirnar, eydnaðist
tað um miðjan hálvleikin at
økja í 2-0. Uppspælið end-
aði í høgru síðu, har Brynj-
ólvur Nielsen hevði góðar
stundir at leggja sær bóltin
til rættis. Innleggið lá neyvt
í holið millum verju á mál-
verja, har Ulrik Balling
kom rennandi, og so hevði
danin skotið sítt fimta mál í
eins nógvum dystum, síð-
ani hann í summar kom til
NSÍ.
Fall saman
Vóru skálamenn tamir eftir
fyrsta NSÍ-málið, so fullu
teir mest sum í fátt, nú
munurin var øktur. Restina
av hálvleikinum stýrdi NSÍ
snøgt sagt dystinum, og tað
mundi eisini draga skeiva
vegin hjá Skála, at Dánajal
Hansen nakað seinni var
noyddur at fara av vøllinum
við einum ísposa um eyma
fótliðið, sum hevur plágað
hann stóran part av árinum.
Fleiri ferðir var eisini um
reppið, at heilt stórir møgu-
leikar spurdust burturúr
yvirvágini hjá NSÍ, men
mest sum hvørja ferð rest-
aði seinasti neyvleikin.
Ivaleyst høvdu skála-
menn nýtt steðgin til at gera
av, hvussu teir á bestan hátt
kundu
avgreiða
seinna
hálvleik, uttan at verða
fullkomuliga úrlætnir, men
tað var tó skjótt, at ein
týdningarmikil
liður
í
spæliætlan teirra var burtur.
Ulrik Balling varð leiktur
leysur innanfyri verjuna, og
tá hann skuldi lyfta upp um
Eugen Voda í málinum,
nýtti hesin hendurnar at
bjarga við. Hóast heima-
menninir ikki vóru samdir,
so metti dómarin, at hend-
ingin fór fram uttan fyri
brotsteigin, og so var bara
ein vegur hjá rumenska
málverjanum, og tað var í
brúsuna.
Eftirfylgjandi frísparkið
sendi Brynjólvur Nielsen
beinleiðis í kassan, og so
tóktist alt bara vera ein
spurningur um, hvussu
stórur sigurin skuldi verða.
Tað gjørdist bert til eitt
mál afturat, men orsøkin til
hetta var so avgjørt ikki, at
runavíkingar ikki høvdu
møguleikar til fleiri. Ser-
liga Ulrik Balling, sum
annars hevur sýnt eitt
ræðani máltev, brendi nógv,
men hann átti so sín lut í
seinasta málinum í dystin-
um. Staddur høgru megin í
brotsteiginum
smekkaði
hann til. Arnold Berg – sum
nú vardi málið - hálv-
bjargaði royndini, men í
aðru atløgu kundi hann bert
hyggja at, tá Sjúrður Ja-
cobsen beindi bóltin sein-
asta pettið í netið.
Klárt til finalu
Sostatt vann NSÍ ein sann-
førandi sigur á grannunum
av Skála, og við sigrinum
vunnu teir seg aftur upp á
ovasta sessin á stigatalvuni.
Har verða teir so í øllum
førum hangandi í 13 dagar,
nú frívikuskiftið verður,
men eftir landsliðssteðgin
er mangt sum bendir á, at
talan verður um eina rætta
FM-finalu, tá HB kemur á
vitjan. Ein dystur, har vinn-
arin í øllum førum kann fáa
nakað, sum líkist einum
avgerandi fyrimuni í stríð-
num um gullkrónurnar.
Og skal metast eftir dyst-
inum á Skála, so eru runa-
víkingar til reiðar til stóru
avbjóðingina. Í nógv ár
hava fleiri av gulu leikarun-
um verið mettir sum stór-
talent, men undir Jógvan
Martin Olsen hava fleiri
teirra veruliga ment seg,
soleiðis at talan hevur verið
um støðugt góð avrik. Ikki
minst tí liðið í mangar
mátar tykist vera eitt sera
sterkt kollektiv, har allir
arbeiða fyri allar, og nú
landsliðsmenninir
báðir,
Pól Thorsteinsson og Helgi
L. Petersen, aftur tykjast
vera komnir fyri seg, stend-
ur venjarin av álvara við
einum positivum trupul-
leika, tá hann skal gera av,
hvørjir leikarar skulu setast
á beinkin.
Nei. Einki er at siga til, at
fótbóltsfepurin í Runavík-
ini setir nýggj hitamet fyri
hvørt umfarið sum gongur,
og tað skal vera løgið, um
talan ikki verður um áskoð-
aramet við Løkln um tvær
vikur.
Dysturin í tølum
Skála-NSÍ -4 (0-2)
0-1: Djóni N. Joensen 12
0-2: Ulrik Balling 27
0-3: Brynjolvur Nielsen 49
0-4: Sjúrður Jacobsen 53
Dómari: Páll Augustinus-
sen
Skála: Eugen Voda - Rúni
Rasmussen, Pauli Pouslen,
Bent Djurhuus, Áki Peter-
sen - Kári Nielsen, Pauli
Hansen, Dánial Hansen,
Bárður Danielsen - Alex-
andru Gabor, Alexander
Johansen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
- Brynjolvur Nielsen, Arn-
finn Langgaard, Djoni N.
Joensen, Pól Thorsteinsson
– Gert Langgaard, Kári
Hansen,
Ian
Højgaard,
Sjúrður Jacobsen – Óli
Hansen, Ulrik Balling
Skála-NSÍ 0-4 (0-2):
Klárt til gulldyst í Runavík
Pól Thorsteinsson, sum her hegnisliga smoyggir sær millum tveir skálamenn, var hesa ferð á vinstra bakki, og spurningurin er so,
um hann eisini fer at seta seg á hetta plássið í landsliðshópinum, sum savnast mikukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen
Eingin ivi var um,
hvør parturin hevði
størri breidd og
tyngd, men tað var
ikki fyrrenn í 2.
hálvleiki, at sigurin
varð rudduliga
staðfestur
EB/STREYMUR–KÍ
Jóannes Hansen
KÍ er framvegis væl við í
stríðnum um FM heitið,
heiðursmerkini og harvið
nýggja Europa Cup luttøku.
Tað syrgdu klaksvíkingar
fyri, tá teir mánakvøldið
vunnu 4–0 á Eiði. Talan var
um søtan sigur, tí royndir-
nar seinastu tíggju árini
hava ofta víst, at tað eftir
Europa Cup ævintýr ikki er
lætt at seta seg upp til næsta
uppgávuna í landskapping-
ini.
KÍ var í útgávu, ið – sam-
mett við tað, sum mót-
støðuliðið hevði at bjóða
uppá – var ultra verjukend.
Í staðin fyri leikbannaða
Allan Joensen var Jan And-
erasen á liðnum. Jan er og
verður verjuspælari, og
harvið hevði KÍ tríggjar
spælarar í miðverjuni, með-
an heimaliðið bara hevði
Jón Sigurd Gleðisheygg í
álopinum. Sorin Anghel var
ikki við mánakvøldið, og í
borðunum
vóru
Teitur
Joensen og Hans Pauli
Samuelsen væl meiri mið-
vallarar enn álopsspælarar.
Atli Danielsen í høgru og
Rúni Elttør í vinstru vóru
ikki nógv við í álops-
myndingini í 1. hálvleiki, tá
KÍ
uppstillingin
líktist
5–2–3. Hjalgrím Elttør og
Jan Joensen arbeiddu nógv
og væl á miðvøllinum,
meðan tað enn eina ferð
sást millum lítið og einki til
norska álopsspælaran.
Fyrstu løtuna av seinna
umfarinum
royndi
EB/
Streymur,
sum
undan
steðginum hevði havt einar
tvær royndir ímóti málinum
hjá Meinhardti Joensen, at
bjóða av, men bara eina
ferð settu teir málverjan á
serliga roynd. Annars hevði
KÍ miðverjan við sera
trygga Aleksander Djordje-
vic sum álitismanni, gott
tak á.
Hesa løtuna hevði KÍ so
mikið ilt við at fáa grund-
spælið, sum teir megna, at
hanga saman, at teir ikki
settu klaksvíkingin í EB/
Streyma málinum upp á
serligar royndir.
Sum í eitt nú dystinum
ímóti HB í Klaksvík var
kenslan, at KÍ við útskift-
ingum kundi trimma liðið
til størri avrik, og soleiðis
vísti tað seg eisini at verða.
Sum
tá
EB/Streymur
spældi í Runavík næstsíðsta
vikuskifti, so sást tað, sum
2. hálvleikur leið, at tað á
liðnum eru fleiri, sum sam-
mett við oddaliðini, ið teir
takast við, eru dreingir í-
móti monnum.
Tá Harley Bertholdsen
(avrikini tá hann kemur á
vøllin gera, at tað er ófatu-
ligt at tað ikki er pláss fyri
honum millum teir fyrstu
ellivu) varð settur í høgra
borð, og tá so Kurt Mørk-
øre sjálvur kom í álopið,
gjørdist tyngdin og breidd-
in størri. Og møðin hjá
heimaliðnum saman við
frísku innskiftingunum hjá
KÍ høvdu við sær, at trý
mál komu afturat, og at KÍ
harvið at enda vann stórsig-
ur.
Málini
Málið í 1. hálvleiki kom,
eftir at Hjalgrím Elttør
hevði vunnið fríspark á
brotsteigarmarkinum
í
høgru og átta metrar úr
málinum. Heðin á Lakjuni
smekkaði
til
framvið
manngarðinum, eitt sindur
av aftur og fram stóðst
frammanfyri
Gunnar
á
Steig, Pacek setti krúllin
undir bóltin ímóti málinum,
og dómarin skrásetti Bjarta
Vettelstad fyri at vera
síðstur á bóltinum. Kanska
var tað hann, sum við knæ-
num ella lærinum beindi
bóltinum um strikuna.
Heðin á Lakjuni økti til
2–0, tá hann í vinstru
hegnisliga
tamdi
høga
diagonalsending frá Harley
Bertholsen, kom inn um
verjuna og sendi flatt fram-
við Gunnari á Steig og í
handara síðunetið.
Harley Bertholdsen átti
nógv í 3–0 málinum. Fyrst
steðgaði hann á miðvøll-
inum mótstøðumonnunum,
prikaði fram til Hjalgrím
Elttør, sum spældi Kurt
Mørkøre í høgru í brots-
teiginum. Innleggið varð
blokerað til horna. Tað kom
innfyri, og eftir eitt sindur
av aftur og fram og innlegg
aftur úr vinstru, smekkaði
Harley Bertholdsen í málið
– ikki so ólíkt tá hann
skoraði í Klaksvík ímóti
HB.
Heðin á Lakjuni staðfesti
stutt undan leikloki. Úr
brotsteigar samankoming-
ini í vinstru smekkaði hann
flatt í handara síðunetið.
Sera arbeiðssami Hjalgrím
Elttør átti næstsíðsta fótin
á. Hann rak fram eftir mið-
ásinum og slepti so til
vinstru fyri seg sjálvan.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur-KÍ 0-4 (0-1)
0-1: Bjarte Vattelstad
0-2: Heðin á Lakjuni
0-3: Harley Bertholdsen
0-4: Heðin á Lakjuni
Dómari: Petur Skarðenni
EB/Streymur:
Gunnar á
Steig – Marni Djurhuus,
Andrzej Pacek, Christian
Carlsson, Eyðfinn Joensen
– Teitur Joensen, Jákup
Martin Joensen, Ronnie
Samuelsen, Oddvin Zacha-
riassen, Hans Pauli Sam-
uelsen – Jón Sigurd Gleð-
isheygg
KÍ: Meinhardt Joensen –
Atli Danielsen, Ove Ny-
sted, Alexander Djordjevic,
Rúni Elttør – Hjalgrím
Elttør, Jan Andreasen, Jan
Joensen – Allan Mørkøre,
Bjarte Vettelstad, Heðin á
Lakjuni
Pliktarbeiði hjá KÍ á Mølini
Hjalgrím Elttør og Ronnie
Samuelsen eru hvør í sínum
lagi millum drívmegirnar á
liðum sínum. Mánakvøldið
var tað tó Hjalgrím, sum var
hin størri í trygga 4-0
sigrinum hjá KÍ
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
17
16