týsdagur 12. oktober 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 12. oktober 1982
Kyndil royndist væl í dystinum móti Stavan-
ger. Norðmenn vunnu, men Kyndil hevði
uppiboriå betri úrslit.
Steðgur kom í, og fingu norðmenn loyvi at
skjóta seks mál á rað, soleiðis at stødan varð
broytt frá 14— 11 leiðslu til 14— 17 tap
Europa-cup fyri steypavinnarar, menn
Kyndil— Stavanger IF: 14—17 (10—8):
Málskjúttar: Kyndil: Kári Nielsen 4,
John Egholm 4, Erling Jacobsen 3, Aki
Rasmussen 1, Jens Mohr Askham I og
Áki Davidsen 1.
Stavanger IF: Odd Larsen 6, Michael
Hald 6, Kjetil Sævereide 2, Bjørn Sol-
vig 1, Øystein Brattelie I og Hans Inge
Skedberg I
Br 'skøst: Kyndil I og Stavanger IF 3.
Ávarðingar: Kyndil Í og Stavanger IF
2
Utvisingar: Kyndil 1X2 min. og Sta
vanger IF somuleiðis 1 X2 min
Burturvísingar: Kyndil 1.
Dómarar: Lennart Dahlstrem og Lars
Ástrem úr Svøriki
Norska liðið Stavanger IF
játtaði ikki Kyndli at
spæla báðar europa-cup
dystirnar í Feroyum. Sta-
vanger vildi hava eina
dystin leiktan í Noreg.
Uttan iva er orsekin til
hetta, hon, at norðmenn,
hóast vánaligu umreðuna
teir altíð geva foroyskum
hondbólti í norskum blød-
um, hava eina ávísa virð-
ing fyri føroyingum.
Og leygardagin visti
Kyndil, at teir als ongar
Kári Nielsen í skotroynd
orsøkir høvdu til at smæð-
ast burtur i mun til norska
liðið. Kyndil var á odda at
kalla allan dystin, og
førdu teir til bert fimm
min. vóru eftir at leika. Tá
kom speril í, og eydnaðist
norðmonnum í síðstu letu
at venda eitt tap til sigur.
Men Kyndil hevði
umboðað feroyskan hond-
bólt á bestan hátt, og
roknast má við, at Kyndil
hevur góðar meguleikar
fyri at greiða gott úrslit í
returdystinum, ið verður
leiktur í Stavanger sunnu-
dagin komandi, hóast
útivellin.
Kyndil = var annars
»handikappad« ådrenn
dystin móti Stavanger IF
leygardagin. Hanus
Joensen, ið jú er tann leik-
arin á núverandi Kyndils-
liðnum, ið hevur sterstu
og flestu altjóða roynd-
irnar, varð hósdagin so-
mikið illa skaddur í einum
EP
venjingardysti, at honum
bar ikki til at vera við í
heimadystinum móti
Stavanger.
Men Kyndil vónar tó at
hann verður klárir aftur til
returdystin í Noreg. Og
tað er kanska hopp- og
skotstyrki hansara, ið
kann geva unga Kyndils-
liðnum tað lítla, ið teimum
restar fyri at klára javn-
leik móti norðmonnum.
Í dystinum leygardagin
var tað Kyndil, ið gav
bóltin upp, men Stavan-
ger breyt álopið og kom á
odda 1—0. Kyndil misti
eisini næsta álopið, og
fekk Stavanger í næsta
álopi sínum brotskas. Men
Finn Bærentsen, Kyndils-
málverjin, ið stóð ein sera
góðan dyst, bjargaði
brotskastinum.
Hetta eins og gav
Kyndli >blóð upp á tonn-
ina«, og løtu seinni vísti
úrslitatalvan, at Kyndil
„var á odda 2—1. Stavan-
ger javnaði og kom eisini á
odda 3—2, men Kyndli
eydnaðist at javna til
3—3.
Og í næsta Stavanger
álopinum varð Bent
Jákup H. Hansen burtur-
vístur, av tí at hann hevði
steðga einum norðmanni í
hoppskotsroynd heldur
harðliga. Stavanger fekk
brotskast og legði Odd
Larsen norðmenn á odda
4—3.
Nú væntaði en at
Kyndil meguliga fór at
falla í fátt, men so varð
ikki
Kyndil fekk javnað og
kom eisini á odda 5—4.
Stavanger fekk javna,
men nú var tað Kyndil, ið
royndist betra liðið, og
eydnaðist teimum at
koma á odda við tveimum
málum, og tá steðan var
8—6 bjargaði Finn enn
einum brotskasti, so nú
roknaði ein við, at Kyndil
skuldi havt allar megu-
leikar at komi enn meir aá
odda.
Men so varð ikki, Mun-
urin varð verandi tvey
mál, og tá farið varð til
hálvleikssteðg, var steðan
Finn Bærentsen stóð seg sera væl í málinum hjá Kyndli leygardagin. Hendan
bóltin fekk hann tó ikki tikið
10—8.
Í seinna hálvleiki helt
sama gongdin á. Sta-
vanger royndi tað teir
kundu, men ikki bar
teimum til at minka meira
enn at munurin varð eitt
mál, og var Kyndil ta einu
letuna á odda við trimum
málum (fingu tá skoti eitt
mál hóast teir vóru ein
maður minni á vellinum,
Kári Nielsen var útvístur í
2 min.). Stødan var tá
14—11.
Men so kom steðgur i.
Meguliga vóru leikararnir
móðir, í hvussu er eydnað-
ust álopini hjá Kyndli als
ikki, og fingu norðmenn-
inir minka. Bert fimm
min. áðrenn leiklok komu
teir á javnleik 14—14, og
hóast Kyndil stríddust
fyri lívinum bar einki til,
„og eydnaðist Stavanger at
skjóta trý mál seinastu
fimm min. soleiðis at enda-
liga úrslitið varð 17—14 til
norðmenn.
Ein spennandi dystur
varð komin at enda, ein
dystur sum Kyndil av-
gjert átti størru æruna av
og avgjert hevði betur úr-
slit uppiborið.
Torfert verður nú hjá
Kyndli at kunna spæla seg
til annað umfar, men ikki
ivist eg í, at Kyndils-leik-
ararnir hóast alt fara at
greiða heiðurligt úrslit í
Noreg, ja kanska betur
enn í fyrra dystinum.
Tað er í hvussu er at
vóna, at Kyndil fær
»succes« á ítróttarliga
ekinum, á fíggjarliga sær
daprari út. Eins og hjá
Neistanum vóru alt ov fáir
áskoðarar og hugdi at
dystinum. Teir áskoðarar,
ið ikki sóu Kyndils-dystin
mistu ein góðan, undir-
haldandi dyst.
UEFA-cup:
Trekt seg orsaka av
ideologiskum tvidråtti
Fótbóltur og politikkur. Hetta eru tvey orð, ið
tykjast nær knýtt at hvørjum oðrum í Albania
Fótbóltur og politikkur,
tvey orð, ið ikki skuldi
havt ov nógv við hvenn
annan at gjørt.
Sjálvsagt ber ikki til at
halda ítrótt og politik
púra skilt frá hverjum
eðrum, tá samfelagið jú
stuðlar ítróttinum figgjar-
liga. Men roynt verður tó
at lata vera við at blanda
politiskar hugsjónir upp í
ítrótt — so vitt gjerligt —
í vestanlondunum. Hóast
fleiri lond, ella rættari
stjórnir teirra, royndi seg
við OL-boykotti í 1980,
kom tíðliga til sjóndar tá,
at hetta vóru avgerðir, ið
als ikki hóðaðu ítróttar-
fólkunum.
Men ítróttur, fótbóltur,
og politikkur tykjast tó at
vera nært knýtt at hverj-
um í Albania.
Nú, tá tað er kasta lut til
annað umfar í europa-cup
fyri meistarar í tótbólti, er
greitt, at eitt lið kemur
víðari uttan dyst. Hetta e
sovjettiska liðið Dynan
skuldu
umiari hitt
albansku meistararnar.
Nendori Albanska
fótbóltssambandið, t.v.s
stjórnin. hevur nú boðað
frá, at Nendori verður
tikið úr kappingini.
Hetta er orsaka av, at
albanar nokta at spæla
móti liðum úr Sovjetsam-
veldinum. Tað er ikki so
nógv ár síðani fótbólts-
sambandið í Tirana tók
Vllaznia Skhoder úr einari
europeiskari kapping, av
politiskum orsøkum. Or-
sekin til avgerðirnar á
ítróttarliga økinum eru at
finna í ideologiskum tví-
dráttum millum Albania
og Sovjetsamveldið, sum
Albania annars sleyt alt
Kijev. Russai
eðrum
men
samstarv við meira
enn 20 ar
fyri
um síðani
Nógv fótbóltsáhugaði
eru kedd yvir at albanska
liðið er tikið úr kappingini.
Spennandi hevði verið
at sæð hvussu e:nagóða
manningin á me'-taralid-
inum frå Tirana - 3 vann
á Linfield úr Norð rlandi
i fyrsta umfarið hevði
roynst móti so -:erkum
liði sum Dynamo k;jev.
Nú er so einki albanskt
lið eftir í teimum europe-
isku fótbóltskapping-
unum.
Longu áðrenn fyrsta
umfar hevdu albanar tikið
Flamurtari úr Vlore úr
UEFA-cup kappingini, og
í kappingini fyri steypa-
vinnarar tapti Dinamo
Tirana móti Aberdeen, ið
vann samanlagt 1—0.