Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lítið »ptempo«, men spenningur moti endanum Dysturin millum Neistan og St. ÍF, 1. deild menn, var ikki tann best leikti. Aftaná 25. min. varð roknað við, at strandingar fóru at vinna á einum orkymlaðum Neista-lidi, men í øðrum hálvleiki gjørdust leikur- in javnari og tí meira spennandi Neistin— St.IF. 1. deild menn: 12—12 (3—6) Malskjuttar: Neistin: Echardt Persson 5, Kári Reynheim 2. Sjurdur Holm 2. Djoni Dalsgarð 2 og Palli Henriksen Í. St IF: Birgir Hansen 4. Poul Enok Han- sen 3. Regin Johansen 2, Marner Gærdum 2 og Suni Danielsen Í Brotskøst: Neistin 3 og St.IF 4 Ávarðingar: Neistin 2 og St.IF 3 Útvísingar: Neistin 1X2 min. og St.ÍF 2X2 min Nýggja liðið í 1. deild, St.ÍF, var ikki langt frá at vinna á Neistanum, einum av »gomlu« hondbóltsfel- egunum, tá liðini bæði hittust leygardagin. Í mun til í fjør er St.ÍF styrkt við trimum góðum leikarum, leikarum í verða roknaðir at hoyra heima í landsliðsbólkinum. Teir eru Regin Johansen og Birgir Hansen frá Kyndli og Jústines Justinussen frá Neistanum. Hesir tríggir tykjast at hóska væl saman við hinum leikarunum á lið- inum hjá strandingum, og hevur liðið meguleika fyri at fáa góð úrslit, nú tað er komið í 1. deild aftur. Longu frá byrjan sást, at strandingar vildu nakað. >„Tempo'ið< var ikki skjótt, og bæði liðini mistu fleiri álop í byrjan- ini, men strandingar royndu alla tíðina at fáa hol á, og áðrenn nakar varnaðist, vóru teir á odda við fýra málum móti ongum. Og sum hálvleikurin gekk. roknaði ein við, at St.IF før at vinna tryggan sigur, tí hjá Neistanum tóktist einki at bera til. Leikararnir skutu »vilt« og góði St:ÍF-málverjin bjargaði ell Neista-skot- ini, ið raktu innan fyri málstengurnar. Tá 28 min. vóru farnir av fyrra hálvleiki var St.ÍF á odda 6—1, men í síðsta min. eydnaðist Neistanum at skjóta tvey mál, so at steðan, tá farið varð til hálvleikssteðg, var 6—3. Í seinna hálvleiki tóktist at vera komin vend í. Í byrjanini av hálvleikinum gekk Neista-spælið kvikt, og kom Neistin á odda 7—6. Men St.ÍF javnaði og nú gjerdist spennandi. »Tempo'iå« var fram- vegis lágt, men liðini skift- ust nú at skjóta mál. St.ÍF kom á odda aftur, men Neistin fekk javnað og gjerdist endaliga steðan javnleikur 12—12. Hvørki av liðunum spældi serliga góðan hond- Nr. — 19. oktober 1982 bólt henda dagin. St.IF tóktist tó at vilja meira, og vóru leikararnir eisini meira stríðshugaðir enn Neista-leikararnir. Men eitt er vist, og tað er at einki av hesum báðum liðunum hevur nakran meguleika fyri at fáa gott úrslit móti vest- menningum, ið tykjast at vera í einum flokki oman fyri hini feroysku liðini, um vit nýta europa-cup sum metingargrundarlag. Konditiónin bilaði og »konsentrationin« sveik Í seinna hálvleiki av dystinum millum Neistan og Kyndil, 1. deild á liðunum. Konditiónin hjá Kyndils-leik- kvinnur, var stórur munur arunum bilaði, og gav hetta Neistanum stora yvirvag, og vann Neistin uppibornan sigur deild, kvinnur Neistin— Kyndil, 1 20--9 (7 —4) Malskjuttar: Neistin: Svanna Hanusar- dóttir 5. Marjun Hanusardóttir 4, Vivi Kuhr 4. Rannvá Hanusardóttir 3. Tor- gerd Klein 2. Sonja Jørgensen 1 og Guðrun Horn somuleiðis |. Kyndil: Ansy Heghamar 3. Herborg Joensen 2. Óluva Dalsgarð 2, Hallgerð Midjord 2 og Vivian Wraae Í Brotskest: Neistin 4 og Kyndil 5. Åvardingar: Kyndil |. Utvisingar: Kyndil 1 X2 min. Sunnudagin hittust Neist- in og Kyndil i 1. deild kvinnur í ítróttarhellini á Hálsi. Meguleiki var fyri at síggja tvær systrar leika á hver sínum liði, báðar sum málverjar. Karin Joensen á Kyndilsliðinum og Óluvu Joensen á Neista- liðinum. Men Óluva kom als ikki á vellin henda dystin. Í staðin varð Jóhanna Han- sen roynd í málinum, og kom hon serstakliga væl frá dystinum, m.a. bjarg- aði hon tveimum brots- kestum. Í hinum endanum av vellinum royndi Karin Joensen seg og hevði hon úr at gera í seinna hálv- leiki. Hon líkist annars »størisystur« í leiki sínum og tykist at hava góð mál- mansevnir. — Hon likist mær i spælistíli. Hon ger í hvussu er allar tær somu villurnar og eg, sigur Óluva skemtandi. Málverjarnar hevdu annars ikki nógv at gera í byrjanini av dystinum. Bæði liðini mistu fleiri álop á rað orsaka av feil- avleveringum, ósketni 0.0.l., og tå 25 min. vóru farnir av fyrra hálvleiki var bert eydnast liðunum at skjóta fimm mál til- saman. Neistin hevði fing- ið trý meðan Kyndil hevði fingið tvey. Men seinastu fimm min. kom meira ferð yvir leikin. Neistin tók dyk á seg og eydnaðist teimum uppá tríggjar min., frá 25. til 28. min., at skjóta fýra mál og á tann hátt ekja til 7—2. Kyndil svaraði tó aftur, og fingu tær í síðstu minutt- unum skotið tvey mál, so at steðan, tá farið varð til hálvleikssteðg, var minka til 7—5 leiðslu til Neistan. Í byrjanini av seinna hálvleiki = tóktist bæði liðini at hava sett >tempo- ið< niður aftur. Tað gingu fimm min. áðrenn tað eyd- naðist Neistanum at ekja til 8—4, men beinavegin minkaði Kyndil til 5 —8. So kom ferð á aftur spælið hjá Neistanum. Konditiónin hjá Kyndils- leikarunum tóktist at bila SU og fekk Neistin fleiri mál uppá skjótálop. Kyndils- leikararnir tóktist eisini at missa >konsentratiónina“, og vóru alt fleiri og fleiri »sløsutar« avleveringar, ið vórðu mistar burtur, at siggja. Av somu orsøk fekk Neistin stóra yvirvåg í leiki, og útnyttaðu leik- ararnir hesa yvirvåg, so at endaliga úrslitið varð uppiborin 20—9 sigur til Neistan. hevur aðalfund í húsum Foroya Arbeiðarafelags leygardagin 30. oktober kl. 10,00. su