Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 19. oktober 1982 Hvussu hevur dámt tær skeiðið? Bjarnvarður í Dali: Eg meti at eg havi fingið nógv burtur úr hesum skeiði. Skeiðið hevur verið soleiðis uppbygt, at eisini vit leikarar á teimum so- nevndu »motionslid- unum« hava fingið nyttu av tí. Vit hava lært um ymisk grund- sløg, bæði í teori og praksis, og kunnu nú meguliga nýta tey í venjing okkara. Finngerð Sólbjerg: Vit hava fingið nógv burtur úr hesum skeiði. Serliga hevur dáma mær, at vit hava lært nógv um hvussu ein skal venja børn, um innlæring av grundsløgum 0. ø. Annars hevur skeiðið verið sera fjelbroytt, og væl lagt til rættis. Evnini, ið hava verið vidgjørd, hava verið bæði fyri leikarar á byrjanarstigi og fyri royndar leikarar. Ser- stakliga væl hevur dáma mær, at „teori'in< hevur ikki verið ov nógv, ístaðin hava vit havt høvi at roynt ymsu »øvilsini« sjálvi. Petur Simonsen: Skeiðið hevur verið »inspirerandi«. Ein fær sett uppá sítt rætta pláss hvussu venjingin skal til- rættaleggjast, og verður hetta til nyttu í felegunum, bæði hjá teimum yngru og eldru liðunum. Skeið- ið hevur verið væl uppbygt. Byrja hevur verið frá grundini og er so við og við hildið fram við meira kravmiklum evnum — alt er komið í eini náttúrligari rað- fylgju. Kjeld Klintø: — Føroyingum restar tekniskan kunnleika — Leikararnir hava góðan vilja at læra, men grundleggjandi tekniski kunnleikin restar, sigur Kjeld Klinto. Framgongd er tó at síggja, og eru tað serstakliga Mjølnir-kvinnurnar, ið hava arbeitt miðvíst við venjing teirra — Føroyingar resta fyrst og fremst grundleggjandi tekniskan kunnleika. Hetta sigur danski landsliðsvenjarin í flog- bólti, Kjeld Klintø, id var leiðari á einum venjara- skeiði, sum Flogbóltssam- band Føroya, FBF, skipadi fyri seinasta viku- skiftid. — Viljin er til staðar, men tað sæst skilliga at leikararnir hava ikki verið undir kønari leiðslu tá teir byrjaðu venjing sína sum bern ella unglingar, sigur Kjeld Klintø. — Men hesir leikarar, id allir sýna stóran áhuga fyri ítróttinum, hava nú møguleikar at hjálpa teim- um komandi leikarunum, so at hesir læra um flog- bólt frá grundini av. Kjeld Klinte greiður frá, at skeiðið, ið hann skipaði fyri seinasta vikuskiftið, varð lagt soleiðis til rættis, at tað fyrst og fremst vóru luttakararnir sjálvir, ið avgjerdu hvat teir vildu læra ella fáa meira at vita um. Allir luttakarnir = vóru sera åhugadir, og tóktist teimum at dåma væl, at størri dentur varð lagdur á praktiskar royndir fram um »teori'ina«. Annars er føroyskur flogbóltur í framgongd, sigur Kjeld Klinte. Hann var í 1979 í Feroyum og var tá leiðari á einum eðrum venjaraskeiði, ið FBF skipaði fyri. Hann sigur, at hann metur at framgongdin er serliga merkbar hjá > Mjølnir- kvinnunum. — Tær tykjast at hava arbeitt miðvíst við grund- slegunum, meðan menn- irnir tykjast at hava lagt sterri dent á at venja »smasj«. Uttan iva kundi onkrar av kvinnunum á 1. deildarliðinum hjá Mjelnir komi beinleiðis á okkurt lið í 1. deild í Danmark, og hetta kann eg ikki siga um nakran av mannligu leik- arunum, sigur Kjeld Klinte. — Men viljin er til Kjeld og Lone Klinto, skeiðleiðarar. Kjeld er skeiðleiðari hjá Dansk Volley-ball Forbund, DVBF, og hjá De Danske Skytte, Gymnastik og Idrætsforeninger, DDSG á I. Hann hevur áður verið venjari hjá danska kvinnulandsliðnum, men er nú venjari hjá danska manslandsliðnum í flogbólti. Eisini er hann venjari hjá felagnum DHG, ið vann danska meistaraheitið í 1. deild í fjor Kjeld er annars givin sum flogbóltsleikari á »topp-plani« sjálvur, tíðin strekkir ikki til. Hann starvast, eins og konan, Lone, sum skúlalærari, men hevur samstundis eisini starv innan DVBF. Har leggur hann ymsu flogbóltsskeiðini til rættis, er ítróttarráðgevi í samband ivå venjaravirksemi og samskipar alt viðvíkjandi danska landsliðsarbeiðinum Kjeld var eisini skeiðleiðari hjá FBF í 1979. Tá var tað eisini venjaraskeið. ið hann heuði, tó á lægri stoði enn seinasta vikuskiftið. ed ge staðar, og um luttakarnir framgongdin eisini at Sø á skeidinum eru eins síggjast, endar danski , us ågrytnir i arbeiðinum i landsliðsvenjarin, Kjeld egna felagi teirra, og teir Klintø. hava verið her, so kemur HM 1986: Fátækt brasilianaranum Joao Tað eru sterkar røddir í Colombia sum siga, at landið hevur annað at nýta pengarnar til enn eina HM-kapping. Harafturímóti er USA áhugað fyri at fáa kappingina flutta til stat- irnar Tað er stjórnin og ikki fótbóltsleiðararnir í Co- lombia, sum gera av, um landið skal vera vertur fyri komandi heimsmeist- arakapping í fótbólti ella ikki. Og tað kann hava broyt- ingar í ætlanum FIFA's við sær. Nógv týðir upp á, at andsteðan í landinum er so sterk, at forseti lands- ins, Belisario Betancur, hin 1. november má geva leiðsluni hjá FIFA hesi boð: „Colombia kann ikki átaka sær eitt so stórt og kostnaðarmikið tiltak sum HM 1986«. Nógvir politikarar í land- inum halda, at tær ovur honds stóru upphæddir, ið FIFA krevur landið at veita trygd fyri, kunnu nýtast til onnur og skila- betri endamál enn eina HM-kapping, tá hugsað verður um. at Colombia er eitt sera fátækt land. — Men vit hava ikki slept ætlanunum enn, sigur ein av fótbóltsleið- arunum, Alfonso Senior. — Eg havi skotið upp, at forsetin í Colombia bjóðar Havelange frá FIFA til Colombia, so at teir har kunnu koma til eina kompromi-loysn. Men ikki er vist, at tað er tað, ið FIFA ætlar Tað eru serliga trý ting, ið Colombia ikki kann fylla út: 1. Tað figgjarliga er ikki í lagi. 2. Tað eru ov fá stadion. 3. Togsambandið ímill- um HM-býirnar er ikki nog gott. Framhald å sidu 10