leygardagur 30. oktober 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Formaðurin í B36:
Ber ikki til at gera sáttmálar
við venjarar
Nú er greitt, at Johan
Nielsen, sum nú í næst-
an eitt mannaminni
hevur verið venjari hjá
HB, skal hereftir venja
B36.
Tíðindi um, at Johan
Nielsen skuldi venja
B36, hava gingið sum
slatur leingi, men hós-
morgunin frættu vit, at
hann nú hevði gjørt sått-
mála við B36.
Sosialurin vendi sær
til Ruben Andreasen.
formann í B36,
spurdi, um teir høvdu
gjørt sáttmála við Johan
Nielsen
Vit hava ikki gjert
sáttmála við Johan
segði Ruben.
So leingi Fótbólts-
sambandið og ISF ikki
hava gjørt góðkendar
sáttmálar, sum felegini
kunnu gera við venjarar,
vil eg ikki nevna tað
og
sáttmálar. Men rætt er,
at vit hava gjert avtalu
við Johan Nielsen um, at
hann skal vera venjari
hjá okkum komandi ár
Og um venjari og
leikarar verða nøgdir við
samstarvið, er ætlanin
at Johan skal vera venj-
ari hjá okkum í tvey ár.
Hvorjar deildir skal
Johan venja ?
— Ætlanin er, at
Johan skal vera venjari
hjá |. deild, 3
dreingjadeildini,
Ruben Andreasen.
Hvor
r deildirnar ?
Hjalti
skal venja smádreingir-
nar, meðan tað enn ikki
er greitt, hver skal vera
venjari hjá hinum deild-
unum, endar Ruben
Andreasen.
deild og
sigur
skal ví nja
hina
Samuelsen
Leygardagur 30. oktober 1982
Dugdu ikki at bjarga Cathrinu
og 450 whiskytonsum
Sendu kortini roknin
Ódugnaskapur hjá
manningini á einum uru-
guayskum sleipibåti er møgu-
liga orsøkin til eitt drúgt
sakarmål um eina rokning frå
havnaverkinum i
Montevideo.
Ella er orsøkin kanska tra-
mansskapur hjá hernaðar-
stýrinum í suðuramerikanska
landinum.
Men hvussu ber tað til, at
hendingar í Montevideo og
úti á Rio de la Plata um jól-
tíðir 1978 verða tiknar fram
og upptaka Dómhúsið í Havn
ein heilan oktoberdag í 1982 ?
Svarið: eitt lítið feroyskt
farmaskip við fullari last av
whisky.
Tann 15. desember 1978
sigldi Cathrina úr Miðvági á
Enskabanka, eina sand-
grynnu í La Plata flógvanum,
út fyri Montevideo. Cathrina
var á veg úr Glasgow til
Asunción í Paraguay við
450.000 fleskum av góðum,
skotskum whisky.
Teir royndu at sleppa av
aftur. Tað lukkaðist ikki og
skiparin boðaði Montevideo
Radio frá, at teir høvdu brúk
fyri sleipibáti. Hann kom,
men gjørdi onki. Einasta,
sum minti á bjargingarroynd,
var ein endi, sum kom um
borð og bleiv festur í eina
boyu nakrar hundrað metrar
frá skipinum
Fyri hetta kravdi havna-
verkið, sum eigur sleipibátin,
44.9008. Ella 400.000 kr. !
Hóttu umboðs-
mannin .
Og hetta er ikki so lítið at
gjalda fyri onki. Reidariid hjå
Cathrinu segåi kortanei. Ti
tað hevði ikki góðkent sått-
málan við havnaverkið.
Endin gjerdist so tann, at
umboðsmaðurin hjá útlend-
skum skipum í Montevideo —
hann hevði gjert sáttmálan
— noyddist, eftir trýsti frá
havnaverkinum, at leggja
pengarnar út. Havnaverkið
hótti umboðsmannin við til-
tekum, sum hevdu oyðilagt
fyritøku hansara, kom hann
ikki við pengunum.
Men umboðsmaðurin helt
tað ikki vera rætt, at hann
skuldi svíða fyri miseydnaðu
bjargingarroyndina. | Hann
tók tí og stevndi Hans
Hansen og sonum,
reiðaríínum hjá Cathrinu,
eftir pengunum. Og eftir
4.542 dollarum, sum hann
hevði goldið í hotelrokn-
ingum fyri manningina á
føroyska farmaskipinum.
Í Feroya rætti bleiv reiðarí-
ið demt at gjalda hotelrokn-
ingarnar. Tær eru nú goldnar
Men rokningina frá havna-
verkinum skuldi tað íkki
gjalda, segði Føroya rættur.
Niðri í Montevideo hevði
fyritekan hjá umboðsmanni-
num, hon eitur Maritime
Repremar S.A. brúk fyri
pengunum. So hann gjerdi
enn eina roynd: appelleraði til
Landsrættin.
Sjóverjan tók yvir
Aftur til seinastu dagarnar í
1978. Tað tykist at vera heilt
greitt, at var manningin á
uruguayska sleipibátinum
meira at sær komin, hevði
hon kunnað bjargað
Cathrinu. Hetta segði m.a.
Knud Herbye-Andersen,
bjargingarserfreðingur í
nógv ár hjá danska trygging-
arfelagnum .Baltica. Hann
bleiv sendur til Montevideo,
eftir at Tryggingarsam-
bandið Feroyar bað Baltica
hjálpa sær við málinum.
Men Herbye-Andersen
finst eisini at manningini á
Cathrinu. Við at fylla tangar-
nar, kundi hon havt forðað
fyri, at skipið fór longur upp
á grynnuna. Og teir høvdu
kunnað skrúvað fyri sjóven-
tilarnar, áðrenn teir fóru av
skipinum. Leki var á einum
reri frá sjóventili, so sjógvur
stóð í maskinrúminum, tá
Herbye-Andersen kom um
borð eina viku eftir, at mann-
ingin var farin.
Skiparin og manningin
hava ein part av ábyrgdini,
segði bjargingarserfreðing-
urin í rættinum.
Manningin, fýra feroyingar
og tveir útlendingar, fóru av
skipinum 20. des. Tá Herbye
Andersen var um borð tann
27. var onnur akkersketan
slitnað, okkurt var stolið,
men herverk var onki at
síggja. Onkur hevði veirð í
lastini. Nakrir whiskykassar
stóðu á dekkinum. Bíðaðu
helst eftir, at onkur fiski-
bátur kom eftir teimum.
Annars var ikki nógv,
Herbye-Andersen kundi gera
í Montevideo. Hann fór
annars undir at gera ein
bjargingarsáttmála: 90.0008
fyri at royna. 300.0008,
eydnaðist royndin. Men hann
bleiv av ongum. Sjóverjan
hevði tikið við øllum, sum tað
var. Og hernaðarjuntan
hevur sínar reglur. Við tær er
onki at gera, fekk hann at
vita
Í februar
Sjóverjan royndi so at fáa
Cathrinu av aftur. Men ikki
fyrr enn í februar kom hon av
aftur. Og um heystið 1979
blivu sjóverjan og reidariid
samd um keypið. 250.0008 í
bjargingarlen gingu upp í
prísin.
Whiskyið hin vegin er
framvegis eitt trætumál. Tað
er ikki komið til Paraguay
enn. Men liggur í Montevideo
Hald er lagt á tað sum trygd
fyri bjargingarlen fyri last-
ina. Tá skipið varð hálað av
aftur, bleiv whiskylastin
mett til 1,1 mill. dollarar. Ella
10 mill. kr. við tí hega doll-
aravirðinum nú.
Cathrina var tryggjað fyri
2,85 mill. kr. Uruguayska sjó-
verjan ætlaði at brúka
Cathrinu til strandferðslu.
Manningin slapp ikki úr
landinum, fyrr enn ein mánað
eftir óhappið.
Nyttaði ikki
at nokta
Reiðaríið hjá Cathrinu nok-
taði at gjalda fyri sleipibátin.
Tað sigur, at Maritime
Repremar hevði onga heimild
at gera sáttmála fyri reidari-
ið. Heldur ikki skiparin á
Cathrinu. Um hann so hevði
havt heimildina, so skal rokn-
ingin ikki gjaldast kortini. Tí
havnaverkid helt als ikki
sáttmálan. Sáttmálin ljóðaði
soleiðis: 12.000$ fyri fyrstu
10 timarnar, og síðani 7008
fyri hvenn tíma. Rokningin
var fyrst fyri 60 tímar. Seinni
tók havnaverkið fýra
tímar burturav. Fýra tímar,
sum sleipibáturin brúkti til at
leita eftir Cathrinu. Hóast
hann hevði fingið nágreini-
liga positión.
Tá Landsrætturin hevði
hoyrt um málið frá báðum
pertum, fóru dómararnir í
einrúm og gjørdu eitt upp-
skot til semju. Tað tók trý
korter
So greiddi landsrættarfor-
maðurin frå, at rætturin helt
tað vera heilt greitt, at bæði
skipari og reiðari høvdu biðið
um sleipibát. (Reiðarin Arne
Hansen segði annars, tá hann
bleiv avhoyrdur sum vitni, at
hann ikki hevði givið nøkur
sum helst boð um nakran
sleiðibát). Men tí trúðu dóm-
ararnir altso ikki.
Landsrættarformaðurin
segði, at tá ein biður um
sleipibát, kann ein ikki vænta
at fáa hann ókeypis. Sátt-
málin, sum umboðsmaðurin
hevði gjørt við havnaverkið,
var rímiligur.
— Tað er greitt, at ein bind-
andi avtala um gjald fyri
bjarging hevur verið.
Men dómararnir hildu
eisini, manningin á sleipibåti-
num gjerdi eitt vána arbeiði.
so
ir
MSUCRE
+
A - — - ,
N 2 ePotps at "%
8) L L. > .
+ =
N 9)?Puiaceyo 4 3 T sJupib
N í e
i i =! i
meg) — 79-S SEOM NN „
rå
Ág V MN. PARAGUAY } er Í
ar + > á : 7 '
X } ! GRAN Na ' Løndrnae í
«| 's
> H Ø wd í se
x pre ' HC SUNCION Fog p
N > a
' ” ai:
Á
1 7 J) ,
Á — Tucuman & J Á ;
/ =“ „í
, entes e*
} ? 458
/ 2 PS,
>
1 < ,
í r
' x Pi Pa oro Alegre
} x ZR % > 4 7/0
A > , » ?
1 e Så? Juan Í / K
/ Córdoba % Santa Fog, + >
| Í URUGUAYS. "øm
NY Aconcague 5958 m o N H +? pe
- Rosar
} * Mendoza ..- — f + Tr SE
. BUENOS AIRES? j
Peudahuel Q 7 =. Fo ,
.
Lomas de Zamora ;aPista MONTEVIDEO
'
I ;
4 La Plata
! ARGENTINA {
„ < we Tang
1 a DL lo 1 . = Í
; i 1 Í oe Mar Jel Plata
t i Bane Biance á.
? i på Bo Co |
1 ONegro "ede í
Ti skal havnaverkið bert Men hetta vildi
hava pengar fyri teir fyrstu Landsrætturin ikki hoyra
10 tímarnar og so 15 tímar
afturat. Tað var ongin grund
til hjá sleipibátinum at blíva
liggjandi í hálvttriðja sam-
degur. Eftir eitt samdegur
áttu teir um borð at vitað, at
teir kundu íkki bjarga
Cathrinu.
Landsrætturin skjeyt upp.
at Hans Hansen og synir
skulu gjalda Maritime
Reprimar 27.042 dollarar:
12.000 fyri fyrstu tiggju tim-
arnar, 10.500 fyri 15 timar
afturat og so teir 4.542, sum
longu eru goldnir
Hetta verður so, antin reið-
aríið tekur undir við semings-
uppskotinum ella ikki. Ti
soleiðis kemur ein dómur
eisini at ljóða, segði lands-
rættarformaðurin. Hin vegin,
fellur dómur, hava partarnir
meguleika at skjóta málið inn
fyri Hægstarætt
Tí umboðsmaðurin í
Montevideo er neyvan heldur
heilt negdur. Hann spælir av
við yvir 20.0008, ella 180.000
kr. Hesa risiko, at gjalda fyri
at bjarga fyriteku síni,
noyðist hann at bera, segði
landsrættarformaðurin.
Dýr história
Tað er dýrt at fara í rættin.
Sakførarin hjá Maritime Re-
primar, danin Bent Nielsen,
kravdi uml. 150.000 kr. í sak-
armálskostnaði.
talan um. M.a. tí ongar rokn-
ingar vóru fráðakferarum i
Uruguay og ; sum
skula hava arbeitt fyri tann
óhepna umboðsmannin í
Montevideo
Landsrætturin setti sakar-
málskostnaðin til 36.000 kr
So, tá Cathrina hitt desem-
berkveldið í 1978 fór upp á
sandgrynnuna La Plata
flógvanum, har fleiri onnur
skip hava endað sínar dagar
misti eitt reiðari bygdini
Miðvági eitt skip, ein un
boðsmaður i storbynum
Montevideo nógvar pengar
og ríkfólkið i Paraguay sitt
whisky. Sum nú liggur og
blívur til 12 ára whisky í
onkrari goymslu hjá hernað-
arstýrinum i Uruguay. Hava
generalarnir ikki longu koyrt
tað í seg
Teir hava sínar reglur og
við tí er onki at gera. Kanska
hava teir noktað havnaverki-
num at bjarga skipinum, so
sjóverjan kundi fáa tað.
Havnaverkið og sjóverjan
eru í veruleikaðnum tað
sama, segði Herbye-Ander-
sen í Landsrættinum.
Men um tað var berur fan-
ansskapur hjá hernaðarstýri-
num, sum gjørdi, at so nógvir
trupulleikar spurdust burtur
úr einari meinaleysari strand-
ing, veit ongin á okkara
leiðum.
hd