hósdagur 5. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 169 - 5. september 2002
Nr. 169 - 5. september 2002
3
UMHVØRVI
Vilmund Jacobsen
Stavanger Aftenblad skriv-
ar, at tey, sum síggja eina
leskiliga bláskel á eini mat-
stovu, skulu lata vera við at
eta hana, tí skelin er fongd
við eituri, sum førir til
bleytan maga.
Royndir, sum matvøru-
eftirlitið í Mið-Rogalandi í
Noregi hevur tikið, vísa, at
bláskelin á hesum leiðum
er fongd við ov stórum
nøgdum av alguni, dinop-
hysis acuta. Hendan algan
kann hava evnir í sær, sum
elva til bleytan maga. Etir
tú skelina, tá ið hon er
fongd við hesum eituri,
kanst tú rokna við, at
»botnurin« rýkur undan
tær!
80 sløg eitrandi
Skeljar liva av at sýla
ymiskar
partiklar,
sum
síðan verða sodnaðir. Týdn-
ingarmikil føði fyri skeljar
er mikroskopiskar einkykn-
aðar planktonalgur. Av um-
leið 4000 kendum plantu-
plankton í havinum, eru
umleið 80 sløg eitrandi.
Stavanger
Aftenblad
skrivar, at framvið norsku
strondini eru umleið 20
ymisk sløg av eitrandi
plantuplankton.
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið kæra mamma, omma
og langomma okkara
Palma Jensen
Tvøroyri
doyði og varð jarðað.
Fyri tey avvarðandi
Eirik, Jákup, Haldis, Nina og Maj Britt
Tøkk
Vit ynskja á henda hátt so hjartaliga at takka øllum
tykkum mongu, sum sýndu samkenslu,
tá ið okkara høgt elskaða kona, mamma, omma
og vermóðir
Snæbjørg Ørvarodd
doyði og varð jarðað.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Tøkk til tykkum á B7, prestin Hera Joensen, gravarar,
berarar, sangarar og øll onnur, sum komu inn
á gólvið, ringdu, skrivaðu, sendu blómur, kransar
og minningargávur.
Familjunnar vegna
Dalfinnur
HVALAFUNDUR
Vilmund Jacobsen
Norsk bløð vita at siga, at
Føroyar nú fyrireika seg til
ársfund í altjóða felags-
skapinum fyri hvalaveiði-
menn, World Council of
Whalers, sum verður í Før-
oyum í døgunum, 26.-29.
september.
Á hesum fundi hittast
hvalaveiðimenn úr øllum
heiminum at røða um veiði
og framtíðar »stategi« í
stríðnum
at
varðveita
hvalaveiðina, sum bæði
hevur mentanarligan týdn-
ing og týdning sum føði.
Fyrireikingarnar »pågår
for fullt«, sum sagt verður.
Greinskrivarin veit at siga,
at nakrir hvalir herfyri
doyðu í Klaksvík. Av hes-
um eru tríggir hvalir tiknir
úr grindini og eru frystir.
Teir skulu brúkast á árs-
fundinum, soleiðis at fólk
kunnu
síggja,
hvussu
grindahvalur verður skorin
upp.
Lagt verður aftrat, at
bretskar og amerikanskar
sjónvarpsstøðir eru bodnar
at verða við, soleiðis at tær
kunnu avmynda tað, ið fer
fram.
Seinasta árið hava
norðmenn meira enn
tvífaldað sín
útflutning av feskum
fløkum
ÓVIRKAÐUR FISKUR
Vilmund Jacobsen
33% av toskinum, sum
Noreg útflutti fyrra hálvár í
ár, fór óvirkaður av landin-
um. Hetta er ein vøkstur
uppá heili 12% samanborið
við fyrra hálvár í fjør.
Tað er serliga saltfiska-
framleiðslan í Noregi, sum
í ár hevur upplivað »turk« á
marknaðinum orsaka sterk-
um gjaldoyra og høgum
rentustigi.
Í tonsum minkaði út-
flutningurin av saltfiski við
meira enn 20% fyrra hálvár
í ár, og hetta kostaði norsk-
um útflytarum út við 250
milj. norskar krónur.
Hetta merkir, at støðan
hjá norskum saltfiskafram-
leiðarum er viknað nógv
seinasta árið.
Norsk bløð skriva, at ein
týdningarmikil orsøk til
negativu gongdina innan
saltfiskaútflutningin
er
kreppustøðan hjá Vanna-
fyritøkuni. Henda fyritøkan
er so mikið stór, at tá ið tað
gongst henni ímóti, sæst
tað aftur í hagtølunum yvir
samlaða saltfiskaútflutn-
ingin.
Útflyta fesk fløk
Hjá flakaframleiðarunum í
Noregi gekst betur fyrra
hálvár í ár; her vaks útflutn-
ingurin við 145 milj. krón-
um, hóast nøgdin minkaði
8%.
Í Noregi siga tey, at
flakavinnan hevur megnað
at varðveitt sín marknaðar-
part hóast sterka gjaldoyr-
að. Ein orsøkin er, at alt
meira verður útflutt at fesk-
um fløkum, sum norðmenn
vænta fer at vinda uppá seg
hjá flakaframleiðarunum.
Seinasta árið er útflutning-
urin av feskum fløkum
meira
enn
tvífaldaður.
Hetta kemst av, at framleið-
arar í Finnmørkini í størri
mun enn aðrir hava sent
fesk fløk á evropeiska
marknaðin.
Hóast ljóspunktini hjá
flakavinnuni, er samlaða
myndin hjá norskum útflyt-
arum einki at rópa hurrá
fyri. Í nøgd minkaði út-
flutningurin av toski við
næstan 18% fyrra hálvár í
ár. Hetta er nógv, tá ið havt
verður í huga, at hetta er
besta tíðin hjá norsku
fiskivinnuni. Í fyrra hálvári
eru toskakvoturnar nevni-
liga nógv størri enn seinna
hálvár.
Norðmenn
hava
tó
hampiliga góðar vónir fyri
komandi ár, tí fiskimála-
ráðharrin, Svein Ludvig-
sen, hevur sagt seg vera
sinnaðan at leingja um
toskafiskiskapin.
Triði hvør toskur fer
uttanum knívin
Komandi ár ætlar norski
fiskimálaráðharrin,
Svein
Ludvigsen,
at
toskafiskiskapurin skal fevna
um longri tíðarskeið. Her
vitja
hann
og
føroyski
starvsbróðurin,
Jørgen
Niclasen, á Hellunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Kina er farið at gera
rættiliga nógv burtur úr
at virka makrel til flak.
Noreg er eitt av lond-
unum, sum selir kinverj-
um makrel, men landið
selir eisini nógvan mak-
rel til Japan.
Fyri sløkum 5 árum
síðan komu tey fyrstu
kinversku makrelfløkini
á japanska marknaðin,
og nú fer meginparturin
av makrelinum, sum
norðmenn selja Kina,
um kinverskar verk-
smiðjur til Japan.
Fyrra hálvár í ár hendi
so tað, at norski útflutn-
ingurin til Kina gjørdist
størri enn beinleiðis
útflutningurin
av
makreli til Japan. Í fjør
var lutfallið 30/70 til
fyrimuns fyri norska
útflutningin til Japan.
Hørð kapping
Í Japan hava framleiðar-
ar og innflytarar tað
stríggið í hesum tíðum.
Teir eru »fangaðir« av
høgum rávøruprísum og
øktum trýsti frá stóru
matvøruketunum.
Tí
venda japanskir innflyt-
arar sær nú í størri og
størri mun til Kina og
vilja hava kinverjar at
framleiða
makrelfløk
fyri seg. Hetta síggja
teir sum ein kærkoman
møguleika, nú trýstið er
so stórt frá fleiri síðum.
Prísvøksturin
av
makreli til Japan hevur
ikki bara ført til, at
góðskingin av makreli
verður »flaggað út« til
Kina. Men torføru tíð-
irnar í Japan føra eisini
við sær, at marknaðurin
fyri síl noyðist at kapp-
ast við makrelin og
lodnuna.
Kinverjar meirvirka
nógvan makrel til Japan
Føroyar fyrireika fund um
hvalaveiði
Eitrandi bláskel
Jóna Rasmussen sýnir
fram í Galleri Focus
næstu tvær vikurnar
LIST
Eirikur Lindenskov
Í morgin, fríggjadagin 6.
september kl. 16, letur Jóna
Rasmussen upp framsýning
í Galerie Focus í Havn.
Jóna Rasmussen er graf-
ikari og listamálari og hev-
ur síðan 1991 sýnt fram í
Føroyum,
Danmark
og
aðrastaðni.
Fyrstu serframsýningina
hevði hon í Listaskálanum í
1999. Íblásturin til mynd-
irnar fær hon millum annað
úr náttúruni, frá sjómans-
lívinum,
frá
tónleiki,
elementið er ofta vatn, og
hon ger eisini abstraktar
myndir.
Tann svart/hvíti grafikk-
urin stendur sterkur, men
eisini grafikkur og máln-
ingar í litum, ofta í bláum
og turkis, standa sterkir við
hennara sermerktu strok-
um.
Framsýningin hjá Jónu
Rasmussen í Galerie Focus
í Gríms Kambans Gøtu 20 í
Havn verður frá 6. til 21.
september, og opið er týs-
dag til fríggjadag kl. 14 til
18, leygardag kl. 16 til 18.
Fernisering
verður
fríggjadagin 6. september
kl. 16 til 18.
Jóna í fokus í Focus
Framsýningin hjá Jónu
Rasmussen letur upp í
Galleri Focus í morgin.
Framsýningin er opin til 21.
september
VITJAN
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Børn úr Hvítarusslandi
vitja í hesum døgum
børn í Føroyum. Tey
komu til landið mána-
dagin við Norrønu. Í gjár
og í dag ferðast tey runt í
Suðuroynni.
Føroysku
vertirnir eru Erling Jør-
gensen og Edmynd Ny-
sted.
Vit hava havt vitjan av
børnum úr Hvítaruss-
landi fyrr.
– Helvtin av børnun-
um, sum eru við hesa-
ferð, vóru eisini við sein-
ast fyri tveimum árum
síðan og fyri tey er hetta
kanska serliga spenn-
andi, tí nú fáa tey høvi at
hitta vinir aftur, sum tey
lærdu at kenna seinast
tey vóru í Føroyum, sigur
Erling Jørgensen.
– Børnini vísa fram
russiskan dans og tey eru
dugnalig, sigur Erling,
sum sjálvur er íðin dans-
ari.
Børnini vitjað á teimu
størru skúlunum í land-
inum og tey koma víða
um. Mánadagin vitjaðu
tey í Havn. Tey dansaðu
fyri teimum eldru í
Tilhaldinum, tey vitjaðu
á
Venjingarskúlanum,
Studentaskúlanum og í
Hoyvíkar Skúla.
Týsdagin vóru tey í
Eysturoy har tey vitjaðu
Mentanarhúsið í Fugla-
firði og hittu fryntliga
leiðaran,
Jonhard
Hammer, sum greiddi
eitt sindur frá mentanar-
viðurskiftum har á leið.
Í morgin fara børnini
vestur í Vágar, har tey
skulu vitja á Ellisheimin-
um og skúlan á Giljanesi.
Leygardagin og sunnu-
dagin verða tey í Havn.
Tey skulu millum annað í
kirkju sunnudagin hjá
Hera, presti í Vesturkirkj-
uni.
Mánadagin verður far-
ið til Sandoyar at vitja
Meginskúlan. Týsdagin
verða børnini aftur í
Havn og mikudagin fara
tey avstað aftur við Nor-
rønu.
Børn úr Hvítarusslandi
dansa
C
M
Y
K
3
2