Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 169 - 5. september 2002 Nr. 169 - 5. september 2002 5 Í Tvøroyrar Býráði fegnast tey um, at Smyril Line aftur fer at beinleiðis sam- band ímillum Suður- oynna og umheimin, tí tað er eitt stórt framstig fyri vinnu- lívið í oynni FERÐASAMBAND Áki Bertholdsen Tað fer ikki at standa á hjá farmaskipinum Clare at fáa fast atløgupláss á Tvøroyri. Tvørtur ímóti hevur ein samt býráð samtykt at geva Clare fast atløgupláss á Tvøroyri tvey kvøld um vikuna. Tað er Smyril Line sum hevur spurt Tvøroyrar Býráð, um Clare kann fáa bryggjupláss á Tvøroyri tvær ferðir um vikuna. Smyril Line ætlar nevni- liga at sigla á Drelnes tvey kvøld um vikuna í sam- bandi við uttanlandssigl- ingina hjá Claire. Ætlanin er, at Clare skal leggja at á Drelnesi hvørt fríggjakvøld á veg av Havnini til Hanstholm og aftur hvørt hóskvøld á veg úr Aberdeen til Havnar. Býráðslimir á Tvøroyri fegnast um, at tað nú fer at bera til at sigla beinleiðis úr Suðuroynni til evropeiska meginlandið fríggjakvøld , tí tað fer at fáa stóran týdn- ing fyri vinnulívið í oynni. Sum er, mugu fiskavirk- ini gevast at arbeiða fisk longu seinnapartin hósdag fyri at fáa fiskin norður við Smyrli tíðliga hóskvøld, so at hann kann fara av landin- um til Hanstholm hós- kvøld. Men nú verður beinleiðis ferðasamband úr Suður- oynni til Hanstholm fríggjakvøld og sostatt fáa virkini arbeitt fisk í eitt heilt samdøgur afturat og tað fær stóran týdning fyri tey. Býráðslimir vístu, at hetta var eitt ferðasamband, sum tey høvdu sóknast eftir í fleiri ár, so teir fegnaðust um, at tað læt seg gera. Nýggja ferðaætlanin kemur í gildið seinni í hes- um mánaðinum. Smyril víkja Men samstundis er tað greitt, at ferðasambandið hjá Clare á Drelnes fer eis- ini at koma tvørt fyri hjá Strandferðsluni, tí Drelnes er eisini samferðsluhavn hjá Smyrli. Og fríggjavkøld liggur ferðaætlanin so, at bæði Smyril og Clare koma á Tvøroyri at kalla í senn. Tað kann eisini henda, at trupulleikar tann vegin fara at stinga seg upp hóskvøld, tá í ólag kemur í siglingina av einhvørjari orsøk. Men í Tvøroyrar Býráð er semja um, at tá í bæði skip- ini koma í senn, verður tað Smyril sum má víkja. Sostatt er tað greitt, at hvørt fríggjakvøld, í vetur, og kanska okkurt hóskvøld við, tá ið ólag er á ferða- ætlanini, fer Smyril at leggja at á gomlu kei á Tvøroyri á norðara armi, har hann legði at fyrr. Tað verður tó ikki hildið at vera nøkur stórvegis forðing, tí fríggjakvøld er lítið og onki av tungum farmi við, mest ferðafólk og persónbilar, sum væl fáa brúkt síðuportrið, sum tað einasta, ið kann brúkast á Gomlukai. Tað gongur strilti hjá næmingunum á Almanna- og heilsu- skúlanum í Suðuroy at fáa nakað at búgva í, men nú tekur kommunan um endan ÍBÚÐARNEYÐ Áki Bertholdsen Tað gongur illa hjá næm- ingunum á nýggja Al- manna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri at fáa tak yvir høvdið. Og er bústaðartrupulleik- in so stórur, at nú sær kommunan seg noydda til at taka um endan. Á fundi mánakvøldið samtykti býráðið at leiga fleiri hús á Tvøroyri, sum ætlanin síðani er at leiga út aftur til næmingarnar. Mett verður at tørvur verður á 21 verilsum til næmingarnar og fyri at nøkta tann tørvin heldur kommunan, at tað verður neyðugt at leiga fimm hús. Ætlanin er so at leiga ver- ilsini út aftur til næming- arnar og Finnleif Guttesen metir, at verilsini fara at kosta 1.200 krónur fyri hvørt um mánaðin. Hann upplýsti á býráðs- fundinum, at mett verður, at hetta fer at merkja eina beinleiðis útreiðslu til kommununa upp á 48.000 krónur um árið, tá ið inn- tøkan av leigu til næming- arnar er tald uppí. Men tað var ikki heil frítt, at býráðslimir høvdu hug at ilskast inn á, at tað skuldi vera ein kommunal uppgáva at trygja næming- unum bústað. Onkrir býráðslimir vístu á, at all aðrastaðni vóru tað næmingarnir sjálvir, sum høvdu ábyrgdina av at tryggja sær bústað. Í øllum førum átti tað at vera uppgávan hjá Menta- málaráðnum at útvega næmingunum bústað. Men samstundis var víst á, at dømi var eisini um, at Tórshavnar Kommuna í einstøkum føri hevði hjálpt til at útvega næmingum bústað, inntil landsstýrið hevði funnið eina loysn. Sipað var til næmingar á Tekniska Skúla. Býráðslimir stúrdu fyri, at fór kommunan undir hetta tiltakið, fór Lands- stýrið at brúka tað til kodda og fór ongantíð at útvega næmingabústaðir á Tvøroyri. Tí vóru Býráðslimir vóru eisini púra sannførdir um, at tað bleiv bara hetta árið, at kommunan vildi leiga íbúðir til næmingarnar. Teir stúrdu fyri, at hendi onki, og næmingar komu at standa á berajólum, fór tað at verða brúkt sum umber- ing fyri at flyta skúlan inn á meginøkið aftur, hóast bú- staðartrupulleikarnir har vóru nógvar ferðir størri enn á Tvøroyri. Ført var fram, at hvør næmingur gekk so stutt í skúla í senn og fólk vóru tí ikki serliga hugað fyri at leiga teimum íbúðirnar beinleiðis, tí leigumálini blivu so stutt hvørja ferð og tí var nógv stríð av tí. Men kundu tey leiga kommununi húsini í eitt ár, uttan at hugsað um nakað, vóru teir meiri sinnað at leiga húsini og tí verður hendan royndin gjørd. Einasti býráðslimur, sum atkvøddi ímóti, var Kristin Michelsen, sum ikki vildi góðtaka, at kommunan átók sær hesa uppgávuna og sostatt slepti Mentamála- ráðnum undan ábyrgdini. Fær fast pláss á Tvøroyri Kommunan tekur um endan Siglingin hjá Clare á Drelnes førir við sær, at Smyril má víkja og onkrar túrar í vetur fer hann nú at leggja at á gomlu kai á norðara armi á Trongisvágsfirði Hóast nógv hús standa tóm á Tvøroyri, gongur strilti hjá næmingunum á Almanna og heilsuskúlanum at útvega sær innivist Í somu løtu, brotið um skrásett parlag kemur niðan í løg- tingið, er Miðflokk- urin ikki longur part- ur av samgonguni, slær Jenis av Rana fast. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum sigur, at spurningurin um skrásett parlag fram- vegis er ein natúrligur partur í fyrireiking- unum at yvirtaka persóns- familju- og arvarættin SKRÁSETT PARLAG Jón Brian Hvidtfeldt Spurningurin um skrásett parlag hóttir nú við at spreingja samgonguna, nú Miðflokkurin ger púra greitt, at kemur málið so mikið sum inn um tinggátt, so er flokkurin ikki longur partur av samgonguni. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður í lógarmálum, hev- ur í eina tíð fyrireikað yvir- tøkuna av persóns- familju- og arvarættinum, og har er spurningurin um skrásett parlag ein natúrligur spurn- ingur at taka við, metir landsstýrismaðurin. – Øll vita, at spurningur- in um skrásett parlag er ein partur av málinum, og tí noyðast vit at viðgera spurningin, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at málið snýr seg um at tryggja rættindini hjá øllum borgarum í landinum. Høgni Hoydal sigur, at hann hevði væntað, at mót- tøðan fór at vera stór, men leggur afturat, at politikarar mugu tora at taka tær truplu avgerðirnar. Høgni Hoydal sigur, at allur spurningurin um at yvirtaka persóns-, familju- og arvarættin skal til aðalorðaskifti í løgting- inum seinni í vetur, og tá vónar hann at fáa eitt sak- ligt orðaskifti, eisini um spurningin um skrásett par- lag. Einki at diskutera Men eftir øllum at døma kann landsstýrismaðurin spara sær ómakin, tí Mið- flokkurin ger púra greitt, at málið um skrásett parlag als ikki er til umrøðu. – Eftir okkara tykki er Bíblian púra greið á hasum økinum, og tí kann tað als ikki koma upp á tal at ting- menn skulu umrøða, um tað sum stendur í Bíbliuni er í lagi, sigur Jenis av Rana, formaður í Mið- flokkinum. Hann leggur afturat, at parturin um skrá- sett parlag gongur ímóti øllum tí, sum Miðflokkurin stendur fyri, og tí kann tað als ikki koma upp á tal, at eitt tílíkt uppskot skal niðan í løgtingið, so leingi Mið- flokkurin er partur av sam- gonguni. Vánaligt av Høgna Formaðurin í Miðflokkin- um heldur tað vera sera vánaligt av Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum ikki at nevna spurningin um skrásett parlag, tá flokkarnir sótu til sam- gongusamráðingar. – Øll kenna støðuna hjá Miðflokkinum til henda spurning, og tí meti eg, at Høgni Hoydal við vilja valdi ikki at nevna skrásett parlag undir samgongu- samráðingunum á Gamla Apoteki, tí so visti hann, at hann hevði ikki fingið Mið- flokkin við í samgongu, sigur Jenis av Rana. Høgni Hoydal vísir har aftur ímóti á, at tað stendur beinleiðis í samgongu- skjalinum, at málsøkið per- sóns-, familju- og arvarætt- ur skal yvirtakast í hesum valskeiði, og at øll eiga at vita, at spurningurin um skrásett parlag er ein partur av málinum. – Tað er mín uppgáva at fremja tað, sum stendur í samgonguskjalinum, og tað havi eg sett mær fyri at gera, sigur Høgni Hoydal. Men hesum er Jenis av Rana als ikki samdur í. Hann vísir á, at Høgni Hoy- dal óteljandi ferðir hevur sagt, at føroyingar skulu yvirtaka tær donsku lógirn- ar, tí so ber til at laga tær til føroysk viðurskifti. Tí held- ur hann tað vera løgið, at Høgni Hoydal nú heldur fast um, at spurningurin um skrásett parlag, sum er við í donsku lógunum, absolut skal við í eina nýggja før- oyska lóg. – Endamálið við at yvir- taka málsøkið er, at so ber til at laga tað til føroysk viðurskifti. Tí vil eg mæla Høgna Hoydal til at strika partin um skrásett parlag, og síðan laga restina til før- oysk viðurskifti, sigur Jenis av Rana. Vón um at finna loysn Høgni Hoydal sigur seg framvegis hava vón um at finna eina loysn, sum flokkarnir kunnu liva við. Hann vísir á, at málið fram- vegis er til viðgerðar, og hann fær seg ikki at trúgva, at Miðflokkurin fer at nokta fyri, at málið verður um- røtt. Men boðini frá for- manninum í Miðflokkinum eru greið: – Tað kemur ikki upp á tal, at spurningurin um skrásett parlag kemur til viðgerðar í løgtinginum. Tað kann Høgni Hoydal gott gloyma alt um, sigur Jenis av Rana. Einki skrásett parlag í hesi samgonguni Arbeiðið við at yvirtaka persóns-, familju- og arvarættin heldur fram, og har er spurningurin um skrásett parlag ein natúrligur partur, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum Savnsmynd Høgni Hoydal kann gott gloyma alt um skrásett parlag, tí í somu løtu málið kemur niðan í løgtingið, er Miðflokkurin ikki longur partur av samgonguni, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum Nýggi aðalstjórin í løgmálaráðnum er ikki settur enn, men hetta verður ein av døgunum, sigur løgmaður. Eisini Trivnaðar- málaráðið vil hava nýggjan aðalstjóra, men hetta skal løgmaður játta fyrst POLITIKKUR Heri á Rógvi Anfinn Kallsberg hevur millum síni nógvu mál eisini aðalstjórar at hugsa hesa dagar. Løg- málaráðið skal hava ein aðalstjóra. Søkt var eftir aðalstjóra mestsum beinanvegin, eftir at nýggj samgonga varð skipað. Fýra umsóknir komu til starvið sum fyrsti aðalstjóri fyri tað nýggja løgmálaráðið. Nýggi aðalstjórin skal hava ábyrgdina av at skipa nýggja Løgmála- ráðið. Hann skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samsvarandi út- búgving frá lærdum há- skúla. Nýggi aðalstjórin verður løntur sum hinir aðalstjórarnir í 39. løn- arflokki í Tænastu- mannasáttmálanum, av tí at starvið er tænastu- mannastarv. Hetta gevur honum við føstum viðbótum kr. 42.348,34 um mánaðan umframt eina viðbót upp á kr. 3.984,75 fyri at vera aðalstjóri. Samanlagt fer nýggi aðalstjórin at fáa kr. 46.333,09 í fastari løn frá landskassanum hvønn mánaða. Ella 555.997,08 krónur um árið. Anfinn Kallsberg skal í samráð við Høgna Hoydal seta nýggja aðal- stjóran. Tá vit tosaðu við Anfinn Kalsberg miku- morgunin, segði hann, at tað væntandi verður ein av fyrstu døgunum, at aðalstjórin verður settur. Løgmaður sigur, at tað er prosess við fleiri til- mælum, sum skal ganga sína gongd. Tað er nú lang tíð síðani, at um- sóknirnar komu inn, men løgmaður vísir aftur, at tað er nøkur ósemju um, hvør hesin persónurin skal vera, sum skjótt kann kalla seg aðalstjóra. Trivnaðarmálaráðið vil ógvuliga fegið eisini hava ein nýggjan aðal- stjóra. Ráðið hevur bæði Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen sum landsstýrismenn, men bert tann eina aðalstjóra – Eyðbritt á Plógv. Anfinn Kallsberg sig- ur, at málið fyri fyrstu ferð var fyri á landsstýr- isfundi týsdagin, og tað er løgmaður, ið ger av, um ein lýsast skal eftir einum nýggjum aðal- stjóra. Hesi avgerð hev- ur løgmaður ikki tikið í skrivandi stund. Í løtuni hevur løgmað- ur ongan løgmansritara og ongan løgfrøðing ar- beiðandi hjá sær. Orsak- að av umskipanini til tvey stýri – til løgmans- skrivstovu og løgmála- ráð – er ikki heilt greitt, nær løgmaður fær nýggj embætisfólk. Bíða eftir aðalstjórum C M Y K 5 4