Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 169 - 5. september 2002 Nr. 169 - 5. september 2002 7 Torbjørn Jacobsen heldur lítið um at- finningarnar hjá Signar á Brúnni, bæði í samband við av- gerðina hjá honum at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar og avgerðina at leggja Almanna- og Heilsuskúlan í Suðuroynni. Hann vísir á, at seinasta samgonga setti sær fyri at menna út- jaðaran, og tað var tað, sum hann framdi í verki ØKISMENNING Jón Brian Hvidtfeldt Tingmaðurin og fyrrver- andi landsstýrismaðurin Torbjørn Jacobsen heldur lítið um skuldsetingarnar, sum Signar á Brúnni, fyrr- verandi ting- og lands- stýrismaður førir fram ímóti sær. Signar á Brúnni førir millum annað fram, at tað finnast ongar sakligar grundgevingar fyri at flyta Stuðulsstovnin til Runa- víkar, og hann heldur tí at tað er rætt av Annlis Bjark- hamar at viðgera málið av nýggjum, áðrenn hon tekur støðu til, hvat skal vera av Stuðulsstovninum. Men hesum er Torbjørn Jacobsen als ikki samdur í. Hann vísir á, at undanfarna samgonga hevði sær fyri at menna útjaðaran, og tað var júst tað, hann gjørdi. - Stuðulsstovnurin helt til, og húsast enn, í hølun- um hjá Mentamálastýrin- um/-ráðnum, og tí kenni eg hann frá míni tíð sum landsstýrismaður. Talan er um ein lítlan stovn, har at kalla alt samskifti við við- skiftafólk fer fram umvegis telefonina ella telduna, og tí kemur einki fólk á gátt har. So fyri tað kundi stovnurin ligið í Mykinesi, sigur Tor- bjørn Jacobsen. Hann vísir á, at eingin almennur stovn- ur er fluttur úr Havn inn í Eysturoynna í nógv ár, og tí gjørdi hann av at flyta stovnin inn har. At tað júst gjørdist Runavík komst einamest av, at Runavík er at meta sum høvuðsstaður í Eysturoynni, leggur Tor- bjørn Jacobsen afturat. Tor- bjørn Jacobsen hevur higartil hildið fast um, at Stuðulsstovnurin skal flytast til Runavíkan, men hann sigur nú, at kemur landsstýrismaðurin í mentamálum til ta niður- støðu, at tað bara ber til at leggja Stuðulsstovnin á eitt annað stað í Eysturoynni enn í Runavík, so fer hann ikki at seta seg upp ímóti tí. - Týdningarmiklast er at stovnurin verður fluttur úr Havn inn í Eysturoynna, sigur Torbjørn Jacobsen, sum ikki heldur, at grund- gevingar ikki vóru fyri avgerðini at flyta stovnin. - Setur tú fólk at kanna, hvørt tað er rættast at flyta ein almennan stovn úr høvuðsstaðnum, so veitst tú frammanundan, at niður- støðan verður, at stovnurin hevur tað best í Havn. Tí er neyðugt at taka politiskar avgerðir, sum tú torir at standa við, sigur Torbjørn Jacobsen. Signar hevði ikki politiskan rygg Í august 2000 boðaði Torbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður, frá, at hann hevði tikið avgerð um at nýggi Almanna- og Heilsuskúlin skuldi liggja í Suðuroynni. Hetta hóast undanmaður hansara, Sign- ar á Brúnni, frammanundan hevði gjørt av at skúlin skuldi liggja í Havn. Tor- bjørn Jacobsen sigur í dag, at hann broytti avgerðina hjá Signar á Brúnni, tí hevði Almanna- og Heilsu- skúlin verið lagdur í Havn, so hevði tað verið bein- leiðis í stríð við málsetn- ingin hjá samgonguni um at menna útjaðaran. - Ein kann spyrja seg sjálvan, um tað var ein politisk avgerð, sum Signar á Brúnni tók, tá hann gjørdi av at nýggi skúlin skuldi liggja í Havn, ella tað var politiskur veikleiki. Eg haldi heldur, at talan var um, at Signar boygnaði undan nógva trýstinum, sum altíð liggur á politik- arar um at alt skal liggja í høvuðsstaðnum, sigur Tor- bjørn Jacobsen. Hann legg- ur afturat, at tað var ikki uttan svørðsløg, bæði við politikarar og ikki minst við fólk í almennu um- sitingini, at tað eydnaðist honum at fáa skúlan lagdan í Suðuroynni. Tað hongur ikki saman, tá Torbjørn Jacobsen førir fram, at avgerðin um at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar langt síðan er tikin, og at Annlis Bjarkhamar tískil ikki hevur orsøk at viðgera málið av nýggjum. Tað metir fyrrverandi lands- stýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, sum vísir á, at tað finst als eingin grundgeving fyri at flyta stovnin til Runavíkar. Harum- framt fylgdi Torbjørn Jacobsen ikki politisku avgerðini hjá undanmanni sínum, tá hann tók avgerð um at flyta Almanna- og Heilsuskúlan til Suðuroynna, vísir Signar á Brúnni á ØKISMENNING Jón Brian Hvidtfeldt Tað er fallið Signar á Brúnni, fyrrverandi lands- stýrismanni í mentamálum, fyri bróstið, at ein annar fyrrverandi landsstýris- maður í mentamálum, Torbjørn Jacobsen, í síðstu viku í Sosialinum heitti á sitandi landsstýrismann í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, um at syrgja fyri at politiska avgerðin um at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar verður fylgd. Tað var Torbjørn Jacob- sen, sum ein av sínum síðstu arbeiðsdøgum í Mentamálastýrinum tók avgerð um at flyta Stuð- ulsstovnin til Runavíkar, og hann ætlar sær eisini at tryggja, at stovnurin verður fluttur til Runavíkar. Signar á Brúnni heldur tað vera heilt burturvið, tá Torbjørn Jacobsen nú heldur fast við, at stovnurin skal flytast til Runavikar. - Tað finnist eingin saklig grundgeving fyri at flyta Stuðulsstovnin til Runa- víkar, og tað er heldur einki, sum undirbyggir av- gerðina hjá Torbjørn Jacobsen, metir Signar á Brúnni. Hann leggur aftur- at, at ongar kanningar eru gjørdar, sum vísa, at skila- best er at flyta stovnin til Runavíkar. Tí heldur hann lítið um, at Torbjørn Jacobsen roynir at ávirka landsstýrismannin í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, áðrenn hon í næstum skal taka endaliga avgerð um, hvar Stuðuls- stovnurin skal liggja í framtíðini. Hann tekur tí- skil undir við Annils Bjark- hamar, tá hon førir fram, at neyðugt er at viðgera framtíðar støðuna hjá Stuðulstovninum av nýggj- um, áðrenn endalig støða verður tikin í málinum. Gjørdi sjálvur móti politiska viljanum Signar á Brúnni heldur at tað hongur illa saman, tá Torbjørn Jacobsen í síðstu viku heitti á Annlis Bjark- hamar um at fylgja po- litisku avgerðini hjá undan- manni hennara um at flyta stovnin til Runavíkar. Signar á Brúnni vísir á, at Torbjørn Jacobsen, tá hann gjørdist landsstýrismaður í mentamálum, sjálvur broytti eina politiska av- gerð hjá undanmanni sín- um, og eisini í hesum føri uttan nakra sakliga grund- geving. Tað sum Signar á Brúnni sipar til, er avgerðin hjá Torbjørn Jacobsen um at nýggi Almanna- og Heilsu- skúlin skuldi liggja í Suðuroynni. Signar á Brúnni vísir á, at tá var eisini ein politisk avgerð tikin um at skúlin skuldi liggja í Havn, grundgev- ingin fyri hesum var eitt nú, at so bar til at samstarva við Sjúkrasystraskúlan. Tí heldur Signar á Brúnni tað vera beinleiðis í and- søgn, tá Torbjørn Jacobsen nú heitir á Annlis Bjark- hamar um at fylgja polit- isku avgerðini hjá undan- manni sínum og flyta Stuð- ulsstovnin til Runavíkar. Hann mælir har aftur ímóti lansstýrismanninum til at kanna møguleikarnar fyri, hvar størsta nyttan fæst burtur úr Stuðulsstovnin- um, áðrenn hon tekur av- gerð um, hvar stovnurin skal liggja í framtíðini. Signar á Brúnni tekur undir við at flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðnum. Men tá tað verður gjørt, eigur hædd at takast fyri, hvar stovnurin best kann røkja sína uppgávu, og hvar stovnurin best tænir økin- um, hann verður fluttur til. Í samband við at flyta Stuðulsstovnin úr høvuðs- staðnum vísir Signar á Brúnni á, at møguleikin fyri at flyta hann inn á Kambsdal eigur eisini at kannast. Serliga tá havt verður í huga, at har frammanundan eru tveir miðnámsskúlar og eitt skúlaumhvørvi við næm- ingum, lærarum og lestrar- vegleiðarum. Manglar grundgeving fyri at flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar Eg framdi økismenning í verki Tað finst eingin saklig grundgeving fyri at stuðulsstovnurin skal liggja í Runavík, metir Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður í mentamálum Savnsmynd Tað eru bara sterkar, politiskar avgerðir, sum flyta almennar stovnar úr høvuðsstaðnum, sigur Torbjørn Jacobsen Savnsmynd Tað, sum ikki skuldi gerast parapolitiskt, gjørdist einki annað enn partapolitikst, tá fyrispurningur um fólkakirkjuna var í tinginum týsdagin. Stór ósemja er um framferðarháttin í sambandi við yvirtøkuna av fólkakirkjuni POLITIKKUR Heri á Rógvi Tað kundi valla verið betri lagt til rættist; ein fyri- spurningur um kirkjuni, nú málið er vorðið størsta mál- ið her á landi. Lisbeth L. Petersen, ting- kvinna fyri Sambands- flokkin, setti fram fyri- spurning til Annlis Bjark- hamar, landsstýriskvinnu, um yvirtøkuna av kirkjuni. Fyrispurningurin frá Lis- beth L. Petersen var soljóð- andi: Verður álitið um fólkakirkjuna, sum varð handað landsstýrismannin- um í mentamálum seinasta heyst, lagt fyri Løgtingið til viðgerðar? Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at allir av- varðandi myndugleikar verða tiknir við í arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni? Lisbeth L. Petersen vísti á, at tað í samgonguskjal- inum stendur skrivað, at allir yvirtøka skuldi fremj- ast í samstarvi við allar partar. Hon segði, at Sam- bandsflokkurin ikki hevði nakað ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna, tá vit (før- oyska heimastýri) vóru klár til tað. Annlis Bjarkhamar vísti í sínum svari á, at arbeitt hevur verið við yvirtøkuni av fólkakirkjuni í longri tíð. – Mentamálráðið fekk handað álit um yvirtøku av fólkakirkjuni frá arbeiðs- bólki 23. august 2001. Álit- ið var sent til viðkomandi áhugabólkar. Fleiri við- merkingar vóru til álitið, men í høvuðsheitum var talan um tríggjar, nevniliga bygnaðin, fíggingina og ynski kirkjumyndugleik- anna í fyrireikingunum í smb. við yvirtøkuna. Álitið og viðmerkingar í smb. við hoyringina er viðgjørt í Mentamálaráðnum. Lands- stýrismaðurin hevur avgjørt ikki beinleiðis at seta álitið (lógaruppskotið) í verk, men heldur at nýta partar úr álitinum og gera neyðugar tillagingar, sum komu fram í smb. við hoyringina. Hetta verður gjørt í samráð við teir partar, ið varða av fólkakirkjuni. Úrslitið av hesum arbeiði verður lagt fyri Løgtingið at taka støðu til, so skjótt sum tað er liðugt, seðgi hon í svari sínum. Annlis Bjarkhamar helt, at mentamálaráðið hevði ráðført seg við allar partar. Sum er, hevur Menta- málaráðið samskift við við- komandi myndugleikar innan fólkakirkjuna. Ætlan- in er, at samskifta við teir aftur, og so vítt sum gjørligt helst eisini fyri næsta sam- ráðingarfund, segði Annlis Bjarkhamar. Lisbeth L. Petersen var – sum roknast kundi við – als ikki nøgd við svarið frá Annlis Bjarkhamar. Lisbeth L. Petersen kennir tað ikki sum um, at allir neyðugir partar sleppa til orðanna í sambandi við yvirtøkuna. Annlis Bjarkhamar vísti á, at ein yvirtøka vil geva neyðugu amboðini til skip- anina av einari føroyskari fólkakirkju í framtíðini. Eftir hennara skuldi yvir- tøkan koma fyrst av øllum, men hesum var Lisbeth L. Petersen alt annað enn samd við henni í. Framferðarhátturin Eftir at fyrispurningurin var svaraður, kom rættiliga glið á orðaskifti. Nógvir ting- menn høvdu hug at taka til orðanna. Málið hevur eftir øllum at døma fest røtur hjá fleiri. Kjakið snúði seg serliga um framferðarháttin í sam- bandi við yvirtøkuna. Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava víst á, at teir sum so eru fyri at yvirtaka fólkakirkjuna. Annlis Bjarkhamar segði ikki duga at síggja, hvat partarnir vóru so ósamdir um. Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vísti – eins og Lisbeth L. Petersen – á, at saknur var á einum kjaki um evnið, og hann helt tað vera ógvuliga løgið at fremja yvirtøkuna fyrst og smíða lógirnar aftaná. Hetta sama við framferðar- háttinum var eisini tað, ið merkti orðaskifti almikið. Nakrir politikarar gjørdu nógv burturúr, at talan ikki skuldi gerast eitt partapolit- iskt mál. Ein teirra var Tór- bjørn Jacobsen, sum segði, at málið fyri alt í verðini ikki mátti gerast partapolit- iskt. Hann varð seinni noydd- ur at draga eitt sindur í land. Sum heild gjørdist prátið ikki nógv annað enn partapolitiskt. Mánadagin og týsdagin vóru føroyskir prestar á skeiði í Norðurlandahúsin- um. Talan er um eitt skeiði, ið Teologisk Pædagogisk Center skipar fyri í sam- starvi við Føroya Stifts- stjórn. Marjun Bæk, sóknar- prestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi, hevur saman við Ingu Poulsen Dam skipað fyri skeiðini fyri Stiftsstjórnina. Hon greiðir frá, at prestarnir árliga eru á skeiði. Evnini eru ymisk ár um ár. Á hesum skeiðin- um verður tosað um so ymisk evni sum Skúla- og kirkjusamstarv og sálmarit- høvundin Jacob Knudsen. Einir fimtan prestar vóru á skeiðinum, sum varð hildið í Norðurlandahúsin- um. Fyrilestrarhaldarar frá Teologisk Pædagogisk Center vóru Finn Rosen- berg og Marie Monrad. Finn Rosenberg hevði sunnudagin gudstænastu í Kirkjubø. Tey fara eisini at halda fyrilestrar fyri lærar- um og læraralesandi. -HR Samgongulimurin Kári P. Højgaard vísti í tinginum týsdagin stóra misnøgd við framferðarháttin í sambandi við yvir- tøkuna av fólka- kirkjuni POLITIKKUR Heri á Rógvi Fyrispurningurin hjá Lis- beth L. Petersen til Annlis Bjarkhamar setti veruliga gongd á eitt orðaskifti í tinginum týsdagin. Týðu- ligt er, at fleiri tingmenn sakni møguleikan at kjak- ast um evnið, og hetta gav eisini at bíta í drúgva orða- skiftinum. Kári P. Højgaard, ting- maður fyri Sjálvstýris- flokkin og limur í sam- gonguni, segði seg ikki vera nøgdan við framferð- arháttin í sambandi við ætl- aðu yvirtøkuna av fólka- kirkjuni. – Eg eri keddur av, at málið er komið soleiðis fram, segði Kári P. Høj- gaard av tingsins røðara- palli týsdagin. Hann sipaði til, at hann umvegis fjøl- miðlarnar um vikuskifitið varð kunnaður um gongd- ina. Hann fór eisini so langt sum at siga, at ætlaða yvir- tøkan ikki er í tráð við sam- gonguskjalið, sum Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýris- flokkin skrivaði undir 6. juni ár. Hann vildi fegin sláa fast, at hann er hundrað prosent fyri at yvirtaka fólkakirkjuna, men framferðarhátturin hóvaði ikki honum. – Hetta er eitt óneyðugt signal. Vit skulu taka øll við í sambandi við yvirtøk- una, segði Kári P. Høj- gaard. »Orðingin um yvirtøku av fólkakirkjuni er soljóð- andi í samgonguskjalinum: Fólkakirkjan verður í sam- starvi við allar partar í før- oysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í ver- andi bygnaði, og meirút- reiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.« Tað er hendan orðingin, ið tingmaðurin og sam- gongulimurin Kári P. Høj- gaard ikki heldur verður fylgd. Løgmaður segði í løg- mansrøðu sínari á ólav- søku, at fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin. – Vit skulu taka málið frá rætta endanum, segði Kári P. Højgaard eisini í tingin- um týsdagin. Fólkakirkjan viðgjørd á tingi: Ósamd um framferðarháttin Annlis Bjarkhamar fekk sína sak fyri í tinginum týsdagin, tá stór mótstøða vísti seg at vera móti hennara yvirtøkuleisti Kári P. Højgaard um yvirtøku av fólkakirkjuni: – Ikki í tráð við samgonguskjalið Kári P. Højgaard heldur ikki, at ætlaða yvirtøkan er í tráð við samgonguskjali Prestar á skeið Mánadagin og týsdagin vóru føroyski prestar á skeiði í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 7 6