týsdagur 2. november 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fyrilestur um
harða lagnu
i annaðkveid ki. 20.00
skipar Norrena felagið
V ið 1108
nyndum um norrenu
1
Fyrilesturin verður á
Landsbókasavninum
r Norrona felagið
hevur fingið Símun V
Arge. sum hevur lut-
tikið fornfreðiligum
rannsóknum Í
Grenlandi. at greiða frá
búsetingini i m.a.
Brettulið.
Orsekin til hetta til-
tak er sjálvsagt, at í ár
eru liðin 1.000 år síðan
islendingurin Eirikur
Reyði setti búgv í
Brøttulid Grønlandi
og grundadi ta norrønu
busetingina i Eystur-
og Vesturbygd
Henda buseting fekk
eina 500 åra langa søgu
- miðskeiðis i 14. eld
hvarv Vesturbygdin og
seinast í 15. eld doyði
tann seinasti norð-
búgvin í Eysturbygd-
ini. Tá hevði alt skipa-
samband leingi verið
slitið, nordbugvarnir
vóru gloymdir. Ikki
fyrr enn eini 250 ár
seinni, tá ið Hans
Egede kom til
Grønlands, vórðu
menn greiðir yvir,
hverja harða lagnu
hesir næstu frændur
okkara høvdu fingið.
Fornfreðingar úr øll-
um Norðurlondum,
eisini Feroyum, hava í
mong ár granskað ta
norrenu búsetingina og
umfatandi útgrevstrar
hava víst, hvussu tey
lívbjargaðu sær undir
teimum torferu viður-
skiftum, ið ráða í Gren-
landi. Tó, enn eru
mangar gátur óloystar,
m.a. kann eingin enn til
fulnar progva, hví
bygdirnar avtoftaðust.
Men hesar rannsókn-
ir kunnu eisini siga
okkum førovingum
mangt og hvat um okk-
ara egna samfelag i
vikingaøld og midøld,
sigur Norrøna felagið.
Burturkast tveitt
i havið uttan
eftirlit
Burturkast verður sekt
í Norðuratlantshavið
uttan nevnivert eftirlit.
Hetta er ein hóttan
móti feroyingum og ís-
lendingum.
Millum annað hetta
var til umreðu á fundi í
tingmannanevndini,
sum skal fremja ekt
samstarv millum føroy-
ingar, islendingar og
grenlendinga r
Grenlendingar vóru
ikki við á fundinum,
sum var í Keypmanna-
havn 26. oktober. Vit
hava fingið tíðindafrá-
segn um hann:
Hetta var fyrsti
fundurin í nevndini, og
varð farið í holt við at
gera starvsreglur fyri
nevndina.
Til umreðu vóru
eisini mentamål og
kom fram, at stórur
áhugi var fyri øktum
samstarvi tjóðanna
millum á hesum eki.
Talað varð um mål-
undirvísing og lærara-
umskifti, ektan tíð-
indaflutning, bóka-
skifti millum sevn, sín-
ámillum ferðir hjá
skúlafólki og meguliga
stovnseting av
føroysk-islendskum
mentunnargrunni.
Å fundinum kom
fram, at persónssam-
banið ímillum føroy-
ingar og íslendingar
varð minkað, millum
annað tí at feroyskir
fiskimenn ikki longur
vinna í Íslandi.
Á fundinum varð
nógv talað um viður-
skiftini tjóðanna
millum á fiskivinnuøki-
num. Serliga varð
foroyska laksaveiðan
havd á máli. Eisini
varð nevnt um svart-
kjafta- og lodnuveiðu,
fiske sølumål tjóðanna
fiskiidnad og fiski-
vinnuskúlar, har tað
sjónarmið kom fram, at
tað, ið mest umgalt fyri
lívið hjá báðum tjóðum
var, at íbúgvarnir
lærdu at liva við
treysti á tað, sum lond-
ini høvdu at bjóða.
Eisini varð gjørt vart
við vandan av vaks-
andi negd av kjarn-
orkuvápnum á og í
havinum. Talað varð
eisini um felags
búskaparliga áhuga-
mál orkumálum við-
víkjandi.
Ferðasambandið
landanna millum varð
eisini umrett, og lýsir
tað helst best hetta
vandamál, at hesin
fundur varð hildin í
Keypmannahavn.
Avtalað varð at
halda næsta fund
skjótt og tá við gren-
lendskari lutteku.
Bussar hjá P/f Bil bíða eftir Rituni í Skopun. Felagið sigur nú, at Landsstýrið hevdi onga heimild at geva tí eina
rættin, sum tað hevði frá Í. nov. 1972 til 31. okt. 1977.
Mogens Birch, sakferari hjá Landsstýrinum, segði í Landsrættinum, at Landsstýrið mistók seg, tá tað segði, at tað
kundi steðga Steintóri Fagradal.
Almenningurin má ikki
vita, hvussu P/f Bil å
Sandi og Landsstyrid ætla
at koma sær burtur ur ein-
um sakarmåli um 772.000
kr.
Einasta, sum fekst at
vita eftir ein fund fyri
afturlatnum hurðum i
Landsrættinum, var, at
P/f Bil og Landsstyrid nu
skulu royna at samråda
seg fram til eina loysn.
Eydnast tað ikki, tekur
Landsrætturin málið upp
aftur, tá hann kemur
næsta ár.
Tað var sakførarin hjá
P/f Bil, Halgir W. Poulsen,
sum fekk Landsrættin at
lata hurdarnar aftur fyri
eðrum enn honum sjálv-
um, legmanni Paula Ellef-
sen og grannskoðaranum
hjá P/f Bil, R. Lefévre
Serensen. Hvat teir
tosaðu við teir tríggjar
landsrættardómararnar
um í ein tíma, kemur ong-
um eðrum við, skiltist á
Halgir W. Poulsen og løg-
manni, tå teir komu ut
aftur år rættarsalinum.
Einarættur vid
kapping
Tær 772.000 kr., umframt
5% rentu frå stevningar-
degnum 21. juni 1978, eru
eitt endurgjaldskrav frå
P/f Bil fyri mista inntøku
og ov stórar útreiðslur i
fimm ár, frá 1972 til 1977,
tá P/f Bil hevði einarætt
til ferðafólkaflutningin á
Sandoynni. Hóast eina-
rættin helt Steintór
Fagradal fram við sínari
koyring. Og tað kostaði
P/f Bil 772.000 kr., hevur
felagið roknað seg fram
til.
Men Landsstýrið vildi
ikki gjalda. P/f Bil stevndi
tí eftir pengunum. Feroya
rættur gav felagnum við-
hald. Men helt sam-
stundis, at 772.000 kr.
vóru ov nógv av tí góða.
100.000 kr. vóru ivaleyst.
Tað helt P/f Bil hin vegin
ikki og appelleraði dómin
hjá Feroya rætti til
Landsrættin.
Landsrætturin viðgjer-
di málið mikudagin í
síðstu viku. Tað gekst
striltið hjá sakferarunum
báðum at fáa málið lagt
fram. Tilfarið er rúgvis-
mikið og sakferarin hjá
Landsstýrinum, Mogens
Birch, hevði ikki havt
stundir at kunnað sær tað
nóg væl. Hann hevði ikki
sakina í Feroya rætti, men
hevur tikið við henni av
Trygve Samuelsen.
Kundi ikki
steðgast
Einarætturin hjá P/f Bil
kom í gildi 1. november
1972. Samstundis fekk
Steintór Fagradal at vita,
at gjørdist hann ikki
partaeigari í Bil í seinasta
lagi 30. mai 1973, noydd-
ist hann at gevast við sín-
ari koyring.
Hann gjerdi hverki.
Landsstýrið bað so fútan
um at steðga honum.
Men fútin segði, at tað
kundi hann ikki.
Tá tað gjerdist greitt, at
Nr. 112
2. november 1982
Steintór fór at halda fram,
hótti P/f Bil við at gevast.
Men táverandi legmaður.
Atli Dam, bað felagið
halda fram. Og fyri at
beta um fíggjarligu steðu
felagsins blivu 110.000 kr.
latnar tí úr kassanum hjá
Strandferðsluni. Eisini
fekst í lag eitt lagaligt lán
úr Sjóvinnubankanum.
Arthur á Brúnni, parta-
eigari í P/f Bil, greiddi
Landsrættinum frá, at í
1970 vóru tveir menn í
samferðslunevndini i
Sandoynni fyri at fåa allar
busseigararnar at stovna
felag at standa fyri koyr-
ingini.
Hann segði, at teir ferð
eftir ferð fingu at vita, at
vóru teir ikki við í felag-
num, kundu teir vænta
ikki at sleppa at koyra
longur. Steintór Fagradal
var í fyrstani við í fyrireik-
ingunum at stovna felag-
ið. Men hann tók seg
seinni burtur úr.
P/f Bil varð stovnað 1.
juli 1972.
hd
L.F.Ú.-uppskot farið út í Tinganes
L.F.U, landsfelag
førovinga i útbúgving,
hevur nú sent Landsstýri-
num uppskot sítt um
broytingar í legtingslógini
um lærlingaheim frá 1968.
Felagið vil hava lógina
broytta, soleiðis at hon
eisini kann koma eðrum
enn lærlingum til góðar.
Felagið skjýtur upp, at
lógin fær navnabroyting
til legtingslóg um bústað-
ir til fólk í útbúgving.
L.F.Ú. hevði serliga
trupulleikar at finna fram
til uppskot sítt um,
hvussu grein 3 í lógini skal
ljóða. Grein 3 er um fígg-
ingina. Fleiri meguleikar
blivu viðgjerdir, m.a. á
aðalfundi felagsins í sep-
tember. Endin gjerdist
tann, at felagið skjýtur
upp, at landskassin letur
55% av kostnaðinum,
treytað av, at avvarðandi
kommuna letur grund-
stykki ókeypis. Tey írest-
andi 45% skulu fíggjast
við lánteku.
Væntandi tekur Lands-
stýrið væl undir við áheit-
anini frá L.F.Ú. um at fáa
lógina broytta. Tí tað var
Eilif Samuelsen, lands-
stýrismaður, sum visti
felagnum á meguleikan.
L.F.U. ætlar at geva út
eitt felagsblað, sum skal
koma út regluliga.
Fyrireikingarnar eru nú
komnar so langt áleiðis, at
fyrsta nummarið kemur
út í hesum mánaðinum.
hd