týsdagur 2. november 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 112 — 2. november 1982
Skipið
varð last-
að sum
teir
plagdu
Gott
siglingarveður,
og
skipið heuði lagt seg meira.
Tibetur
UOru
triggir au
manningini ikki uppmøttir
Star River, sum skuldi á
Reyðafjorðin og Seydis-
fjørdin við salti, var last-
að, eins og manningin
plagdi at lasta skipið
Beint frammanundan
hevði skipið eisini verið í
Íslandi við salti.
Páll Tummasarson,
skipari, sum júst var kom-
in umborð aftur miku-
kveldið eftir at hava verið
í landi í 17 dagar, greiddi í
sjórættinum frá, at megin
parturin av teimum 450
tonsunum vóru í eitt-tons-
sekkum úr glasfipuri. 20
tons vóru á pallum í 100
punds-sekkum.
221 tons vóru í undir-
lastini, meðan 229 tons
vóru á millumdekkinum.
Skiparin upplýsti, at last-
in var væl stúvað.
Skipið var lasta tríggjar
føtur aftur yvir, tí tá lá
skipið best.
Heldur ikki var nakað 6-
vanligt við barlastini, upp-
lýstu bæði skiparin og
maskinmeistarin, Eiler
Hansen. Millum 80 og 90
tons vóru í tangum í báð-
um borðum, meðan skipið
hevði 32 tons av olju.
Vanligt siglingar-
veður
Veðrið var heldur íkki
ringt. Vanligt siglingar-
veður. Tað var batnað.
Eftir ætlan skuldi Star
River verið farin miku-
kveldið, men tá var veðrið
so ófantaligt, at tað varð
ikki farið.
Og tá skipið fór av
Havnini kl. trýkorter til
eitt hósdagin, varð mest
sum farið fyri at hyggja.
hvussu veðrið var. Skipar-
in greiddi í rættinum frá,
at um veðrið framvegis
var ringt, tá teir komu
norður um oyggjarnar,
ætlaðu teir at liggja og
bíða.
Men vindurin var mink-
andi og sjógvurin var ikki
ringur.
Vit sigla altíð í slíkun
veðri, segði Páll Tumma
arson.
Var farin longur
Skiparin var í salongini
hjá sær — undir brúnni -
tá skipið legði seg. Men
hann gáaði einki óvanligt í
fyrstu atløgu, tí tað hevði
lagt seg meira á túrinum.
Tá tað so ikki reistist og
líka sum fekk hetta slagið,
reyk hann upp á brúnna.
Tá vóru allir mans á
brúnni.
Og tað var skjótt hann
kom eftir, at einki annað
var at gera enn at senda ut
neyðarkall. Skipið fór
longur og longur og sjógv-
ur kom beinanvegin inn.
Hetta hendi, tá klokkan
var fimm-tíggju minuttir
yvir hålvgum fimm.
So skjótt sum skiparin
hevði sent út neyðarkall,
fór hann út á bátadekkið
og blakaði gummibátin í
stýriborð út. Hann kom
rætt niður.
Tá manningin fór aftur
og í gummibátin, hevði
skipið lagt seg so mikið, at
hon líka sum noyddist at
lesa seg eftir gelendara-
num. Tá varð annað eisini
við at flotna — bjargingar-
belti og jollan i stýriborð.
Vóru róligir
Bert stutta letu eftir, at
teir fýra vóru komnir í
gummibátin, sakk skipið
eftir reyvini. Skiparin
greiddi frá, at allir mans
vóru råligir, men teir
kláraðu ikki at rógva
gummibátin upp ímóti.
Teir vóru vissir í, at Tórs-
havnar Radio hevði hoyrt
neyðarkallið.
Tjaldrið kom til gummi-
båtin vid sjey-tidina. Teir
vóru ikki illa fyri, so
Tjaldrið = kundi |leita,
saman við eðrum skipum,
helikoptaranum og
bretksa flogtarinum. Tá
var farið at regna og vind
urin vaksin.
Leitað varð til kl. 23,
men einki varð funnið. Og
uibáturin. sum teir fyr
á manningini
leitingin dagin eftir
heldur einki úrslit
gav
Triggir møttu ikki
hjargaðu sær i
Eftir ætlan skuldi åtta
mans havt verið við skipi
num. Men tíbetur mettu
tríggir ikki upp, segði Páll
Tummasarson. Tveir av
teimum vóru praktikanta!
frá skúlanum. meðan tann
surin
triði var matr:
jo-mo
Pumypaði yvir í hinar
barlasttangarnar —
men gjørdi ikki mun
Kokkurin, sum var á brúnni: — Vit tosaðu akkurát um,
hvussu lagaligt skipið arbeiddi
Maskinmeistarin, Eiler
Hansen, greiddi í sjórætti-
num frá, at hann merkti
ikki, at skipið fekk nakað
rið og eitt sett, tá tað ikki
reistist aftur, og roknaði tí
við at lastin hevur skotið
seg. Hann var staddur á
kamari sínum, men fór á
brúnna, tá skipið ikki
rættaði seg uppaftur.
Men hann var skjótur
niður í maskinrúmið og fór
at pumpa úr stýriborðs-
tangunum yvir í bak-
borðstangarnar.
— Men tað gjørdi ongan
mun, og tá skipið legði seg
meira, fór eg uppaftur,
meðan pumpurnar fram-
vegis gingu. Tå eg kom
upp i gongina, fossadi
sjógvur longu inn í salong-
ina hjá skiparanum (sum
var í stýriborði, undir
brúnni, blaðm.) segði
Eiler Hansen.
Meðan teir sigldu
norður gjøgnum Djupini
hevði hann pumpað nakað
yvir í stýriborðstangar-
nar, tí skipið lá eitt sindur
yvir, tá teir sigldu norður-
eftir. Seks tómir konteyn-
arar vóru á dekkinum og
teir tóku nakað nógvan
vind á seg
Tosaði við TR
Tá hann kom á brúnna
aftur, tosaði hann eisini
við Tórshavnar Radio, og
segði, hvar skipið var
statt, meðan hinir tá vóru
við at fara út.
Eiler Hansen greiddi
frá, at hann gekk aftur
eftir stýrhússíðuni og
kastaði seg upp á gelend-
aran. Hann segði, at hann
royndi at taka í stýri-
mannin, men hann orkaði
ikki, og fór so til gummi-
bátin.
Eisini maskinmeistarin
sá stýrimannin, men hann
metir heldur ikki, at teir
kundu gera nakað fyri at
koma honum nærri.
Maskinmeistarin
greiddi frá, at skipið líka
sum hekk í konteyn-
arunum og tá keturnar
slitnaðu, royndu teir at
rógva gummibátin undan,
so teir ikki komu í karom-
bolasju við teir.
Tosaðu júst um
skipið
— Eg merkti einki serligt,
áðrenn tað hendi. Vit
hevdu akkurát tosað um,
hvussu lagaligt skipið ar-
beiddi, greiddi kokkurin á
Star River, Asbjern
Valdemarsson, frá í sjó-
rættinum.
Hann var staddur á
brúnni saman við stýri-
manninum Nichels
Hejgaard. Heldur ikki sóu
teir nakran sjógv og hann
heldur ikki, at skipið varð
rakt av nøkrum skeivum
sjogvi
Kokkurin greiddi frå, at
stýrimaðurin royndi bein-
anvegin at rætta skipið
upp aftur og slakkaði av,
men tað rættaði seg ikki
upp-
— Tað steðgaði kanska
á, men fór so longur, men
tað dreygaði seg bara um
sekundir, segði hann.
Annars greiddi Asbjern
Valdemarsson frá, at tað
var ringt at sleppa út
gjøgnum hurðina. Men
onkur trýsti hann aftan í
frá. Hann heldur, at tað
var styrimadurin, sum
skumpaði hann ut.
Tað síðsta, manningin
så til Star River, var
stevnið. Farmaskipið,
sum í síni tíð kallaðist
Christian Holm, sakk við
fimm-tíðina — bert einar
20-25 minuttir eftir at tað
legði seg á stýriborð
jo-mo