Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 169 - 5. september 2002 Nr. 169 - 5. september 2002 11 Í hesum døgum er heimsráðstevna í Johannesburg, har evnið er burðardygg menning. Umboð og stjórnarleiðarar úr øllum heiminum, eisini úr Føroyum, hava luttikið á hesi fyri mannaættina týðandi ráðstevnu. Undan hesi ráð- stevnu var ein ráðstevna undir einum meira avmarkaðum karmi, í oljubýnum Stavanger, har sama evnið varð viðgjørt, tó bara við tilknýti til orku. Tað er greitt, at orkumál eru bert ein partur av orða- skiftinum um burðardygga menning, men ein rættiliga týðandi partur. Eitt reint umhvørvi og ein skynsom nýtsla av dálkandi ráevnum eru týðandi fortreytur fyri livi- umstøðurnar hjá okkum sjálvum og komandi ættarliðum. Um vit vilja tað ella ikki, so verður brúk fyri at troyta olju og gass í mong mong ár fram, men um somu tíð eiga vit at gera íløgur í varandi orkukeldur so sum sólorku, vind- og alduorku, hydrogenorku osfr. Gerast Føroyar framtíðar olju- og gassframleiðandi tjóð hava vit eisini eina stóra ábyrgd í so máta, og verða stór kolvetnisfund gjørd her hjá okkum, hava vit eisini eina skyldu til, nú vit eru so fá í tali at býta hesa møguliga stóru køku, at geva okkara íkast at stuðla upp undir at troyta og gera íløgur í varandi orku- keldur. Eitt av oljufeløgunum, sum hevur leitiloyvi við Føroyar, Agip er longu í gongd við at skunda undir alduorkuætlanir og kunnu vit, við t.d. at brúka framtíðar oljupengar til at fara undir slíkar ætlanir, geva okkara íkast til burðardyggu menningina. Tí skal tað vera vón okkara, at feløg sum Agip saman við góðum kreftum her á landi skapa grundarlag fyri at gera Føroyar til eitt av plássunum, har spírar verða lagdir til varandi orkuloysnir. Vit hoyra um Ísland, sum gongur undan at slóða fyri hydrogenorku, og vit hoyra um okkara grannar á bretsku oyggjunum, sum slóða fyri alduorku. Eru ikki Føroyar ideella staðið at vera prototypuverkstaður fyri ymsar varandi orkukeldur! Tað frættist annars, at flest øll lond vilja skriva undir Kyoto avtaluna, sum skal minka um dálkingina, men har vit føroyingar hava tikið eitt fyrivarni. Tað er møguligt, at orsøk er til at taka hesa støðu í løtuni, men sjálvandi mugu eisini vit vera við til at taka tøk saman við teimum stóru. Kanska hava okkara myndugleikar ikki dugað nóg væl at greitt frá, hví vit hava tikið umrøddu støðu. Burðardygg menning fevnir tó um so mangar aðrar lutir eisini, og ein teirra er skynsom troytan av tilfeinginum, eitt nú fiskinum. Tað er ikki serliga hugaligt í hesum døg- um at hoyra okkara fiskifrøðingar og altjóða fiski-frøð- ingar havast at okkara politikarum fyri ikki at vilja lurta og taka framtíðar ávaringarklokkur í álvara. Fiskifrøð- ingarnir hava inniliga heitt á politikararnar um at slóða fyri eini minking í veiðuni fyri harvið at leggja upp fyri til verri tíðir. Tvs. at við at minka um veiðuna nú koma vit at vera betri fyri uppá longri sikt. Men løgið nokk, so eru nærum allir politikarar samdir við landsstýrismanninum og vinnuni, at einki skal slakast nú. Hesin politikkur klingar ikki serliga væl í oyrunum, tá vit um somu tíð vilja vera við til at geva hugtakinum burðardygg menning veruligt innihald. DAGSINS MEINING Sosialurin Burðardygg menning – vit og hini VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kristina Háfoss Løgtingskvinna Tjóðveldisfloksins Yvirtøkan av føroysku fólkakirkjuni hevur verið á dagsskránni í løgtinginum og fjølmiðlunum hesa vik- una. Tíverri hevur kjakið hesum viðvíkjandi í alt ov stóran mun snúi seg um, at royna at sáa ivamál um yvirtøkuna, heldur enn at hyggja at tí veruleika, ið fyriliggur. Tí yvirtøkan av føroysku fólkakirkjuni merkir, at føroyska fólka- kirkjan verður í tryggum hondum - føroyskum hond- um. Yvirtøka av myndugleika Yvirtøkumálið er sera ein- falt og skal her gerast púra greitt, hvat yvirtøkumálið snýr seg um. Í dag verður føroyska fólkakirkjan umsitin eftir donskum lógum, og eru tað danskir myndugleikar, ið hava lóggávu- og umsiting- arvaldið. Eftir yvirtøkuna verður føroyska fólkakirkjan um- sitin eftir somu lógum, sum í dag, men verður lóggávu- og umsitingarvaldið her- eftir hjá føroyskum mynd- ugleikum. Yvirtøkan merkir... Yvirtøkan merkir sostatt bert, at føroyingar yvirtaka myndugleikan og harvið ábyrgdina av føroysku fólkakirkjuni. Hetta broytir ikki lógargrundarlagið, bygnaðin ella annað í samband við føroysku fólkakirkjuna. Hetta gevur hinvegin føroyingum møguleika fyri í framtíðini - um hetta verður ynskt og sjálvsagt í samstarvi við allar av- varðandi partar - at fremja broytingar til frama fyri føroysku fólkakirkjuna. Men tílíkar møguligar broytingar eru IKKI liður í yvirtøkuni. Yvirtøkan av fólkakirkj- uni merkir sostatt IKKI, at umfatandi umskipanir av føroysku fólkakirkjuni verða framdar, at hetta verður gjørt í loyndum, at nakað verður ‘smoygt’ útyvir nakran o.s.fr. - so sum røddir annars hava verið frammi um. Í tryggum føroyskum hondum Føroyska fólkakirkjan er ein grundarsteinur í før- oyska samfelagnum og er tað av alstórum týdningi, at føroyingar kenna seg tryggar við ta gleðiligi hending, at føroyingar yvir- taka myndugleikan og harvið taka á seg fullu ábyrgdina av føroysku fólkakirkjuni. Tí skal tað verða mín vón, at kjakið um yvirtøkuna hereftir fer at snúgva seg um tað, ið yvirtøkan veruliga snýr seg um, heldur enn at skapa ótryggleika og óvissu mill- um fólk. Føroyska fólkakirkjan verður í tryggum hondum - føroyskum hondum. Fólkakirkjan í tryggum hondum Herfyri fingu fyrstu heilsu- hjálpararnir prógv av Heilsuhjálparskúlanum á Tvøroyri. Tær eru aftast frá vinstru: Jórun, lærari, Susanne deildarleiðari, Elisabeth Rasmussen, Halltóra Hansen, Hanna í Kongsstovu, Yvonna Toft- um, Gudny Mortensen, Jór- un Jacobsen, Malan Mikk- elsen, Guðrið Hansen, Gunn Johannesen, Katrina Poulsen og Sirið, lærari. Fremst frá vinstru: Albert Sjúrðarberg, Lis Egholm Hansen, Beinta Hansen, Nansy Johannesen, Helena Poulsen, Johanna á Reyna- trøð, Súsanna Lisberg, Kitty Thune og Beinta, lærari. Fyrstu heilsuhjálpararnir - Stýrið í Irak má annaðhvørt takað annað skinn um bak, ella má tað koyrast frá, sigur bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum samstundis lovar at leggja fram prógv fyri, at Irak hevur gjørt hópoyðingar- vápn IRAK-KREPPAN Árni Joensen Líka síðani George W. Bush, forseti av fyrstan tíð kravdi, at Irak má fáa eina aðra leiðslu ístaðin fyri stýrið hjá Saddam Hussein, hevur bretski forsætisráð- harrin, Tony Blair, tikið undir við Bush, og á tíðindafundi fyrrakvøldið tók hann uppaftur, at hann framvegis er samdur við amerikanska forsetanum. - Mær tykir, at fólk hava ta hugsan, at tað er upp- gávan hjá amerikanarunum at loysa allar teir stóru trupulleikarnar, sum heim- urin hevur at dragast við. Sjálvur haldi eg, at vit eiga at vera við, og tí stuðli eg amerikanararnar í hesum, segði Blair. Bretski forsætisráðharrin segði, at umheimurin kann ikki loyva sær at sita hendur í favn og látast sum einki, tá tað snýr seg um Irak. - Irakska leiðslan hevur skyldina av, at 100.000 kurdar eru deyðir. Vit vita, at Saddam Hussein er farin undir at útvega sær kjarn- orkuvápn umframt fleiri biologisk og kemisk vápn, og hetta ger hann, hóast tað stríðir ímóti samtyktunum hjá ST. Vit hava eisini fyrr sæð, at stýrið í Bagdad aftrar seg ikki við at nýta hesi vápnini. Kunnu vit veruliga látast sum einki? Tíðin gongur undan Seinastu tíðina hava fleiri amerikanskir politikarar, kravt, at Bush skal leggja fram prógv fyri, at Irak hevur útvegað sær fleiri hópoyðingarvápn, og sama krav hevur Blair fingið frá bretskum politikarum. Men bretar skulu ikki bíða leingi eftir próvtilfarinum, tí á tíðindafundinum segði Blair, at hann fer at al- mannakunngera tey neyð- ugu prógvini um nakrar fáar vikur. Ein av tíðindamonnunum spurdi Tonny Blair, um hann hevur hugsað um, at eitt álop á Irak fer at kosta nógvum børnum og ósek- um irakum lívið. For- sætisráðharrin svaraði, at hann er ímóti kríggi, men at tað stundum kann vísa seg at vera neyðugt. Sum dømi nevndi hann Kosovo og Afghanistan. Um Irak segði hann, at tað kann fara at vísa seg at vera eitt álvars- samt mistak, verður einki gjørt. Álop kann vísa seg at vera tann besta verjan. - Tað snýr seg eisini um samvitskuna. Spurningurin er ikki einfaldur, men vit mugu spyrja okkum sjálvi, um vit kunnu loyva okkum at lata Saddam Hussein útvega sær kjarnorkuvápn, segði Tony Blair. Hann legði dent á, at hann tekur undir við teim- um, sum siga, at USA eigur at tryggja sær stuðul frá sínum sameindu og øðrum til eitt møguligt álop á Irak. Men samstundis duldi Blair ikki fyri, at tíðin er um at ganga undan. UTTAN ÚR HEIMI Næsta ár fer fyrrverandi norski forsætisráðharr- in, Gro Harlem Brundt- land, frá sum leiðari í heimsheilsustovninum WHO, men henni nýtist ikki at stúra fyri, at hon verður arbeiðsleys. Tvørturímóti bendir alt á, at tað verða fleiri, sum fegin vilja hava fatur á læknanum og sosialdemokratiska stjórnarleiðaranum. Víst verður á, at hon hevur allar fyritreytir fyri at sita í nevndum og leiðsl- um av ymsum slagi, og tí verða tað fleiri, sum fara at royna at fáa fatur á henni. Hon er stutt sagt dreymakvinnan hjá mongum, verður sagt. Sum leiðari í WHO var Gro Harlem Brundt- land á ST-fundinum í Johannesburg, og sam- bært norskum fjøl- miðlum vóru tað fleiri, sum longu har lógu framvið at fáa fatur á henni, tá hon fer úr leiðarastarvinum næsta ár. Men sum skilst hevur hon ikki tikið nakra avgerð enn. Servandu ameri- kansku hermenninir, sum hava leitað eftir Osama bin Laden í Afghanistan, eru sannførdir um, at yvirgangsleiðarin er deyður YVIRGANGUR Árni Joensen Leiðslan hjá teimum ser- vandu amerikansku her- monnunum, sum seinastu mánaðarnar hava leitað eftir Osama bin Laden í fjøllunum har eysturi í Afghanistan, halda tað vera nyttuleyst at halda fram. Leiðslan ivast ikki í, at maðurin er deyður. - Sjálvt um tað kanska ikki er tann almenna hugsanin, eru tað mong, sum halda, at hann er deyður fyri langari tíð síðani, segði ein týðandi hernaðarkelda við New York Times í gjár. Sambært blaðnum vil keldan vera við, at bin Laden doyði undir teimum ógvusligu amerikansku bumbuálop- unum á Tora Bora, og at hann helst doyði í einari av teimum nógvu holunum, sum hann og menn hansara fjaldu seg í. Amerikanska herleiðslan viðgongur, at hon hevur einki prógv fyri, at bin Laden er deyður. Men her- leiðslan vísir á, at hon hevur ikki avdúkað eina einastu telefonsamrøðu, sum kundi bent á, at hann er á lívi, og harafturat er tað eingin, sum hevur borið eygað við hann í langa tíð. Tommy R. Franks, gene- ralur, sum stendur á odda fyri amerikansku hermonn- unum í Afghanistan, við- gekk í síðstu viku, at hann hevur einki sæð, sum prógvar, at bin Laden er deyður. Generalurin noydd- ist at ásanna, at hann veit ikki, hvat er vorðið av yvirgangsleiðaranum. Fólk, sum búgva á markinum millum Afghanistan og Pakistan, hava greitt ameri- kansku hermonnunum har frá, at bin Laden er enn á lívi. Men leiðslan hjá her- monnunum heldur, at hann er deyður, og hennara hugs- an verður uttan iva avger- andi, hvørt hermenninir skulu halda fram at leita, ella teir skulu setast til aðrar uppgávur. Halda bin Laden vera deyðan Álop kann vera besta verjan Dreymakvinnan Løgreglan í Italia er far- in undir eitt átak ímóti teimum, sum seinastu tíðina hava smuglað børn úr Albania til Italia. Løgreglan ber ótta fyri, at umleið 50 albansk børn eru smuglað vestur um Adriatarhavið. Í síðstu viku tók løg- reglan eitt albanskt par, sum er undir illgruna fyri at hava smuglað 36 børn úr Albania til Italia. Samstundis kom ein albani fyri rættin í Ko- sovo. Hann er skuld- settur fyri at hava latið pedofilum útlendingum albansk børn. Italska løgreglan sig- ur, at kanningar í sam- bandi við rættarmálið í Kosovo hava avdúkað, at albanin var limur í ein- um vælskipaðum smugl- arabólki. Smugla børn Amerikanska blaðið Washington Post vil vera við, at al-Qaeda og Taliban hava flutt eina rúgvu av gulli til Sudan. Sambært blaðnum varð gullið fyrst flutt til Paki- stan, haðani við skipi til Iran ella Sameindu Arabisku Emiratini og síðani við flogfari til Sudan. Tað er ikki greitt, hvussu nógv gull talan er um, men blaðið sigur frá álítandi ameri- kanskum og øðrum vesturlendskum keldum, at talan er um rættiliga nógv gull, og at tað í hvussu er ikki bar til at flyta tað í einum. Sudanska stjórnin sigur seg einki vita um tað nógva gullið, sum skal vera komið til landið, og stjórnin legg- ur afturat, at hon fer heldur ikki at loyva al- Qaeda og Taliban at goyma gull har. Flutt gull til Sudan Tann 7. november skal fólkið í Gibraltar siga, um tey taka undir við, at Spania skal fáa ein part av valdinum í økinum. Sum er er økið bretskt burturav. Bretland og Spania hava leingi tingast um at býta valdið í Gibraltar, men hesum er fólkið ímóti, og tí hava mynd- ugleikarnir í Gibraltar gjørt av at halda sína egnu fólkaatkvøðu um spurningin. Endamálið er at fáa fólkið at siga sína hugsan, áðrenn Bretland og Spania semjast um eina møgu- liga skipan. Bretska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki at gera nakað, sum tey 30.000 fólkini í Gibral- tar ikki taka undir við, men stjórnin vil ikki viðurkenna fólkaatkvøð- una hjá teimum lokalu myndugleikunum. Ja ella nei 7. november Tony Blair lovar at leggja fram prógv fyri, at Irak hevur biologisk og kemisk vápn, og at landið roynir at útvega sær kjarnorkuvápn Mynd: Reuters C M Y K 11 10