hósdagur 5. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 169 - 5. september 2002
Nr. 169 - 5. september 2002
13
Ein av orsøkunum til,
at so nógvur heilur
fiskur fer av landin-
um, er uttan iva, at
keyparin vil hava
arbeiði til egið ar-
beiðsfólk, heldur
føroyskur virkisleið-
ari. Hann metir, at
betri útflutnings-
møguleikar í ringasta
føri kunnu enda við,
at enn meira heilur
fiskur verður út-
fluttur
ÚTFLUTNINGUR
Edvard Joensen
Ein grund til, at so nógv
heil hýsa fer av landinum,
kann heilt einfalt vera, at
bretar vilja skaffa egnum
fólki arbeiði. Teir vilja ikki
gjalda arbeiðsløn i Føroy-
um, metir Petur Mohr,
virkisleiðari á Norðís.
Hann heldur, at í ringasta
føri kunnu øktir útflutn-
ingsmøguleikar hjá føroy-
ingum eisini enda við, at
enn meira av heilum fiski
fer av landinum. Men hin-
vegin gevur tað sjálvandi
eisini heilt stórar møgu-
leikar fyri at selja fesk fløk.
– Men tað velst so um,
um vit sleppa at selja tey,
sum hann tekur til.
Við tí sipar hann til, at
tað er lættari hjá einum,
sum bara hevur í huga at
selja heilan fisk, at sleppa
inn á marknaðin í eitt nú
Bretlandi. Tað kann klárast
við einum telefaksi, har so
og so stór nøgd verður
boðin fram. Øðrvísi er, tá
fiskurin fyrst skal keypast,
síðan arbeiðast og at enda
seljast, vísir virkisleiðarin á
Norðís á.
Hann sigur, at tað er ikki
bara í Bretlandi, at hendan
støðan er. Tað sama ger seg
galdandi fyri eitt nú svart-
kalva, sum seldur verður
heilur til Fraklands.
Ringt at skifta
Petur Mohr er ikki í iva um,
at tað optimala fyri før-
oyska fiskivinnu hevði
verið, um vit kundu skorið
fiskin í Føroyum og selt
fesk fløk regluliga á út-
lendska marknaðinum.
Nú betraðir útflutnings-
møguleikar gevast, skuldi
tað verið so líkatil at roynt
tað, heldur hann, men ivast
samstundis í, um tað nú er
heilt realistiskt.
Petur Mohr heldur ikki,
at tað kann liggja sum
grund, at føroyingar eru ov
trekir at laga seg eftir
marknaðinum, sum er í
løtuni, soleiðis at skilja, at
vit skulu leggja framleiðsl-
una um, alt eftir hvat
heimsmarknaðurin krevur.
– Tað hevði sjálvandi
verið best, um vit bara
kundu selt fesk fløk, tá
marknaður er fyri tí, men
so verður tað hinvegin ringt
at koma aftur til ta fram-
leiðslu, vit higartil hava
havt, eitt nú fryst og roykt
fløk. Tí tú fært trupult við
at greiða keyparanum frá,
at nú passar tað tær hesa
vikuna at selja teimum eitt,
og næstu viku eitt annað.
Marknaðurin
er
meira
bundin enn so. Ert tú farin
frá eini framleiðslu, finnur
keyparin bara ein annan,
sum heldur seg til at lata
vøruna regluliga, vísir hann
á.
Tíðin
Útflutningur av feskum
flaki hevur eisini aðrar
avmarkingar, vísir virkis-
leiðarin á Norðís á. Eitt nú,
hvusu long tíð gongur, frá tí
flakið er skorið, til tað er
etið.
– Tað er nevniliga so,
sigur Petur Mohr, at tað
ganga altíð einir fýra dagar,
frá tí flakið er skorið, til tað
er komið til brúkaran. Tað
vil siga á europeiska døg-
urðaborðið. Og tað gerst
ikki feskari hesa tíðina.
Vit síggja, tá vit skera
fiskin inni á virkinum,
hvørjum standi hann er í,
og kunnu tá gera av, um vit
vilja frysta flakið, ella selja
tað feskt. Men tað krevur
sjálvandi,
at
vit
hava
marknað fyri báðum. Tí
kunnu vit ikki bara fara at
avskriva
frystu
vøruna
soleiðis, heldur hann.
Nýggj bussleið
byrjar við Skála-
fjørðin í dag. Tað
eru Runavíkar og
Skála kommunur,
sum í hava sett
rutuna á stovn
BUSSLEIÐ
Edvard Joensen
Nýggja bussleiðin við
Skálafjhørðin
verður
nevnd Skálaleiðin. So
slepst undan at blanda
við aðrar leiðir, siga
borgarstjórarnir báðir í
tíðindaskrivi.
Leiðin fer at koyra
millum
Runavík
og
Skála, sum so hevur við
sær, at koyrt eisini
verður gjøgnum part av
Gøtu Kommunu, nevni-
liga økið innan fyri
Skipanes.
Hóast sagt verður, at
høvuðstankin er at fáa
fólk úr báðum komm-
ununum, Runavíkar og
Skála, at brúka bussin,
er helst einki at ivast í, at
fólk undan Gøtueiði
eisini sleppa við, um tey
ynskja tað.
Í fyrsta umfari er
ferðaætlan við fimm
dagligum túrum løgd, og
verður mestur dentur
lagdur á morgun- og
kvøldtúrarnar, tá fólk
ferðast til og frá arbeiði.
Tó eru eisini túrar mitt á
degi, so fólk kann nýta
rutuna til eitt nú ørindi í
býnum.
Men rutan kann til-
lagast tí tørvi, sum
væntandi fer at vísa seg,
sum frálíður, siga borg-
arstjórarnir í tíðinda-
skrivinum.
Avtala er gjørd við
tveir lokalar busseigar-
ar, Isaksen og Lang-
gaard, um at røkja
rutuna.
Møguleiki verður at
keypa vanligan ferða-
seðil, 10 -túrakort og
mánaðarkort.
Tvær grindir og tveir
springarabólkar
løgdu beinini í Gjár. Í
Hvalba doyðu bæði
sporingarar og grind
TÍÐINDI
Emma Hansen,
praktikantur
Týsdagin løgdu 35 spring-
arar beinini í Hvalvík.
Boðini komu til Politi-
støðina í Havn kl. 07.23
týsmorgunin.
Springararnir vóru sædd-
ir uttan fyri Kollafjørð.
Lítla løtu seinni var bátur
eftir teimum, men ringt var
at fylgja við, tí ferðin á
springarinum var nógv.
Men tað eydnaðist at
reka flokkin inn á Hvalvík,
har teir vóru dripnir.
Sýslumaðurin í Eystur-
opy var í Hvalvík og skifti
springararnar í drápspartar,
og ein annar politistur var
við honum. Seðlarnir komu
út kl 15.00. Nógv fólk var
komið oman á bryggjuna,
at fskera upp.
Grind var
eisini í Havn týsdagin, og
har løgdu 42 grindahvalir
beinini. Og í Hvalba løgdu
41
springarar
og
115
grindahvalir beinini sama
dag.
Kommunal ruta
um kommunu-
mørk
Bretar vilja sjálvir
skera fiskin
Betri farmasamband til umheimin kann í ringasta føri hava
við sær, at enn meira heilur fiskur fer av landinum, tí bæði
bretar og fransar vilja skaffa egnum fólki arbeiði, sum annars
kundi verið gjørt av føroyskum flakafólki, heldur virkisleiðarin
á Norðís
Í dag byrjar nýggj bussleið millum Skála og Runavík.
Tað eru kommunurnar báðar, sum standa fyri
Springarar í Hvalvík
Teir skera springararnar upp
á havnarlagnum í Hvalvík
Mynd: Emma Hansen
Ein finskur danskur
tónlistamaður , sum
eitur Tom Sonntag
vitjar í hesum døgum
í Føroyum. Hann
hevur vøddasvinn og
ger sín egna tónleik
og framførir av og á.
Hann heldur, at
Føroyar eru at
samanlíkna við
sálina, tá hugsað
verður um skifti
millum ljós og
myrkur
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: - Eg havi ong-
antíð verið bangin fyri
veikleika og eri tað ikki. Eg
haldi, at tað er tí at havi
livað við mínum breki alt
mítt lív og verið noyddur at
litið á onnur at hjálpa mær.
Tí síggi eg tað sum eitt
tekin um styrki , sigur Tom,
sum var føddur við vødda-
svinni.
Hann heldur, at nátúran í
Føroyum er stórsligin og
avbera flott at síggja.
- Tað skiftandi veðrið og
so eisini skiftið í millum
ljós og myrkur kann ein
samanbera
við
sálina,
heldur Tom og leggur aftur
at, at í Føroyum fær ein
sanniliga eyguni upp fyri,
hvussu lítil vit menniskju í
veruleikanum eru og virð-
ingin fyri náttúruni økist
munandi.
Hann sigur eisini, at ein
tann størsti munurin á
náttúruni í Føroyum og so í
Danmark, har hann hevur
búð tey seinastu 15 árini,
er, at landslagið í Føroyum
er so nakið.
- Øll síggja teg tá tú
gongur. Tú kanst ikki
krógva teg aftan fyri eitt
træ, so ein kennir seg nakn-
an í tí føroysku náttúruni.
Men tað er ikki nakað ringt
í tí, tað er heldur sunt fyri
menniskj at ikki kunna fjala
seg, men vísa hvør ein er
uttan fordómar. Tað er
týdningarmikið fyri trivn-
aðin í einum vinarlag, at
ein vísir allar sínar síður,
sigur Tom Sonntag.
Tom er í Føroyum á
vitjan hjá Jón og Louisu
Ellendersen.
- Eg kom at kenna Jón
fyri 12 árum síðani gjøg-
num Hildibjartur Hansen,
sum
hevur
spælt
við
Hjarnum. Eg havi síðani
tað havt ein feril av longsli
at koma til Føroyar, men
tað hevur so ikki borið til
fyrr enn nú.
Hann heldur, at ein orsøk
til at hann hevur viljað
sloppið til Føroyar er, at
honum hevur altíð dámt
havið væl.
- Alskurin til havið er í
mínum blóði, haldi eg. Tí
brøðurnir hjá mammu míni
eru allir sjómenn. Eg havi
so ongantíð kunnað verðið
sjómaður, og tí dámar mær
væl at vera í nánd av
havinum, sigur Tom.
Ger egnan tónleik
Tom Sonntag hevur altíð
dámt væl tónleik. Hann
spælir upp á klaver og
syngur. Harumframt ger
hann sín egna tónleik
eisini. Slagið av tónleiki,
sum hann ger, kallar hann
fyri norðurlendskan, lyrisk-
an vísujazz. Hann skrivar
tekstir um gerandishend-
ingar. Sum dømi nevnir
hann hetta at møta einum
barni tíðliga um morgunin
og síggja tey óseku eyguni.
Hvat tað ger við ein og
hvussu tað rørir sálina hjá
einum.
Hann hevur havt fleiri
framførslur bæði í Dan-
mark og í Finnlandi. Men
seinnu árini hevur hann
eisini verið í Estlandi og
havt framførslur. Og sunnu-
dagin komandi fer hann at
hava eina lítla konsert í
mentunarhúsinum Atlantis.
Hansara brek ger at hann
ikki fær arbeitt til dagligt,
men hann sigur, at hann fær
mikla gleði av tónleikinum.
- Eg livi fyri tónleikinum
– men ikki av honum, sigur
Tom og tað hoyrist á
honum, at hetta kemur frá
hjartanum.
Hann sigur, at hann kundi
hugsað sær at komið aftur
til Føroyar og framført til
eitt hvørt størri tiltak, men
at tað á hesum sinni bert
verður til ta einu lítlu
konsertina í Atlantis.
- Tað vóru ikki stundir til
at fyrireika nakað stórt
tiltak hesuferð, men eg
dugi væl at ímynda mær, at
eg komi aftur til Føroyar,
og tá kundi eg hugsað mær
at sloppið at framført sam-
an við onkrum av teimum
kendu tónleikarunum í
Føroyum.
Tom nýtir tónleikin sum
eitt abstrakt mál til at
greiða frá veruleikanum,
sum hann sjálvur sær hann.
- Eg haldi, at eg síggi
veruleikan frá einum øðr-
vísi sjónarhorni, tí eg siti
niðri allatíðina, sigur Tom,
sum hevur sitið í koyristóli
síðani 1995.
Hann var føddur í Fin-
nlandi, men hevur sum sagt
búð í Danmark í 15 ár nú.
Har hevur hann egið tón-
leikastudio, har hann ger
sín tónleik.
Ikki búð í Føroyum
Spurdur um hann kundi
hugsað sær at búð í Før-
oyum, svarar hann avgjørd-
ur, at tað kundi hann ikki.
- Føroyar eru ov lítlar til
mín, hóast mær dámar væl
her. Tá eg sigi, at her er ov
lítið, hugsi eg um, at eg
havi tørv á at kunna hitta
fólk og at koma at kenna
tey av tilvild. Tað gevur
mær nýtt innlit í lívið og
ger alt meiri áhugavert og
spennandi.
Tí
tað
er
spennandi at hitta fólk og
frætta um júst teirra lív og
livimáta, sigur Tom, sum
ikki vil detta aftur á og
enda við at verða eitt vana-
menniskja.
Eg vil hava avbjóðingar,
og tað kemur helst av
mínum breki, tí alt snýr seg
altíð um meg og mín tørv,
sigur Tom, sum við sínum
tónleiki roynir at geva
okkurt aftur.
Tá vit byrja at práta um
umstøður hjá teimum brek-
aðu, sigur hann, at Føroyar
ikki eru serliga handicap-
vinarligt land.
Tom situr í elektriskum
koyristóli, sum ger at hann
kann koma runt uttan hjálp.
Men hann sigur, at tað eru
tær smáu detaljurnar, sum
ongin hugsar um, sum
kunnu gera tað ómøguligt
hjá honum at koma framat.
- Um eg skal upp um eina
gátt, sum er hægri enn sjey
sentimetrar, so má okkurt
gerast, sum eg kann nýta
sum rampa.
Hann leggur aftur at, at
tað heldur ikki er so gott í
Danmark, men tað er við at
batna, serliga tí, at tað
koma alt fleiri nýggir bygn-
ingar.
Prátið hjá okkum er nú
av, og vit fylgjast við hon-
um út, tí hann ætlar sær ein
biltúr. Hann hevur ein
serbil, sum hann koyrir
sjálvur, og tað er hann sera
glaður fyri.
- Hesin bilurin ger, at eg
kann fara út ein túr, tá tað
passar mær uttan at noyðast
at biðja onnur koma at
koyra meg.
Hann fer í lyftina, sum
skal lyfta hann inn í bilin,
og vit takka fyri og siga
farvæl.
Eg eri ikki bangin fyri veikleika
Tom sigur, at
Føroyar geva honum
nýggjan íblástur til
at skriva tekstir
C
M
Y
K
13
12