hósdagur 5. september 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 169 - 5. september 2002
15
15
Eftir at hava verið á
marknaðinum í
Danmark í 10 ár og
aðrastaðni í 12 ár,
hava føroyingar
enduliga
møguleikan at
keypa tann væl-
umtókta natúrúr-
dráttin - Origins
INNANOYGGJA
Gudny Langgaard
Mynd: Jens Kristian Vang
Sosialurin hevur verið
inni á gátt hjá Parfurmarí
Drós, sum í hesum døg-
um hevur vitjan av
Synvu, ið starvast sum
umboðskvinna hjá Ori-
gins. Hon er komin til
Føroya mánakvøldið og
steðgar í eina viku. Syn-
va fer at vegleiða føroy-
ingum um tann vælum-
tókta úrdráttin og er
møguleiki hjá øllum at
fara á gátt hjá Drós og
verða smurdur av Synvu
og samstundis gevur hon
sær stundir til at greiða
frá tí, sum fer fram. Um-
framt hetta, verður eisini
skipa
fyri
tveimum
kundakvøldum, sum tað
verður kallað. Tá sleppa
kundarnir
sjálvir
at
reinsa húðina við Ori-
gins, at smyrja sær o.s.v.-
ímeðan gongur Synva
runt og ráðgevur teimum.
Til hetta tiltak eru einans
pláss fyri 10 fólkum
hvørt kvøld og annað
kvøldið er longu fultsett.
Pratikanturin á Sosial-
inum, Brynhild Reinert
av Eiði, fekk ein roynd-
artúr í smyrjustólinum í
gjár og segði hon, at ein
als ikki følir at smyrsl er
á andlitinum.
Origins er dóttirfelag
hjá tí heimskendu fyri-
tøkuni Estée Lauder. Tey
avgjørdu at framleiða
eina vøru ið er natúrlig.
Tey framleiða smyrsl,
krem,
kropsshampoo,
rakikrem o.a. Allar vør-
urnar eru framleiddar
uttan luktilsi og alkohol,
heldur
eingin
verður
testa á djór. Evnini ið
verða nýtt eru til dømis
piparmynt og hvítt te, ið
er komi ístaðin fyri tað
nógv nýtta grøna teið.
Forskara
hjá
Estée
Lauder havi funnið útav,
at tað hvíta teið gevur
tríggjar ferðir so stóra
ávirkan, sum tað grøna
og tað hevur eisini ein
ógvuligan frískan og
dámligan dám. Synva
sigur, at hetta kremi
eisini verður nýtt av
fólki, ið hava brúk fyri at
slappa av - t.v.s. at tað
javnvigar okkara krops-
skipan.
Origins leggur dent á,
at halda vørurnar so
natúrligar sum møguligt
og er hetta tískil gott hjá
teimum ið hava kenslu-
sama húð. Synva sigur, at
tað eru eindømir upp á
fólk, ið ikki tola Origins.
Tó eru tað ikki einans
fólk við ringari húð ið
nýta henda natúrúrdrátt -
tvey dømir, eru sanga-
rinnan Sidsel Kirkjubø
og
modellin
Helene
Christensen, ið neyvan
hava brúk fyri serligum
kremi, men sum nýta
Origins.
Fía Norðberg og Karin
Dahl, eigararnir av Drós,
hava í longri tíð roynt at
fingið hendur á Origins.
Origins setur ógvuliga
høg krøv til seljaran, men
nú er tað enduliga eydn-
ast teimum at fáa vøruna
henda vegin og okkum
nýtist ikki longur at fara
av landinum fyri at keypa
Origins. Tær frøðast um
at hetta eydnaðist teim-
um og eru tær ógvuliga
spentar upp á at vit
hvussu hesin natúrúr-
dráttur, ið er nógv nýttur
runt um í heiminum,
verður
móttikin
her
heima.
Origins til keyps
í Føroyum
BARNAGARÐUR
Ingrid Bjarnastein
Eyðgunn Samuelsen, for-
maður í sosialu nevnd í
Klaksvíkar Býráð, sigur, at
útibarnagarðurin, sum talan
hevur verið um at gera í
Kunoy, helst verður av
ongum.
– Nú er so langt fráliðið,
at eg vænti ikki, at úti-
barnagarðurin verður til
nakað,
sigur
Eyðgunn
Samuelsen.
– Tað tykist ikki, sum
hetta er eitt ynski frá Kun-
oyar Kommunu, og málið
er ikki komið víðari.
Sum skilst frá Eyðgunn
Samuelsen, liggur málið
parkerað
hjá
Kunoyar
Kommunu.
Klaksvíkar
Kommuna
hevur
gjørt
fyrireikingarnar og seinastu
tíðina hevur verið bíðað
eftir svarið.
– Men nú er so langt
útliðið, at eg vænti ikki
nakað svar. Orsøkirnar
kenni eg heldur ikki.
Tað var longu tíðliga í
vár, at tosað var um hetta
við Kunoyar Kommunu, og
um alt hevði gingið eftir
ætlan, so hevði barnagarð-
urin helst latið upp um
stutta tíð.
Men hvat Klaksvíkar
Kommunu viðvíkur, so er
málið um útibarnagarðin í
Kunoy mestsum lagt á
hillina.
Tíverri hevur Heini O.
Heinesen, borgarstjóri í
Kunoy, ikki verið at hitta til
eina viðmerking.
LEIRVÍKSFJØRÐUR
Ingrid Bjarnastein
Klaksvík: Týsdagin byrj-
aði Sam at hjálpa Dúgvuni
við siglingini um Leir-
víksfjørð. Og hetta hjálpir
væl. Tað sæst bara á røðini,
sum ofta plagdi at standa á
ferjuleguni. Hálvur tími er
millum
hvønn
túrinhjá
skipunum báðum, og fáa
tey, ið nýta hesa farleið eina
munandi betri tænastu.
– Ja, Sam avlastar nógv,
sigur skiparin umborð á
Dúgvuni.
– Tað hava ikki verið
nakrar bíðirøðir, og fólk
sleppa nógv oftari um
fjørðin.
Eisini tekur Sam nakað
av tí tunga flutninginum,
men í løtuni hevur ikki
verið so nógv av hesum
tunga flutningi.
– Skipini koma helst
innaftur í morgin ella ovur-
morgin, so tá fer tann tunga
ferðslan av álvara at byrjað.
Skiparin á Dúgvuni vísir
á, at betri pláss er umborð á
skipinum nú, og tað tekur
ikki so langa tíð at fáa allar
bilarnar í land.
– Ein annar fyrimunur er
so, at ongar seinkingar
verða, tá tvey skip sigla. Tá
eitt skip siglir einsamalt, so
tekur tað nógv longri tíð at
av- og umborð skipa bilar.
So manningin umborð á
Dúgvuni er væl nøgd við
hjálpina frá Sam.
Ongin útibarnagarður
til Kunoyar
Kunoyingar skulu ikki vænta sær nakran útibarnagarð. Málið er steðgað upp, og liggur parkerað hjá kommununi á oynni
Sam ger munin
Bíðirøðin til at sleppa yvirum Leirvíksfjørð er í hesum døgum
lítil og ongin
Her síggja vit Synvu smyrja Brynhild Reinert
14
Nr. 169 - 5. september 2002
Randi Josephsen er 24
ára gomul. Síðani hon
varð gift í 1998, hevur
hon búð í Kunoy.
Upprunaliga er hon
býargenta úr Klaks-
vík, men sjálv sigur
Randi, at hon
stórtrívist í bygdar-
umhvørvinum í
Kunoy
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Kunoy: Ovarlaga í bygdini
standa eini hvít hús, og her
er tað Randi og maðurin,
Rógvi, húsast saman við
báðum synunum, Jón og
Ivan.
At flyta til Kunoyar sum
21 ára gomul er ikki nakað,
sum allar klaksvíksgentur
høvdu funnið uppá. Og so
verri enn so. Tí var tað
kanska ikki so undarligt, at
Randi var ein av teimum
yngstu giftu konunum í
Kunoy, tá hon og Rógvi
fluttu inn, sama dagin tey
vórðu gift, í 1998.
Sjálv fortelur Randi:
– Tá eg var 16 ár fluttu
Rógvi og eg saman í
kjallaran í húsunum hjá
ommu hansara í Klaksvík.
Um hetta sama mundið
byrjaðu vit at byggja í
Kunoy.
Ætlanin var alla tíðina
hjá teimum báðum at flyta
til Kunoyar, men av tí, at
Randi var við barn, tá tey
giftust, valdu tey heldur at
steðga við at byggja, og
keypa eini hús, sum lógu
beint við síðuna av grund-
stykkinum, sum tey upp-
runaliga høvdu keypt.
Stórtrívist
Foreldrini hjá Randi vóru
eitt sindur bangin um hana í
fyrstuni. Tey óttaðust fyri,
at hon ikki fór at trívast í
einum so bygdarligum um-
hvørvi, men nú er mamma
Randi dagligur gestur í
bygdini.
– Mamma elskar at vitja
her. Tá tað er summar, so
kemur hon her, og er her
ein heilan dag. Tá plaga vit
at grilla uttanfyri og sóla
okkum. Og er nakað para-
dís á jørð, so er hetta tað,
sigur klaksvíksgentan.
Men hví hevur ein býar-
genta, sum Randi valt at
flyta til Kunoyar?
– Altso, fyri tað fyrsta, so
er tað nógv bíligari at
búgva í Kunoy. Mamma
Rógva er herfrá, og omma
hansara eisini. Tá var barn,
so var hann nógv her –
hann er næstan uppvaksin
her.
Fyri teir báðar synirnar,
Jón 3 ár og Ivan 1 ár, er tað
næstan sum ein ynski-
dreymur at búgva í Kunoy.
Uttanfyri stendur eitt hús,
sum pápin, Rógvi hevur
bygt. Rógvi er byggimeist-
ari og hevur hann egna
fyritøku, sum hann byrjaði
fyri stuttari tíð síðani.
Randi sigur, at nú stór-
trívist hon í Kunoy. Tó
ásannar hon, at tað var ikki
so stuttligt í byrjanini
áðrenn dreingirnir vórðu
føddir. At verða innikav-að-
ur í Kunoy og ongan veg
sleppa, var ikki so idylliskt,
tá tað kom til stykkið.
– Men nú dámar mær
væl. Eg stórtrívist. Serliga
nú tá dreingirnir eru vorð-
nir størri, er tað deiligt at
vera her. Teir eru eisini so
tættir, so teir fáa veruliga
gleði av hvørjum øðrum,
sigur Randi.
– Tað er eisini ofta so, at
dreingirnir als ikki tíma til
Klaksvíkar. Teir vilja nógv
heldur vera í Kunoy.
Tó heldur Randi ikki, at
hon hevði kunnað búð í
nakrari aðrari lítlari bygd
her í Norðoyggjum. Hon
sigur, at Kunoy er passaligt.
At búð í Mikladali á Kals-
oynni ella á Viðareiði
kemur als ikki uppá tal.
–
Vegasambandið
til
Klaksvíkar er so mikið
gott, og tað tekur so stutta
tíð, at eg eri í Klaksvík
hvønn dag. Á Viðareiði
hevði eg so als ikki tímað at
búð – koyrt ígjøgnum allar
hasar ræstu tunlarnar, sigur
Randi á rættiligum norð-
oyarmáli og stórflennir.
Hønumamma
Býargentan, sum nú er
vorðin bygdagenta, fær
dagarnar at ganga við at
gera mat, baka, vaska og
tílíkt.
– Dreingirnir taka eisini
nógva tíð, og so hava vit
vinkonurnar
eisini
ein
bindiklubb. Tær hildu meg
vera svaka, tá eg segði, at
eg fór at flyta til Kunoyar,
fortelur Randi og flennir.
Men ætlanin var upp-
runaliga als ikki at gerast
heimagangandi húsmóðir.
Nei, tvørturímóti.
Randi hevði søkt inn á
sjúkrasystraskúla í Havn,
og hon var eisini sloppin
inn.
– Tað hevur altíð verið
mín dreymur at gerast
sjúkrasystir, men tá eg varð
við barn valdi eg at sleppa
hesum.
Sjálv er Randi sannførd
um, at hetta verður tað, sum
hon skal gera tey næstu
nógvu árini av lívinum.
Ynskið er at fáa meira
børn. Kanska eini fimm,
um lív og heilsa vilja tað.
– Eg eri rættiliga nógv
einsamøll
heima
við
dreingjunum, tí maðurin
arbeiðir so nógv, men
mamma og vinkonurnar
eru ógvuliga raskar at vitja
meg. Mamma er her hvønn
dag, og nú eru hon og pápi
mín farin at byggja her í
Kunoy. Eisini tey hava
leitað sær henda vegin, tí
her er so gott at vera.
Umhvørvið er eisini so
barnarvinarligt, sum tað
einaferð kann vera. Ongir
bilar, so tað er lag á manni
hjá dreingjunum at spæla
úti. Serliga nú spælihúsið
er komið upp at standa í
túninum, eru dreingirnir
næstan ikki at síggja inni.
Eingin barnagarður er í
Kunoy, og heldur ongin
dagrøkt, men Randi sigur,
at hon er ein hønumamma,
so sjálvt um dagrøkt ella
barnagarður høvdu verið til
staðar, so hevði hon heldur
viljað
havt
dreingirnar
sjálv.
– Eg vil heldur vera
saman við teimum, og tá
maðurin hevur so mikið
gott arbeiði, at hetta letur
seg gera, so verður tað
soleiðis. Hann er eisini
glaður fyri, at eg kann
verða heima hjá teimum.
Um Randi fer aftur á
arbeiðsmarknaðin veit hon
ikki enn. Men tað verður í
øllum førum ikki fyrr enn
dreingirnir eru stórir.
– Men í Kunoy skal eg
búgva alt mítt lív, tað er
púra vist, sigur Randi at
enda.
Ung klaksvíksgenta í Kunoy:
Her skal eg búgva alt mítt lív
Uttanfyri stendur eitt spælihús, sum maður Randi, Rógvi hevur bygt. Her plaga Jón og beiggin,
Ivan (1 ár) at spæla
Randi er 24 ár. Sonurin, Jón er 3. Tey ætla
sær at búgva í Kunoy restina av lívinum
C
M
Y
K
14