Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. september 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 16 Nr. 169 - 5. september 2002 HORNTÓNLEIKUR Tíðindaskriv Vikuskiftið 5. til 9. septem- ber verður ein rættuliga sjáldsom tónleikavitjan úr Skotlandi. Tá kemur eitt av bestu hornorkestrunum í Skotlandi – Newtongrange Silver Band – til Føroya at halda konsertir. Newtongrange Silver Band er eitt hornorkestur við somu manning sum eitt nú Havnar Hornorkestur ella Klaksvíkar Horn- orkestur. Ferðin er fingin í lag í samarbeiði við SMS, og ætlanin er millum ann- að, at orkestrið eisini skal hava eina felags konsert saman við Havnar Horn- orkestri í Norðurlandahús- inum í Havn. Tann konsert- in verður fríggjadagin 6. september. Havnar Hornorkestur hevur 100 ára jubileum tíðliga næsta ár, og orkestr- ið vil tí nýta hetta høvi til at byrja jubileums-konsertirn- ar eitt sindur tíðliga. At fáa høvi til at spæla saman við og lata føroyingar fáa møguleika at lurta eftir hornorkesturtónleiki á all- arhægsta stigi halda vit vera ta bestu byrjanina uppá 100 ára hátíðarhaldið. Newtongrange Silver Band er eitt sindur eldri enn Havnar Hornorkestur – orkestrið hevur verið til síðani 1892. Tey seinastu 20 árini hevur orkestrið verið millum tey bestu í Skotlandi. Newtongrange Silver Band spælir Championship Section í Skotlandi, og orkestrið hevur umboðað Skotland í teimum stóru kappingunum, sum bretar skipa fyri árliga millum hornorkestur har. Orkestrið hevur eisini nógvar ferðir verið við í útvarps- og sjón- varpssendingunum, og tey ferðast rættuliga nógv. Til felags konsertina í Norðurlandahúsinum 6. september er ætlanin, at Havnar Hornorkestur skal spæla ein part og at New- tongrange Silver Band skal spæla ein part av konsert- ini. Síðani er ætlanin, at bæði orkestrini skulu spæla saman – eitt ella tvey verk. Sum nevnt er tað sjáldsamt, at føroyingar fáa høvi til at hoyra hornorkesturtónleik á so høgum støði framførd- an í Føroyum, og hetta skuldi tí verið ein kærkom- in møguleiki hjá okkum at lurta eftir horntónleiki, tá hann er bestur. Atgongumerki til kon- sertina við Havnar Horn- orkestri og Newtongrange Silver Band í Norðurlanda- húsinum fríggjakvøldið 6. september kl. 19.30 eru at fáa í forsølu í Kunningar- stovunum í Havn, Fugla- firði og í Klaksvík og í Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin er kr. 100,00. MATINÉ Leygarmorgunin kom- andi kl 11:30 verður matiné í Havnar Kirkju. Hesaferð eru tað børn úr Hvíta- russlandi, ið framføra tónleiku úr heimlandi sínum. Fyri tveimum árum síðani vóru fleiri teirra her í Føroyum á dansi- og sangferð, og vóru tey so fegin um ferð- ina, at tey ynsktu aftur at vitja oyggjaland okkara. Tey eru 40 børn saman við einum 10 vaksnum, harav tveim- um tolkum úr vinar- felag í Danmark. Felagið Dansifrøði, saman við góðum hjálparum, leggja ferð- ina í Føroyum til rætt- is, og skulu tey fram- føra fleiri staðni úti á bygd eisini. Tónleikavitjan úr Skotlandi Matiné við børnum úr Hvíta- russlandi Blaðmenn frá Jaguar Magazine í Onglandi vóru herfyri á vitjan í Føroyum. Teir koyrdu koyrdu við einum nýggjum Jaguar S- Type 3.0 E. Ferða- frásøgn kemur í næsta blaðnum hjá teimum, ið kemur út í november. JAGUAR MAGAZINE Magnus Gunnarsson Vit í Føroyum eru so av- gjørt ikki forkelaði við Jaguar bilum. Hóast tað gjørdi leiðslan í Jaguar Magazin av at gera eina ferðafrásøgn úr Føroyum. Jaguar Magazine kemur út fýra ferðir um árið, og verður sent út til Jaguar eigarar. Tríggir mans vóru í ferðalagnum. Richard Rob- inson frá Jaguar Magazin var her saman við Andrew Ball og einum mynda- manni, ið var farin heima aftur við flogfari, tá vit hittu teir á Hotel Føroyum. Teir hava ferðast kring oyggjarnar, tikið myndir og skrivað eina ferðafrásøgn til Jaguar Magazine, ið kemur út miðskeiðis í november. Vit fara at venda aftur til vitjanina, tá vit fáa blaðið frá teimum og síggja hvat teir hava fingið burtur- úr. Teir vóru í Norðoyggj- um, Eysturoynni og vóru til dømis í Elduvík og Gjógv. Eisini vóru teir uppi á Sornfelli við bilinum. Veðr- ið var sera gott, meðan teir vóru her, so møguleikarnir eru góðir fyri, at talan verður um eina spennandi ferðafrásøgn. Jaguar S-Type Jaguar S-Type kom á marknaðin í 1998. Bilurin er luksusbilur við allari út- gerð, komfort og koyriegin- leikum á sera høgum støði. Teir fáast við V6 ogV8 motori. Í Danmark kosta teir millum 700.000 og eina millión krónur. Bilurin, ið var her fyri Jaguar Maga- zine, hevði V6 motor við 238 hk. Talan er um ein 3.0 litur Ford Duratec motor. Ford eigur Jaguar bilverk- smiðjuna. Richard Robinson frá Jaguar Magazin sigur, at teir hava stóran áhuga fyri Jaguar bilum í Føroyum. So vit koma at síggja bæði gamlar og nýggjar føroysk- ar myndir í Jaguar Maga- zine. Nr. 169 • hósdagur • 5. september 2002 • 76. árg. Jaguar S-Type 3,0 E Motorur 3,0 litur V6 24V við 238 hk 0-100 km/t 8,5 sek. Bensinnýtsla 8,4 km/l Dekkstødd 225/55-16 Stødd og vekt: Longd 486,0 cm Breidd 182,0 cm Hædd 144,0 cm Eginvekt 1600 kg Viðførisrúm 370 litrar Prísur í Danmark kr.740.000,- Jaguar Magazine – ger ferðafrásøgn úr Føroyum Jaguar hava stóran áhuga í myndum sum hesum. Hendan Jaguar Mk.I, við 6 syl. motori, keypti Robert Brockie brúktan úr Skotlandi í 1961/62 Bilurin teir høvdu við sær. Ein Jaguar S-Type 3.0E við leðursetrum og allari hugsandi útgerð Útgevararnir av Jaguar Magazin, geva eisini onnur bløð út, so sum WhatCar, Autocar, Motorsport og Autosport Jaguar tíðarritið C M Y K 16