Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 1982síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 6. november 1982 Liðilig frásegn — orð og setn- ingar verða lagað eftir innihaldi Hanus Andreassen: Við tendraðum lykt- um Segur Perma: Valdemar Dalsgaard Hitt feroyska stu dentafelagið í Keyp- mannahavn 1982 153 siður kr. 80, „Ér veruleikin ikki nóg góður, gykla vit okkum ein annan veruleika“ (s. 34), skrivar Hanus Andreassen m.a. í nýggja stuttsegusavni sínum „Við tendraðum lyktum«, og kann hetta takast sum ein aðaltáttur í hesum seg- unum. Fyri at lýsa veru- leikan fyri okkum sum hann er, og sum hann kann vera, skrivar Hanus um lívið í tí føroyska stu- dentastórbýnum, um fer- oyingin sum kemur heim aftur at vitja, um (reyð- hærdar) kvinnur hann er skotin í, um dreingin Edmund, súm varnast at hann ikki er drongur long- ur; hann skrivar um eina stevnuferð, hann ger til Sólhavnar á Oynni Grenu saman við vinmanni sín- um og andans vini teirra Edgar Allan Poe. Og so skrivar hann um keisaran Karla Magnus. Hanus Andreasen bygg- ir sínar segur upp á ein faldan hátt. Framgangs hátturin frá segu til segu er lítið skiftandi. Fortíð erður ett ot n gd ti stórbýi, drong gt Jar g | rå ett óti kenslum. Hevundi borar í evnunum og forvitnisligar niðursteður Í søguni »Aymée« letur hann hevuðspersónin greiða frá viðurskiftum sínum til fornminnissevn, stavkirkjur, glyptotekir, gamlar borgir og øll hesi husini, sum félk halda tad vera sina skyldu at vitja av og å, og sum tey gera langar og dýrar ferðir til onnur lond fyri at síggja. Hann orkar ikki fyri teimum, og ger alt hann kann fyri at sleppa undan at fara inn í tey. Men hann staðfestir tó, at um hann brúkar sítt vit, dugir hann ikki at síggja, hví ein skal hava nakað ímóti fornum lutum. >Kunnleiki til forn- ar siðmenningar eigur at vera ein neyðugur partur av tí andiligu útgerðini hjá nútíðarmenniskj- anum« (s. 39). Og hetta haldi eg, at Hanus Andreassen undirstrikar fleiri ferðir í søgunum, eitt nú í tí siðseguliga endur- minningarbrotinum »Keis- arin og eg«, sum eg skal koma aftur til seinni. Eitt annað dømi við frålikum symbolikki, sum eisini lys- ir samanbrestin millum fortíð og nútíð, er i søguni „Á hinari breytini«, tá ið hevuðspersónurin setist inn í ein hýruvogn og koyrir niðan á oynna, fer síðani til gongu og sýgur alla ta gomlu mentanina til sín. Umframt at lata hevuðspersónin = uppliva alt hetta, eydnast tað eisini høvundanum at greiða soleiðis frá, at les- arin fær eina >hóming av, at tíðin er ein breyt, og at tú knappliga, meðan tú gongur, dettur niður í- gjøgnum eitt hol - og er á eini aðrari breyt...gjerd- ari úr fortíð og skýming og hógvi, breytini hjá abbum og ommum og langabbum og langommum tínum“ (s. 102). Enn eitt demi skal eg taka fram, sum vísir tann áhuga hevundin hevur fyri = ósystematiseraðum fornminnum. Í seguni „Við Edgar Allan Poe i Sølhavn«, hann Oynna Grønu, sum tann lysir yggin i landi okkara, har I akað hendi. Í dag sært tu alla staðni i Sølhavn minni im ta horvnu gulløldina tóm pakkhús, stongdar krambúðir við brotnum rútum og slottini sum nú standa litfarin og forfallin við flusnandi máling Hann hugsar um ta klipp fiskahvítu helluna, um tær harðmæltu fiskakonurnar, um sluppirnar og reið- ararnar. >Tann tíðin er farin nú... Men minnini eftir hana gera, at tann vitjandi, tá hann er farin avstað aftur, í huganum goymir ein dám av nostalgiskum yndi< (s. 80). — Hetta var nútíðin hjá Martini Joensen, og sum hann viðgjerdi í skaldsegum sínum, hetta er fortíð í dag, og verður vidgjørt sum fornminni bert 50 ára gamalt. Hetta sum Hanus ger: at flætta segu og stuttsegu saman, ger stíl hansar uppaftur meira áhugaverdan. Bygd/ stórbýur ella meginlandid' oyggjarnar er eitt annað evni, sum Hanus Andreassen eisini viðger fleiri ferðir. Í seg- unum >Holdsins morgun“, „Á hinari breytini«, »Keis- arin og eg« lysir hann bygdaumhvørvid, og tað fólk sum myndar hetta umhvervi, bern og vaksin, gestir og vertir. Hann gevur okkum eisini frá líkar lýsingar av tí fysiska umnvørv inum a hesun um, og skrivar so leiðis um fjall DE dalar geilar og tun, at tå kennir teg illani vid, at sita i eini leðurluktandi hornasofu i stórbýnum og lesa hetta. Í søgunum -Aymée<, og „Við Edgar Allan Poe i Sølhavn« letur høvundin persónarnar ferðast frå tí stóra til tað lítla, og gevur teimum leiklut sum eyg- leiðarar. I søgunum »Gull« og »Å leirfotum« eru vit stødd millum ungfólk í einum fremmandum um- hvervi, sum hevundin eisini kennir væl. Og eitt aftrat sum ferð eftir ferð kemur fram í segunum er ein lovprísan av tí vakra og positiva í menniskjanum. Týðiligast haldi eg hetta kemur fram í fyrstu seguni >Bræv til eitt blomstur«, ið er ein kærleikssega til lívið, og appellerar til tað vakra, tað góða í okkum. Eisini kemur hetta fram í teimum kenslubornu, við- hvert nakað drúgvu og einstáttaðu lýsingunum av kvinnuni. Best er Hanus sloppin frá sínum kenslubornu lýsingum í teimum førum, har hann nútíðarmennsikjað nútíðarumhvervið setir inn Í t.d. í landslagslýsingini ís 96) tá ið hann ytst á fjalla bygainaå niðri tromini letur koma undan botninum og lata seg upp sum ein >veldugan málin ing«. Ella tá ið hann lýsir menniskjuni, flutt inn í teir nýggju stu dentagarðarnar »og halda seg vera nýggj. nýggj sum reolirnar úr eik, nýggj sum skriviborðini úr teak- træ.... ís. 27. Un hvervislýsingar hansara eru ofta so sterkar, at tú, meðar. tú lesur, merkir sviðan í eygunum av Ajaxroykinum >ið lekur út igjøgnum lyklarholini í kamarshurðunum eftir hverja káta veitslu« (s. 27). »Keisarin og eg“ eitur síðsta brotið í bókini. Brot, — tí eg haldi at inni- haldsliga er hetta heldur eitt siðseguligt endur- sum eru minningarbrot enn eitt stuttsøga. Hevundin vísir á, hvussu stóran týdning foroysku kvæðaskald- skapurin hevur fyri tey, „ið skriva ella yrkja ella eitast at hava áhuga fyri foroyskum skaldskapi… « (s. 151). Eg haldi, at henda frålika lysingin av kvæda- skaldskapi okkara, sæd fyrst vid óvitaeygum og síðani við vaksnamanna- eygum, hevði betri komið til sín rætt í eini bók- mentasegu heldur enn í einum segusavni. Fráseguhátturin hjá Hanusi er sera liðiligur. Hann lagar orð og setn- ingar eftir tí innihaldi hann skrivar um. Tað liggur raðið fyri hjá honum at orða seg, og kann hann á henda hátt frá segu til segu varðveita sambandið við lesaran. Har hann er mest kenslu- borin kundi teksturin uttan himpr verðið settur upp sum yrking; aðra- staðni kunnu setningarnir verða langir og frágreið- andi við nógvum innskot- um; men hesin skiftandi málsligi stílurin tykist at hava eitt natúrligt sam- band við innihaldið í søg- unum. Viðvíkjandi tí málsliga kann eg bara siga, at eg eri vísur í, at tað er ikki av til- vild, at Hanus nýtir orð sum t.d. betala, begynna, praktfull, aroma. Men hví so brúka orð sum tign, tá ið vit kunnu siga værdig heit. og vindil, tá ið vit kunnu siga sigar? Í fleiri av segunum kom fyri skaldslig brot eitir ut lendskar høvundar, endur FIVIN á upprunamálinum Í hesum sambandi hevur høvundin, aftast í bókini, nakrar viðmerk- hann annað hvort týðir ella greiðir nærri frá fremmandum hugtekum, sum koma fyri í tekstinum. Tá ið farið verður undir at gera við- merkingar til ein tekst, stingur spurningurin seg skjótt upp: hvat skal við- merkjast og hvat skal ikki? Eg haldi, at tað er eitt fínt tiltak við hesum viðmerkingunum, kanska serliga í Hanusar feri, tí hann nýtir = vidhvørt hugtek, ið kanska standa einum óskúlaðum lesara fremmand. Eg sakni tó eina við- skrivað ingar, har merking ella upplýsing, og tað er, tá ið Hanus skrivar um fólkayrkjaran á Oynni Grønu, >ið — umframt at vera ein gudborin spott- ari, hvert hvøssu og væl telgdu tættir fåa handisl- mann, sakførara, prest og prædikumann at skelva å mjuku høgindum — hevur prisad kvinnuni i ørindum sum hesum« (s. 79). Sidani verður eitt erindi prentað, og tað er eyðsæð av oman fyri endurgivna broti og av ørindinum, at hetta erindi eigur Hanus Andreassen ikki sjálvur, hóast einki er viðmerkt um hetta. Lýsingin av fólkayrkjaranum minnir ikki sert um eitt ávíst foroyskt skald, og erindið finna vit aftur í yrkingini hjá Poul F., ið byrjar: Tú dregur meg, sum ein magnetur (Ramar risti hann rúnirnar, s. 13). Nú vil onkur siga, at hetta eru smáting og hevur einki við tað skalds- liga at gera. Eg haldi, at smáting kunnu eisini vera við at oyðileggja tað skaldsliga virði. Tá ið vit í skaldskapinum endurgeva okkara egnu hevundar, hví so ikki upplýsa um tað? hví bara upplýsa tá ið vit endurgeva Solsjenit- syn, Rosu Luxemburg, Shakespeare og onnur. Segurnar hjá Hanusi Andreassen eru góðar, tær eru skrivaðar soleiðis at lesarin verður sitandi, til hann er liðugur. Kanska kennir hann seg sjálvan aftur onkustaðni? Kanska roynir hann at finna fram til hver persónur líkist mest? Ti hóast flestu segurnar eru skrivaðar í | eru nógvir fiktivir persón- ar til staðar. Tá ið eg las um Onnu í søguni »Å leir- føtum«, helt eg meg hava funnið fram til hverji krøv ein góður hevundur setir til góðar søgur: »Anna er beint frameftir, har eru eingi skot og eingir myrkir krøkar. Anna er heil, tad er ti, hon krevur nakað av ødrum, tad er ti, hon er glad uttan fyrilit, og tad er eisini tí, hon viðhvert kann tykjast keld og náði- leys, hon hýsir ongari mis- kunn við tí, sum er hálvt, veikt, ikki lidugt...« (s. 31—32). hevundanun person, so Martin Næs —