Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. november 1982síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

gere Nr. 115 — 9. november 1982 - Umborð á Sólborg fyrr í ár, tá stjórin í japanskari fiskivinnufyriteku vitjaði. Á myndini eru umframt japanarin eisini ídnaðarráðgevin, reiðarin á Solborg og teir báðir skipararnir, ið vanliga fera skipið olborg fiskar til Japan Við umborð á føroyska rækjutrolaranum, Sól- borg, sum í letuni roynir í canadiskum sjógvi við Vesturgrenland, er ein japanskur eftirlitsmaður. Hann er við fyri at leggja manningini lag á, fyri at ráu rækjurnar, sum japanesarar skulu keypa frá Sólborg, eru júst soleiðis hagreiddar, sum japanski brúkarin ynskir tær. Sólborg hevur roynt í góða viku og fingið umleið 60 tons. Teir hava havt nakað av byrjunartrupul- leikum vioð útgerðini, men nu riggar hon sum hon skal. Fyri at kunna selja japanarum ráar rækjur, skulu ymsar broytingar gerast umborð. T.d. krevur keyparin at veran verður fryst beinan- vegin. Tískil hava teir fingið tríggjar vertikal- frystarar umborð. Eisini pakningurin er eðrvísi. Ístaðin fyri at pakka tær í 5 kilo eskjur, so vilja japanarar hava tær í 1 kilo eskjum. Rækjurnar verða so landaðar í Danmark, fara higani til Hamburg og so til Japans. Tað gongur umleið 1 mánaði, til tær koma fram. Prísurin í Japan er góð- ur fyri hesar rækjurnar. Teir lata millum 32 og 35 kr. kilo, meðan prísurin í Europa fyri hesar rækjur er um 20 til 22 kr. kilo. Sammeta vit við tær smærru svalbardsrækjur- nar er prísurin fyri tær bert 17 kr. kilo. Tað er eitt sindur meira av arbeiði at gera rækjur- nar uppá japanska mátan, men tær verða so ikki kók- aðar, og tí missa tær ikki so nógv í vekt heldur. Ístaðin verða tær drukn- aðar í eini ávísari japansk- ari blauding av ymsum evnum. Sólborg skal gjalda canadiarum fyri fiskiloyvi 2,50 kr. kilo, og fyri rækj- ur sum verða seldar fyri meira enn 26 kr. kilo, skulu latast 3 kr. kilo í av- gjaldi. Japanarar hava higartil fingið nekur tons av ráum rækjum úr Feroyum sum eina roynd. Nú verður so talan um hundraðtals tons, alt eftir hvat vit eru ferir fyri at lata. Annars eru grenlend- ingar í ferð við at leggja seg eftir japanska mark- naðinum við ráum rækj- um. Sum steðan er nú eru tey grønlendsku skipini ov smá at framleiða uppá japanska mátan. Nógv frystiútgerð krevst, tí skulu fleiri skip leingjast og umbyggjast. Hvat viðvíkur Sólborg, so skuldu her verið góðir meguleikar at fingið nógv burturúr, um so er at hon fær fiskiloyvi í framtíðini. Skipið hevur í letuni orku at frysta eini 40 til 50 tonsum degnið. Báturin lastar 500 tons. Siga vit nú, at hann ger fýra túrar um árið, kann hetta geva 2.000 tons av rækjum, sum skipið einsamalt klárar at fiska og viðgera. Her er so talan um eitt samlað seluvirði til japanska marknaðin uppá einar 60 mill. kr. At hesi tel ikki eru tikin í leysari luft sæst, um vit hyggja eftir danska báti- num Ocean Prawns. Hann hevur í ár selt til japanska marknaðin fyri millum 40 og 50 mill. kr. Her hevur so verið talan um tær heilt stóru eysturgrenlands- rækjurnar fyri 50 kr. kilo. Ocean Prawns er nakað minni enn Sólborg. Men alt stendur og fellir við fiskiloyvunum. Tað má so tíðin vísa. jan Gággufelag stovnað í Gøtu Gággan er góð bæði til agn og matna Herfyri varð eitt nýtt felag sett á stovn í Getu við tí endamáli at veiða og viðgera gággur Felagið hevur fingið navnið MUREX. Parta peningurin er 50.000 kr, og eru fleiri mans við i fel- agnum Ahugin menn at fara undir gággu- vinnu er stórur. Ein orsek til at menn nú eru farnir undir at tosa um eina nýggja vinnu: gággu vinnu, er tann, at í dag er ein maskina tek, sum kann taka matin úr gágg- unum. Hetta hevur verið neyðugt at gera við hond fyrr, og tað hevur ikki verið lenandi Maskinan, sum talan er um, er leigað úr Japan. Tað er felagið Atlantic Shellfish, sum hevur fingið hesa maskinu til leigu og sett hana upp í Getu. Har hava so getumenn sum eina byrjan roynt at framleiða nakað av gággu til agn. Ein av stovnarunum av nýggja partafelagnum í Getu, Martin Juul Jarn- skorð sigur, at ætlanin er millum getu- at fara undir at vinnu burturav veiða og viðgera Hann heldur, at sera nogv til at so nogv, at einki hindurs fyri at veida fleir tusund tons av gåggu Higartil er avmarkað vid råsum, men teir sum hava roynt eitt nu í Norð og í Eystur oynni fáa rættiliga nógv Ftlanin er ovggjum uppa rusuna nú at Murex og Atlantic Shellfish skulu leggja eitt samarbeiði til rættis Ætlanin var at avskipa 10 tons av gággumati til Japans fyri nýggjár, men her er so einki gjert enn Orsekin er tann, at menn bíða eftir endaligum svari úr landsstýrinum um fígging til eitt royndar- projekt. Menningargrunnurin hevur játtað pening til hetta projekt, men vil hava, at landsstýrið skal lata sín part, áðrenn Menningargrunnurin rind- ar sínar pengar til gággu menninar Are teimum mongu kundunum - Nyggju hølini hjå Marr & Co. Yviri vid Strond. Her eru nå råmligar umstødur at taka sær av Sil — laksur Fiskasølufelagid Marr á Co. hevur higartil i år selt 67 tons av fiski til eitt samlad virdi uppå 2,7 mill. kr. 51 tons eru sil og 16 tons laksur. Fiskurin kemur frá ymsum alistødum i landinum, og tað mesta er farið til Danmarkar til royk- ingar Jóhan Mortensen á Marr á Co. sigur, at eftirspurning- urin eftir sílum og laksi er sera stórur, og hevur hann góðar vónir um framtíðina hjá hesi vinnu Roknast kann við, at fer- oyskir alarar í ár fara at selja fyri umleið 10 mill. kr. Hetta er so fyrsta árið, at verulig sela av alifiski er Annars hava tey á Marr á Co. úr at gera. Hummaratíðin er byrjað aftur, og felagið selur allan tann feroyska hummaran, ið fer av land- inum. Í fjer vórðu útflutt umleið 50 tons fyri góðar 2 mill. kr - hummari o. a. Nú er so ætlanin a skipa ] tons av hummara k una. Veidan eftir hummara feroysku firðunum byr oktober. Tað frætt nógv er til av Skálafjerðinum og firði. Hummarin er st hummara Annars arbeiðir Marr & ( vid sølu av svartkjaftavø til Bretlands umframt oðru fiskaúrdráttum jan