týsdagur 9. november 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 115 —
9. november 1982
Óvanlig støda hjá Havnar Judofelag:
Noyðast at avmarka tilgongdina
Havnar Judofelag hevur fingið ein nýggjan
»trupulleika«: tilgongdin hevur verið so stór
síðani summarferiuna, at nú er ikki pláss fyri
meira, og felagið noyðist at biðja tey, sum nú
koma at melda seg inn í felagið, um at bíða til
næsta ár
Havnar Judofelag byrjaði
í ár venjingina aftur í sep-
tember eftir summarferi-
una. Venjingin fer aftur í
ár fram í niðaru hell í Tórs-
havnar Kommunuskúla.
Vant verður mánakveld
og mikukveld frá kl. 19,00
til 22,00.
Men i år er stødan
heldur óvanlig. Tilgongd-
in av bernum í aldrinum 7
til 14 ár er so stór, at
Havnar Judofelag sá seg
noytt til at steðga til-
gongdina, soleidis at ikki
fleiri limir verda tiknir i
felagid i år, og tey, id hava
ætlanir um at idka judo,
verða noydd at bíða til
næsta ár.
Sosialurin = var eitt
kveldið og vitjaði meðan
vant varð. Tað kveldið
vóru umleið hálvthundrað
børn og vandu.
Vit spurdu Jan Gunt-
her, venjara, hvi tilgongd-
in var so stør i år.
— Tad eru å hvørjum åri
heilt nógv, ið byrja at
venja, tá vit byrja eftir
summarferiuna, sigur Jan.
— Men fleiri fella frá sum
tíðin líður, ti tey finna út
av, at judo kanska ikki
just er nakað fyri tey, ella
av eðrum orsekum.
— Men í ár sýnist sum
um tey flestu halda fram,
og fleiri eru komin afturat
alla tíðina síðani vit byrj-
aðu, sigur Jan Gúnther.
— Hvussu eru umstoð-
urnar at venja við so nógu-
um í senn?
— Umsteðurnar eru
vánaligar til so nógv fólk.
Vit kundu lættliga brúkt
dupult so nógvar tímar,
men sum er, er ómeguligt
at fáa fleiri tímar.
— Hevur Havnar Judo-
felag ætlanir um at fáa sær
aðrar venjingarumstoður?
— Ja, vit hava ætlanir
um at byggja okkum egin
venjingarhøli.
— Nær verður tað gjørt?
— Tað verður gjørt um
vónandi ikki so langa tíð,
sigur Jan.
— Vit hava fingið
grundstykki til vegar frá
býráðnum, og tekningin er
gjørd. Endaliga byggi-
loyvi er ikki fingið, men
vit hava fingið at vita frá
býráðnum, at tekningin er
góðkend, so vónandi
verður farið í gongd við
byggingini um ikki so
langa tíð.
Men aftur til venjing-
ina. Hvussu fer venjingin
fram í dag?
— Venjingin fer soleiðis
fram í dag, at bernini
millum 7 og 14 ár venja
frá kl. 19 til kl. gott 20, tá
tey eldru koma. Higartil í
hvussu er, hava vit bert
vant judo við bernunum,
meðan tey vaksnu hava
vant bæði judo og jiu-
jitsu.
— Er tað vanligt bæði at
venja judo og jiu-jitsu?
— Ja, vanliga reglan er
tann, at dreingir at byrja
við venja judo og gentur
jiu-jitsu, til tey hava
fingið gult belti. Tá tey
hava fingið gult belti,
kunnu tey velja ímillum
judo ella jiu-jitsu ella
bæði.
Hvat er munurin á
judo ella jiu-jitsu?
— Jiu-jitsu er ein háttur
til sjálvverju, meðan judo
er ein kamypítróttur, ið
bert kann íðkast við ser-
ligari útgerð og undir ser-
ligum umstødum.
Tú nevndi, at
vaksnu eisini nú
bæði judo og
tey
venja
jiu-jitsu,
Jan Gúnther, venjari, vísir saman við Jákup Poulsen hvussu tey skulu kasta
við »Uki-Goshi«, meðan bornini hyggja eftir við áhuga
hvussu er býtið millum
hesar greinir?
— Sjálvt um talið
millum tey vaksnu ikki
hevur verið eins stórt sum
hjá børnunum, hava tað
hvert kveld verið fleiri
bæði til judo og jiu-jitsu.
Okkurt kveldið hava vit
eisini bert vant judo og
okkurt kveldið bert jiu-
jitsu, men flestu kveldini
hava báðar greinirnar
verið á skránni.
— Her kann skoytast
upp í, at tað nú aftur
rættuliga er komið gongd
á jiu-jitsu-venjingina í fel-
agnum aftur. Orsekin er
tann, at nú hava vit ein
Aðrenn venjingin byrjar og tá hildið verður upp at, savnast oll venjandi rundan um venjaran og heilsa
upp á hvønn annan
Jiu-jitsu-venjarin, Claus
Jákup Poulsen hvussu
gerast
dana, sum arbeiðir í Fer-
oyum, sum tekur sær av
venjingini. Fyrr hevur
trupulleikin verið, at verj-
arar hava havt ólagaligar
arbeiðstíðir, sum hava
verið til hindurs fyri reglu-
ligari venjing.
— Nú hava vit so fingið
bett upp á tað, og tað vísir
seg, at áhúgin fyri jiu-
jitsu nú aftur er vaksandi,
segði Jan Gunther, venj-
ari og næstformaður í
Havnar Judofelag. at
enda í samreðuni við Sosi-
alin.
Formaður i Havnar
Judofelag er Sven Nørs-
LT
#
við
skal
vísir saman
teknikkurin
Vester,
hesin
pand. Hann sigur við Sosi-
alin. at HJF um stutta tíð
fer at gera eitt skriv, sum
bernini skulu taka við
heim til foreldrini. Í
hesum skrivi verður greitt
frá, hvat tað er, ið bern
teirra venja. Eisini verður
greitt frá, hvat fer fram
undir = venjingini. sam-
stundis sum heitt verður á
foreldrini um at tryggja
bernini í kollektivu ítrótt-
artryggingini, sum Judo-
sambandið hevur gjort við
Tryggingarsambandið
Feroyar. Hendan
ing fevnir m.a
skaða
tryvgg
um tann