Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. november 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

barnakonum Hóast teknologiska fram- gongdin at tryggja barna- konum, tá tær skulu eiga, hevur verið stór í okkara tíð, so er framvegis lítið gjert fyri, at barnakonur eftir føding kunnu kenna seg væl Hetta hevur Jenny Kragesteen, sjúkrasystur og 1. hjálparfólk á feði- deildini á Landssjúkra- húsinum roynt at beta upp á. Jenny Kragesteen hevur gjert eina uppfinn- ing, sum er so einfeld og tó framúrskarandi, at hon hevur sekt og fingið upp- finningina patenttryggj- aða í Danmark Uppfinningin er ein brósthaldari, ætlað til kvinnur, sum hava barn á brósti Brósthaldarin er úr bummullsklæði í tveimum legum framman við elastik rond, sum stuðlar bróstini Elastikrondin ger eisini, at kvinnan kann leggja eitt klæði innan- fyri, um tað er neyðugt. Umframt hetta, so er brósthaldarin soleiðis í skapi, at hann kemur væl upp á hálsin aftan, so tyngdin ikki bert liggur á asklunum, samstundis sum bróstini ikki verða kroyst óneyðuga nógv. Uppfinningin er ikki bert gagnlig fyri feði- kvinnur, men eisini fyri seingjarklæðini 0.0. klæði, sum barnakonur nýta, tá tær liggja á song. Nú er ikki neyðugt at skifta seingjarklæði fleiri ferðir dagliga, tí brósthaldarin tekur móti vætu, og er lættari at skifta út, so óneyðugt vask verður spart. Jenny Kragesteen sigur, at hon hevur arbeitt á fødideildini síðan henda varð stovnað í 1968. Til- samans hevur hon arbeitt sum sjúkrasystur í 32 ár, so hon veit hvat sjúkling- unum tervar Vanligt er, tá kvinnur hava átt og mjólkin byrjar at seta til, so rennur væta frá bróstunum, sigur Jenny og heldur fram: Vit hava higartil nest eitt klæði innanfyri sjúkraskjúrtuna hjá barnakonunum við læsi nál, men hetta er ikki so fittligt, tí tær eftir stutta tíð verða gjøgnumbloytt- ar, og noyðast at skifta frá uttast til innast, umframt seingjaklæði fleiri ferðir dagliga Ein dagin eg kom heim úr arbeiði setti eg seymimaskinuna fram eftir at eg hevði hugsað um, hvussu hesin spurn- ingur kundi loysast Urslitid var so einfalt, at eg tók brósthaldarin við til arbeiðis, og bað eina barnakonu royna hann Barnakonan helst bróst- haldarin verða framúr- skarandi, og onkur bað meg royna at fáa patent upp á uppfinningina Eg vendi mær til Idnad- arráðstovuna, og har vóru tey fús at hjálpa mær at sénda umsókn til patent- skrivstovuna í Keyp- mannahavn, hiðani vit fingu boð beinanvegin, at umsóknin varð játtað at taka upp til samráðingar. Slíkt tekur langa tíð, umleið tvey ár í hesum feri, men meðan umsóknin er til viðgerðar á patent- skrivstovuni er uppfinn- ingin samstundis vard, so eingin annar persónur kann fáa loyvi at brúka hesa, uttan umsekjarin. Meðan patentskriv- stovan arbeiddi við mål- * Síða 10 og 11 Leygardagur 13. november Einfald uppfinnin loyst trupulleikar hjá Orð og myndir: Dagny Joensen Jenny Kragesteen sæst her við einfoldu uppfinning síni, sum hon hevur fingið patent uppá. Við síðuna av sæst skjal- ið frá patentskrivstovuni í Keypmannahavn, sum tryggjar brósthaldarin og einarætt til fram inum, royndi eg at fáa framleiðslu í lag. Vit vendu okkum til framleið- ara í Klaksvík, sum gjørdu tær fyrstu roynd- irnar. Av tí at teir har norðuri ikki høvdu røttu seymimaskinurnar, fekk eg samband við framleið- ara í Ikast, sum nú er farin undir roynd at framleiða. Hvat hevur verið nýtt á feðideildum í Danmark? — Tá eg fór til Dan- markar at tosa við patent- skrivstovuna, kannaði eg samstundis á sjúkrahús- um og feðideildum har, hvat var nýtt til barna- konur. Tað visti seg, at har nyttu tey klædi og læsinål, eins og altíð hevur verið gjørt. Tó høvdu tey á eini fødideild svenska uppfinn- ing, sum líktist minari, men har vóru so nógvir bendlar sum skuldu bind- ast saman, at barnakon- urnar ikki tímdu at brúka hetta. — Eg havi eisini spurt kvinnur, sum hava átt í hinum Norðanlondunum um slíkt fyribrigdi, men tær kenna einki til annað enn klæði og læsinál, sigur Jenny Kragesteen. Uppfinningin hjá Jenny Kragesteen verður nú brúkt i Føroyum, men um- framt hetta, so eru fødi- deildir i Danmark eisini áhugað fyri at royna brósthaldaran. = Orsakað av sparitidunum í Dan- mark, er ikki rættulig gongd komið á málið enn. Hvat kann slíkt patent annars nýtast til? — Eitt patent merkjur, at uppfinning er vard so- leiðis, at eingin annar enn tann sum hevur fingið patentið, kann nýta tað. Umframt hetta so er slíkt patent vart í 17 ár fram- yvir. — Eg kann tó sjálv av- gera, um eg skal nýta tað Xslu 17 ár frameftir ella selja tað til framleiðara Hevur tú ætlanir um at selja uppfinning tína? Nei, so langt er tað kki komið enn. Fyribils royni eg at fáa fram- leiðsluna í gongd, og at selja veruna sjálv, — ann- aðhvert til stovnar ella beinleiðis til barnakonur, sum hava áhuga fyri at keypa Fyribils er nóg mikið at takast við, sigur Jenny og skoytir uppí, at framtíðin fer at prógva, um uppfinn- ingin er so mikið góð, at hon kann bera seg