týsdagur 16. november 1982síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
55. årg. * kr. 4,-
Nr. 118 x tysdagur 16. november 1982
frælsi javnaður brødralag
Húsið liðugt og
nú koma svinini
Lítið arbeiði
i væntu tå tann
Hotel Føroyar skal verða liðugt til 1. mei næsta år. Her er tað Phil & Søn, sum hevur
tað nógva av arbeiðinum
— Eg ivist stórliga i, um tað er rætt, at vit »innflyta« út lendska
arbeiðsmegi fyri at gera tey nógvu byggiarbeidini liðug í skundi
Aftaná vísir tað seg oftani, at hesi arbeiði, sum útlendingar oft
ani hava projekterað eisini, eru so illa gjørd, at føroyskir hand-
verkarar mugu gera nógv av arbeiðinum umaftur. M.a. hetta
sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag, Hegni Højgaard.
i samrødu vid Sosialin i dag.
Sida 4 og 5
(Av misgåum er komið at standa á síðu 5, at framhald er á síðu 12. — Framhaldið er á
síðu 4).
Skipasýnið fer ikki
at krevja salt-
flutning steðgaðan
X
Skipasýnið fer ikki at krevja, at saltflutn-
ingur í sekkjum verður steðgaður.
Tvey skip, Star River og tað íslendska
Suðurland, eru í ár sokkin norðan fyri
Føroyar. Bæði á veg úr Feroyum til Ís-
lands við salti í sekkjum.
Tá Star River fór, hoyrdist, at tað er ó-
forsvarligt at flyta salt í slíkum sekkjum.
Eisini á Skipasýninum hevur hesin
spurningur ivaleyst verið frammi. Tí tá
Elsa F lossaði salt til Íslands í síðstu
viku, var fólk frá Skipasýninum hjástatt.
Men har var onki at finnast at, sigur Emil
Petersen, skipasynismaður. Hann sigur,
at Skipasynið hevur ikki sett fram nakað
krav um, at hesin saltflutningur verður
steðgaður. Hann sigur, at tey bæði ohapp-
ini í ár tala fyri seg sjálvi, at tað krevur at
vera ansin, tá slíkur farmur skal flytast.
hd
Hetta er saltlastin, Elsa F fór við til Íslands í síðstu
viku. Eitt tons er í hverjum sekki. Bundið verður ikki
fyri sekkirnar. Sekkirnir eru úr glasfiburi