týsdagur 16. november 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 118 — 16. november 1982
nevniliga at tey feroysku
byggifelegini í steðugt
sterri mun verða sett út
av spælinum — við tí
máta tað verður projekter-
að og bygt uppá í dag.
— Men er tað ikki neyð-
ugt í åvisum førum at fara
av landinum eftir eitt nú
lidnum bygningum?
— Ein sigur hetta er
neyðugt í dag. Men lat
okkum bert fara nekur ár
aftur í tíðina, tá studenta-
skúlin skuldi byggjast. Tá
frættist, at eini svensk ele-
menthús skuldu setast
upp í Hoydelum. Tá fóru
meistarafelegini til lands-
stýrið og segdu, at tey
fóru at leggja forðingar í
vegin.
Hetta trystid gjørdi, at
skúlin varð teknaður í
Føroyum og gjørdur av
føroyskum feløgum. Og
har stendur hann so i dag.
Tad vit kunnu læra av
hesum er, at tad ber ikki
til, at alt skal gerast uppå
stytstu tíð, ti skal tað
ganga út yvir samfelagið
sum so, so er lítið vunnið.
— Hvussu metir tú
framtíðina til arbeiði?
— Fyri tveimum árum
síðani vóru menn svart-
skygdir. Men so komu
ymisk arbeiði í gongd. Nú
skal so SEV meguliga
undir útbygging, so tað
hevur helst brúk fyri
nakað væl av fólki.
Arbeiðsloysisstuðul
Vit spurdu nú formannin í
Havnar Handverkarafel-
ag, hvat felaigð kann gera
fyri teir limir, sum gerast
arbeiðsleysir?
— Til hetta sigur hann,
at felagið einki annað
kann gera við tað enn at
royna at skaffa monnum
arbeiði aftur. Annars
hevur felagið ein arbeiðs-
loysis- og verkfallsgrunn.
Limirnir gjalda 40 kr. í
limagjaldi um vikuna, og
av hesum fara einar 20 kr.
í henda grunn.
Hegni Hejgaard sigur,
at ongar reglur eru fyri at
gjalda úr hesum grunni til
arbeiðsleysar handverk-
arar og tí hevur heldur
ongantíð verið goldið út til
hetta endamál. Pening-
urin er meira ætlaður til
verkfallsendamál.
— Men áttu hesar reglur
ikki at verið gjerdar?
— Tað eru ymsar mein-
ingar um tað. Summi
halda, at reglur um
arbeiðsloysisstuðul mugu
ikki vera, tí tað fer at
verða misbfukt. Roynt
eigur heldur at verða at
skaffa monnum arbeiði.
Aðrir vilja so vera við, at
tað altíð vilja vera nakrir,
sum koma í eina ringa
steðu, áðrenn ein almenn
ella onnur reglugerð um
arbeiðsloysisstuðul kemur
í gildi. Tí áttu hesir at
fingið onkra hjálp.
— Hvat heldur tú sjálv-
ur?
— Eg havi einki ímóti at
menn fáa hjálp eitt nú frá
felagnu. Men tað kann
skapa presedens, um fel-
agið skal taka steðu til
nær ávísir menn treingja
til stuðul. Tað vil vera
tengt at, hvat stjórin
sigur og teir menn, sum
sekja. Her fer helst at
verða mismunur gjerdur,
um ein vil tað ella ikki.
— Men hví gjalda í
arbeiðloysisgrunn tá
eingin slíkur virkar?
— Tað eru nógv ár,
síðani hetta kom í lógina.
Eg rokni við at teir, sum
gjørdu lógina, hava hugs-
að um at savna pening fyri
eftirtíðina.
Ung í læru
Hvat skulu meistarar gera
tá teimum tervar fólk og
tit ikki halda, at teir skulu
innflyta útlendskar hand-
verkarar?
— Tá eiga meistararnir
heldur at taka arbeiðs-
menn, sum tá kunnu
arbeiða saman við hand-
verkarum. Vit hava eisini
mælt meistarunum til, tá
teir mangla fólk, at taka
ung í læru, tí so hava teir
handverkarar, tá ein tíð er
farin. Tað skuldi so hjálpt
uppá arbeiðsloysi hjá ung-
dóminum og hetta hevði
avlastað skúlarnar.
Hetta skuldi borið ser-
liga væl til innan ávís fak
eitt nú timburfakið, men
tað er eðrvísi innan t.d.
sveisarafakið. Her er skip-
anin tann, at vit hava ein
maskinskúla. Fyri at
sleppa á skúlan, skal ein
hava verið í læru á eini
smiðju. Vanliga standa
menn fýra ár í læru,
áðrenn teir fara á maskin-
skúla. Nú er tað so, at
lærir ein til sveisara, sum
tekur tvey ár, og so er í
smiðjuni ella dreyguverk-
staði í eitt hálvt ár, er
hetta nóg mikið til at
sleppa á maskinskúla. So
eingin ella fáir vera ver-
andi á arbeiðsplássinum.
— Hvat kunnu vit so
gera við hetta?
— Eg veit tað ikki. Ein
kann neyvan nokta fólki
at fáa meiri lærdóm.
— Ein hoyrir av og á
meistarar siga, at tað er ov
dýrt at hava lærlingar.
Hvat heldur tú um tað?
— Eg haldi ikki, at tað
er dýrt hjá meistarum at
hava lærlingar. Í nógvum
forum kann verða talan
um bíliga arbeiðsmegi. Alt
arbeiði er ikki líka krevj-
andi. Innan nógv fak fær
meistarin fulla nýttu av
lærlinginum eftir bert
stuttari tíð.
— Nevndarlimir í Lær-
lingafelagnum segdu í
samreðu í Sosialinum her-
fyri m.a. at lærutíðin er ov
long. Hvat heldur tú um
tað?
— Tað er rætt, at tað eru
nógv, sum halda, at fýra
ára lærutíðin er ov long.
Tað er gamalt her hjá
okkum, at lærutíðin innan
ell fak, er 4 ár. Sjálvur
haldi eg, at lærutíðin átti
at verið minkað.
Reglugerð fyri
spesialarbeiðarar
— Hvat heldur tú um at
útbúgva spesialarbeiðarar
í Feroyum?
— Eg veit, at summir
handverkarar eru ímóti ti.
Meðan aðrir so halda, at
tað er rætt t.d. at hava
skeið í forskalling, so hesir
kunnu avlasta timbur-
menninar. Hetta kundi
sjálvsagt verið gott í eini
tíð, har nógv arbeiði er,
men hvat so tann dagin, tá
arbeiði minkar! Tá eigur
timburmaðurin sjálvandi,
at hann hevur rætt til
arbeiði, og so verða hinir
uppsagdir.
Sjálvur haldi eg, tað er
tiltrongt við eini reglugerð
fyri spesialarbeiðarar,
serstakliga útlendingar,
sum koma til landið. Ein
slík reglugerð kemur
skjótt. Hon fer at siga
nakað um, hverji rættindi
spesialarbeiðarar = skulu
hava í felagnum.
Hegni Hejgaard sigur
víðari, at upprunaliga var
Handverkarafelagið stovn-
að uppá at bert fólk við
sveinabrævi eru limir.
Spesialarbeiðarar har-
afturímóti hava í nógvum
forum lært í fáar vikur, so
skulu teir hava somu rætt-
indi í felagnum, so er
grundarlagið tikið undan
tí.
Reglugerðin fyri spesial-
arbeiðarar skal gerast,
uttan at hon fer at diskri-
minera ov nógv, men eg
eri bangin fyri, at vit eru
noyddir at diskriminera
eitt sindur
Siga feroyingum
upp fyrst
Høgni Højgaard heldur
annars, at tað eisini er ein
hjá einum fer-
ippgåva
oyskum byggiharra, at
meta um, antin tað er
moralskt rætt at taka út-
lendingar ella ikki. Tað er
hann, sum ger av, hver
skal vera í arbeiði.
— Tá hesir menn so eru
limir í einum feroyskum
felag, og vit fáa arbeiðs-
loysi, tá ber ikki til at
pilka útlendingarnar
burturúr.
— Eg eri bangin fyri, at
nógvir arbeiðsgevarar
vilja siga føroyingum upp
fyrst. Tá fleiri hundrað
mans gjerdust arbeids-
loysir í Grenlandi herfyri,
tá vóru tåa bert nakrir
heilt fáir danir, sum miistu
arbeði, meðan teir flestu
vóru grenlendingar. Verð-
ur ikki rætt atborið her
hjá okkum, kann sama
sega endurtaka seg her,
um vit fáa arbeiðsloysi.
Víðari sigur formaðurin
í handverkarafelagnum, at
ein hevur sæð og hoyrt so
nógv. Tað vísir seg á
nógvum úttalilsum, at før-
oyingar nytta ikki til
nakað. Utlendskir hand-
verkarar arbeiða nógv
skjótari osfr. Byggimeist-
arar siga, bart ut at før-
Framhald á síðu 12
Enn er nógv bygging í Havn
4
EF
445481
5
#17)
A sek 8 DD
N
—
Jóannes Dalsgaard, logtingsmaður:
Flokkurin ikki broytt
áskoðan men ásannar at
landsstýrið ferir ongan
arbeiðsskapandi politikk
— Hóast Javnaðarflokk-
urin hevur lagi uppskot
fram á Tingi um at ein
nevnd skal gera uppskot
um almenna arbeiðsávís-
ing og arbeiðsloysisstuðul
hevur hann kortini ikki
broytt áskoðan í vinnu-
politikki = sínum, sigur
Jóannes Dalsgaard, fram-
segurmaður i arbeiðs-
marknaðarmálum.
Tað eru fleiri, sum hava
spurt, um flokkurin hevur
broytt áskoðan, tí áður
hevur flokkurin verið
ivingarsamur í spurning-
inum um eina arbeiðs-
loysisskipan. Sosialurin
hevur spurt Jóannes Dals-
gaard:
— Flokkurin hevur enn
sum áður ta áskoðan, at
besta arbeiðsloysistrygd-
in er at føra ein arbeiðs-
skapandi politikk bæði á
Tingi og í kommunum.
Jóannes Dalsgaard vísir
á, at flokkurin er ikki farin
burtur frá sjónarmiði
sínum, men uppskotið er
ein ásannan av, at tað sær
ikki ljóst út fyri einum ar-
beiðsskapandi politikki,
so leingi borgarliga sam-
gongan situr í Tinganesi.
Landsfundar-
samtyktir
Harafturat hevur lands-
fundurin, sum er hægsta
vald floksins, tvey tey
seinastu árini í fundar-
samtyktini sagt: Í 1981
»Landsfundurin metir, at
tað er neyðugt at seta á
stovn arbeiðsloysistrygg-
ing og landsumfatandi
arbeidsåvising«. og í år:
»Landsfundurin åleggur
tingbólkinum saman við
floksins arbeidsnevnd at
gera uppskot til log um
føroyskan arbeiðsloysis-
studul at leggja fyri Ting-
ið á ólavseku-.
Eisini vísir Jóannes
Dalsgaard á Virkis-
skránna hjá flokkinum.
Um henda spurningin
sigur hon m.a.: >Flokkurin
leggur dent á, at øll verða
tryggjað móti innteku-
missi vegna óarbeiðsferi,
av sjúku, vanlukku ella
arbeidsloysi«.
Annars sigur Jóannes
Dalsgaard, at flokkurin er
greiður yvir, at tað kann
vera torfert at definera
arbeidsloysi í Føroyum við
tí vinnumynstri, vit hava.
— Eisini er flokkurin
greiður yvir, at tað ikki
uttan víðari er meguligt at
seta á stovn sama slag av
arbeiðsloysistrygging,
sum til demis er galdandi í
Danmark.
— Eisini er flokkurin
greiður yvir, at tað ikki
uttan víðari er meguligt at
seta á stovn sama slag av
arbeiðsloysistrygging,
sum til demis er galdandi í
Danmark.
Broyting av forsorg-
arlógini blokerað
— Men nakað má gerast,
ti í løtuni er stødan tann,
at einasti meguleiki, tey
arbeiðsleysu hava, er
styrkveiting eftir forsorg-
arlógini.
Ætlanin er at broyta
hesa lógina og gera hana
meira tíðarhóskandi, men
meirilutin av landsstýr-
inum hevur blokerað
hana. tí talan er eisini um
styrk til arbeiðsleys. Men
henda lógin kann kortini
ikki sammetast við veru-
ligan arbeiðsloysisstuðul,
sigur Jóannes Dalsgaard.
Javnaðarflokkurin hev-
ur skotið upp, at nevndin
sum skal kanna arbeiðs-
loysisspurningin og koma
við uppskotunum, skal
setast saman av
umboðum fyri fakrersluna
og fyrisitingina.
Áheitan frá F. A.
Fakfeløg — t.d. Føroya
Arbeiðarafelag — heitti í
vár á Tingið um at fáa
kannað allan spurningin í
samband við arbeiðsloysi.
Somuleiðis heitti FA á
Tingið um at umhugsa al-
menna arbeiðsávísing og
arbeiðsloysisstuðul.
Orsekin til, at FA sendi
hesi skrivini var hon, at
arbeiðsloysi gjerdi vart
við seg ymsastaðir í land-
inum. Og í seinastuni eru
fleiri arbeiðsfólk í Havn
send heim.
Uppskotið skuldi koma
til 1. viðgerð seint seinra-
partin í gjár.
jo-mo