hósdagur 18. november 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
síða 4
tíðindahlaði
VV UAVIAaVIU
= -
Nr. 119
18. november 1982
Ynskiligt at uppskotið var 0-
neyðugt - men tað er ein neyð-
loysn
— Uppskotid er eingin loysn, men ein
verdug neyðloysn. Forsorgarløgin er ein
biddaragongd, og hvor kann liva fyri 4000
kr. um mánaðin, spurdi Jóannes Dals-
gaard. Uppskotið um at kanna arbeiðs-
loysisspurningin fekk misjavna undirtoku
á Tingi
— Vit hevdu sjálv-
sagt ynskt, at hetta
uppskotið ikki var
neyðugt. Vit meta
heldur ikki, at upp-
skotið er nekur
loysn, men ein
neyðloysn. Javn-
aðarflokkurin und-
irstrikar enn sum
áður, at besta
trygdin móti
arbeiðsloysi er ein
arbeiðsskapandi
politikkur, men vit
hava ikki álit á
borgarligu sam-
gonguni í so máta.
Segði framsegumaður
Javnaðarfloksins, Jóan-
nes Dalsgaard, tá málið
um almenna arbeidsåvis-
ing og arbeiðsloysisstuðul
var til 1. viðgerð í løgting-
inum mánadagin.
Javnaðarflokkurin hev-
ur í uppskoti til samtyktar
mælt til, at legtingið setur
eina nevnd at kanna allan
arbeiðsloysisspurningin,
gera eitt uppskot til al-
menna arbeiðsávísing og
arbeiðsloysisstuðul.
Orðaskiftið gav onga
ábending um, um legting-
ið fer at seta eina nevnd at
kanna allan arbeiðsloysis-
spurningin, gera eitt upp-
skot til almenna arbeiðs-
ivising og arbeiðsloysis-
tuðui
rå tid gav onga
nding um, um løgting-
Í fer at seta eina nevnd
ið umboðum fyri fakfeløg
7 fyrisiting — sum Javn-
Jarflokkurin hevur skot-
1pp at kanna spurn-
indsstýrismaðurin í
Eilif
jelsen, segði, at ein
innamálum,
ng kundi
men
setast í
hjálpir
Ein og hver veit,
hava brúk fyri ar-
Kanningin.
hvat
1 um
nassum
sum er gjørd um tey ungu,
sigur nakad um støduna
Tj6dveldisflokkurin tek-
ur undir vid uppskotinum.
framsegumaðurin
fyri Framburðs- og fiski-
vinnuflokkin ikki bein-
leiðis segði, um flokkurin
var fyri at gera kanning-
ina. Framsegumaður
Fólkafloksins mælti til at
grava uppskotið drúpt.
Orðaskiftið um málið
var drúgt og vardi í næst-
an tveir tímar
meðan
Eingi tel
Vit hava eingi tel fyri
arbeiðsloysi hjá tilkomn-
um, men Feroya Arbeið-
arafelag hevur í brævi til
Tingið, 16. mars í ár, víst
á, at arbeiðsloysi er. Og
somuleiðis hava fakfelags-
fólk í blødunum gjørt vart
vid, at arbeiðsloysi hevn-
verið við at taka seg upp.
segði Jóannes Dalsgaard
sum grundgeving fyri
uppskotinum.
Sjálvur metti hann, at
ein umfatandi rationaliser-
ing innan vinnuna, ein
tendensur til minkandi
alment virksemi og víkj-
andi konjunkturur hevur
ført til = arbeidsloysid
millum tilkomin. Í hesum
sambandi vísti hann á
kanningina, sum er gjørd
um arbeiðssteðuna hjá
ungum. Hann segði. at
hon vísti, at 2-300 ung
vóru arbeiðsleys sjey mán-
aðir veturin 1981-82.
Ongatið veruleiki
Jóannes Dalsgaard upp-
lýsti, at líka síðan
føroyska samfelagið
gjørdist ein fiskivinnutjóð
burtur av, hevur av og å
verid tosad um at stovna
eina arbeiðsloysistrygg-
ing.
Í 30-unum var tað ser-
liga Javnaðarflokkurin og
fakfeløgini, sum mæltu til
at fáa eina trygging, með-
an Tjóðveldisflokkurin og
Sambandsflokkurin i
">
árunum eftir kriggid hava"
tosað um
trygging.
Men ein slík er ongantíð
blivin til veruleika. Jóan-
nes Dalsgaard metti, at
vinnustruktururin var
helst høvudsorsøkin.
— Tad, at menn skifta
millum sjógvin og arbeiði
á landi, hevur ikki stuðlað
upp undir eina arbeiðs-
loysistrygging.
Jóannes Dalsgaard
segði, at fekst tú ikki
arbeiði á landi, so fórst tú
til skips. Ella tú kundi
fara niður ella við norsk-
um, týskum ella íslendsk-
um skipum.
— Men allir hesir møgu-
leikar eru avmarkaðir í
dag.
arbeiðsloysis-
Aktivan búskapar-
politikk
Framsegumaðurin hjá
uppskotsstillaranum kom
eisini inn á arbeiðsskap-
andi politikkin. Hann vísti
á, í Feroyum hevur verið
breið semja um at reka ein
aktivan búskaparpolitikk,
soleiðis at vinnuhjólini
hava kunna malið og skip-
ini siglt.
— Hverja ferð hóttafall
kom á hevuðsvinnuna,
kom tað almenna til hjálp-
ar, so hon ikki steðgaði.
Samstundis fór ein mun-
andi útbygging fram á
landi. Hetta bar við sær
nógv arbeiðspláss. Men
hetta mynstrið er nú við
at broytast, segði Jóannes
Dalsgaard.
Skulu eisini hugsa
um tey brekaðu
Karin Kjelbro, úr Tjóð-
veldisflokkinum. segði. at
=
Ein tendensur er til minkandi alment virksemi og tað merkir aftur færri arbeiðspláss
Tað verður helst meiri sjáldan, at hol verður sett á sum á myndini
prinsipielt tók flokkurin
undir við, at oll, sum ikki
klára seg, skulu fáa hjálp.
Hon spurdi, hví verka-
felogini ikki fyri langari
tíð síðani hava kannað
spurningin. Serliga tá tað
var eitt so neyvt samskifti
millum Javnaðarflokkin
og fakrersluna.
Annars visti Karin Kjøl-
bro å, at ein paralellur til
tey arbeidsleysu eru tey
brekadu. Hesi hava onga
arbeidsåvising. I hesum
sambandi kom hon eisini
inn á álitið um endurút-
búgving, sum varð gjert
fyri fýra árum síðani.
Annars segði hon se;
vera samd við Javnaðar-
flokkin, sum í viðmerking-
unum til uppskotið sigur,
at hann er greiður yvir, at
ein slík skipan sum í Dan-
mark ikki kann setast á
stovn í Feroyum.
Má loysa seg at
hava fólk í ai beiði
Adolf Hansen, úr Fram-
burðs- og fiskivinnuflokk-
inum, segði eisini, at vit
skulu vera varnir við at
hoppa upp á arbeiðsloysis-
stuðulin sum danir hava.
Hann mælti til eina
skipan, har ein avtala
eisini var við virkini, so
hesi ikki kunnu renna fólk-
ið heim í tíð og úrtíð.
Adolf Hansen segði, at ar-
beiðsgevarin má gjalda
sín part, so tað betir loysir
seg at hava fólk í arbeiði
en at senda tey heim.
Okkara besta aktiv
— Eitt av okkara bestu
aktivum er, at vit hava
eina fleksibla arbeiðsorku,
sum hvervur, um vit fáa
eina sentrala arbeiðsávís-
ing, segði Eilif Samuelsen.
Hann metti, at trupul-
leikar fóru at stinga seg
upp í samband við eina
arbeidsåvising. Ti, sum
hann segði, fái eg ikki
arbeiði innan mína út-
búgving, og har eg búgvi,
so havi eg ikki nakað
arbeiði.
Í staðin mælti lands-
stýrismaðurin til, at
kommunur og åhugafeløg
settu í gongd eina arbeiðs-
ávísing á staðnum.
Eilif Samuelsén noktaði
ikki fyri, at tað er eitt vist
»sesong-arbeidsloysi« i
Føroyum. T.d. innan fiski-
vinnuna
— Men hvat verður
gjørt hesum viðvíkjandi.
Tað er tann meira áhuga-
verdi spurningurin. Eilif
Samuelsen vísti á, at bæði
hetta og undanfarna
landsstýri hevdu gjørt
nógv fyri at fáa nýggj
arbeiðspláss.
Sjálvur segði hann seg
vera ímóti at seta fólk í
arbeiði bara fyri at gera
nakað, men vera fyri at
seta verulig arbeiðspláss í
gongd.
Grunnarnir nógvan
pening
Í hesum sambandi upp-
lýsti landsstýrismaðurin,
at fíggingar-grunnarnir
hava rívuligt av peningi.
og at kanningar vísa, at
200 nýggj arbeiðspláss
skulu fáast árliga fram til
ár 2000.
Um Menningargrunnin
kundi hann upplýsa, at
hesin hevur sett sær íyri
at skaffa 240 arbeiðspláss
árliga, og at hesin grunn-
urin tvey tey undanfarnu
fíggjarárini hevði veitt 19
og 32 mill. kr. í fígging,
sum hava givið 135 og 140
arbeiðspláss. Tað, sum er
farið av hesum fíggjar-
árinum, hevur higartil
givið 70-80 arbeiðspláss.
Lánveitingin er 25 mill.
kr.
— So nógv verður gjørt,
segði Eilif Samuelsen.
Umframt hesi eru nógv
nýggj arbeiðspláss í tæn-
astusektorinum.
Forsorgarlógin
hóskandi
Eilif Samuelsen metti, at
tað verður torført at gera
eina arbeiðsloysistrygg-
ing til feruysk viðurskifti.
Hann segði, at danska
skipanin er ikki nakað at
taka eftir, tí hon er dýr og
kostar ótrúligar upp-
hæddir.
Harafturímóti vísti
hann til forsorgarlógina
sum eina loysn. og segði
at hon var hóskandi til
okkara viðurskifti
Sambært eini grein í for-
sorgarlógini kunnu fólk,
sum einki arbeiði hava.
fáa ein styrk.
Kunnu tey liva?
Jóannes Dalsgaard
spurdi, hvat teir menn,
sum nú verða útskeiðaðir,
skulu gera. Hann vildi
hava at vita, hvussu fólk
kunnu liva av forsorgar-
hjálpini. Hann segði, at
fólk skulu halda fram at
Framhald á síðu 11