hósdagur 18. november 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 119 — 18. november 1982
Vann sak um skattarentu
Landsstýrið hevur aftur
tapt eina skattasak í Før-
oya rætti.
Feroya rættur avgjerdi
týsdagin, at Landsstýrið
skal gjalda einum manni
22.584 kr. umframt 5% í
rentu frá 25. januar í ár, tá
maðurin stevndi, og 3.800
kr. í sakarmálskostnaði.
Tær 22584 kr eru
rentur av skatti, sum mað-
urin í hálvt fjórða ár onki
visti um, hann hevði fing-
ið. Sigur hann sjálvur. Og
tað eydnaðist ikki sakfør-
aranum hjá Landsstýr-
inum at vísa hesum aftur
undir rættarviðgerðini.
Meldaði flyting
kommunikas »n
millum almennar skriv-
stovur i Havn er helst
orsøkin til, at landskassin
nú noyðist út við góðum
27.000 kr.
Tað vil siga, um Lands-
Vánalig
stýrið ikki appellerar og
vinnur málið í Landsrætt-
inum.
Annars er
hendan:
Tann 29. mars 1976 boð-
aði saksekjarin frá á fólka-
yvirlitinum hjá Tórshavn-
ar kommunu, at hann
skifti bústað. Hann flutti
úr Havnini til Danmarkar
at búgva. Hann gav fólka-
yvirlitinum nýggja bústað
sín og sama dag fekk hann
flytipappírini. Seinni
skrásetti eisini Lands-
fólkayvirlitið flytingina.
Alt var, sum tað skuldi
vera.
Maðurin skyldaði ongan
skatt í Feroyum, tá hann
fór hiðani. Men 20. mai
1976 broytti likningar-
nevndin í Havn líkningina
fyri skattaårid 1975/76,
soleiðis, at hon samsvar-
aði vid veruligu inntøku
mansins i skattaårinum.
søgan
tíðindablaðið
Sperðil í
Og nú kemur sperðil í.
Hóast maðurin væl og
virðiliga hevur boðað frá,
at hann flytur til Dan-
markar, sendir líkningar-
nevndin kortini fráboðan-
ina um umlíkningina til
gomlu adressuna í Havn.
Og tað sama ger Gjald-
stovan, tá hon tann 9. juli
1976 boðar manninum frá,
at hann skyldaði 58.880
kr. í skatti.
Men ongin skattur
kemur. Og so, tann 18.
januar 1980, fer skatta-
valdið yvir um ánna eftir
vatni. Í staðin fyri at
spyrja á Landsfólkayvir-
litinum, sum er í sama
húsi sum Skattadeildin,
vendir Gjaldstovan sær til
CPR-skrásetingina hjá
Innanríkismálaráðnum. Og
har fær hon at vita tað,
sum maðurin longu tann
29. mars 1976 skrivliga
boðaði fólkayvirlitinum
= | =
Í
hjá Tórshavnar kommunu
frá. Sum var í sama skriv-
stovuheli sum líkningar-
nevndin.
Og nú ber til: 12. februar
1980 fær maðurin bræv
frá Føroya Gjaldstovu.
Eina rokning uppá 58.880
kr.
Til pantifútan
Men tá pengarnir fram-
vegis ikki koma vendir
Gjaldstovan sær tann 13.
mai 1980 til pantifútan í
Rødovre, har maðurin býr,
við kravi um, at hann
tekur upp fæ hjá honum:
85.964 kr. Afturat skatt-
inum eru komnar rentur
frá 21. august 1976:
27.084 kr
Næsta, sum hendir er,
at skatturin, 58.880 kr.
verður goldin. Vit hava nú
27. oktober 1980. Maðurin
er nú eisini farin til sakfør-
ara vid målinum. Og sak-
førarin, Mogens Birch
skrivar 6. november 1980
Landsstyrinum, at
maðurin vil gjalda rentu
fyri mars-oktober 1980,
t.v.s. fyri tíðina, frá tí
hann fekk at vita um
skattin, til hann bleiv
goldin. Hetta eru 4.710 kr.
So hendir onki fyrr enn
19. august 1981. Tá tekur
pantifútin upp fæið í
tveimum pantibrevum hjá
manninum. Hann mót-
mælir. Men pantifútin fær
viðhald í fútarættinum í
Rødovre
Og so, tann 14. oktober
1981, rindar madurin alla
rentuna, 27.084 kr
Stevnir
Men slagid er ikki tapt
25. januar 1981 stevnir
maðurin Landsstyrinum
Hann vil hava rentuna
aftur. Tad vil siga 22.584
kr. Tær 4.710 kr. góðtekur
hann
Og kravið helt í Feroya
rætti. Maðurin vann
Dómarin sigur stutt og
greitt, at ein debitorur
hevur ikki skyldu at
gjalda rentu fyri tíðina
áðrenn, hann fær kravið.
Og tað er ikki prógvað,
at saksekjarin fekk ella
vist um kravið fyrr enn 12
februar 1980
Og Landsstýrið kann
neyvan geva eðrum enn
sær sjálvum skyldina fyri,
at fólkayvirlitið i Havn
ikki = boðaði líkningar-
nevndini frá flytingini
hd
Høgi dollarin kemur illa við hjá reiðarii
Á skipaumboðsskrivstov-
uni Maritime Repremar S.
A. í Montevideo í
Uruguay er ivaleyst stór
frei um tann hega dollara-
kursin.
Tað kann hinvegin ikki
sigast um teir, sum áttu
farmaskipið Cathrinu.
Cathrina fór tann 15.
desember 1978 á eina
sandgrynnu í La Plata
flógvanum út fyri Monte-
video.
Ein avleiðingin av
strandingini var eitt sak-
armál, sum fyri stuttum
var fyri í Landsrættinum.
Maritime Repremar
stevndi reiðaríinum eftir
sløkum 50.000 dollarum,
sum felagið legði ut fyri
ein sleipibát og hotel-
rokning fyri manningina,
sum ikki slapp úr Monte-
video fyrr enn ein mánað
eftir, skipið fór á land.
Taka av
Eftir at hava hoyrt báðar
partar, kom Landsrætt-
urin við einum semings-
uppskoti: reiðaríið hjá
Cathrinu skal gjalda Mari-
time Repremar 27.000
dollarar og 36.000 kr. í
sakarmálskostnaði. Rent-
an er 6% frá tí degi, stevn-
ingin varð send. Tað var í
apríl 1979.
Reiðaríið he" ir nú góð-
kent semingsuppskotið.
Og við tí dollarakursi,
sum nú er, skal tað altso
út við 234.000 kr. um-
framt sakarmálskostnaðin
og rentuna. Í 1978 var
dollarin hinvegin niðri á 6
kr., so eftir tí hevði reidari-
ið sloppið við 162.000 kr.
Men, tíverri fyri reiðaríið,
er reglan tann, at kurs-
urin, sum er galdandi
dagin, goldið verður, skal
brúkast.
Kunnu fara víðari
Men enn er ikki greitt, um
hetta verður endin á sak-
armálinum. Tí, eftir hvat
vit frætta, er freistin hjá
Maritime Repremar at
svara Landsrættinum ikki
úti enn. Sakferarin hjá fel-
agnum í Uruguay kann
krevja dóm í málinum.
Ger hann tað hevur
hann eisini meguleika at
lata málið fara víðari til
Hægstarætt
Tað er ikki vist, at Mari-
time Repremar góðtekur
avgerðina hjá Landsrætt-
inum, at teir yvir 20.0008,
felagið missir, tí tað
royndi at hjálpa Cathrinu,
er ein handilsligur váði,
felagið hevur tikið og
noyðist at liva við.
hd
Tungu bilarnir horvnir úr Álakeri
Myndin vinstru megin er
tikin sunnudagin 13. apríl
1980.
la góðar triggjar vikur
eftir, at kunngerðin um
parkering av akførum yvir
3.500 kg. í Tórshavnar
kommunu kom í gildi.
Hin myndin er tíkin
sunnudagin 7. november
1982. Stívliga hálvt triðja
ár eftir kunngerðina.
Tað var tann 25. mars
1980, at kunngjert varð,
at ikki var longur loyvt at
seta frå sær akfør oman
fyri 3,5 tons í býnum.
Hevdi eigarin ikki sítt
egna øki at seta tey á,
skuldu tey standa úti í
Alakeri um náttina og um
vikuskiftini.
Vit telja eini 25 akfer á
eldri myndini, trý á hinari.
Og so er spurningurin har:
er kunngerðin ikki gald-
andi longur? Ella er hon
»gloymd«?
Kunngerdin er fram-
vegis i gildi, svarar Niclas
Akraberg Poulsen ' Politi-
garðinum. Og »gloymir«
onkur hana, fær viðkom-
andi eitt blátt girokort
eins og tey, sum bróta
reglurnar um sonuparker-
ingina. 100 kr. at gjalda.
Niclas Akraberg Poul-
sen sigur, at júst hendan
kunngerðin hevur volt
politinum minst trupul-
leikar hesi seinastu árini.
Av slíkum kunngerðin er
hon tann, sum hevur verið
best hildin, sigur hann.
Orsekin til, at so fáir
lastbilar og onnur akfer í
teimum ovaru tyngdar-
flokkunum eru at síggja
millum óruddið úti í Ala-
keri, er tann, at bileig-
ararnir hava fingið egið
eki at seta tey á.
hd