Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 119 — 18. november 1982 — So avgjert. Nógv av tí, sum verður sett upp er heldur ikki bygt til okkara viður- skifti. Aftaná skal so nógv av hesum gerast umaftur. — Hvat kann gerast fyri at venda hesi gongdini? — Tað er rætt og slætt, at vit seta okkum niður og siga, at vit hava ikki so nógvan skund. Tað er einki at ivast 4, at einaferð fer henda nógva bygging at minka. Fer hon at koyra líka hart tá, so fer at mangla í onkunstaðni. — Fáa vit arbeiðsloysi skjótt? — Tað fáa vit ikki, um tað verður rætt atborið. — Og verður rætt átborið í dag? — Nei, tað haldi eg ikki. Ráðgevararnir! — Hver hevur ábyrgdina av hesi gongdini, og hver skal gera nakað fyri at venda henni? — Vanliga siga vit, at poli- tikararnir hava skyldina. Í dag hava vit onga lóggávu innan bygging annað enn danskan rættarpraksis. Vit hava so fingið ein hóp av ráðgevarum í Feroyum hesi seinastu árini. Tað er einki at ivast í, at teir vilja hava arbeiðini. Tað eru so tvey ting, sum vísa, at teir eru teir rettu til at ráðgeva: teir kunnu byggja bíligt og skjótt Mer tá tað so verður kravt, at uppgávurnar skulu gerast skjótt, so mugu tær eisini verða tilrættalagdar rationelt frá ráðgevarunum. Tað eru tær oftani ikki. — Hvussu kundi tú hugsað tær gongdina í framtíðini? — Kundi hugsa mær at ein votering fór fram. At okkurt stýrandi organ segði: at vit hava eina byggiorku í Før- Tey fyrstu raðhúsini verða liðug um mánaðarskifti nov.-des. oyum, sum klárar at umseta so og so nógvar mill. kr. Tv.s at tað skulu ikki fleiri upp- gávur í gongd, enn tær mili. kr. kunnu nekta. Tá fer at vera nokk av arbeiði til allar hendur. Ikki ov nógv og ikki ov lítið. Tað ber til. Hitt er, at ráðgevararnir leggja uppgávurnar soleiðis til rættis, at tey arbeiði, sum skulu gerast: á sumri verða gjerd tá Bygging í Feroyum er sesongarbeiði. Skulu vit tosa um at forða arbeiðsloysi, so má tað almenna seta arbeiði í gongd móti vetri, tí tá er van- liga lítið arbeiði. Tað gongur kanska eitt sindur truplari við arbeiðinum, men tað verður bíligari fyri tað al- menna í seinasta enda. Annars skal tað lata fólki sum ganga arbeiðsleys, stuðul á onkran hátt. jan Byggifelagid Kanjon: Hava arbeiði i enn eitt år Eitt av teimum stóru byggifeløgunum, sum hevur heimstað uttanfyri Havnina, er Kanjon i Klaksvík. Higani færtta vit, at teir hava nokk av arbeiði í eitt ár aftrat. Teir hava umleið 50 fólk í arbeiði. Tað nógva av arbeið- inum fer fram í Klaksvík, har Kanjon stendur fyri stóru havnabyggingini umframt útbyggingini av sjúkrahúsinum. Kanjon arbeiðir eisini aðrastaðni í landinum eitt nú uppá nýggja hotellið í Havn og havnaarbeiði á Strondum og í Runavík. Vit spurdu nú umboðs- mannin hjá Kanjon, um tað liggur lítið av arbeiði fyri framnan, tá teir eru lidnir við verandi arbeiði. Til tað sigur hann,at teir vita ikki um nakað arbeiði, tá hesi eru liðug. Hetta er rættiliga sjáldsamt, tí fyrr hava teir vitað rættiliga væl, hvat hevur verið av arbeiði nakað væl frammi í tíðini. Á Kanjon halda teir annars, at nógv arbeiði í Feroyum verður gjert í ov stórum skundi. Hetta ger oftani, at føroysk byggifeløg kunnu ikki átaka sær arbeiði, tí vit hava ikki orku til tess. Út- lendingar fáa hesi arbeið- ini, tí teir kunnu gera tey skjótari liðug. Viðvíkjandi arbeiði í Norðoyggjum frætta vit frá Kanjon, at tað stendur ikki so illa til. Byggifel- agið plagar at merkja tað, tá fólk eru arbeiðsleys. Teir fáa tá nógvar fyri- spurningar um arbeiði. Tað hava teir so ikki fingið nú. Hetta fevnir so ikki um tey ungu, tí tey eru ikki so væl egnað til byggiarbeiði frættist. — Hvussu við tí stóru SEV-útbyggingini spurdu vit: Til tað verður svarað, at Kanjon í letuni byggir ein bygning fyri SEV norðuri á Strond. Men viðvíkjandi teirri stóru ætlaðu SEV- útbyggingini av vatn- orkuni veit Kanjon einki. — Tað hevði annars verið rimuligt, at føroysk byggi- feløg høvdu ein stóran part av hesum arbeidi. Vit áttu so at verið eftirspurd- ir, tí teir, sum stíla fyri hesi bygging vita, at fram- tíðin hjá feroyskum byggifelogum sær ikki alt ov ljós út. jan Byggifelagið Phil & Søn: Minni og minni at gera i Føroyum — verkfrødingarnir aðrastaðni at arbeiða Eitt av teimum stóru byggifeløgunum, sum arbeida i Føroyum, er Phil á Søn. Hetta byggifel- agið, sum hevur heimstað í Danmark, kom til Feroya fyrst í 60-unum og hevur hesi seinastu 20 árini havt rættiliga nógv arbeiði eitt nú viðvíkjandi havnagerð, tunnilsgerð ol. Felagið hevur havt upp í 250 fólk í arbeiði. Í dag arbeiða eini 100 fólk hjá hesum byggi- felagnum. Nekur fá stór arbeiði Sosialurin hevur tosað við Steen Balle, verkfreðing hjá Phil & Sen. Hann hevur arbeitt sum verk- frødingur í Føroyum sein- bstu 20 årini. f Steen Balle greidir frå, at i løtuni hevur Phil & Søn arbeidi uppå nyggja Hotel Føroyar, uppå ein nyggjan bygning til Elek- tron og so nøkur havna- arbeidi eitt nu å Sandi, i Oyndarfirdi og å Glyvrum. Hesi arbeidini skulu øll verða liðug innan næsta summar. — Hava tit einki arbeiði í væntu, tá hesi arbeiði eru liðug. — Vit hava givið onkur tilboð uppá smærri arbeiði. Annars má eg siga, at vit ikki hava upp- livað hetta fyrr, at vit einki sterri arbeiði hava havt í kikaranum bert gott og væl eitt hálvt ár fram í tíðina. — Vita tit einki um sterri byggiarbeiði, sum skulu í gongd næsta ár? — Nei, ikki annað enn nekur havnaarbeiði, sum vit kortini ikki vita, nær tey verða sett í gongd. Hesi havnaarbeiði eru m.a. á Tveroyri og í Runa- vík. Verkfreðingar av landinum aftur — Er tað ikki trugult hjá einum so stórum byggifel- ag at skula tilrættaleggja við so stórari óvissu? — So avgjert. Men okk- ara fyrimunur er tann, at vit arbeiða ymsa staðni í heiminum, soleiðis at verkfreðingar okkara kunnu flyta runt. Fleiri av verkfreðingunum, sum hava arbeitt í Feroyum, eru longu farnir til onnur lond at arbeiða fyri Phil & Sen. — Hava tit nógvar fer- oyskar verkfreðingar? — Bert nakrar heilt fáar. Tað vísir seg at vera sera trupult at fáa foroyingar at starvast í privata byggifakinum. Sama er galdandi fyri hini byggi- felegini. Skulu tey átaka sær sterri arbeiði, mugu tey fara til Danmarkar eftir verkfrødingum. — Hvussu ber tað til, at so fáir føroyskir verkfrød- ingar arbeiða „úti í mark- ini« innan byggifakið? Tað er ilt at siga Kanska tí at teimum ikki dámar hetta arbeiði úti, eila tí teir halda, at tað er tryggari at starvast hjá tí almenna. Teir eldru ringt við at fáa arbeiði — Hvussu er steðan hjá arbeiðsfólkinum og hand- verkarunum? — Vit hava minkað um talið á fólki so við og við sum arbeiðini eru vorðin liðug. Nú er so veturin komin, og tá er ikki altíð so gott at arbeiða. Tað er ikki trupult at fáa arbeiðsfólk til okkara arbeiði. Sjálvur haldi eg annars, at fleiri arbeiðs- menn hava ilt við at fáa arbeiði í hesum tíðum. Ser- stakliga eru tað teir eldru arbeiðsmenninir, sum ikki hava havt meguleikan at fylgja við tekniska útvik- linginum t.d. hetta við at koyra maskinur o.l. Skal eg siga mína hugsan um, hvenn arbeiðsloysi fyrst fer at raka, so verða tað hesar eldru arbeiðsmenn- inar. Teir vera Svarti Per undir arbeiðsloysi. Hvat viðvíkur timbur- monnum, so er tað fram- vegis trupult at fáa nokk av teimum. Vit hava tí verið noyddir at fáa fólk uttanífrá at gera timbur- arbeiði. Kunnu vit fáa feroy- ingar at gera tey ymsu arbeiðini taka vit als ongar útlendingar. Langtíðarætlan tervar — Nógv hevur verið bygt í Feroyum innan fá ár. For- maðurin í Havnar Hand- verkarafelag segði í sam- reðu við Sosialin herfyri, at vit hava bygt uppa skeivan máta. Alt skal hava slíkan skund. Hvat heldur tú um tað? — Eg haldi, at tað átti at verið legd ein betri langtíðarætlan fyri stóru havnaarbeiðini. Fyri bert fáum árum síðani vóru nógv stór havna- arbeiði í gongd, eitt nú á Eiði, Gøtu, Fuglafirði Klaksvík. Hvalba, Sandi, Servági osfr Eg haldi, at hesin út- viklingurin átti at verið betri stýrdur. Viðvíkjandi privatu byggingini er meira trupult at stýra. Her vóru tað tær góðu tíð- irnar, sum gjerdu, at allir vildu byggja samstundis. Eg hugsi her serstakliga um handils- og ídnaðareki í Havn. Eg má viðganga, at hevði landið stílað betri fyri viðvíkjandi allari bygging, so hevði sæð eðrvísi út í dag. — Nú hevur tú arbeitt innan byggifakið í 20 ár. Hevur tað sæð verri út til arbeiði fyrr enn tað ger nú? — Tað hevur tað helst ikki. Í 1960-unum var av- markað av arbeiði. Tað er so ekt síðani. Eg rokni við, at vit mugu vera klárir at seta ferðina niður til tað hon kanska var í endanum av 60-unum. Hetta verður sjálvandi ein stórur trupulleiki fyri okkum, sum hava bygt upp eina stóra fyriteku í Feroyum — Av og á hoyra vit um ta stóru SEV-útbygging- ina, sum Højgaard á Schultz skal taka sær av. Hava tit fingið fyrispurn- ingar í hesum sambandi? — Vit vita einki annað um hesa bygging enn tað ein hoyrir á getuni: AT Højgaard & Schultz skulu gera hetta stór arbeiði. Vit eru so ikki eftirspurdir. endar Steen Balle. tey jan