Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-11-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. november 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Byggifelagid Guttesen & Staksberg: t Okkum tørvar betri til- rættalegging Eit iv teimum byggifel- øgunum, sum íikki bert arbeiðir við vanligum byggi- arbeiði, men sum eisini bygg- ir sethús og raðhús, er Gutte- sen og Staksberg í Havn Vit hava tosað við Mads Guttesen, stjóra, og spurt hann um, hvussu stendur til við arbeiði hjá teimum. Hann sigur, at teir í letuni eru 60 mans. ið arbeiða á Byggimið- steðini og úti við ymsum arbeiðum Teir arbeiða uppá svimji- høllina, arbeiða vid umbygg- ing av bygningi hjá Krosstein og eru júst byrj- aðir uppá ein fótbóltsveli á Argjum Teir hava ikki merkt nógv til arbeiðsloysi. Í letuni hava teir nógv at gera Mappumenn Nógv verður óhepnu kappingina uttanifrå. Hvat heldur tú um hana? Eg kann ikki lata vera við at nevna teir sonevndu mappumenninar. Tíverri eru nógvir feroyingar, sum eru strámenn fyri útlendskar fyritøkur, sum trúgva, at Feroyar eru bjargingin fyri danska byggiidnadin. Men tað er ju heilt burturvið at halda so, tí marknaðurin her er so lítil. tosað um Men teir koma so við nekrum introduktiónstil- boðum, sum liggja langt undir framleidslupris. Her hugsi eg serliga um tær lidnu høllirnar, ið vit innflyta til landið. Tær eru meira ella Nýggju raðhúsini, sum Guttesen og Staksberg byggja við Marknagilsvegin minni lidnar, tá tær koma til Feroya. Fólk trúgva tí, at alt kann byggjast á henda hátt eisini av feroyingum. Men hetta kann bara ikki lata seg gera. Tí verður steðan hjá før- oyskum byggifeløgum sera trupul. Tí tey klára ikki at nekta tann eftirspurning, sum verður, við tí orku, sum er tek. Og føroysku byggifelegini klára als ikki at ekja um orkuna, tá hesir mappumenn- Nr. 119 — 18. november 1982 inir liggja og taka uppgáv- urnar frá teimum. Undirbjóða — Er talan um at undirbjóða? Byggifelagid Danberg & Sørensen: Tað er ikki rætt at øll arbeiði skulu gerast uppa yvirtið føroysku sum hevur i arbeidi, er Dan- Eitt av byggifeløgunum felst fólk berg & Sørensen í Havn. Tá mest var at gera nakað her- fyri vóru 110 mans í arbeiði Nú eru teir umleið 90. Felagið hevur rættiliga nógv at gera í letuni, men framtíðin sær ikki alt ov ljós út Danberg á Serensen gera í letuni Norðurlandahúsið, Handilsskúlan, ein bygning fyri Føroya Brunatrygging umframt arbeiði við útstykk- ing. Tage Sørensen, stjóri, sigur, at hesi arbeiði koma at geva teimum nokk av arbeiði einar 15 mánaðir aftrat Aftaná tað er so einki vist. Men soleiðis hevur tað nú altíð verið. teimum Herð kapping Men verri er stætt við prís- unum og ftíðini. Tage Serensen sigur, at hóast teir hava nógv at gera júst nú, so eru arbeiðini teir gera til smáar prísir. Talan er um »skrabede tilbud«, sum hann tekur til. Hann sigur, at kappingin millum byggifeløgini er so mikið herð, at feløgini undir- bjóða hvert annað. Hvat viðvíkur tí arbeiði, sum er í landinum, so heldur Tage Sørensen, at tey før- oysku byggifelegini sjálv eru fer fyri at átaka sær hesi arbeiði. Tað er ikki neyðugt at fara av landinum eftir hjálp Umframt at skula arbeiða við sera lágum tilboðum. so er tíðarætlanin fyri tey ymsu arbeiði sera samankroyst Fyri at klára arbeiði til ásettu tíðina, mugu feløgini tí arbeiða yvirtid. Yvirtid Tage Sørensen heldur, at tad eru tey fremmandu byggifel- øgini og onnur útlendsk feløg, sum fáa stødugt fleiri arbeiði í Feroyum, ið eru orsekin til, at slíkur skundur er á at fáa arbeiði liðug. — Tað átti at verið tilrætta- lagt betri bæði frá arkitekt- um og verkfreðingum. Tað ber als ikki til at basera so nógv av arbeiðinum uppá yvirtíð. Tað er rætt og slætt ov dýrt Víðari sigur Tage Seren- sen, at tey ráðgevandi arki- tektfelegini og verkfrødinga feløgini og tað almenna áttu í felag at lagt eina ætlan fyri byggingini. Hetta kundi t.d. hjálpt uppá tað arbeiðsloysi. sum fer at koma fyrr ella seinni. Betri var t.d., sigur Tage Sørensen víðari, at vit høvdu ein 8 tíma arbeiðsdag ístaðin fyri, at helvtin av arbeiðsfólk- inum nú skal arbeiða 12 tímar fyri at fáa arbeiði liðugt til tíðina. Tá hevði arbeiði verið betri býtt. Eitt av stórarbeiðunum hjá Danberg á Serensen, Handilsskúlin í Havn Útlendingar trýsta tíðina niður Nær er hetta við yvirtíðini komið til okkara? — Tað er serliga hesi sein- astu árini. Stóru byggiarbeið- ini hava verið projekterað at taka nógv stytri tíð, enn tey í veruleikanum taka. Tá tey so ikki kunnu gerast uppá van- liga tíð, mugu vit arbeiða yvirtíð fyri at klára tey til tíðina. — Meinar tú t.d, at arbeiði, sum i dag verður gjørt uppá eitt ár, heldur átti at verið gjerd uppá tvey ár? — Ikki so nógva tíð. Tey skuldu kanska tikið einar tríggjar mánaðir meira enn steðan er í dag. — Hver er tað, sum ger, at arbeiðini skulu gerast á slík- um skundi? — Tað eru sjálvandi fleiri orsøkir til hetta. Td. vil kundin hava arbeiði gjert skjótt, so hann kann spara renturnar orsakað av inflati- ónini. Eisini tann harða kapping- in millum byggifelegini ger, at allir mugu gera arbeiðini uppá stytstu tid. Tað eru so mest útlendingarnir, sum trýsta tíðina niður. Hetta er annars eitt mál, sum vit hava tosað um í Meistarafel- agnum Útlit til arbeiðsloysi Tage Sørensen heldur, at tað er útlit til arbeiðsloysi innan byggifakini. Hann heldur tí, at foroyingar eiga at royna at hava so nógv av arbeiðinum í landinum sum meguligt og tí lata foroysk byggifeløg gera hesi arbeiði. Hvat viðvíkur arbeiðs- orkuni í letuni, sigur Tage Sørensen, so hevur tað verið og er mangul uppá timbur- menn. Teir hava tí verið noyddir at fáa útlendskar timburmenn til Feroya. Hann heldur at orsekin til, at trupult er at fáa føroyskar timburmenn er tann nógva sethúsabyggingin, sum fer fram í dag. Sjálvur metir hann, at eini 200 hús eru í gerð í Havnini í letuni. Tvs. at her arbeiða millum 200 og 400 sveinar. — Tá hesi húsini eru liðug, beri eg ótta fyri, at nógvir av hesum handverkarunum verða arbeiðsleysir. Ov nógv sethús bygd nú Tage Serensen heldur, at alt ov nógv sethús verða bygd í letuni. Næsta summar hevur Danberg & Sørensen í eitt trý ára skeið gjert 260 grund- stykki byggibúgvin. — Eg dugi ikki at síggja, hvussu henda gongd kann halda fram, sigur Tage Seren- sen. Hvar skulu pengarnir koma frá? Sum tað verður bygt í løtuni, má tað verða ein egiligur belastningur onkunstaðni í samfelagnum. Hetta gevur so ikki landinum nakran valuta. Tage Serensen heldur, at tað er alt í lagi, at kommun- urnar stykkja út, men hann heldur, at byggingin átti at verið meira javnt býtt út. Eisini her áttu ráðgevandi arkitektarnir og verkfreð- ingarnir bæði innan tað privata og tað almenna at dugað at tilrættalagt betri. — Var alt hetta meira javnt býtt, so kundu vit gjert alt sjálvir. Vit hava nokk av arbeiðsmonnum og hand- verkarum. Havnabygging hevur verið legd til rættis í eini fimm ára ætlan. Hetta riggaði væl. Hetta haldi eg átti eisini at verið gjørt innan sethúsabygging. Feroyskir handverkarar bestir — Formaðurin í Havnar Handverkarafelag segði her- fyri í Sosialinum, at nógvir meistarar = meta danskar handverkarar gera munandi betri arbeiði enn feroyingar, og arbeiða nógv skjótari. Hvat heldur tú um tað? — Danskir handverkarar arbeiða skjótari. Tað kemst m.a. av, at teir eru vandir at gera ymsar spesialuppgávur. Her er tað so danska akkord- skipanin, sum hevur ávirkað gongdina. Hvat viðvíkur dygdini í handverkinum, so haldi et, at akkordskipanin í Danmark hevur oyðilagt nógv fyri danskt handverk. — Lat tað verða sagt her, at eg meti feroyskar hand- verkarar nógv, nógv betri arbeiði enn útlendingar. Feroyingar brúka meiri tíð um arbeiði. men tað verður gjert væl. Verkfreðingarnir innandura — Tað er eingin loyna, at bert fáir feroyskir verkfreðingar arbeiða úti á arbeiðspláss- unum, har sterri byggiarbeiði verða gjerd. Er hetta ein óheppin gongd? — Tað sigst, at tað eru eini 100 verkfrødingar i Føroyum. Harav arbeida næstan allir innan tað almenna, hjá Landsverkfrødinginum, kommununum og so hjá Landsbyggifelagnum. — Eg haldi tað er ein vansi, at so fáir føroyingar eru rúti í markini«. Tí tað vísir seg, at útlendsku verkfreðingarnir brúka oftani fleiri ár at koma fyri seg i Føroyum ti her eru onnur viðurskifti galdandi, enn har teir koma frá. Eg haldi, at tað hevði verið gott fyri bygging í Feroyum, um fleiri foroyskir verkfreðingar vóru uttandura eisini, endar Tage Serensen. jan.