Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 170 - 6. september 2002 Nr. 170 - 6. september 2002 3 Jens Marni Hansen var ein av høvuðsper- sónunum í fyrsta partinum av Pop- stars, sum danska TV2 sendi týskvøldið. Dómararnir vóru als ikki í iva um at senda Jens Marna víðari í kappingini TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Týskvøldið setti danska sjónvarpsrásin TV2 hol á sendirøðina Popstars, har málið er at finna eina popp- stjørnu millum fleiri enn 2000 luttakarar. Fyrsti part- urin snúði seg um fyrstu upptøkuroyndina, har 92 sangarar skuldu veljast burturúr teimum mongu, sum bjóðaðu seg fram. Ein av høvuðspersónun- um í hesum parti var koll- firðingurin Jens Marni Hansen. TV2 tók ímóti honum á flogvøllinum í Kastrup, og síðani fylgdu teir luttøkuni hjá honum í kappingini. – Eg havi dreymin um at náa langt sum stjørna innan tónleikin, segði Jens Marni við einum speiskum smíli í hýruvogninum á veg til upptøkuroyndina. Sang sera væl Jens Marni valdi millum nakrar fáar sangir at syngja Angels hjá Robbie Willi- ams, og hann gjørdi rætti- liga vart við seg, tá hann stóð frammanfyri dómar- unum. Hann sang sangin væl og nógv betur enn flestu av hinum, sum royndu seg, og tí vóru dómararnir als ikki í iva um, at Jens Marni skuldi víðari í kappingini. Jens Marni var skjótur í fartelefonina at ringja heim til damuna at siga, at hann hevði klára fyrstu royndina. Hann var millum tey 92 útvaldu, og í næsta partin- um av Popstars skal Jens Marni til næstu royndina, har talið á luttakarunum aftur verður skorið nógv niður. Tøkk Hjartaliga takk fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Ása Sólbrún Høj Strendur fór heim til Harran. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til nýbyggingina í Kelduni. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á B6, og samkomuna í Kelduni. Fyri tey avvarðandi Jógvan Martin,Tummas Jákup, Lisa, Pauli og Leif DANSUR Tíðindaskriv Týskvøldið 10. september skipar dansifelagið Kom og Dansa fyri einum grund- skeiði í rock´n roll dansi. Hetta slagið av dansi hevur norðmaðurin, Johan Fasting, ment í skjótt 40 ár. Í Føroyum var hesin dans- urin fyrstu verð at síggja í 1989, tá einir 100 norð- menn vóru her og vístu fram og eisini lærdu fólk her upp til at kunna undir- vísa í hesum dansinum. Og sigast má, at nógv fólk hava nýtt møguleikan at læra hendan dansin, eini 1000 fólk hava verið á skeið síðani byrjað varð. Og tað verða instruktørar frá systirfelagnum hjá Kom og dansa, íslenska Komið og dansið, sum fara at undirvísa hetta kvøldið. Tað er soleiðis, at Sam- starvsgrunnurin Nuuk - Tórshavn - Reykjavík, hev- ur stuðlað Komið og dansið at hava eina røð av skeið- um, bæði á skúlum og al- ment, og er skeiðið tí ókeypis. Tað er bara at tekna seg á kunningarstovuni og møta í fimleikarhøllini á lærara- skúlanum týskvøldið kl 20, skeiðið varir til kl 23. Kom og dansa sigur at, dentur verður lagdur at hetta er eitt grundskeið, har øll kunna verða við. DJ Eddy hevur gjørt eitt bland av kendum sangum hjá Boney M. Hetta bland skal nú royna seg á 15 teimum bestu Um slakar tvær vikur fer disco-bólkurin Boney M at spæla á konsert í Fugla- firði. Bólkurin er eisini aktuellur á annan hátt, tí leygardagin var eitt før- oyskt mix av sangum hjá Boney M eykalag á 15 teimum bestu. Tað er føroyski DJ Eddy, sum hevur sett nøkur av kendu sangunum hjá Boney saman. Hann kallar tað Boney M Retro Mega- mix. Næsta leygarkvøld fæst at síggja, um føroyski ungdómurin er fallin fyri blandinum hjá DJ Eddy. Forsølan av atgongu- merkjum til konsertina við Boney M er nú byrjað. Jens Marni gjørdi vart við seg Í kvøld verður skipað fyri Føroya- kvøldið í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði FØROYAKVØLD Tíðindaskriv Í summar hevur verið skipað fyri føroyakvøld- um ymsastaðni í Eystur- oynni. Tey kvøldini, sum higartil hava verið, hava verið væl eydnað, og gestirnir hava verið væl nøgdir. Kvøldini eru bæði ætlað útlendingum og føroyingum. Nú er so tíðin komin til at tiltakið skal verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hetta kvøld- ið verður komandi fríggjakvøld 6. septem- ber. Á skránni verður eitt breitt úrval av før- oyskum mati, so gestirn- ir fáa etið seg mettar og roynt ymiskan sið- bundnan føroyskan mat. Ymiskt undirhald verður á skránni sum t.d. upp- lesnaður um føroyska samfelagið, søgu og mentan, felagssangur og filmur um Føroyar. Kvøldið endar við eini dansiframførslu har gestirnir eisini sleppa at royna stev. Eisini verður framsýning av føroyskt tilvirkaðum vørum. Kvøldið byrjar klokk- an 19.30. Atgongumerk- ini kosta 250 kr. og kunnu keypast á Kunn- ingarstovunum í í Fugla- firði og Saltangará. Føroyakvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Dansiskeið í Rock´n Roll Føroyskt mix av Boney M sangum Móttøka Leygardagin 7. september 2002 verða tað 40 ár síðani Finnbjørn og Eyðun Mouritsen byrjaðu at selja máling í 23 m2 stórum kjallara í J. C. Svabosgøtu. Í hesum sambandi verður móttøka fríggjadagin 6. september 2002 kl. 15.00 til 17.00 í HB húsinum í Gundadali Vinarligast P/F Litaval Málingahandilin Vøruhúsið á hjalla HAVHESTAUNGAR Jústinus Leivsson Eidesgaard So lítið av havhesti hevur verið til fleiri dagar, at tað ber til at brúka eintalsvend- ingina, at fara eftir havhesti og ikki havhestum. Men meldingarnar eru ymiskað, tí kring Lítlu Dímum var sjógvurin hvítur av hesum feitu leskibitum, sum flutu dovnir og tungir í sjónum. Men í Skopunnarfirði hevur verið lítið at fingið, nógv minni enn undanfarin ár. Mikudagin seinnapartin stóð Jaspur Hansen úr Skopun og seldi havhesta- ungar í Vágsbotni, Hann hevði ein kagga við saltað- um havhestaungum, sum hann hevði fingið í Skop- unnarfirði dagin fyri. Teir lógu reinir og nossligir og sugaðu salt niðri í blóð- litaða lakanum. Omaná lógu tveir spillfeskir, klárir at koyra í ovnin. - Vit hava havt langar dagar, átta tímar í gjár og tað er bert hendinga bátur sum er komin yvir 100 havhestar. Tað er nógv minni til í ár enn í fjør, sigur Jaspur, meðan hann potar ein havhestaunga niður í ein hvítan posa og handar einum havnafólki hann. Onkur hevur hug at ting- ast um prís, hesi gírigu havnafólkini við stórari fastari løn og væl á bók. Men tað ræðir ikki út- róðrarmannin, sum leggur nógv fyri at fáa sær úrtøk- una, tað verið seg við snellu, línu ella á hav- hestaveiðu. Jaspur er fastur sum bergið og vikast ikki tá fólk royna at spara sær nakrar krónur. Eygnabráið í andlitinum, íð er reyðdæmt av sól og salti, letir seg ikki taka av fótum, at snildum fólki, ið vilja gera forrætn- ing. Ein havhestaungi er ein havhestaungi og tað liggur eins nógv stríð í hvørjum einstøkum unga, fyrst at taka hann, síðan at kippa, síðan at skolda og reinsa og so í salt. Ein havhestaungi er ein hav- hestaungi og prísurin er tann sami, um tú so keypir allan kaggan. Og tað stendur ikki á at selja, nógv fólk eru kring kaggan og har minkar í hvørjum. Longur inni í krókinum stendur ein og selir grind. Tað má vera finnigar- fiskurin í havnagrindini, tí so smábýtt var, at ongin kundi fáa nakað at selja av vanligum parti. Tað stóð ikki á hjá manninum at sleppa av við fesku grind- ina. Eru eftir havhesti Jaspur prátar og selir havhestaungar til havnafólk Mynd Jens Kr. Vang C M Y K 3 2