fríggjadagur 6. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 170 - 6. september 2002
Nr. 170 - 6. september 2002
5
Fyri teir tríggjar
Kevin, Graham og
Dario eru Føroyar
favorittur leygardagin
móti Skotlandi. Teir
ferðast allastaðni við
skotska landsliðnum,
og teir vóna tað besta
leygardagin. Tað kann
fella báðar vegir, siga
teir
FÓTBÓLTUR
Heri á Rógvi
Í øllum regninum hósmorg-
unin runnu vit okkum á
tríggjar skotar, sum eru
komnir til Føroya í sam-
bandi við landsdystin mill-
um Føroyar og Skotland.
Dysturin verður leiktur
leygardagin, og vóru teir
tríggir við flogfari úr Skot-
landi mikukvøldið.
Teir tríggir eru Kevin
Riddel, Graham Barnott og
Dario Walker. Hetta er
langt frá fyrstu ferð, at teir
eru á ferð í sambandi við
ein landsdyst hjá skotska
landsliðnum. Teir kunnu
remsa eina longri røð av
londum, har teir hava verið
og vitjað í fótbóltsørindum.
Týskland,
Frankaríki,
Póland, Belgia, Holland,
San Marino, Italia og
Kroatia eru bert nøkur av
londunum, har teira hava
vitjað.
Eini 600 pund – umleið
7.000 kr - skuldu teir av við
fyri at vitja í Føroyum, men
tað gera teir fegnir.
– Tað er so nógv, tú kanst
brúka pengar uppá, sigur
Dario.
Teir eru allir limir í
Tartan Army, sum er eitt
slag við viðhaldsfelag hjá
skotska landsliðnum, og
hesir
stuðla
dyggiliga
skotska landsliðnum. Við-
haldsfelagið
hevur
so
ymisk lokalfeløg kring
landið. Tveir teirra eru lim-
ir í Perth Tartan Army og
ein í Tartan Army fyri norð-
ur Skotland.
Teir báðir, Kevin og Gra-
ham, eru úr Perth og Dario
býr í býnum Ayr. Hann
heldur við Ayr United, har
føroysku
Jens
Kristian
Hansen og Jens Martin
Knudsen eisini royndu seg
eina tíð.
Allar halda teir við
teimum lokalu liðunum úr
býunum, har teir búgva.
Lið sum Celtic og Rangers
hava teir ikki nógv til yvurs
fyri.
Tað er heldur ikki so
nógv at taka feil av, at talan
er um skotskar viðhalds-
menn, tí búnin er eyðkend-
ur. Teir eru altíð – á fót-
bóltsferðum – íklæddir tey
eyðkendu »kiltini« ella
skotaskjúrt, sum skuldi ver-
ið eitt føroyskt orð fyri bún-
an.
Skjúrtini eru úr ull, og
skuldu verið heit at ganga í.
Til hvørt skjúrt verða einir
7-8 metrar av vevaðari ull
nýtt.
Báðar vegir
Spurdir um úrslitið leygar-
dagin, so siga teir, at tað
kann fella báðar vegir.
– Tað verður entin ein
katastrofa fyri okkum, og
vit tapa. Ella verður viljin
so sterkur, at liðið klárar at
hála ein 2-0 sigur í land,
siga teir tríggir.
– Veitst tú av, at føroyska
liðið er favorittur?, spyrja
teir tríggir. Teir hava virð-
ing fyri føroyska liðnum,
og teir eru alt annað enn
vísir í, at skotsku leikararn-
ir megna at sigra á føroysku
áhugaleikarunum.
Skotska landsliðið hevur
ikki havt góð úrslit at vísa á
seinastu tíðina. Illa gekst í
hond í undankappingini til
HM, og vit kenna øll søg-
una frá dystinum á Svanga-
skarði, tá Hans Fróði Han-
en í síðstu løtu tryggjaði
Føroyum ein javnleik og
eitt stig.
Teir tríggir greiða frá, at
dysturin móti føroyingum á
Svangaskarði seinast var alt
annað enn góður fyri skot-
ar. Hesin dysturin varð
leiktur á Toftum framman-
fyri 4.500 áskoðarum hin 5.
juni 1999.
– Tað kendist flóvisligt
fyri okkum, og Matt Elliott,
sum fekk reytt kort fyri at
sláa Toda Jónsson, gjørdist
syndabukkur, greiða teir
frá.
Hesin sami Elliott er ikki
longur at síggja á skotska
landsliðnum.
Skotska landsliðið byggir
í løtuni eitt nýtt lið. Sam-
bært teimum trimum er
eingin veruligur stjørnu-
leikari á liðnum móti Før-
oyum.
Seinasti
dysturin
hjá
skotska liðnum var ímóti
dønum. Ebbe Sand tryggj-
aði dønum ein 1-0 sigur.
Teir tríggir halda úrslitið
móti dønum vera á góðari
leið, tá hugsað verður um,
hvussu illa skotska liðið
spældi.
Nýggjur venjari varð eis-
ini settur í starv til skotska
landsliðið, áðrenn hesa
undankappingina. Talan er
um mæta venjaran Berti
Vogts, sum áður hevur stað-
ið á odda fyri týska lands-
liðnum.
– Hann er vorðin nógv
útskeldaður í skotsku press-
uni, sum hevur hug at geva
honum skylduna fyri vána-
lig úrslit. Hann hevur gjørt
fleiri broytingar í skotsku
fótbólti. Eitt nú vil hann
ikki, at útlendingar skulu
vera við liga-kup kapping-
ini í Skotlandi, siga teir
tríggir.
Áðrenn dystin leygardag-
in ætla teir tríggir at uppliva
eitt sindur av lívinum í
Havnini. Teir vera ikki
einsamallir sum skotskir
viðhaldsmenn á Svanga-
skarði, tí roknað verður við
einum 600 skotum til dyst-
in.
Higartil hevur teimum
dámað væl í Føroyum, og
veðrið ger ikki teimum
nakað.
– Tað er akkurát sum í
Skotlandi, siga teir tríggir
fryntligu skotarnir at enda.
Fylgja landsliðnum allastaðni
520 fólk koma við
flogfari til Føroya úr
Skotlandi í sambandi
við landsdystin
leygardagin
LANDSDYSTUR
Heri á Rógvi
Hjá Atlantic Airways hava
tey úr at gera í hesum
døgum. Vanliga flýgur
Atlantic til Aberdeen í
Skotlandi nakrar ferðir um
vikuna. Afturat hesum eru
tríggir leigutúrar bílagdir,
soleiðis at tað í alt koma
sjey flogfør úr Skotlandi í
sambandi við landsdystin.
Flogførini
flúgva
úr
Glasgow ella úr Aberdeen.
Fyrsti flogfarið fór úr
Skotlandi
mikukvøldið.
Tvey flogfør koma úr
Skotlandi um dagin hós-
dagin, fríggjadagin og
leygardagin. Hósdagin er
ein av túrunum ein leigu-
túrur við skotska lands-
liðnum.
Eisini
við-
haldsfelagið Tartan Army
hevur bílagt leigutúrar úr
Glasgow.
Kent Christensen, sum
starvast hjá Atlantic Air-
ways, upplýsir, at talan er
um í alt 520 fólk, sum
koma til landið. Seks av
teimum sjey flogførunum
eru stúgvandi full.
Sostatt er næstan fast
millum Føroyar og Skot-
land. Og fólkini skulu eis-
ini flúgvast heimaftur.
Luftbrúgv millum Føroyar og Skotland
Tað rullar inn hjá Magna Arge og Atlantic Airways. Atlantic
skal flúgva heili 520 skotar til Føroya í sambandi við
landsdystin leygardagin
F.v. Kevin Riddel, Graham
Barnott og Dario Walker eru
komnir til Føroya í sambandi
við landsdystin millum
Skotland og Føroyar. Teir
siga seg hava virðing fyri
føroyska landsliðnum og
meta, at úrslitið kann fella
báðar vegir. Og um veðrið
siga teir, at tað er júst sum í
Skotlandi. Myndin er tikin á
Tórsvølli, har skotska
landsliðið ikki slap at spæla
Mynd: Jens Kristian Vang
Gamla strandfara-
skipið Tróndur fer nú
í oljuvinnuna.
Umvælingar eru
gjørdar, so skipið
lýkur krøvini til eitt
havgangandi skip, og
í næstu viku verður
kósin sett móti
oljufeltunum hjá
Statoil uttan fyri
Stavanger, har
Tróndur skal liggja
sum vaktarskip
OLJUVINNA
Jón Brian Hvidtfeldt
43 ára gamla fyrrverandi
strandfaraskipið Tróndur,
sum Sjúrður Gorm Petersen
keypti fyrr í ár, fer nú í
oljuvinnuna, har hann skal
virka
sum
vaktarskip.
Tróndur
skal
avloysa
Orion, sum í seinastuni
hevur ligið sum vaktarskip í
norskum sjógvi, men sum
nú kemur aftur til Føroya, tí
viðlíkahaldsarbeiði
skal
gerast. Fyribils skal Trónd-
ur avloysa í seks vikur, men
Sjúrður Gorm Petersen
sigur, at tað kann væl
hugsast, at Tróndur verður í
oljuvinnuni longur enn so.
Broytt klassan
Áðrenn Tróndur kann virka
sum vaktarskip, var neyð-
ugt at broyta klassan, so
skipið lýkur treytirnar, sum
verða settar til havgangandi
skip. Tróndur er sum kunn-
ugt gamalt strandfaraskip,
og hevur bara verið góð-
kendur til at sigla í mesta
lagi 45 fjórðingar úr landi.
Men nú eru ábøtur gjørdar
á skipið, og í vikuni varð
Tróndur góðkendur sum
havgangandi skip. Sjúrður
Gorm Petersen greiðir frá,
at
ávís
umhvørviskrøv
verða sett til vaktarskip, og
tað kravdi eisini at smá-
vegis ábøtur skuldu gerast á
Trónd.
Hann sigur, at Tróndur,
sum er bygdur í Aukra í
Norra fyri 43 árum síðan,
er í sera góðum standi. Fyrr
í vikuni vóru teir, saman
við klassanum og Skipa-
sýninum tekniskan roynd-
artúr við skipinum, og tá
varð Tróndur eisini góð-
kendur sum havgangandi
skip. Sjúrður Gorm Peter-
sen metir, at Tróndur eisini
er væl egnaður til aðrar
uppgávur innan oljuvinn-
una, m.a. tí at gott pláss er á
dekkinum.
Arbeiða fyri Statoil
Sjúrður Gorm Petersen
sigur, at Tróndur skal halda
vakt fyri Statoil á feltinum
Midgaard, tætt við Oskar-
feltið, uttan fyri Kristians-
sund. Hann skal loysa av
Orion, sum er hitt skipið
hjá Sjúrða Gorm Petersen.
Fýra mans vera við Trónda.
Tróndur í oljuvinnuna
Í útbjóðingini av
bussleiðini í Tórs-
havnar Kommunu
verður dentur lagdur
á, at brúkarin skal
koyra í nýggjum
bussum, at tað skal
vera lætt at sleppa í
og úr bussinum, at
tað skal vera skjótt og
lætt at keypa ferða-
seðil og at rørslu-
tarnað eisini skulu
hava møguleika at
nýta bussarnar. Alt
samalt viðurskifti,
sum skulu vera
brúkaranum til
gagns. Eitt krav
verður tó ikki sett: at
bussførarin skal hava
møguleika at hvíla
seg, so hann er væl
fyri at koyra í nógvu
ferðsluni í høvuðs-
staðnum og kann
flyta brúkaran trygt
aftur og fram
BUSSLEIÐIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Hvussu leingi kann ein
bussførari koyra, áðrenn
hann hevur rætt til hvíld?
Hvussu leingi er ráðiligt hjá
føraranum at koyra, áðrenn
hann gerst troyttur, verður
til ampa í ferðsluni, ella
trygdin beinleiðis kemur í
vanda? Í Føroyum er tað
ein spurningur millum ar-
beiðsgevara og arbeiðs-
takara.
Í grannalondum okkara og
í ES finnast krøv, sum siga,
hvørji rættindi bussførarin
hevur til hvíld. Men tílík
krøv finnast ikki í Føroyum,
og í Vinnumálaráðnum, sum
er politiski myndugleikin á
økinum, verður ikki arbeitt
við málinum. Spurningurin
er ikki aktuellur í løtuni
verður sagt.
Koyringin hjá Bussleið-
ini í Tórshavnar Kommunu
varð tíðliga í summar boðin
út, tilboðini eru komin inn,
og býráðið hevur gjørt av at
arbeiða víðari við onkrum
av tilboðunum. Men heldur
ikki í býráðnum er spurn-
ingurin um hvílitíðirnar hjá
bussførarunum aktuellur.
- Vit hava ikki sett fram
nøkur krøv um at buss-
førarar skulu hava ávísar
hvílitíðir, tá leiðirnar vóru
bodnar út – tað er ikki
okkara borð at taka støðu til
handa spurningin, segði
Sjúrður Olsen, formaður í
Teknisku Nevnd í Tórs-
havnar
Kommunu
við
Sosialin fyrr í vikuni.
Einasta krav er, at fólkið,
sum skal arbeiða í ein-
skildu, kommunalu buss-
koyringini, skal vera limur í
einum fakfelag.
Saknar reglur á
økinum
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
saknar greiðar reglur á
økinum. Hann vísir á dømi,
har bussførarar í høvuðs-
staðnum hava koyrt í átta til
níggju tímar út í eitt, uttan
steðg. Hann metir, at Tórs-
havnar Býráð eigur at taka
spurningin við, tá støða
skal takast til tilboðini uppá
busskoyringina.
- Tað er greitt, at vit hava
ongar reglur á økinum, og tí
hevur býráðið sum so ongar
skyldur. Men eg haldi, at
býráðið átti at tikið spurn-
ingin við í viðgerðina, og
gjørt ásetingar um fastar
hvílitíðir, nú busskoyringin
næstu sjey árini verður løgd
í fastar rammur, sigur Jón
Kragesteen. Útbjóðingin av
busskoyringini er galdandi
frá 1.februar næsta ár til 31.
januar 2010. Jón Krage-
steen vísir á, at tað kann
vera trupult at koma aftur
um aftur og tosa um hvíli-
tíðir, tá avgerðin er tikin, og
sáttmálarnir eru undirskriv-
aðir.
Regluliga hvíld
Sum dømi um, hvussu regl-
urnar kundu sæð út, ber til
at hyggja at norsku regl-
unum fyri bussførarar. Í
Norra má ein bussførari t.d.
í mesta lagi koyra buss í
níggju tímar um dagin, men
tó kann hann, tveir dagar
um vikuna, koyra tíggju
tímar. Men reglurnar siga
samtíðis, at hann innan fyri
14 dagar, í mesta lagi hevur
loyvi at koyra 90 tímar.
Somuleiðis siga norsku
reglurnar, at ein bussførari
ikki má koyra meira enn
4,5 tímar, áðrenn hann skal
hava ein steðg uppá í
minsta lagi 45 minuttir. Í
Danmark og restina av ES
eru líknandi reglur fyri
hvílitíð hjá bussførarum.
Jón Kragesteen heldur, at
norsku- og ES-reglurnar
kunnu vera góðar at meta
seg eftir, tá vit í Føroyum
skulu gera okkara egnu
reglur á økinum. Hann vísir
á, at trupulleikin er bara at
finna
í
Bussleiðini
í
høvuðsstaðnum,
tí
hjá
Bygdaleiðum eru onnur
viðurskifti galdandi, og har
hava bussførarar sum er
møguleika fyri hvíld.
Gamla strandfaraskipið Tróndur fer nú í oljuvinnuna, har hann skal virka sum vaktarskip. Nakrar umvælingar skuldu gerast á
skipið, áðrenn tað fyrr í vikuni varð góðkent
Mynd: Jens Kr. Vang
Ongi krøv um hvílitíðir
C
M
Y
K
5
4