fríggjadagur 6. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 170 - 6. september 2002
Nr. 170 - 6. september 2002
7
Sumbiar Kommuna
heldur seg hava fingið
játtilsi upp á eina
stóra grótrúgvu, sum
liggur í Lorpansdali,
men Landsverkfrøð-
ingurin hevur játtað
vágbingum grótið til
havnaútbygging
EFTIRSPURNINGUR
EFTIR GRÓTI
Áki Bertholdsen
Sumbiar Kommuna: Tað
er stórur eftirspurningur
eftir teirri stóru grótrúgv-
uni, sum liggur í Loprans-
dali – so stórur, at tað nú
verður neyðugt hjá Føroya
Rætti at gera av, hvør skal
hava grótið.
Talan er um grótið, sum
er sprongt úr tunlinum, ið
gongur ímillum Lopra og
Sumba.
Og tað er ikki hissini
grótrúgva, talan er um, tí
mett verður, at tað eru
umleið 100.000 kubikk av
gróti.
Grótið til Vágs
Landsverkfrøðingurin hev-
ur játtað Vágs kommunu
grótið til at brúka til komm-
unalar útbyggingar, eitt nú
til at fylla út framvið sjón-
um í sambandi við ætlaðu
djúphavnina.
Men Sumbiar Kommuna
tvíheldur um, at Lands-
verkfrøðingurin
longu
frammanundan hevði játtað
Sumbiar kommunu rættin
til grótið.
Fundir við Landsverk-
frøðingin hava ikki ført til
nakað úrslit og tí hevur
Sumbiar Bygdaráð gjørt av
at stevna Landsverkfrøð-
inginum
Í løtuni eru tað sakførarn-
ir hjá báðum pørtum, sum
skriva sínámillum sín og tí
veit Jacob Vestergaard ikki
akkurát, hvussu langt málið
er komið.
Bygdaráðið
í
Sumba
heldur, at Landsverkfrøð-
ingurin kundi ikki lova
grótið burtur tvær ferðir,
men av tí at avtalað varð
gjørd við Sumbiar Komm-
unu fyrst, er tað tann avtal-
an sum er galdandi og ikki
avtalan, sum seinni er gjørd
við Vágs Kommunu.
Jacob Vestergaard, hevur
somuleiðis áður upplýst
fyri blaðnum, at Lands-
verkfrøðingurin hevur har-
afturat altíð havt til sið-
venju, at í sambandi við
tunnilsgerðir eigur komm-
unan, sum arbeitt verður í,
eisini
grótið,
sum
er
sprongt burtur.
Men í hesum føri er tað
orð ímóti orði, tí Lands-
verkfrøðingurin sigur, at
hann hevur ikki lovað
sumbingum nakað.
Í rættinum fer Sumbiar
bygdaráðið at krevja, at
Landsverkfrøðingurin
heldur avtaluna, hann hevur
gjørt við kommununa.
Fingu 20.000 kubikk
Annars hevur kommunan
fingið skrivligt loyvi til at
taka 20.000 kubikk av hes-
um sama gróti til at gera
havnalagið størri.
Men kommunan hevur
brúk fyri øllum grótinum, tí
metingar vísa, at skal alt
tað fyllast út, sum komm-
unan ætlar, verða tað brúk
fyri 120.000 kubikkum av
gróti, tí tað er rættiliga
djúpt ov víðført.
Jacob Vestergaard sigur,
at tað er brúk fyri at gera
havnalagið størri, fyri at
skapa møguleikar til at
byggja virki, um áhugi er
fyri tí.
Tá ið skúlin verður
liðugur, verður hann
tvær ferðir so stórur,
sum hann er nú
ÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
Sumba: Í Sumba verða nú
so stórar ábøtur gjørdar á
skúlan í bygdini, at hann
verður ikki at kenna aftur.
Í fyrra lagi er ætlanin at
høvuðsumvæla skúlabygn-
ingin, sum er. Í øðrum lagi
verður skúlin útbygdur so
at hann verður tvær ferðir
so stórur, sum hann er nú.
Jacob Vestergaard, borg-
arstjóri í Sumbiar Komm-
unu, sigur, at Mentamála-
ráðið hevur góðkent ætlan-
ina og farið verður nú undir
at projektera arbeiða. So
verður arbeiðið boðið út í
heyst og síðani verður bein-
anvegin farið at byggja
Hann sigur, at Arbeiðið
verður liðugt á vári í 2004.
Arbeiðið verður gjørt, bæði
tí at skúlin,sum er, trongir
til ábøtur og tí at nýggja
fólkaskúlalógin setir heilt
onnur krøv til skúlabygn-
ingar, enn áður við, serstov-
um og øðrum og tað er
hetta, sum uppíbyggingin
umfatar.
Hann
vil
ikki
siga,
hvussu nógv arbeiðið kost-
ar, men talan er um milli-
ónir.
Nakað er sett av á fíggj-
arætlanini hjá kommununi í
ár til endamálið, men ætl-
anin er at seta pening av,
bæði í 2003 og 2004 til
endamálið.
Øll fíggjarmegin
Borgarstjórin sigur, at ætl-
anin er ikki at taka lán til
arbeiðið, so hesi næstu
árini fer skúlin við allari
fíggjarmegi hjá kommun-
uni.
Annars
sigur
Jacob
Vestergaard, at barnatalið í
Kommununi hevur verið
fallandi, men at nú er ein
glotti í.
Í Sumba eru um 30
skúlabørn. Ein annar skúli
er í kommununi, tað er
skúlin á Leiti ímillum
Lopra og Akrar. Og eisini
har stendur so illa til við
børnum, at um tvey ár verð-
ur bara eitt barn í tí skúl-
anum
Jacob Vestergaard sigur,
at so slepst ikki undan ein-
um kjaki um, antin skúlin á
Leiti skal varðveitast, ella
ikki.
Sjálvur vil hann treyðugt
niðurleggja skúlan, tí hann
ásannar, at verður hann nið-
urlagdur, verður hann aldr-
in latin upp aftur og hann
heldur, at tá ið ein bygd
missur skúlan, verður hon
fátækari.
Men hinvegin mugu teir
eisini viðgerða spurningin,
um tað er fíggjarliga for-
svarligt at hava ein skúla
við bara einum næmingi.
Tað eru tey, sum føra fram,
at nú bergholið er komið
ímillum Lopra og Sumba,
er sambandið blivið so gott,
at børnini í Lopra og á
Økrum
einsvæl
kunnu
ganga í skúla í Sumba, tí
tað eru minni enn 10 min-
uttir at koyra.
Træta um eina grótrúgvu endar nú í rættinum
Byggja skúlan út fyri fleiri milliónir
Hesi bæði næstu árini skal
skúlin í Sumba bæði
umvælast og byggjast út við
fleiri serstovum
Í Lopra liggur ein stór grótrúgva, sum Sumbiar Kommuna
heldur seg hava rætt til, men Landsverkfrøðingurin hevur
lovað vágbingum grótið til at gera djúphavn og
samferðsluhavn við
Dora Joensen hevur
staðið í handlinum á
Húsum í 12 ár. Mað-
urin, Bjarti Joensen,
eigur handilin, men
Dora er kramba-
kvinnan á Húsum.
Hóast tilboðini eru
mong og góð í Klaks-
vík, so er altíð nógv at
gera í handlinum
HANDILSLÍV
Solby A. Eliasen
Myndir: Álvur Haraldsen
Húsar: – Eg skilji væl, at
fólk fara til Klaksvíkar at
keypa, tá tilboð eru. Eg
meini, hví skulu tey keypa
ein kaffipakka frá mær,
sum tey fáa fyri einar 15 -
20 krónur í Klaksvík. Eg
noyðist at keypa hann inn
fyri 23 ella 24 krónur. Tað
sigur seg sjálvt, at tað verð-
ur so nógv dýrari her, sigur
Dora við einum smíli.
Hon sigur, at hon bílegg-
ur breyð eina ferð um vik-
una.
– Tað sum ikki verður
selt tann dagin, frysti eg
bara. Fólk her á oynni eru
ikki kræsin, tað má eg siga.
Tey keypa tað, sum er at fáa
og tað ger tað hugaligt at
hava handilin opnan.
Dora sigur, at tað er tor-
ført at bíleggja vøru, tí tað
er ikki altíð so lætt at vita,
hvat hon fer at hava brúk
fyri. Men royndirnar upp
gjøgnum árini gera sjálv-
andi sítt til, at tað er lættari
nú enn fyrr. Hon heldur, at
tað er serliga torført at bí-
leggja mjólk og breyð, tí til
dømis mjólk skal bíleggjast
hálvannan dag framman-
undan og breyð dagin fyri.
Dora sigur, at hon vónar,
at útoyggjafelagið fer at
kunna hjálpa til, tá tað kem-
ur til innkeyp hjá teimum
smáu bygdarhandlunum í
útjaðaranum.
– Tað hevði verið ynski-
ligt um útoyggjapoltikkurin
hevði kunnað ført til, at teir
smáu handlarnir kundu
keypa inn fyri sama prís,
sum teir stóru. Hóast vit
ikki kunnu keypa inn í
somu mongdum, sigur hon.
Spurd, um hon ikki hevur
roynt at spurt onkran av
teimum størru handlunum í
Klaksvík, um hon kann
keypa inn saman við teim-
um, sigur Dora, at tað hev-
ur hon ikki gjørt nakað við.
– Eg veit heldur ikki, um
tað ber til.
Onki bomm í skúlatíð
Meðan vit standa og práta,
fer hurðin upp og tvær
gentur koma inn. Tær ætla
sær at keypa sær eitt hvørt
gott. Onnur ger av, at keypa
bomm fyri nakrar krónur.
Dora tekur nakrar bomm-
dósir og byrjar at fylla í
bommposan. Stuttligt er at
eygleiða tær, hvussu eyguni
fylgja rørslunum hjá Doru,
meðan hon koyrir eitt
bomm fyri og annað eftir
niður í tann lítla posan.
– Børnini sleppa ikki at
keypa góðgæti í skúlatíðini.
Tað gjørdi eg av, tí tað eru
ikki øll, sum hava pengar
við í skúla, og so er tað so
keðiligt, tá onkur hevur. Tí
góðgæti órógvar, og tey,
sum ikki hava, tey fara bara
at munga. Og tað haldi eg
er synd, sigur Dora, meðan
hon avgreiðir teimum báð-
um ungu damunum, sum
eru komnar inn í handilin.
Tær fara so vælnøgdar út
aftur – helst at spæla eina
løtu, nú tær hava fingið frí
úr skúlanum og lummarnir
eru fullir av góðgæti.
Dora sigur, at børnini
hava ikki nógv at velja í, tá
tað kemur til frítíðarítriv,
men hon heldur kortini, at
tey duga væl at fáa tíðina at
ganga.
– Eg haldi ikki, at tey
keða seg her í bygdini.
Í eini smábygd sum Hús-
ar, eru ikki nógv javngomul
børn, hóast tey eru nógv. So
tá barnaføðingardagar eru,
tá hoyrist tað um alla bygd-
ina, um tey eru úti og
spæla. Tí, sum Dora sigur,
tá barnaføðingardagur er, tá
fara øll børnini í bygdini í
føðingardag. Nakað, sum er
óhugsandi fyri eitt størri
pláss, men á Húsum er tað
ein sjálvfylgja.
Annars heldur Dora ikki,
at fólk á Húsum nýta nógv
hetta at ganga inn til hvønn
annan.
– Tú fert ikki bara inn á
gólvið hjá onkrum til kaffi,
men sum sagt er nakað á
vási, so fer nærum øll
bygdin.
Prátið dettur inn á ferða-
ætlanina. Dora heldur líka
sum Sára, lærarin í bygdini,
at ferðaætlanin ikki er fyri
børn, tí sum er, hava serliga
tey eldru ongan møguleika
at ferðast inn til Klaksvíkar
at spæla fótbólt ella okkurt
annað.
Um okkurt barn er, sum
kundi hugsað sær at spælt
bólt við KÍ, so letur tað seg
einans gera við teimum
lítlu deildunum. Tá komið
verður upp í dreingjadeild-
ina ella har á leið, eru venj-
ingartíðirnar longu so seint
út á seinnapartin ella tíðliga
á kvøldi, at Barsskor hevur
siglt fyri seinastu ferð tann
dagin.
Men hinvegin fegnast
kalsoyingar sjálvandi um,
at fleiri túrar eru nú um
vikuna enn tað hava verið.
Ósemjan merkist
Tá ein er í Kalsoynni, so
kann ein ikki lata vera við
at spyrja um trætuna um
skúlarnar millum tær báðar
norðastu bygdirnar á Kals-
oynni, Mikladal og Trølla-
nes.
Tað er eitt mál, sum hev-
ur verið sera nógv frammi í
fjølmiðlunum. Dora sigur,
at tað var næstan so, at
hvønn dag í døgurðatíman-
um, so vóru yvirskriftirnar
í Útvarpinum um kríggj
aðrastaðni í heiminum og
so
skúlatrætan
millum
Mikladal og Trøllanes.
– Tað merkist væl í allari
oynni, at har er ein álvars-
ligur kuril komin á tráðin,
sigur Dora.
Hon heldur fram, at hetta
málið hevur so avgjørt
framt umfatandi skaðar á
samanhaldið millum Mik-
ladal og Trøllanes. Tvær
bygdir, sum altíð hava havt
so gott samanhald.
– Samanhaldið er burtur,
tað er púra vist, sigur Dora
og leggur aftur at, at tað er
við at verða eitt tabu evni.
– Skúlamálið tosa vit
næstan ikki um longur her á
oynni, men avleiðingarnar
eru har kortini. Til dømis
høvdu vit ein bindiklubb í
oynni, men hann er ikki til
longur orsakað av trætuni
har norðuri. Tað er so synd-
arligt, heldur Dora, men
hon veit eisini, at tað eru
fleiri enn hon, sum harmast
støðuna millum Mikladal
og Trøllanes.
– Tey eru uttan iva sjálvi
nakað kedd av hesum.
Hetta er eitt mál, sum
Dora tó aftrar seg við at
siga ov nógv um, tí tað letur
ikki til, at trætan er loyst,
hóast børnini á Trøllanesi
nú aftur eru í skúla í Mikla-
dali.
Nú er tíð at steingja
handilin til døgurða. Hand-
ilin er opin frá 10 - 12 og so
aftur aftan á døgurða. Vit
takka Doru fyri prátið og
siga farvæl.
Bygdarhandilin á Húsum
Dora Joensen er úr
Vági, men hevur búð
á Húsum seinastu 15
árini, henni dámar
væl
at
standa
í
handlinum á Húsum
Tað er ikki lov at keypa
bomm í skúlatíðini í
handlinum á Húsum, men
hesar eru lidnar í skúlanum
henda dagin, so tað liggur
væl fyri
C
M
Y
K
7
6
Vágsbotnur • Tel. 31 62 06
Kallkyn