fríggjadagur 6. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 170 - 6. september 2002
Nr. 170 - 6. september 2002
9
Føroysk vísindafólk
kanna springarar,
døglingar og hvessing
eftir áheitan frá
NAMMCO. Gransk-
ararnir vilja fegnir
fáa so neyvar upp-
lýsingar sum gjørligt
um eitt nú liviháttin
hjá hvalunum
HVALAKANNING
Edvard Joensen
Tey kanna aftur hval á Nátt-
úrugripasavninum. Hesa-
ferð eru tað springarar,
hvessingar og døglingar,
sum hava stóra áhugan,
sigur Dorete Bloch Daniel-
sen, profesasri, sum leiðir
kanningarnar.
Kanninganar, sum nú
verða gjørdar, fara fram á
leið á sama hátt, sum stóra
grindakanningin, ið gjørd
varð fyri nøkrum árum síð-
an. Stórur dentur verður
lagdur á at fáa so neyvt inn-
lit í liviháttin hjá hvalunum,
sum gjørligt.
At hesar kanningarnar
verða gjørdar í Føroyum,
kemst av veiðuni, sum er
her hjá okkum. Bæði
springarar og viðhvørt eis-
ini hvessingar verða hildnir
til, og av og á ger onkur
døglingur
eisini
lands-
gongd her. Tí er tað upp-
lagt, at heitt verður á føroy-
ingar um at gera slíkar
kanningar, sigur Dorete
Bloch.
Eisini letur hon at, at før-
oyingar eru sera samstarvs-
hugaðir, og tað fegnast
granskararnir um. Gransk-
ararnir fáa boð, beinanveg
grindaboð eru givin, og
fólk eru skjót at rætta eina
hjálpandi hond á staðnum,
har royndir verða tiknar og
kannað annars verður.
Taka royndir
Vit sita á stjóraskrivstovuni
á Djóradeildini hjá Nátt-
úrugripasavninum í Fútalág
í Havn.
Tað er trongt, og ikki ser-
liga lætt atkomiligt her í
h
ú
s
i
n
u
m
.
Hølisviðurskiftini
eru
vánalig, fyri at siga akku-
rát, sum tað er. Fult av
ritgerðum her og har. Kass-
ar við kanningarúrslitum.
Tekningar og plakatir av
ysmum kríatúrum og fugl-
um. Á gólvinum í tí, sum
einaferð var stovan í hesum
fyrrverandi sethúsunum,
stendur beinagrindin av
eini kollutari kúgv, øll sum
hon er.
Og mitt í øllum hesum
rokinum
hevur
Dorete
Bloch Danielsen, fyrsti
kvinnuligi professari í Før-
oyum, og leiðari á deildini,
funnið sær ein stól, har hon
so dánt sleppur fram at
skriviborðinum,
– Tað er NAMMCO, sum
hevur heitt á okkum um at
gera hesar kanningarnar,
greiðir Dorete Bloch frá.
Aftur at sær hevur hon tvey
fólk, sum knýtt eru bein-
leiðis at hesi kanningini.
So ringir telefonin, og
professarin tekur hana.
Hevur ongan skrivara til
slíkt. Hon tosar eitthvørt
við onkran, sum ivaleyst vil
frætta eitt sindur frá spring-
arunum í Hvalvík.
Eftir samrøðuna klárar
hon so dánt at ringja til
onkran annan í húsinum og
biða tey um at taka telefon-
ina, næstu ferð hon ringir.
Og tað ger hon so beinan-
veg. Men nú hevur profess-
arin betri tíð at tosa við
blaðið.
– Av tí, at lítið er kent,
hvussu springari livir, er
tað týdningarmikið fyri vís-
indafólkini at fáa so neyvar
upplýsingar, sum gjørligt.
Til tess verða tiknar royndir
av teimum hvalum, at-
gongd fæst til. Eitt nú
doyðu 35 springarar í Hval-
vík týsdagin, og har vóru
fólk frá Náttúrugripasavn-
inum og tóku royndir.
– Vit tóku tað, vit á vís-
indamálið
kalla
»Full
Samples« av øllum hvalun-
um, greiðir Dorete Bloch
frá.
Talan er um at fáa stødd
og kyn á hvalunum, sum
grindaformenn og merkjar-
ar hava verið óførir at latið
teimum, sigur hon. Síðan
verður farið eftir vekt, eins
og royndir verða tiknar av
bæði tvøsti og spiki, livur,
nýrum og kynsgøgnum.
Kannað verður eisini eftir,
um honirnar mjólka.
Til tess at staðfesta ald-
urin á teimum einstøku
hvalunum, verður undir-
kjafturin tikin úr. Sagaður
ella høgdur, og síðan verð-
ur aldurin staðfestur út frá
tonnunum.
– Men tað er ein longri
søga, sum kann taka rætti-
liga langa tíð, greiðir
Dorete Bloch frá.
Norðasti stovnur
Hóast vísindafók vita rætti-
liga nógv um ymsar hvala-
stovnar, eru tó onkur glopp.
Eitt nú um springara og
hvessing vita tey ikki alt,
sum ynskiligt er, sigur
Dorete Bloch.
Hóast føroyingar leingi
hava vitað, at hvessingur
livir um okkara leiðir, eru
tað ikki øll vísindafólk úti í
heimi, sum hava hildið
hetta borið til, veit Dorete
Bloch at siga frá. Men nú er
so staðfest, at hvessingurin
her hjá okkum er tann norð-
asti í heiminum yvirhøvur,
greiðir hon frá.
– Og springararnar vita
vit lítið um soleiðis reint
lívfrøðiliga, sigur hon.
Hvussu teir liva, og hvat
teir eta. Millum annað hetta
fara vit at royna at fáa
greiði á við kanningini, vit
nú gera.
Tað gongur rætta vegin
við at fáa upplýsingar til
vega, letur hon at. Einar
100 springarar hava tey
vigað her, og longd og vekt
av 64 hvalum hava tey fing-
ið úr Hollandi, og verða
hesi eisini brúkt í kanning-
ini. Umframt hava tey fing-
ið mátini av meira enn
1.200 springarum, so nakað
er at taka av.
Eitt ynski er, sum vís-
indafólkini, ið gera hvala-
kanningarnar, fegin vilja
hava uppfylt, Og tað er at
fáa totalvektina av einum
døglingi.
Og tað skuldi verið
møguligt. Sjálvandi við
teirri fyritreyt, at onkur
døglingur leggur beinini
her. Tí Náttúruggripasavnið
hevur vekt, sum klárar eitt
slíkt stórdýr, greiðir Dorete
Bloch Danielsen, professari
og hvalagranskari frá.
Nú eiga springararnir tørn
Dorete Bloch Danielsen, professari í ferð við at taka royndir av einum springara, sum legði beinini í Hvalvík týsdagin
Mynd: Edvard Joensen
Undirkjafturin verður tikin úr springarunum til tess at
staðgfesta aldurin á djórinum
Mynd: Edvard Joensen
Dagurin í morgin er
ein stórur dagur fyri
Finnbjørn Mouritsen
í Havn. Tá eru liðin
40 ár síðani hann og
bróðirin, Eyðun, sáli,
fóru undir at selja
máling í kjallaranum
hjá Linu Arge í Havn.
Handilin var 24
fermetrar
HANDIL Í 40 ÁR
Eirikur Lindenskov
Í morgin eru 40 ár síðani, at
Málingahandilin hjá Mour-
itsen brøðrunum lat upp á
horninum V. U. Hamm-ers-
haimbsgøtu/J. C. Svabos-
gøtu í Havn. Tað vóru teir
báðir, Finnbjørn og Eyðun,
sum lótu upp handilin. Teir
eru synir hjá Andreas
Mouritsens, málarameist-
ara,
vanliga
nevndur
Gubbi, og Alvildu, sum var
fastur partur av handlinum í
nógv ár.
Andreas doyði í bestu ár-
um í 1958, hann var tá 52
ára gamal. Eyðun Mourit-
sen, sum eisini var málari,
tók yvir virksemið hjá páp-
anum. Og tað var eitt stórt
virki, tí hann hevði javnan
einar 10-15 mans í ar-
beiðið. Um tað mundið, tá
hann doyði, var hann í ferð
við at mála í nýggja bygn-
inginum hjá Føroya Banka
í miðbýnum í Havn.
Byrjaði í Brúksuni
Finnbjørn fór sum 14 ára
gamal í læru í Føroya
Keypsamtøku í Havn, sum
tá hevði til húsa niðri í
Bringsnargøtu. Hetta var í
1952. Hann var eisini við,
tá Keypsamtøkan keypti
húsini í Dr. Jakobsensgøtu,
har
nýggjur
bygningur
seinni varð bygdur. Men í
1962, tann 7. september,
lótu hann og bróðirin, Eyð-
un, upp handilin í kjallara-
num hjá Linu Arge.
Hóast tað vóru brøðurnir,
Finnbjørn og Eyðun, sum
stovnaðu og róku handilin,
so vóru hinir brøðurnir eis-
ini við okkurt skiftið. Áki,
sum nú býr í Danmark, var
í mong ár á skrivstovuni, og
Arnbjørn var eisini okkurt
skiftið í handilinum, hóast
hann heldur valdi at starv-
ast sum málarameistari.
Arnbjørn og Eyðun doyðu
báðir í bestu árum í 1983,
einans tríggjar vikur vóru
millum deyða teirra.
Byrjaðu við
24 fermetrum
– Vit byrjaðu í kjallaranum
hjá Linu, men har gjørdist
skjótt ov trongt, har vóru
einans 24 fermetrar. Í 1965
var tí bygt afturat húsnum
hjá Linu niðaneftir, og tá
vaks handilin munandi,
greiðir Finnbjørn frá, tá vit
hittu hann á máli í stóra
handilsbygninginum
á
Sandvíkarhjalla í gjár.
Men virsemið vaks al-
samt, og neyðugt var tí við
enn meira plássi. Í 1970
verður 200 fermetrar stóri
bygningurin á horninum
Landavegur/J. C. Svabos-
gøta tikin í nýtslu. Hesin
bygningurin var til samans
600 fermetrar í trimum
hæddum.
Men fyri at byggja hend-
an bygningin var neyðugt at
keypa tvey hús, sum har
stóðu. Á horninum stóðu
húsini hjá Christoffer Han-
sen og við síðuna av teim-
um húsini hjá Archibald
Askaham.
Eyðun Mouritsen búði
uppi í Tórfinsgøtu, og
skiftu hann og Archibald
Askham um hús, soleiðis at
stóri
handilsbygningurin
kundi byggjast. Í desember
1970 lat handlin upp. Nú
høvdu Mouritsen brøðurnir
so nógv pláss, at partar av
bygninginum varð leigaður
út. Uppi á lat upp bow-ling-
høll við matstovu, og var
hendan opin nøkur ár fyrst í
sjeytiárunum.
Stór suksé
– Í 1975 tóku vit so tað
sinnisjúku avgerð at keypa
eitt grundstykki upp í Hoy-
vík – á nýggja ídn-að-ar-
økinum, sigur Finnbjørn
við einum speiskum smíli.
Men hann leggur afturat,
at hetta var tann størsta
sukse’in, hann nakrantíð
hevur gjørt.
Hann vísir á, at tað var
sera vágið í sjeytiárunum at
byggja ein stóran hand-ils-
bygning so langt uttan fyri
býin – og vænta, at fólk
kom at keypa, men tað
riggaði. Talan var um fyrsta
handilsbygningin í Hoyvík,
tað var bara Phil & Søn,
sum vóru har framman
undan. Nakað seinni komu
so Reyni Service og Bila-
sølan Norrøna.
– Vit nevndu handilin
Teppihøll, og løgdu dent á
teppi og gólvvørur, sigur
Finnbjørn.
Hesin bygningurin var
1.500 fermetrar til víddar,
og er tað bygningurin, har
Føroya
Fornminnissavn
heldur til í dag. Bygningur-
in hýsir m. a. viðgitnu
Kirkjubøstólunum.
Fyrst í áttatiárunum varð
bygningurin víðkaður við
enn 1.500 fermetrum, og
fóru teir nú undir eisini at
selja møblar.
Um hetta mundið keptu
og umvældu teir eisini ein
bygning á Tvøroyri, og
hevur handilin havt deild
har síðani. Eitt skifti seldu
teir eisini kurvamøblar og
eitt sindur av møblum í
gamla bygninginum hjá
Holgar Jensen í Niels Fin-
sensgøtu í Havn. Men í
1989 varð enn eitt stórt stig
tikið, tí tá lat upp stóri
handlin á Sandvíkarhjalla,
sum er 4.800 fermetrar til
víddar.
Eldur og kreppa
Tað gjørdist kortini eitt
stórt bakkast hendan dagin,
handilin skuldi lata upp.
– Tá vit komu niðan í
handilin hendan dagin,
stóðu brandbilar í túninum,
greiðir Finnbjørn Mourit-
sen frá.
Eldur var av einhvørjari
ókendari orsøkin kyknaður
í forhøllini til goymsluna,
og hóast brandskaðin ikki
var so stórur, so var nógvur
roykskaði.
– Alt húsið mátti tømast
og vaskast. Hetta var eitt
stórt bakkast, sum ávirkaði
søluna í fleiri mánaðir aft-
aná,
greiðir
Finnbjørn
Mouritsen frá.
Eftir hetta rendi alt sam-
felagið seg í búskapar-
kreppuna, sum eisini hevur
havt sína stóru ávirkan á
handilsvirksemið hjá Finn-
bjørn og hinum í Máling-
handlinum, sum havnarfólk
framvegis kalla handlarnar
hjá Mouritsensbrøðrunum.
Málingahandlarnir
hjá
teimum virka í dag undir
heitinum Litaval. Hetta er
ein keta av sjálvstøðugum
handlum í Føroyum, sum tó
eru partar av donsku ket-
uni, Farveland. Finnbjørn
Mouritsen sigur, at tað ber
illa til í dag at virka sum
handilsmaður, uttan tú ert
við í einhvørjari ketu, tað
sama er við møblahandlu-
num, sigur hann.
Finnbjørn tuskar enn
Finnbjørn Mouritsen er í
dag 64 ára gamal. Hann
hevur trekt seg eitt sindur
aftur, og hevur latið yngri
kreftir komið til. Stjóri í
fyritøkuni í dag er Jóannes
Mouritsen,
bróðirsonur
hansara, meðan Finnbjørn
sjálvur er deildarleiðari í
stóra handilinum á Sand-
víkarhjalla.
Men at futtur framvegis
er í honum, kennist á øllum
brøgdum. Meðan vit ó-
rógva hann í ein lítlan hálv-
an tíma inni á skrivstovuni
aftur við einum kaffi-
munni, kláraði hann at selja
minst
ein
kantklippara
gjøgnum telefonina, og
meðan vit ganga út gjøgn-
um handilin – útum at taka
eina mynd, avgreiðir hann
onkran kunda á vegnum.
Í dag, fríggjadag, bjóðar
handilin til móttøku í HB-
húsinum millum kl 15 og
17.
– At halda ein 40 ára dag
er kanska ikki so nógv.
Men eg vænti neyvan, at eg
verði við, tá 50 ára dagurin
verður hildin, tí hvør ar-
beiðir, til hann verður 74?
spyr Finnbjørn okkum.
Okkara boð er, at Finn-
bjørn tuskar við sama lag í
handlinum um 10 ár.
Hjartaliga tillukku við
degnum!
Selt máling í 40 ár
Finnbjørn Mouritsen og
bróðirsonurin, Jóannes
Mouritsen, sum nú er stjóri í
stóra handilsvirkinum, sum
byrjaði sítt virksemi fyri 40
árumsíðani
Mynd: Jens Kristian Vang
Her í kjallaranum hjá Linu Arge byrjaðu brøðurnir Finnbjørn og Eyðun Mouritsen virksemið hjá Málingahandilinum í 1962
C
M
Y
K
9
8