fríggjadagur 6. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 170 - 6. september 2002
Nr. 170 - 6. september 2002
11
Enn er lítið og einki komið fram um uppskotið til
komandi fíggjarlóg. Tað tykist vera sera torført at
fáa nakað at vita úr Tinganesi, men tað skilst, at her
prutlar álvarsliga undir lokinum. Eftir øllum at
døma eru føgru orðini hjá fíggjarmálaráðharranum
um, hvussu væl stendur til hjá landskassanum, ikki
heilt í tráð við veruleikan, í hvussu er ikki tann
veruleika, at tørvur er á at hækka kontoirnar til
nógvar av landsins týðandi stovnum. Sum skilst er
status quo tvs. útreiðslur og inntøkur sampakka, tá
ajourføringar eru gjørdar og lønarvøksturin er
lagdur omaná. Men ikki eitt oyra er til nýggjar ella
hækkandi útreiðslupostar hjá teim ymsu lands-
stýrisráðunum.
Tað er ein sannroynd, at tíðir skifta og broytast, og tí
sjálvandi slepst ikki undan at hækka upphæddirnar á
fíggjarlógini til fleiri av ymsum økjunum. Um
landsstýrið heldur, at hetta bara kann gerast við at
lækka aðrar útreiðslupostar, so tekur tað so dyggi-
liga feil.
Eingin ivi er um, at vit komandi dagarnar, tá lokið
verður tikið av fíggjarlógarpottinum ella tað fer av
av egnari megi, fara at uppliva eitt eljustríð, klandur
og rok í samgonguni. Vit hava heldur ikki gloymt,
hvat formaðurin í Fíggjarnevndini segði herfyri.
Hann gjørdi púra greitt, at hann fór ikki at góðtaka,
at landsstýrið kom við eini eykajáttanarlóg fyri og
aðrari eftir. Tvs. at fer landsstýrið nú at seta propp í
og harvið forða fyri, at tey ymsu økini í sam-
felagnum fáa størri upphæddir til rakstur av einum
og øðrum slag, og fíggjarnevndarformaðurin heldur
fast um avgerðina ikki at loyva fleiri eykajáttanum
út yvir árið, so merkir tað í veruleikanum, kaos og
kríggj í allari skipanini. Og tað verða mongu
niðurpíndu økinini frá kreppuárunum, sum helst
koma at merkja hetta meinast.
Andstøðan hevur eina stóra ábyrgd her at tryggja
sær, at ikki mong týðandi samfelagshjól rusta ella
stegða upp. Hækkandi játtanir eru í veruleikanum í
mongum førum tað sama sum at smyrja sam-
felagshjólini, sum tá kunnu halda fram at koyra við
somu ferð. Eitt annað mál er so íløgurnar, sum
krevjast sohvørt samfelagshjólini eldast og
treingjast til umvælingar ella til at skiftast út.
Andstøðan má taka umrøddu ávaringar í størsta
álvara.
Og tað er eisini rætt yvirfyri veljarunum aftur og
aftur at minna á, at landsstýrisflokkarnir sjálvir eru
atvoldin til, at vit koma í eina ringa og ómøguliga
støðu. Teir kutaðu 360 mill. kr. av blokkinum í
nærum ovfarakæti. Rætt er at minka blokkin og gera
okkum minni bundnar av fremmandum pengum,
men hetta átti at verið gjørdi í fleiri stigum. Nú vil
so tíðin vísa, um blokkkutanin ikki er rís til egna
r…… hjá samgonguni. Men í síðsta enda ein van-
lukka fyri alt samfelagið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Prutlar undir lokinum…..
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Niðurstøða:
Tá fíggjarlógin fyri 2002
bleiv samtykt av løgtingin-
um á heysti 2001, vísti
fíggjarlógin eitt avlop uppá
371 mió. kr. Við seinni
eykajáttanum og hækkað-
um inntøkum er avlopið á
fíggjarlógini í august 2002
komið niður á umleið 100
mió. kr. Til samanberingar
kann nevnast, at 100 mió.
kr. er ikki nokk til at gjalda
avdráttirnar av láninum í
Tjóðarbankanum.
Avlopið á fíggjarlógini er
minkað við meiri enn 270
mió. kr. í leypið av einans 8
mánaðum. Nú er avlopið
komið niður á 100 mió. kr.
og væl er hugsandi, at av-
lopið verður enn minni tá
avtorðnar, tí fleiri eykajátt-
arnir eru væntandi í ok-
tober.
Neyvar inntøkumetingar
Við í metingini av einum
avlopi á 100 mió. kr. eru
neyvar og væl undirbygdar
metingar av inntøkusíðuni.
Sostatt kann roknast við, at
inntøkusíðan ikki fer at
broytast munandi, men fer
at hava tær upphæddirnar,
sum nú eru mettar.
M.a. er vissa fyri, at
blokkstuðulin er 629 mió.
kr., og inntøkurnar frá
flestu partafelagsskattum
eru kendar, tí roknskapirnir
eru almannagjørdir nú.
Eisini eru metingarnar av
inntøkuskattunum
og
MVG-inntøkunum
sera
neyvar, tí so mikið av árin-
um er runnið.
Í hesum sambandi kann
ein undrast yvir, at fullveld-
issamgongan ikki megnar
at hava eitt hóskandi avlop
á fíggjarlógini tá blokk-
stuðulin enn er omanfyri
600 mió. kr. og bæði fólka-
kirkja,løgregla, dómsvald,
sjóverja, flogvøllur o.a. enn
ikki er yvirtikið. Hvussu
ætla teir at fíggja fram-
haldandi
niðurskurð í
Ríkisveitingini?
Eykajáttarnir
Harafturímóti má roknast
við, at fleiri eykajáttarnir
fara at koma í oktober, har
triðja og seinasta umfar av
eykajáttanum skal fyri ting-
ið. Serliga kann vísast á
tørvi fyri eykajáttanum inn-
an heilsuverkið, har Lands-
sjúkrahúsið og “serviðgerð
uttanlands” hava størri út-
reiðslur enn áður mett.
Annars vísir útreiðslu-
gongdin á stórt sæð øllum
økjum, at nógv størri partur
av játtanini er nýttur í fyrra
hálvári 2002 í mun til fyrra
hálvár 2001. Sostatt má
roknast við, at antin skulu
fleiri eykajáttarnir til, fyri
at stovnarnir skulu kunnu
røkja sínar skyldur, ella
skulu
stovnarnir
spara
munandi í seinna hálvári.
Óansæð hvussu trupuleikin
verður loystur, vil lands-
kassin merkja tað, antin
sum størri útreiðsla av
eykajáttanunum, ella sum
minkandi skatta- og av-
gjaldsinntøka orsakað av
sparingunum.
Niðurstøðan má tískil
vera, at grundarlagið av
metingini av einum avlopi á
100 mió. kr. er sera ivasom,
og ein meiri varislig meting
vildi nokk verið eitt runt 0 á
botnlinjuni á landskassa-
roknskapinum ár 2002.
Góð ráð ...
Man kann einans verða
samdur í fíggjarmálaráð-
num, tá ráðið skrivar:
“Inntøkur landskassans
verða lutfalsliga størri, tá ið
stórur vøkstur er í búskap-
inum. Hetta kemst av, at
automatiskir konjunktur-
regulerandi stabilisatorar
eru bygdir inn í skatta-,
inntøku- og veitingarskip-
anir landsins. Tá ið bú-
skaparvøksturin er stórur,
verður tí av sær sjálvum
tikið meira inn í skatti og
avgjøldum,
samstundis
sum útgjaldingarnar til
arbeiðsloysi
og
tílíkt
minka, og øvugt í minni
góðum tíðum. Tað er tí
týdningarmikið,
at
út-
reiðslugrundarlag lands-
kassans verður ikki lagt
eftir høgu inntøkum lands-
kassans, nú ið hákonjunk-
turur er í landinum.”
... sum teir ikki fylgja
sjálvir
Spurningurin
er,
um
landsstýrið ikki júst hevur
lagt
útreiðslugrundarlag
landskassans eftir høgu
inntøkunum, sum hava ver-
ið seinastu árini. Sum nú er,
er jú ikki ráð til at gjalda
avdráttir av láninum í tjóð-
bankanum, og enn minni at
leggja til síðis. Hetta hóast
at talan er um bestu
búskaparligar tíðir Føroyar
nakrantíð hevur upplivað.
Viðmerkingar til »hálvárroknskapin« 2002
Felagið fyri
Kirkjuráðslimir
Edvin Joensen form.
Tað undraði meg ikki sørt
at lesa grein í blaðnum 4.
september, har fýra sam-
gongutingmenn úttala seg
um fíggingina av fólka-
kirkjuni framyvir. Hesir
tingmenn fáa tað at ljóða,
sum um kirkjan og kirkju-
fólkið vilja hava fríkirkju-
fólk at gjalda fyri raksturin
av fólkakirkjuni. Tá ein so
spyr seg sjálvan, hvaðani
teir hava hesa løgnu hugs-
an, jú, so hava teir tað úr
teirra egna samgonguskjali.
Eg skal tí greiða frá,
hóast tað skuldi verið
óneyðugt, hvat umboð fyri
kirkjufólkið hava skrivað til
Mentamálastýrið um hetta
mál.
Í nevndaráliti um lóg um
yvirtøku av fólkakirkjuni,
sum varð lagt fram seinasta
heyst, og sum m.a. varð
viðgjørt av Felagnum fyri
Kirkjuráðslimir, varð lagt
upp til at øll fólkakirkjan
skuldi fíggjast yvir kirkju-
skattin. Hetta vildi merkt,
at kirkjuskatturin skuldi
hækkast við umleið 14 mil
kr. Felagið helt, at lands-
kassin átti at rinda nakað
fyri tær samfelagstænastur,
ið prestar gera, og metti
hetta til umleið 40% av
teimum 14 mil kr.
Hetta vildi merkt, at allir
landsins
skattaborgarar
skuldu rindað umleið 5.6
mil kr og fríkirkjufólk í
Føroyum umleið 840 000
kr av hesum yvir skattin
fyri hesar tænastur.
Hetta var sjálvandi bert
ein meting, og halda frí-
kirkjufólk, at hetta er ov
mikið, kunnu vit altíð tosa
um tað, tí fólkakirkjan
ynskir ikki olmussu frá
nøkrum.
Hvør skal gjalda fyri fólkakirkjuna
VIÐMERKINGAR
Niels J. Erlingsson
Akureyri
Nú í nøkur ár hevur verið
sokallaðir „franskir“ dagar
á Fáskruðsfirði á eystur-
landinum, har minst er
tíðin, ið franskmenn fisk-
aðu við Ísland, sum man
hava verið eini 300 ár. Nú
er eisini farið at minnast
veru teirra á vestfjørðum, tí
har vóru eisini franskir
sjómenn. Franska tjóðin
tekur ikki, at tað er rætt at
gloyma hetta fólk sum
stríddist við fiskiskap langt
norðuri í norðuratlantshavi.
Hví eg seti hetta fram, er
at føroyingar áttu her við
Ísland – bæði konur og
menn, sum ár eftir ár, ið
oftani út av lagi ringar
umstøður, frá vári til út á
hesyt fiskaðu frá lítlum
bátum og virkaðu fiskin í
salt. Talið er at árið 1870-
71 havi verið fyrst verið
roynt við bátum frá skipi
liggjandi inni á firði, bund-
ið við land. Seyðisfjørðurin
var fyrsta plássið, har roynt
var við hesum veiðihátti,
men sum tíðin leið sóu
menn, at ov langt var tað
stundum at rógva út har
fiskurin helt seg, so farið
var so smátt at førka seg
uttar í firðina, við skipun-
um, og væl lá fyri hjá
føroyingum at fiska.
Árið 1995 kom út bók
eftir Vilhjálm Hjálmarsson
f.v. tingmann og ráðharra
ættaður frá Mjáafirði, har
kemur ymiskt fram sum
gaman er at lesa um, sam-
skifti føroyinga og íslend-
inga fyrstu árini, men sum
árini gingu og fólk fór at
venjast hvørt við annað var
hetta sum ein tjóð. Seinni
kom tað at føroyingar fingu
pláss á ymsum støðum,
fram við landinum, á eyst-
urlandinum, líka frá Langa-
nesi og suður eftir eystur-
landinum. Menn bygdu sær
skúrar til at halda til í, har
bæði var húsast og fiskurin
virkaður, atløgupláss vóru
næstan ikki til á hesum
støðum og knossast var við
veiðuna upp frá fjøruni.
Ikki veit eg um nakrastaðir
eru heimildir til um hvussi
nógvir føroyingar vóru í
Íslandi við henda veiðuhátt,
men sagt er, at á Vopnafirði
skuldu eitt summarið hava
verið 250 føroyingar – kon-
ur og menn. Seinni vóru
føroyingar við útróður frá
landi – bæði á vestfjørðin-
um og norðurlandi.
Hví seti eg hetta niður á
blað er, nú eg síggi, at
franskmenn eru farnir at
minnast fólk sítt sum lá við
Ísland og stríddist, ikki
bara fyri seg og síni, tí alt
arbeiðsstríð bæði á sjógvi
og landi tænar eisini tjóvini
fyri bestu.
Hevði nú ikki verið lag,
at føroyska tjóðin á onkran
hátt við minnisvarða ella á
annan hátt vildi vísa hesum
stóra hóði sum mong ár
eftir ár fóru yvir at rógva út
– sagt er at onkur fór til
Íslands at rógva áut yvir 30
ár.
Ikki mugu tey gloymast
Eivin H. Jacobsen
Í farnu viku var ein sam-
røða í degi og viku við
Tingmennirnar í Vágum
um kostnaðin av at nýta
tunnilin undir Vestmanna-
sundi, nú hann stendur lið-
ugur um slakar 3 mánaðar,
ordini hjá Marius Dam
høvdu fingið ilt í fleiri ting-
menn, og var málburður
sum órealistiskur, óseriøsur
varpaður inn í sjónvarps-
stovuna hjá fólki.
Mikudagin
10.07.02
vóru umboð fyri kommun-
urnar, saman við fjølmiðl-
unum boðnar á tiðindafund
hjá P/F Vágatunnilinum á
ellisheiminum í Miðvági,
rúmi var karmur um eina
framsýning sum kallaðis
samferðsla til Vágarnar, ein
sera áhugaverd framsýning
nú Vestanstevnan stundaði
til, tey flestu sum mótt vóru
til fundin høvdu gjørt sær
sínar tankar hvat fór at
verða almannakungjørt.
Nevndarformaðurin í P/F
Vágatunnilinum greiddi frá
arbeiðsgongduni, og kundi
upplýsa at tunnulin lat upp
26.11.02
kl.11.00.
6-7
mánaðar áðrenn tíðuna.
Síðan fingu tíðindafólkini
møguleika til at seta spurn-
ingar, og var tað týðuligt at
prísspurningurin var tað
sum hevði tann størsta
áhugan, men hvussu tú
bendi og snaraði spurning-
unum so fekst einki at vita.
Sjálvandi eru øll fegin
um at arbeiði hevur gingið
val, og at tunnulin kann
takast í brúk 7 mánaðar
áðrenn tíðina, men spurn-
ingurin um hvat gjaldi
verður stendur enn ósvar-
aður, og er hettar ein týdn-
ingarmiklari
og
meira
avgerandi spurningur en
dagurin hann skal takast í
nýtslu, hesin spurningur
ørkymlar fólk nú leysasøg-
urnar byrja at ganga um
høgar prísir, hettar kunnu
vit bert takka nevnduni fyri
Vágatunnilinum fyri, tá tað
10.07.02 kundi almanna-
kunngerast hvussu arbeiði
hevði gingist og at tunnulin
lat upp november einar 7
mánaðar áðrenn tíðina so
visti man eisini ein vegleið-
andi nýtsluprís
Tá Landstýrismaðurin í
samferðslumálum sigur at
polittikararnir eiga at halda
seg burtur, tí talan er um
ein nevnd sum hevur fingið
eina bundna uppggávu, so
er tað ikki minni ørkyml-
andi, tá hugsa verður um
samferðslu kring oyggjar-
nar í dag, samferðsla hevur
altíð havt ein tídðandi
leiklut í tíð politiska orða-
skiftinum
her
kunnu
politikkarar til ein og
hvørja tíð koma vid upp-
skoti um hækkan ella
lækkan av tænastustøgið.
Fyri Vágatunnulin er tað
ein nevnd sum hevur eina
bundna uppgávu á handils-
ligum grundarlagið, men
sum kanska ikki í nóg
stóran mun tekur hædd fyri
teimum
samfelagsligu
viðurskiftinum, men meira
fyri teimun fýggjarligu, og
fyri at gerða tingini eitt
sindur meira fløkt, so er tað
eingin sjálvfylgja at nevnd-
in í Vágatunnulinum er
tann sama sum í Norð-
oyatunnilinum, og um so
var, at talan var um hvør
sína nevnd, kundi aftur-
gjaldstíðin og nýtsluprísir
havt ymiskar uppfatanir.
Út frá nøkrum sum her er
nevnt, er spurningurin um
politiska
ábyrgdin
við
hesum nýggju modellum
verður flutt, og um tíðin
ikki er komin aftur til tíð
fyrrverðandi samferðslu-
nevndina, serliga tá hugsa
verður um at á yvurtøku-
listin hjá Landstýrinum
stendur alt innan flúgving.
Ein afturvendandi spurn-
ingur av fjølmiðlunum,
hvussu kemur tunnulin at
ávirka Vágarnar,
hesin
spurningur er torførur at
svara uppá so leingi í
nevndin fyri Vágatunnulin
hevur kortini tætt inn at
sær, hvussu verða prísirnir
fyri
vinnulívið,
verður
hettar kappingaravlagandi,
hvat verður prísurin fyri tey
sum skulu til ella av oydni
til arbeiðis, ella okkara
ungdómur sum allur má av
oydni til víðari skúlagongd,
men sum nú kundi hugsa
sær at búð heima.
Undirritaði er ein av
teimum nógvu Vágafólkun-
um, sum haldi fast vid
nýtslugjald, eitt ord er eitt
ord ein maður ein maður
soleiðis plagar at verða
tikið til. Hettar var einasti
møguleiki
fyri
føstum
sambandi um Vestmanna-
sund sum fyrstu ferð bleiv
lagt framm á tingið fyri 24
áðrum síðan av Wilhelm
Nielsen og Haldor Hansen
Sála, men at Vágafólk hava
sagt at tey skulu gjalda
rækstur av tunnlinum ljós,
ventilatión,pumpur
ella
kavarudding av vegastrekk-
inum, ella tað sum verri er
mvg oman á nýtslugjaldi,
tað er ókent.
Vit eiga ikki at gloyma
tann góða stuðul ið við-
gerðin av undirsjóvartunn-
ilinum um Vestmannasund
fekk frá Nordoyatingmonn-
um, skal undirsjóvartunn-
ulin til Norðoyggjar blíva
verðuleikið, og ikki fáa
somu lagnu sum tunnulin
um Vestmannasund fekk í
sínari tíð, má talan verða
um nýtslugjald, og skal út-
jagarin ikki stuðla hvørjum
øðrum, ja hvar skal hann so
koma frá, men skuldi Norð-
oyartunnulin fingið trupul-
leikar, sum eg ikki vóni, so
liggur
svarið
í
einari
bólgnaðari
fíggjarætlan
saman við einum í so nógv
skerdum blokki, tað upp-
skotið eigur so ikki Marius
Dam. Og um mann heldur
at nýtslugjaldið bert verður
í
afturgjaldstíðuni,
fer
mann skeivur, men hesin
spurningur má standa til
tað tíð hvør í so tá livir.
Lat ikki hesa stórhending
sum byggitekniskt er ein
sukse nú hon stendur liðug,
blíva til eina fiasko nú hon
skal takast í brúk.
Eitt orð er eitt orð ein maður ein maður
TÍÐINDASKRIV
Heilafelagið
Fundur
verður
um
"ókeypis viðgerð av
apopleksiraktum" og
øðrum, ið eru rakt av
kroniskum sjúkum.
Fundurin verður á
Gjáargarði við Gjógv,
leygardagin hin 7. sep-
tember kl. 10.00.
Bill
Justinussen,
landsstýrismaður
í
heilsumálum luttekur á
fundinum. Ætlandi fáa
fundarluttaka-rarnir
høvi at seta lands-
stýrismanninum nærri
spurningar um evni.
Viðmerking: í Føroyum
er viðgerð á sjúkrahúsi
ókeypis fyri fólk, ið
verða innløgd á sjúkra-
hús. Ókeypis sjúkrahús-
viðgerð er sera góð
skipan, ið øll eisini vit í
Heilafelagnum eru sera
glað fyri. Heilafelagið
vónar tó, at allir sjúk-
lingar, ið verða raktir av
akuttari
apopleksi
í
framtíðini verða lagdir
inn á apopleksi-serdeild
(líkn. E3 á Landssjúkra-
húsinum) og ikki á "van-
liga" medisinska deild.
Viðgerð eftir innleggj-
an á sjúkrahúsi og við-
gerð á klinikk uttanfyri
sjúkrahús er haraftur-
ímóti aloftast ikki ó-
keypis fyri sjúklingar
her á landi og er hetta
sera óheppið - serstak-
liga fyri tey, ið verða
rakt av kroniskari sjúku.
Fólk, ið fáa blóðtøpp í
heilan ella fáa heila-
bløðing, hava aloftast
brúk fyri lívslangari
venjing at betra og
viðlíkahalda kropsligan
førleika, tosiførleika og
kognitivar førleikar.
Í londum vit vanliga
samanlíkna okkum við
sum t.d. Danmørk er
viðgerð/uppvenjing av
sjúkling-um, ið hava
kroniskar
sjúkur,
ó-
keypis fyri sjúklingin.
Víst kann verða á, at
skipan um "vederlags-
fri" fysioterapi varð sett
í gildi í Danmørk í 1989,
og merkir hetta, at danir,
ið hava ávísar kroniskar
sjúkur, hava havt rætt til
varandi og framhaldandi
ókeypis
uppvenjing/
viðlíkahaldsvenjing,
seinastu mongu árini.
Umframt "vederlags-
fri" fysioterapi hava
danir hin 1. apríl 2001
sett í gildi kommunala
lóg um "Genoptræning
af ikke sygehusindlagte
borgere" og hava hin 1.
juli 2001 sett í gildi
amtskom-munala
lóg
um
"Genoptrænings-
planer til alle patienter".
- - -
Vit í Heilafelagnum
halda at stórur tørvur er
á ókeypis viðgerð/upp-
venjing av fólki, ið
verða rakt av apopleksi
og øðrum kroniskum
sjúkum.
Viðmerkjast
kann, at als ikki er
møguleiki fyri ergotera-
peutiskari venjing og
lítil møguleiki er at fáa
taluviðgerð eftir inn-
leggjan á sjúkrahúsi.
Gjørt verður vart við, at
longri varandi uppvenj-
ing t.d. á fysioterapi-
klinikk er sera kostn-
aðarmikil fyri sjúklingin
(10 viðgerðir x 1 tíma
kosta sjúklinginum 1260
kr.). Havt eigur at vera í
huga, at fólk, ið hava
kroniskar sjúkur hava
ofta onki arbeiði og
mugu tískil liva av lágari
avlamispensión, ið er
nógv lægri enn t.d.
danska
avlamispen-
siónin. Fólk, ið t.d. fáa
meðal avlamispensión
fáa 6683 kr. um mánaðin
áðrenn skatt at liva fyri.
Avlamispensiónistar og
onnur, ið hava lága inn-
tøku, megna ikki sjálvi
at gjalda kostnaðarmikla
viðgerð/uppvenjing.
Vónandi fáa vit ein
góðan fund um evnið
soleiðis, at "hol" verður
sett á at loysa trupul-
leikan, sigur nevndin í
Heilafelagnum í tíðinda-
skrivi.
Heilafelagið:
Fundur um ókeypis
viðgerð av apopleksi-
raktum fólki
C
M
Y
K
11
10