fríggjadagur 6. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Væl upplagdi B36
álopsmaðurin ger,
sum venjarin sigur,
men um hann sjálvur
hevði sloppið at valt,
so hevði hann verið
miðvallari í morgin
FØROYAR–SKOTLAND
Jóannes Hansen
Eingin ivi er um, at tað vera
Christian Høgni Jacobsen
og John Petersen, sum fara
at manna tveir teir fremstu
sessirnar, tá fótbóltslands-
liðið í morgin fyri triðju
ferð skal spæla ímóti Skot-
landi á Svangaskarði.
Sammett við undanfarnu
undankappingarnar er talan
um nýtt álopspar. Og talan
er um tveir spælarar, sum
hava dygdir, ið eru øðrvísi,
enn tær vóru hjá teimum,
sum
áður
hava
verið
fremstir á landsliðnum.
John Petersen hevur onkra
ferðina verið í fremstu røð
saman við Toda Jónsson.
Todi hevur spælt fleiri
ferðir saman við Una Arge,
og Kurt Mørkøre og Jan
Allan Müller hava eisini
verið í fremstu ódnunum.
Uni Arge og Kurt Mørk-
øre vóru tað, sum verður
rópt boksspælarar. Styrkin
hjá teimum var at vera í
brotsteiginum og lúra eftir
møguleikanum. Teir høvdu
nógva skotstyrki, og teir
vóru góðir við høvdinum.
Sammett við aðrar før-
oyskar spælarar er Todi
Jónsson góður á øllum
økjum. Men eyðkenni við
spælinum hjá honum á
landsliðnum hevur verið
skjótleikin, bóltførleikin,
styrkin í samanspælinum
og so hevur hann eisini havt
nøkur rimmar langskot.
Dygdirnar hjá Jan Allan
Müller vóru ein blanding
av hinum, sum eru nevndir.
Boksspælarin burtur
Christian Høgni Jacobsen
verður
ivaleyst
fremsti
maður í morgin. Tá dygd-
irnar hjá honum skulu
lýsast, er tað skjótt at
staðfesta, at hann er ikki
boksspælari av tí slagnum,
sum Kurt Mørkøre og Uni
Arge vóru tað. Kanska er
hann mest átøkur Jan Allan
Müller, um sammett verður
við teir omanfyri nevndu.
Hann hevur hug at taka lut í
samanspælinum fram eftir
vøllinum, og hann hevur
eisini víst tev til røttu
løtuna at vera á rætta
staðnum. Tað vóru hesir
eginleikarnir, sum bóru
málið við sær, tá hann
skoraði fyrra málið í 2–0
sigrinum í Luksemborg 24.
mars í fjør.
John Petersen verður
næstfremsti maðurin. Hann
er ivaleyst tann føroyski
spælarin í heimligu kapp-
ingini, sum er best fyri í
løtuni. Hagtølini boða frá
dygdunum hjá honum sum
málskjútti, og hann er eisini
ofta við í uppspælinum til
málini, sum liðfelagarnir í
B36 skora.
Um John Petersen í
morgin verður næsti álops-
maðurin í 4–4–2 uppstill-
ing, ella um hann verður
roknaður sum fremsti mið-
vallarin í 4–5–1 uppstilling,
hevur ikki so nógv at siga.
Men um John sjálvur
hevði havt avgerðina, so
hevði honum líkað best ikki
at verið ov frammarlaga.
– Tað er ein heiður at
sleppa upp í part ímillum
teir fyrstu ellivu á lands-
liðnum. Venjarin ger av,
hvør skal á liðið, og hvørjar
uppgávur hvør einstakur
skal røkja fyri at fáa tað
besta burturúr heildini. Í
B36 spæli eg í álopinum,
og tað hevur gingið rímu-
liga væl í ár. Um venjarin
sigur, at eg skal spæla í
álopinum á landsliðnum, so
geri eg sjálvandi tað. Men
eg haldi, at tey frægastu
avrikin hjá mær á lands-
liðnum hava verið, tá eg
havi verið miðvallari. Mín
spælistílur er soleiðis, at eg
trívist best við at vera nógv
við í spælinum og harvið at
hava bóltkontakt. Tað eri eg
í B36, sjálvt um eg eri í
álopinum. Á landsliðnum
er mótstøðan ofta størri, og
tí er møguleikin hjá álops-
spælarunum at vera við í
uppbyggjandi
spælinum
ikki altíð tann sami, vísir
John Petersen sera skilagott
á, og tað er einki at ivast í,
at Jógvan Martin Olsen,
sum síðani í 1996 hevur
verið
hjálparvenjari
á
landsliðnum, og sum fylgir
væl við í heimligu kapp-
ingini, veit, hvussu sum
mest kann fáast burturúr
John Petersen.
At tað fæst nógv burturúr
B36 liðformanninum er
rættuliga týdningarmikið.
Hann er annar av topp-
skjúttunum í 1. deild, og
góða gongdin hjá B36
nógvu tey seinastu umfør-
ini kemst – umframt frá at
Julian Johnsson er afturí-
aftur komin – av, at John,
eftir at hava verið eitt
sindur frá toppinum eina tíð
undan summarsteðginum,
nú er aftur í rætta essinum.
Besta avrikið
Tá føroyingar fyri fýra
árum síðani taptu 2–1 ímóti
Skotlandi í Aberdeen, var
tað John Petersen, sum
skoraði málið. Bæði ta
ferðina, og tá Skotland árið
eftir var á Svangaskarði og
tað endaði 1–1, vunnu
føroyingar seinna hálvleik.
Støðan í fyrra dystinum var
2–0 eftir 1. hálvleik, og á
Svangaskarði var Skotland
á odda 1–0.
– Avrikið hjá okkum í 2.
hálvleiki í Skotlandi fyri
fýra árum síðani er eitt tað
besta, sum eg havi verið við
til á landsliðnum. Vit vóru
rættuliga læstir í 1. hálv-
leiki, men vit vóru óhepnir,
tá teir skoraðu málini. Eg
minnist, at tá teir skoraðu
fyrru ferð vóru vit fleiri,
sum steðgaðu á, tí tað vóru
tveir bóltar á vøllinum, og
vit roknaðu við, at dómarin
fór at biðja teir taka inn-
kastið í vinstru umaftur.
Men eftir steðgin gekk
spælið hjá okkum sera væl,
og vit høvdu møguleika at
skora útjavnandi málið,
eftir at vit høvdu minkað
um munin, minnist John
Petersen.
Ta ferðina var John á
sentrala miðvøllinum sam-
an við Sámali Joensen og
Juliani
Johnsson.
John
javnaði til 1–1 fýra minuttir
undan
leikloki.
Colin
Hendry, sum ikki longur er
á skotska landsliðnum,
feldi Toda Jónsson, tá Todi
– í besta Paul Gasgoine stíli
– lyfti bóltin upp um stóra
verjuspælaran.
Tá dómarin hevði bríkls-
að, tóktist tað sum um
Julian
Johnsson
skuldi
skjóta brotssparkið. Men
tað var bara skemt! Meðan
føroysku
áskoðararnir
kring vøllin og heima í
Føroyum sótu sum á nálum,
vóru føroysku spælararnir
so mikið kaldir, at teir
høvdu yvirskot til at arga.
At Julian Johnsson fór eftir
bóltinum, søgdu spælarar-
nir aftaná bara var fyri at
órógva Allan Simonsen,
sum Julian og allir hinir
vistu hevði størri álit á John
Petersen sum brotssparks-
skjútta, enn hann hevði á
Juliani Johnsson!
Nr. 170 • fríggjadagur • 6. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
KÍ meistarar
Nú trý umfør resta, kunnu vit longu staðfesta, at KÍ
er FM-vinnari hjá kvinnum. B36 var einasta lið,
sum kundi taka KÍ, og tá tær mikukvøldið taptu á 3-
2 Toftum, samstundis sum KÍ vann sín dyst í Gøtu
3-0, kann eingin røkka KÍ.
Vit ynskja KÍ tillukku við gullinum, og sjálvandi
verður vent aftur til hetta seinni.
John vil hava bóltin
John Petersen vil helst sleppa at spæla á
miðvøllinum, men hann sigur seg sjálvsagt
vera sinnaðan at gera sítt besta, har
landsliðsvenjarin ger av at nýta seg
Mynd: Álvur Haraldsen
12
Nr. 170 - 6. september 2002
C
M
Y
K
12