Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-12-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Uppskotið um ein sáttmálastovn fyri føroyska skipa- ÁÐ søsialurin Tankarnir um ein såttmålastovn fingu góða undirtøku bygging kann skapa eina støduga skipabygging, sum verður meira effektiv og bíligari Uppskotið hjá Javn- aðarflokkinum, um at gera ein sáttmálastovn, fekk — sagt við orðunum hjá Atla Dam, tá hesin tók saman um — eina fyri so vítt positiva undirteku frá hin- um flokkunum. Framsegumaður Javn- aðarfloksins vónaði ikki, at henda undirtøkan var hin sama sum so ofta, tá legtingsmenn siga seg vera positivar, og innast inni eru sinnaðir fyri einum uppskoti, men sum ikki kunnu taka undir við uppskotinum kortini, tá tað kemur til stykkis. Uppskotið um ein sátt- málastovn fyri feroyska skipabygging var til 1. viðgerð týsdagin. Eftir eina drúgva umreðu varð málið beint í figgjarnevnd- ina til viðgerðar. Kanning í 70-unum Atli Dam greiddi frá, at tankin um at fáa í lag ein sáttmálastovn er frá fyrst í 70-unum. Tá varð ein kanning gjørd um steðuna hjá føroysku skipasmiðj- unum Í nidurstøduni av kann- ingini varð m.a. víst á, at tað vóru vansar við til- rættisleggjanini, fíggjan- ini, innkeypi av tilfari o.s.fr. á føroysku skipa- smidjunum. Eitt av ráðunum hjá nevndini — umframt tey effektivitetsfremjandi til- tekini — var at fáa ein stovn, sum kundi tryggja skipasmiðjunum fram- haldandi arbeiði, soleiðis at arbeiði varð alla tíðina og at tær fingu tilrættis- lagt eina steðuga skipa- bygging. Atli Dam segði, at við einum slíkum stovni kundu sáttmálar verið gjørdir yvir nekur ár. So- leiðis hevði kapasiteturin verið brúktur nógv betur og skipabyggingin hevði verið nógv bíligari. Tað at skifta millum ymisk skipasleg er darv- andi. Tað er eisini ein ampi at senda fólk heim við vissum millumbilum og so kanska at skula læra fólk upp av nýggjum. Landið veðheldur fyri fullum byggi- kostnaði Atli Dam ferdi fram, at onkur fór kanska at við- merkja, at tað almenna fór at binda seg ov nógv. Men til tað vísti hann á, at sum er, so gera menn og feløg byggisáttmálar við teirri treyt, at tað almenna veð- heldur fyri allan byggi- kostnaðin. Og í forum, har byggi- kostnaðurin er dýrkaður munandi, má tað almenna leggja pening út. fyri at skipið kann latast eig- arunum. Hetta er eisini galdandi, tá tað snýr seg um skipabygging til út- lendingar, segði Atli DAm. Ein sáttmálastovnur fær minni beinleiðis sam- band við tað almenna. Tí, sum Atli Dam segði, talan er um ein sjålvstødugan stovn vid serkønari leidslu. Eisini visti framsøgu- maður Javnaðarfloksins á tann týdning, ein sátt- málastovnur kann hava fyri fiskivinnuna, soleiðis at ein steðug tillaðing kann fara fram alt eftir veiðimynstrinum. At enda heitti hann á tingmenn um at vera meira at sær komnir, enn tá Tingið feldi eitt líkn- and“ uppskot fyri niggju árum síðani, og bað teir at- kveða fyri uppskotinum, soleiðis at skipasmiðj- urnar kunnu útbyggjast til tann tørv, vit hava, og soleiðis at okkara góðu handverkarar alla tíðina hava nóg mikið at gera. Landsstýrið ov nógva ávirkan Ove Mikkelsen kundi fyri Tjóðveldisflokkin siga, at hann tók undir við uppskotinum. Hann hevði kortini nakrar viðmerkingar til uppskotið. M.a. visti hann á, at eftir Tjóðveldisfloks- ins tykki vildi landsstýrið fáa ov nógv at skula sagt, tí í uppskotinum stendur, at landsstýrið í samráð við fíggjarnevndina kann fáa heimild til at gera byggi- sáttmálar á føroyskum skipasmiðjum. Eisini helt Ove Mikkel- sen, at Fiskivinnuráðið átti at koma inn í myndina við tilmælum. Umvegur til lands- reidari Adolf Hansen samanber uppskotið hjá Javnaðar- flokkinum við uppskotið hjá FF-flokkinum, sum Tingið beint framman- undan hevði felt. Upp- skotið hjá FF-flokkinum miðaði ímóti at broyta tollógina, fyri tann vegin at skapa meiri arbeiði. Hann segði, at hetta uppskotið vildi »kunstiga« seta arbeiði i gongd fyri at hjálpa skipa- smiðjunum, meðan hann metti, at uppskotið hjá hansara flokki hevði á ein natúrligan hátt skapt arbeiði. Adolf Hansen segði seg ikki duga at síggja, hvussu ein sáttmálastovn- ur kundi fáast at virka. Hann segði, at uppskot- ið var ein umvegur at fáa eitt landsreidari. Ti, sum hann segði, so er tað ein »kepphestur« hjá Javn- adarflokkinum at fåa eitt landsreidari, vid skipum vid hamri og segli å skor- steinunum. Men, legði hann afturat, hann vildi hava eitt vakið eygað við. so at sáttmála- stovnurin ikki verður eitt landsreidari. Adolf Hansen segði, at hann ætladi at atkvøda fyri uppskotinum. Men hann heitti á iandsstýrið uæm at taka tankarnar í tí felda uppskotinum upp, og fáa eitt uppskot fram, áðrenn hetta kom fyri Tingið aftur, so tað slapst frá hesum uppskotinum. Nemur við nógvar trupulleikar Jógvan Sundstein segði, at hansara flokkur tók ikki undir við tankanum um eitt landsreiðarí ella einum stovni. sum skal regulera skipabyggingina her á landi. — Men uppskotið nemur við nógvar av trupulleikunum, vit hava. Skipasmiðjurnar hava ov lítið at gera og vit hava ikki tann flota, vit áttu at havt. Fiskiveidiflotin er ikki nóg nýmótans og vit vita ikki nágreinliga, hvussu hann skal endur- nýggjast, segði Jógvan Sundstein. Hann segði, at hevdu vit nakrar rætningslinjur. og ein politikk, sum segði, at hetta og hetta skuldi byggjast næstu árini, var nógv vunnið. Jógvan Sundstein segði seg vilja taka tankarnar í Fr” uppskotinum til umhugs- ingar. Orðini hjá Jógvani Sundstein um rætnings- linjur fyri fiskiveiði- politikkinum fekk Petur Reinert at spyrja fram- segumann Fólkafloksins, um flokkurin hevur broytt áskoðan, nú hann vil hava eina stýring á fiskiveiðuni. Eftir at hava fingið eitt svar frá Jógvani Sund- stein, kundi Petur Reinert konstatera, at Fólkaflokk- urin og samgongan tosaðu við tveimum tungum. Bert nakrir fáir sleppa at brúka al- mennu meguleik- arnar Atli Dam tók aftur í tað, sum tingmenn hevdu fert fram. Hann segði, at hevdu vit fingið sáttmála- stovnin i 1973, høvdu vit fyrr havt verið førir fyri at gera såttmålar um bygg- ing av størri trolarum, sum orka meira, og ti høvdu vit heldur ikki verið í tí vanda at troyta teir traditionellu stovnarnar. Eisini vísti Atli Dam tí, Adolf Hansen hevði fert fram um landsreiðarí, aftur. Hann segði, at Javnaðarflokkurin ongan- tíð hevur verið sinnaður fyri nøkrum landsreiðaríi. Hinvegin segði hann, at Javnaðarflokkurin hevur lagt stóran dent á at stuðla ollum monnum og felagsskapum, sum hava havt í umbúna at fáa sær skip. Atli Dam vísti á, at Javnaðarflokkurin hevði. tá hann sat í landsins stýri, givið ellum megu- leikar at royna seg. Í mun til nú, tá bert nakrir fáir sleppa at brúka teir al- mennu meguleikarnar. Royndir eru gjerdar Atli Dam tók nøkur dømi, tå royndir eru gjørdar at fáa slíkar sáttmálastovnar í lag. Hann nevndi upp- skotið „Arbeiði til øll á sjógvi og landi< frá 1943. Ognarfelagið frá 60'unum og Marknaðarrekt frá 1975. Hann upplýsti, at Marknadarrøkt hevði 150.000 kr. í partapeningi og bygdi fyri einar 40 mill. kr. Men stovnurin kláraði seg ikki og landskassin noyddist at stuðla. Nr. 126 — 4. desember 1982 Torshavnar Skipasmiðja. Einki skip í gerð. Jørgen Thomsen, logtingsmaður, vil vera við, at høvdu vit »såttmålastovnin«, hevði skipasmidjan í Havn ikki ligið uttan byggisáttmála í so langa tíð Bátarnir, sum Marknadarrøkt gjørdi sáttmála um, vóru bygdir í Póllandi. — Istadin fyri at teir vórðu bygdir í Fer- oyum segði Atli Dam. Hann vísti á byggingina av teimum trimum línu- bátunum í Vestmanna fyrst í 70-unum. Atli Dam upplýsti, at tann síðsti kostaði 2,7 mill. kr. at byggja. — Hevdu vit hildið fram við 9 afturat, kostaði tann sísti helst ikki meira enn 3,5 mill. kr. meðan polsku bátarnir lógu omanfyri 5 mill. kr. í meðal. Eisini til farmaskip Framsegumaður Javn- aðarfloksins nevndi eisini meguleikarnar at byggja farmaskip í samband við sáttmálastovnin. Í hesum sambandi segði hann, at tað loysti seg helst ikki at byggja tey traditionellu farmaskipini. men heldur royna »nischemarknadin« við serbygdum skipum. Eisini = upplýsti Atli Dam í hesum viðfangi, at landskassin í letuni veð- heldur fyr: bygging av farmaskipum — til eitt byggivirði, sum er útvið 400 mill. kr. Men, segði hann, hesi skip hava bert nekur fá arbeiðspláss. Samstundis sum lands- stýrið ikki kann finna eina loysn i »siglingarmål- inum«, sum hevur eini 120 arbeidsplåss. ">, Einki sosialistiskt spekilsi At enda bað hann ting- menn ikki síggja eitt kommunistiskt spekilsi, bara tí at tað almenna var uppi í. Og til Adolf Hansen viðmerkti hann. at høvdu vit havt fingið sáttmála- stovnin í 1973, hevdu helst fleiri skip enn tey, við hamri og segli á skorsteininum ligið á Skála í dag. Annars upplýsti Atli Dam eisini, at sáttmála- stovnurin skuldi bert virka, tá tørvur var á honum, og at hann ikki skuldi forða ødrum at gera sáttmálar við skipasmiðj- urnar. Erlendur Patursson helt ikki at skipaspurningurin varð loystur við hesum málinum Hann visti til tað í upp- skotinum um at lands- stýrið í samráð við fíggjar- nevnd skal seta skipa- bygging í gongd. Erlendur Patursson segði, at hann vildi ikki lata tað upp til eitt polit- iski forum at avgera, hvørji skip vit skulu hava. Jørgen Thomsen tók eisini orðið. Hann vísti á. at tann eina av telmum sterri skipasmiðjunum neyvan hevði ligið so leingi uttan sáttmála, um vit hevdu havt ein sáttmálastovn. jo-mo PN EO