leygardagur 4. desember 1982síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
ff [[—|——mm—hu$8—£—vo$.8 ———————8—%
Skali
Leygardagin 4/12
12,00 VIF—Søljan
g. 14
12,35 VIF-Seljan
g. 16
13,20 VIF—SIF d.10
13,55 VIFa—SIF d. 12
14,30 NSI— SIF
III menn
15,40 NSI— KIF d.10
16,15 NSI—KIF d.i2
16.50 NSI—KIF d.14
17,25 KIF b—Fram
III menn
18,35 GI—KIF a
III menn
19,45 GI—KIF
II kv
20,45 GI — KIF g. 16
Tvøroyri
Leygardagin 4/12
20,30 TB—Kyndil b
d. 14
21.05 TB-—Kyndil
III menn
Sunnudagin 5/12
12,15 TB—Kyndil
m. u.
Hondbóltsskráin
14,00 Rovn—Kyndil
III menn
15,10 TB—kyndil
I menn
Vågur
Leygardagin 4/12
13,00 VB—Kyndil
d. 16
Kyndil
II menn
15,00 VB—Kyndil
I kv.
16,10 Sumba—VB
g. 16
13,45 VB
Sunnudagur 5/12
10,00 VB—Kyndil c
d. 10
12,15 VB—Kyndil a
12,50 VB—Kyndil b
g. 10
13,25 VB—Kyndil b
d. 14
14,06 VB—Kyndi
15,10 VB—Kyndi
Borðtennisskrá
Leygardagin 4. des. 1982:
1. deild
deild A
2. deild B
deild C
á Tveroyri
á Tveroyri
B68
IF
Um tú hevur sæð eina mynd í
SOSIALINUM,
sum tú kundi
hugsa tær at átt, so skriva til
okkara
SOSIALURIN
box 76
3800 Tórshavn
Um íkki ber til at skriva, so
ring. Telefonin er 11820
Nú dragnar millum einasta altjóða svimjara okkara, Jon Hestoy og Svimjisamband Foroya. Torfort er
at siga um nakað samstarv verður í framtíðini. Myndin er tikin í Equador, tá alt var gleði og gaman, og
sýnir hon Jon Hestoy og SSF-formannin, Elnu Joensen, koma inn á stadion
Jon Hestoy:
Nr. 126 — 4. desember 1982
— Eg verði møguliga
noyddur at gevast at
svimja fyri Føroyar!!!
So herð vóru orðini, tá
Sosialurin mikukveldið
tosaði vid Jon Hestoy, ið
stutt frammanundan
hevði fingið at vita, at
hann ikki kundi luttaka í
Europa-cup kappingini í
Gøteborg, av tí at SSF
ikki hevði nóg mikið av
peningi at senda ein før-
oyskan leiðara við til
Gøteborg.
— Eg skal ikki dylja, at
eg sjálvandi helst vil um-
boðað Feroyar í altjóða
kappingum, og tá SSF og
eg áðrenn HM-kapping-
arnar í Equador tosaðu
um at eg skuldi umboðað
Feroyar, var eitt av mál-
unum, ið fekk mestu um-
reðuna víðari altjóða
lutteka mín. Og tá fekk eg
at vita, at eg skuldi um-
boðað Føroyar í komandi
altjóða kappingum, men
her hevur formaðurin í
Svimjisambandinum kans-
ka lovað meira enn hon
hevði heimild til — megu-
liga er grundarlagið undir
avtalu okkara brotið.
— Avtala varð tá, at eg
skuldi hava meguleika at
luttaka í kappingum fyri
SSF ymsa staðir í Europa.
Hetta skuldi sjálvandi
gerast aftaná samreðu við
formannin, og eisini
skuldu teir fíggjarligu
møguleikarnir havast í
huga. Um SSF ikki kundi
útvega tann neyðuga pen-
ingin, kundi eg, um eg
ynski tað, gjalda fyri
lutteku mína sjálvur.
Víðari greiðir Jon frá, at
hann 24. oktober í ár
sendur bræv til Svimji-
sambandið, har hann
sigur, at hann er byrjaður
at venja aftur av álvara,
og at hann og venjari
hansara hava tosað nógv
saman um meguliga
europa-cup lutteku. Jon
greiður í brævi sínum frá,
at luttøkan kann gerast
rættuliga ódýr, tí sviar
gjalda alt uppihald, so túr-
urin frå Århus til Góte-
borg og aftur kann gerast
fyri umleid 400—500 kr.
Jon sigur, at hann i
brævi sínum boðar frá, at
hann sjálvur kann útvega
neyðuga peningin, um
SSF ikki megnar hetta, og
biðjur hann Svimjisam-
bandið ringja til sín skjót-
ast til ber, so at tilmeld-
ingin kann greiðast
úr hondum og hann byrja
venjing sína skjótast.
Eisini biðjur hann SSF
seta seg í samband við
norska venjaran hjá AGF,
so at Sambandið kann
frætta um venjingina og
um meguleikarnar hjá Jon
at greiða hampulig úrslit í
kappingini í Sveríki.
— Men vikurnar gingu,
og eg fekk einki svar,
sigur Jon harmur. Hóast
eg bað SSF-formannin
svara mær skjótast, fann
hann ikki hetta fyri neyð-
ini, og at hetta oyðileggur
meguligar fyrireikingar til
kappingarluttøkuna, sá
ikki út til at gera mun
fyri SSF-formannin. Um
ikki annað skuldi ein trúð,
at tað var vanligur fólka-
siður at svara fólki aftur
— vit kundu jú havt nýtt
telefonina.
— Men fimm vikur
aftaná at eg sendi bræv
mítt fekk eg endiliga svar
— eitt kopi av brævinum,
og meti eg at hetta nærum
er at halda fólk fyri gjøld-
ur. Brævið kom jú ikki
fyrr enn tríggjar vikur
áðrenn europa-cup kapp-
ingina, og hver kann byrja
veruliga venjing tá?
— Svarið var býtt í
tvey. Í tí fyrra brotinum
stóð, at SSF-umboð átti at
vera við til kappingina, og
at Svimjisambandið ikki
hevði ráð til tess í letuni.
— Eg meti at hetta
merkir, sigur Jon, at til
allar altjóða kappingar í
framtíðini, har eg havi
meguleika at luttaka, skal
eitt umboð fyri SSF eisini
vera við. Hetta merkir at
eg alla staðir har eg fari,
má hava eitt SSF-umboð
við. Eitt umboð, ið nærum
einki kennir til altjóða
svimjing, eitt umboð, ið
ikki kennir til manna-
gongdina i altjóða
kappingum.
— Sjálvandi kann hetta
lærast, men hví so ikki
byrja í rætta endanura,
við teimum smáu kapp-
ingunum og síðani
teimum stóru?
— Tað, at SSF-umboð
skal við til allar kapp-
ingar, merkir eisini, at
SSF nú skal útvega
3000—5000 kr. meira enn
neyðugt hverja ferð eg
skal luttaka, og hetta er í
sjálvum sær ein stór forð-
an fyri at eg sleppa at
luttaka í nógvum altjóða
kappingum aftur at.
— Í ár kundi eg td.
luttikið i europa-cup.
Sviar hava boðið sær at
gjalda fyri átta luttakarar,
og merkir hetta, at eg og
t.d. venjari mín kundi
greitt at fari til kapping-
ina fyri 4—500 kr.
Og eg havi jú boðið mær
at gjalda alt sjálvur, so at
luttøka mín kemur í veru-
leikanum ikki at kosta
Svimjisambandi Føroya
eitt oyra.
— I ødrum broti sigur
SSF, at tey ikki sóu seg
for fyri at útvega neyðuga
peningin, men eg havi jú
longu greitt frá, at hetta
var óneyðugt. Eg vildi
Framhald á síðu