fríggjadagur 6. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 170 - 6. september 2002
C
M
Y
K
16
Týski landsliðsvenj-
arin hjá Skotlandi fær
harða viðferð frá
landsmonnum
sínum, men sjálvur
tykist hann hugsa
meira um skaða-
trupulleikarnir, sum
hópur hansara
dregist við
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Berti Vogts hevur sum
kunnugt
fingið
eina
serstaskliga vánaliga byrjan
sum skotskur landsliðs-
venjari,
og
umframt
skotsku
miðlarnar,
fær
hann nú eisini av at vita frá
tveimum fyrrverandi týsk-
um stórspælarum.
Teir báðir týskararnir eru
Paul Breitner, sum skeyt
eitt mál í HM-finaluni í
1974, tá Týskland – við
Vogts á liðnum – gjørdist
heimsmeistari, og so nú-
verandi týski landsliðs-
venjarin, Rudi Völler, sum
undir Vogts spældi 21
landsdystir.
Um tað vera í bólki við
Skotlandi sigur Völler, at
hetta ikki er nakað, sum
nervar teir.
- Berti og skotska lið
hansara eru als ikki nakað,
sum vit hugsa um. Vit ivast
ikki eina løtu í, at vit vinna
bólkin.
Og meðan Völler tosar
meira um egnan mátt, er
Paul
Breitner
meira
eirindaleysur
í
sínum
skoðsmáli.
- Berti fer uttan iva at
hoykna undir trýstinum frá
fjølmiðlunum. Nøkur fá tap
afturat. So er hann farin í
søguna, heldur Breitner,
sum í dag er klummuskriv-
ari og sjónvarpsfrásøgu-
maður.
Týðandi avboð
Sjálvur tykist Vogts tó ikki
at hugsa so nógv um, hvat
teir báðir landsmenninir
siga. Hann hevur í so máta
nóg mikið at hugsa um, nú
fleiri skaðar darva fyrireik-
ingunum hjá skotska lands-
liðnum.
Tað hevur leingi verið
greitt, at hvørji Tottenham-
málverjin, Neil Sullivan
ella
álopssinnaði
Don
Hutchinson úr Sunderland
fóru at vera viið í hópinum,
og nú eru teir 25, sum vóru
úttiknir, skorðnir niður í
Hópurin, sum upprunaliga
taldi 25 mans, er nú skorin
niður í 21, men enn hevur
Vogts ikki gjørt av, hvørjir
teir seinastu 18 verða. Scott
Gemmil (Everton), Domi-
nic Matteo (Leeds) og De-
rek McInnes (WBA) hava
allir givið avboð vegna
skaða, og Robbie Stockdale
úr Middlesbrough verður
heldur ikki við á ferðini, tí
skaðar hava darvað honum
ov nógv í fyrireikingunum.
Allir fýra teljast teir
annars millum stinnastu
leikararnar hjá Skotlandi,
so einki er at ivast í, at
Vogts er harmur um missin
av teimum, og hartil hava
báðir miðvallarovastarnir,
Paul Lambert og Barry
Ferguson,
drigist
við
skaðar, men roknað verður
tó við, at teir verða tøkir.
Viðvíkjandi teimum báðum
miðvallarunum verður ann-
ars
sagt
úr
skotskum
miðlum, at teir eru sissaðir
nakað, eftir at Vogts eftir
tapið fyri dønum hevði
funnist at teimum, tí teir
ikki gjørdu nóg nógv um
seg á miðvøllinum.
Skotski hópurin, sum
eftir øllum at døma fer at
telja 21 mans á føroya-
ferðini, framgongur verður
sostatt hesin:
UEFA sópaði kæruna
hjá skotska landsliðs-
venjaranum av
borðinum, tá hesin
vildi hava landsdystin
móti Føroyum leiktan
á Tórsvølli
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Mikumorgunin visti Út-
varpið at siga, at skotski
landsliðsvenjarin,
Berti
Vogts, hevði kært sína neyð
um komandi landsdystin
fyri UEFA.
Hann helt tað vera púr-
asta burtur úr vón og vit, at
Skotland skuldi spæla dyst
móti Føroyum á Svanga-
skarði, heldur enn at av-
greiða dystin í Havn, og
hetta vildi hann hava UEFA
at taka støðu til.
Hjá UEFA var tó eingin
pardón. Tofta Leikvøllur
hevur langt síðani fingið
sína altjóða góðkenning, so
tað var ikki meira enn um-
sitingin kveitti at skotsku
kæruni, áðrenn hon varð
avvíst. So longu áðrenn
skotski hópurin er komin til
Føroya, tykist landsliðs-
venjarin hava tapt fyrsta
slagið.
Flytir fokus
Fyri føroyingar kann tað
helst tykjast heldur marg-
háttligt við hesi kæruni hjá
Vogts, og í besta føri er
henda helst grundað á, at
maðurin ikki veit, hvat
hann tosar um.
Føroyar hava seinastu 10
árini leikt landsdystir á
Svangaskarði, og tað fara
vit helst eisini at gera
framyvir. At Tórsvøllur –
sum heldur ikki er endaliga
liðugur enn – er komin,
broytir valla nakað í so
máta, tí longu fyri tveimum
árum síðani gjørdi FSF
greitt, at teir ætlaðu sær at
gera nýtslu av báðum
leikvøllunum framyvir.
Meira sannlíkt er tó, at
Vogts við hesum royndi eitt
slag
av
psykologiskari
krígsførslu móti føroy-
ingum. Eitt sálarligt spæl,
sum als ikki er óvanligt í
altjóða fótbóltsheiminum.
Ikki minst, tá úrslitini ikki
hava verið eftir vild.
Hetta tykist heldur ikki
nerva føroyska landsliðs-
venjaran, Henrik Larsen,
nakað serligt. Tá vit miku-
dagin hittu hann á máli,
helt hann fyri, at hasum
mundi Berti Vogts ikki
koma nakran serligan veg
við.
- Hatta er helst bara ein
roynd at flyta fokusið frá
sínum egnu trupulleikum
yvir á okkurt annað. Tá tað
ikki gongst eftir vild, so
kanst tú ofta geva øðrum
skuldina. Viðhvørt standa
dómararnir fyri skotum og
onkun tíð veðrið, so hví
ikki bara eisini geva vøllin-
um skyldina?
Skotskir miðlar hava
eisini vent sær til Henrik
Larsen, fyri at fáa hansara
hugsan um hetta, og her
hevur
landsliðsvenjarin
eisini verið greiður í sínari
talu.
- Jamen tað er eingin,
sum sigur, at landsdystir
altíð skulu spælast sama
stað.
Seinast
Føroyar
spældu
móti
Skotlandi
spældu vit í Aberdeen. Hví
skulu vit so spæla í Glas-
gow hesaferð. Hatta er tað
reina tvætl frá hansara síðu,
og annars er vøllurin í
Havn ikki endaliga liðugur
enn, verður Larsen endur-
givin fyri at siga á heima-
síðuni hjá BBC Scotland.
Málverjar:
Navn
Felag
dystir/mál
Neil Alexander
Cardiff City
0/0
Robert Douglas
Celtic
4/0
Paul Gallacher
Dundee United
1/0
Verjuleikarar:
Graham Alexander
Preston NE
5/0
Stephen Crainey
Celtic
3/0
Christian Dailly
West Ham
36/3
Maurice Ross
Rangers
4/0
David Weir
Everton
36/1
Lee Wilkie
Dundee
2/0
Miðvallarar:
Barry Ferguson
Rangers
11/1
Paul Lambert
Celtic
31/0
Kevin McNaughton Aberdeen
2/0
Gary Naysmith
Everton
7/0
Scott Severin
Hearts
5/0
Gareth Williams
Nottingh. Forest
4/0
Álopsleikarar:
Stephen Crawford
Dunfermline
0/0
Paul Dickov
Leicester
0/0
Scott Dobie
WBA
4/1
Allan Johnston
Middlesbrough
17/2
Kevin Kyle
Sunderland
4/1
Steven Thompson
Dundee
4/1
Berti Vogts:
Longu tapt fyrsta dystin
Berti fær av at vita
Nr. 170 - 6. september 2002
17
ST-aðalskrivarin
heldur kortini, at
fundurin um burðar-
dygga menning hevur
lagt eina miðvísa kós
fyri bardagan ímóti
fátækradømi
BURÐARDYGG
MENNING
Árni Joensen:
Seinnapartin
mikudagin
samtyktu ríkis- og stjórnar-
leiðararnir verkætlanina,
sum hevur til endamáls at
stríðast ímóti fátækradøm-
inum í heiminum og at
verja umhvørvið.
Men tað vóru fá, sum
fagnaðu teirri nýggju verk-
ætlanini. Sagt varð, at sam-
tyktin er eitt lítið stig tann
rætta vegin, men at heim-
inum tørvar eitt stórt stig.
Tann 71 síður langa verk-
ætlanin snýr seg m. a. um
fátækradømi, eyðkvæmi,
vatn og hóttar fiskastovnar,
men innihaldið er ikki løg-
frøðiliga bindandi.
Umhvørvis- og menning-
arfelagsskapir, sum vóru á
fundinum í Johannesburg,
eru alt annað enn nøgdir
við tað, sum kom burturúr.
Talsmaðurin hjá bretska
neyðhjálparfelagsskapinum
Oxfram sigur, at úrslitið fer
at geva teimum fátækastu
nakrar molar á borðið.
Norski
felagsskapurin
ForUM sigur, at verkætlan-
in er alt ov stuttskygd, og at
hon fer ikki at loysa nakrar
trupulleikar. Felagsskapur-
in vil vera við, at tíðin í
Johannesburg er burtur-
spilt.
Bíða við næsta fundi
Kofi Annan, ST-aðalskriv-
ari, sigur seg skilja, at fólk
eru vónsvikin, men hann
heldur, at fólk høvdu vænt-
að sær ov nógv av fundin-
um. Aðalskrivarin heldur,
at fundurin hevur hóast alt
lagt eina kós fyri stríðið
ímóti fátækradøminum, og
sjálvur heldur hann, at
hóast hetta bara er byrjanin,
er hetta er týdningarmikil
byrjan.
Danski forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen,
sum
umboðaði
ES
í
Johannesburg, sigur seg
vera nøgdan við úrslitið,
hóast alt ikki gekst, sum
hann hevði vónað. Danski
forsætisráðharrin
heldur
ikki, at toppfundir sum tann
í Johannesburg loysa trup-
ulleikarnar í heiminum, og
tí hevur hann mælt ST frá
at halda nakran tílíkan fund
aftur tey næstu fimm ella
tíggju árini.
Norski forsætisráðharrin,
Kjell Magne Bondevik,
sigur, at hansara stjórn
hevði sett sær fyri at fáa
munandi meiri burtur úr
fundinum. Men hóast alt er
úrslitið frægari, enn vit
stúrdu fyri, sigur Kjell
Magne Bondevik.
Ísraelski forsætis-
ráðharrin vil vera við,
at friðarætlanin hjá
danska uttanríkis-
ráðharranum er
óverulig
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Danski uttanríkisráðharrin,
Per Stig Møller, var miku-
dagin
í
Jerusalem
og
greiddi Ariel Sharon, for-
sætisráðharra
frá
teirri
nýggju ætlanini, sum skal
fáa varandi frið í Miðeystri.
Frammanundan hevði hann
tosað við fleiri arabiskar
leiðarar um uppskotið.
Aftan á fundin segði
uttanríkisráðharrin, at ísra-
elsku leiðararnir høvdu tik-
ið væl ímóti uppskotinum,
men hetta var ikki upp-
fatanin hjá ísraelsku em-
bætismonnunum. Teir vistu
at siga, at Sharon hevði
vrakað uppskotið.
Í fyrsta lagi kann ísra-
elski leiðarin ikki góðtaka
tann partin av uppskotin-
um, sum sigur, at palestinar
skulu hava sítt egna ríki um
trý ár. Tað er óveruligt,
sigur Sharon sambært em-
bætismonnunum. Haraftur-
at skal Sharon hava sagt, at
tað ber ikki til at tosa við
palestinska leiðaran, Yasser
Arafat, um frið, tí hann
forðar fyri øllum tiltøkum,
sum bera á tað borðið.
Tíðindini frá ísraelsku
embætismonnunum vóru í
stórari andsøgn við tað,
sum Sharon segði undan
fundinum við danska uttan-
ríkisráðharran. Fyrrapartin
mikudagin segði hann, at
uppskotið bar í sær nakrar
møguleikar, sum kundu
enda við einari politiskari
loysn.
Palestinar taka undir við
uppskotinum hjá Per Stig
Møller. Eftir ein fund við
danska uttanríkisráðharran
mikudagin segði Arafat, at
uppskotið er sera týdning-
armikið – ikki einans fyri
palestinar og ísraelsmenn,
men fyri alt Miðeystur.
Teir arabisku leiðararnir,
sum danski uttanríkisráð-
harrin hevur tosað við sein-
astu dagarnar, hava sagt, at
uppskotið í sjálvum sær er
gott, men teir vænta ikki, at
tað kann setast í verk, so
leingi ísraelski forsætisráð-
harrin eitur Ariel Sharon.
Lítið at fegnast um
í Johannesburg
Sharon vrakaði donsku
friðarætlanina
Umboð fyri
umhvørvisfelagsskapir og
onnur mótmæltu støðuni hjá
amerikansku stjórnini, tá
amerikanski
uttanríkisráðharrin, Colin
Powell, fór á røðarapallin í
Johannesburg
Skjøl, sum amerikanska
sjónvarpið CBS hevur
fingið fatur á, avdúka, at
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri gav boð
um álop á Irak nakrar
fáar tímar aftan á yvir-
gangsatsóknirnar í New
York og Washington
tann 11. september í
fjør.
Amerikansku trygdar-
tænasturnar vistu tá, at
felagsskapurin al-Qaeda
var uppi í atsóknunum at
World Trade Center og
Pentagon, men tænast-
urnar kundu ikki siga
við vissu, at Irak hevði
nakað samband við tað,
sum var hent.
Men tað ørkymlaði
ikki Rumsfeld. Sambært
CBS gav hann monnum
sínum boð um at fyri-
reika eitt álop á Irak sum
hevnd fyri atsóknirnar í
New York og Washing-
ton.
Ætlaði álop sama dag
Løgreglan í Tromsø í
Noregi hevur illgruna
um, at nakrir menn av
einum russiskum trolara
royndu at smugla nakrar
sekkir við sigarettum
mikunáttina.
Tveir menn hjá einum
vaktarfelagi sóu, at teir
fremmandu fiskimenn-
inir vóru í ferð við at
fjala nakrar sekkir á
havnarlagnum. Teir boð-
aðu løgregluni frá, men
tá løgreglan kom á
bryggjuna, vóru fiski-
menninir horvnir. Har-
afturímóti fann løgregl-
an sekkirnar, og í teim-
um vóru 43.600 sigar-
ettir. Samstundis fóru
tollarar umborð á tann
russiska trolaran, og har
funnu teir 15.840 sigar-
ettir afturat.
Løgreglan í Tromsø
sigur, at tað eru fleiri ár,
síðani myndugleikarnir í
býnum hava avdúkað so
umfatandi
smugling
sum hesaferð.
Fiskimenn smuglaðu
sigarettir
Amerikanska hervaldið
er farið at senda útgerð
til Kuwait. Útgerðin skal
nýtast í sambandi við
eina venjing, sum 2.000
amerikanskir hermenn
skulu hava við Persa-
flógvan.
Amerikanskir
fjøl-
miðlar siga, at hervaldið
hevur eisini sent aðra
útgerð til Persaflógvan,
og at sendingin, sum nú
fer avstað, er tann triðja.
Talsmaðurin
hjá
verjumálaráðnum Penta-
gon sigur, at útgerðin og
venjingin hevur einki
við ætlanina at leypa á
Irak at gera.
Ein maður í norska
býnum Ramfjorden má
sigast at vera sjáldsama
heppin í lottospæli.
Seinasta
leygardag
vann maðurin góðar 3,3
milliónir
krónur,
og
hetta er triðju ferð, at
hann hevur vunnið. Ta
fyrstu ferðina vann hann
góðar 100.000 krónur,
og fyri trimum árum síð-
ani vann hann eina góða
millión krónur.
Tann hepni vinnarin,
sum hevur verið sjálv-
støðugur vinnurekandi
seinastu 25 árini, sigur,
at hann hevur alla tíðina
spælt við teimum somu
tølunum, og tað ætlar
hann eisini at gera í
framtíðini. Tað høvdu
onnur ivaleyst eisini
gjørt.
UTTAN ÚR HEIMI
Útgerð til Kuwait
Heppin í lotto
17