fríggjadagur 6. september 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 170 - 6. september 2002
Nr. 170 - 6. september 2002
19
Føroyskt øl og før-
oyskar øður – føroysk-
ur spælimans-
tónleikur og føroyskar
ullarvørur – alt hetta
kundu norðmenn og
útlendsk oljufólk
uppliva í føroyska
tjaldinum á bryggjuni
í Stavanger, tá
oljumessa varð hildin
í býnum herfyri
OLJA OG MENTAN
Jan Müller
Tað var sum á ólavsøku, tá
oljufólk úr øllum heimin-
um hittust til oljumessu og
oljuráðstevnu í Stavanger
fyri
stuttum.
Umframt
framsýningarnar og fund-
irnar í stóru høllunum í bý-
num var alt havnaøkið
avtikið við tjøldum og
mongu
útivershúsunum.
Og
umframt
mongu
oljufeløgini, ið leita sær til
norska
oljuhøvuðsstaðin
annaðhvørt ár er hetta
eisini at meta sum ein
serstøk høgtíð fyri vanliga
norðmannin.
Í mongu tjøldunum á
bryggjuni eru umboð fyri
ymsar býir og lond. Skipað
verður fyri onkrum til
gaman og álvara. Og her
stendur føroyska tjaldið
ikki aftanfyri hini. Í sam-
bandi við at Tórshavnar
Kommuna og Stavanger
Kommuna hava knýtt tætt-
ari bond og samstarv var til
hesa oljumessuna sett upp
tjald at hýsa ymsum før-
oyskum tiltøkum.
Oljustevnudagarnar var
føroyska tjaldið tí eisini
nógv vitjað av bæði føroy-
ingum og norðmonnum og
útlendskum
oljufólkum.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri, sum var við til
stevnudagarnar, er fegin
um tað samstarv, sum hevur
tikið
seg
upp
millum
kommurnar báðar. Hann
metir tað vera skilagott at
hava slíkt tjald at hýsa
ymsum føroyskum tiltøk-
um fyri harvið at kunna
seta fokus á Føroyar. Ætl-
anin var upprunaliga, at
Norðlýsið skuldi liggja við
bryggjuna sum ein partur
av hesum føroyska tiltakin-
um, men hetta varð av
ongum. Tað gjørdist rætt og
slætt ov dýrt. Fyrireikarar-
nir høvdu vónað at fáa
stuðul til tiltakið frá eitt nú
Statoil. Tað eydnaðist ikki.
Men við ella uttan Stat-
oilstuðul syrgdi Tórshavnar
Kommuna
saman
við
kommununi í Stavanger
fyri, at tjaldið varð sett upp.
Við í tjaldinum vórðu
fleiri føroyskar fyritøkur og
stovnar, sum Ferðaráðið,
Smyril Line og Atlantic
Airways. Teirra uppgáva
var at skapa áhuga fyri
Føroyum sum ferðamáli.
Haraftrat vóru so ullar-
vørur frá Sirri. Síðani stóð
Birgir Enni fyri matgerð,
har hansara eyðkendi øðu-
rættur varð á skránni saman
við bjóri frá Restorffs.
Listarligi parturin varð ikki
gloymdur. Spælimenninir
spældu og gjørdu oljusøk-
una
í
tjaldinum
bæði
hugnaliga og ógloymiliga. Í
kjalarvørrinum á frálíka
tónleikinum gingu fløgur-
nar hjá Tutl sum heitt
breyð, og tað sama gjørdu
vøkru og yndisligu pløggini
hjá Sirri. Men har varð
skjótt útselt. Føroyski lista-
maðurin Helgi Joensen,
sum hevur kunnað gjørt sær
dælt av oljumenningini í
býnum í meira enn eitt
mannaminni, var eisini
partur av tjaldumhvørv-
inum við sínum sermerktu
og sjáldsomu listaverkum.
Samanumtikið - síggja
vit burtur frá, at Føroyar
ikki júst hava verið í fokus
á oljumessuni í Stavanger
hesaferð – so var hetta til-
takið,
sum
Tórshavnar
Býráð stóð fyri, eitt frálíkt,
livandi og positivt íkast til
nakað so materialistiskt og
“kalt” tiltak sum ein olju-
messa við sínum aftur-
vendandi rørum, slangum,
Føroyingar á oljusøku í Stavanger
Tjaldið, sum Tórshavnar Kommuna tók stig til
Jákup Simonsen frá Tórshavnar Kommunu, Maria á Lofti frá Atlantic Airways og Per Hansen
frá Ferðaráðnum frammanfyri pløggini hjá Sirri
Spælimenninir settu lív í
borum ol. kann vera.
Tað er einki at ivast í, at
hetta tiltakið á bryggjuni í
Stavanger er góður botnur
at leggja fyri framtíðina.
Um tvey ár verður aftur
messa í Stavanger. Og til ta
tíð eru Føroyar møguliga
komnar í fokus í altjóða
oljuhøpi við einum ella
fleiri oljufundum. Og tá vil
eitt føroyskt tjald og Norð-
lýsið við bryggjuna vera
eitt einastandandi høvi at
selja Føroyar og føroyskar
vørur – fyri ikki at siga at
gera vart við okkara list og
mentan.
Tað er heldur ikki ov
nógv sagt, at gravgangur
varð eftir flottu pløggunum
hjá Sirri. Tey gingu sum
heitt breið eins og fløgurnar
hjá Krisjani og teimum.
Tøkk til Tórshavnar Býráð,
til luttakararnar í tjaldinum
og ikki minst til tykkum
fýra, sum mannaðu Spæli-
mansbólkin, sum við sínum
frálíka tónleiki dró mangan
Stavangerbúgva
og
út-
lendskt oljufólk til tjaldið.
Marknaðarføring er so
nógv.
Marknaðarføring
krevur at verða væl fyri-
reikaður og at verða á rætta
staðnum til ta røttu tíðina.
Og ikki minst: við teimum
røttu vørunum og teimum
røttu fólkunum. Kanska ber
til at siga, at her í tjaldinum
“på Brygga” í Stavanger
vórðu lunnar lagdir undir
komandi tiltøk – tá Føroyar
eru vornar oljutjóð. Livst
so spyrst. Ella - spyrst so
livst.
Birgir Enni serveraði øður og øl frá Restorffs
Jan Christiansen, borgarstjóri og Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari gjørdi sítt ítarsta til at
umboða Havnina og Føroyar væl í tjaldinum í Stavanger
Alistair Carmichala, valdur í parlamentið av orknoyingum og hetlendingum legði sær eisini
leiðina inn í føroyska tjaldið eitt nú at hoyra Krisjan og Angelikku spæla
Birgir Enni saman við Angeliku og Sharon úr Spælimansbólkinum
Partur av serfrøðingabólkinum hjá Statoil, sum skal standa fyri komandi leiting við Føroyar
vitjaði eisini tjaldið. Aftanfyri teir listaverk hjá Helga Joensen og á borðinum kunningartilfar
um Føroyar
Borgarstjórarnir í Tórshavn og Stavanger væl hýrdir í
tjaldinum "På Brygga"
Henda snøgga kvinnan klæddi væl snotuliga høvuðprýði frá
Sirri. Maðurin tykist væl foreintur við føroysku ullarvørurnar
C
M
Y
K
19
18