hósdagur 9. desember 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Lysingar: Årni Joensen
Postsmoga 76,
3800 Argir
telefon 11820
Fyritaksstjór: og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Múiler
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
ulleikunum
—
| oddagrein
SUM VIT fyrr hava sagt frá, hava
menn nú í longri tíð savnað hópin
av peningi at seta í eina uttan
landsferju. Hesir hava sekt lands-
stýrið um 30 pst. í almennum
partapeningi og 40 pst. í veðhaldi.
Teir hava enn ikki fingið svar frá
landsstýrinum, og fáa helst einki
fyri jól. So seint sum seinrapartin í
gjár, tosaðu vit við løgmann. Hann
segði, at hetta mál hevur verið fyri
í landsstýrinum, uttan at endalig
stóða er tikin. Hann helt ikki, at
landsstýrið fór at taka avgerð fyri
jól.
MÁLIÐ UM millumlandasigling
man vera eitt hitt daprasta í polit-
isku søgu okkara. Øll vita vit,
hvussu politiskir flokkar hava
spent bein fyri hesum máli, tá
Strandferðslan arbeiddi við ætlan-
um sínum. Sum sagt hava aðrir
tikið seg saman, men eisini teir
skulu steðgast. Av tí at lands-
stýrið við sínum dráli og undan-
førslum ikki vil taka støðu og geva
hesum monnum svar.
Apropos biltoll
Harra
Vinarliga hysid tygum
bladstjøri! ini tekniskt kanska ikki
vóru á sama steði sum tey Tí
Landsstýrið flýgur úr trup-
FERJUSPURNINGURIN er tíkin
sum gísli. Hann verður tvinnaður
saman við øðrum málum so sum
royndarstød, sjónvarpsstjóra,
skattamálum, biltolli og ødrum,
hetta er sjálvandi burtur úr vón og
viti. Ferjuspurningurin eigur at tak-
ast sum hann er og fyri tað hann
er.
MEN RÆTTILIGA áhugavert er, at
samstundis = sum landsstýrið
tvinnar uttanlandssiglingina
saman við øllum øðrum kann tað
taka aðrar skipabyggisáttmálar
burtur úr og avgreiða teir. Lands-
stýrið hevur avgreitt ein skipa-
byggisáttmála fyri 100 miljónir við
50 pst. í almennum veghaldi og 10
pst. í stuðulsláni har enntá fullur
eginpeningur enn ikki er tøkur.
TAÐ. LANDSSTÝRIÐ hevur gjørt í
hesum máli — eitt arbeiðsplass
fyri 120 fólk — er, bæði synd og
skomm. Tað er nú stórur vandi
fyri, at luttøka okkara i uttanlanda-
siglingini heilt fer at gleppa
okkum av hondum. Tað hava vit
ikki ráð til. Men hetta leggur
landsstýrið minni í. Tí teir fara við
flogfarinum í dag og kunnu síggja
fram til góðar dagar við sólseturs-
strendur Senegals.
hópin av sjónverpum.
síggi
eg mær nú
mær hesar álvarsomu regl-
ur. Eg havi roynt at fingið
fatur á landsstýrinum alla
vikuna, men av tí at ongin
er at hitta, og av tí at
landsstýrismennirnir hava
fingið sær tann óvana at
tveita ell álvarsmál í djúp-
ar skuffur, havi eg ongan
annan meguleika enn at
koma fram við málinum á
henda hátt. Vóni eg tí, at
landsstýrismennirnir lesa
hesi orð.
Sakin er tann, at fyri
nekrum vikum síðani
byrjaðu kona mín og eg at
flyta inn sjónverp úr Sene-
gambia. Vit hildu hetta
vera frålikt huskot, serliga
ti, at arbeidslønin har sud-
uri er so låg. At sjónverp-
europeisku, hugsadu vit
ikki so nógv um, eitt sjón-
varp er nú einaferð eitt
sjónvarp, tað avgerandi er
prísurin, er hann í lagi, ja
so skuldi verið lágamanni
at seit.
Tíverri er tað so, at
konan ikki er tann stinn-
asta í tabellini. Tað vísir
seg nú, sjónverpini eru
komin vegin fram, at
okkara eru helvtina dýr-
ari enn tey, sum radioniels
selur. Einki er selt enn,
ikki ein gong bygdarfólk-
ið, ið vit hevdu væntað so
nógv av, lata við seg
koma. Og steðan verður
ikki betur av, at dagliga
frættist úr Havn, at radio-
niels nú aftur hevur selt
ongan annan meguleika
enn at venda mær til tykk-
um, ið sita í landsstýr-
inum. Tit eru teir einastu,
ið kunnu hjálpa okkum úr
hesum óferi. Sum tit vita,
verður tollur lagdur á ell
sjónverp, ið koma til land-
ið. Eg fari tí at biðja
tykkum bera so í bandi, at
ein sertollur verður rokn-
aður upp á sjónverpini hjá
radio-niels. Hækka tit toll-
in hjá honum, ja, so sleppi
eg av við míni sjónverp —
og samstundis hevur
landsstýrið sýnt, at har
sita rættvísir menn ið
vilja ellum ójavna til lívs.
Gera tit hetta, so skal eg
persónliga syrgja fyri, at
tit til næsta val fáa allar
atkvødurnar frå okkarå
Nr. 128
9. desember 1982
Demokrati fyri afturlatnum
hurdum
Vanliga uppfata vit demo-
krati um okkara leiðir
sum tann stýrishátt, har
veljarin igjøgnum um-
boðsmann sín, politikaran,
verður umboðaður í
málum, sum beinleiðis og
óbeinleiðis viðvíkja
honum. Treytin fyri, at
veljarin kann meta um,
hvert umboðsmaður hans-
ara — tað veri seg
komunal sum lands-
politikari — talar hansara
sek, er, at politikarin í
løgtinginum á komunal-
politiskum fundum og
igjøgnum teir fjølmidlar,
vit nú einaferð hava, ger
vart við áskoðan sína.
Men hevur veljarin tann
avgjeri neyðuga
meguleikan fyri at dema
um, hvert politikarin á
komunalum steði um-
boðar hann og hansara
hugsanir?
Nei, tað hevur hann ikki
so legið tað enn ljóðar: Ein
lóg er samtykt í løgting-
inum, nær veit eg ikki,
sum heimilir bygdaráðum,
sum hava 1000 íbúgvar
ella harundir, til sjálvi at
avgera, um ein fundur
skal vera almennur, ella
um hann skal vera fyri
afturlatnum hurðum. Mær
vitandi gera øll bygdarráð
runt um í landinum, sum
hava meguleika at skjóta
seg undir hesa lóg, nýtslu
av henni.
Tað er óiva lættari at
taka avgerðir, og so
aftaná greiða veljaranum
frå, at soleiðis gjørdi eg og
hatta segði eg, tá veljarin
so gott sum ongan megu-
leika sjálvur hevur fyri at
døma um, hvat í veruliga
hendi.
Sjálvandi eru tað fleiri
mál, sum snúgva seg um
viðurskifti hjá ávísum
persónum. Hesi skulu
orsaka av smáu viður-
skiftunum viðgerast fyri
afturlatnum hurðum.
Men tað eru eisini nógv,
nógv mál sum hava al-
mennan áhuga, og sum al-
menningurin er útihýstur
frá at fáa nakað at vita
um. Eg trúgvi heldur ikki
at blaðmenn fáa hevi at
vera við á tílíkum bygdar-
ráðsfundum.
Hvussu hevði demo-
kratiið virkað, um allir
løgtingsfundir vórðu
hildnir fyri afturlatnum
hurðum ella um ell rættar-
gongd var hildin fyri
afturlatnum hurðum?
Fyri mær er tað ein stór-
ur spurningur, um áður-
nevnda legtingssamtykt
ikki er í stríð við grund-
leggjandi rættindi okkara.
Einasti meguleiki, sum
bygdarráðsveljarin hevur
fyri at meta um, hvert
tann maður, hann valdi
inn í bygdarráðið, er tann
rætti, er vid ådurnevndu
løgtingssamtykt tikin frå
honum.
Tó hevur tað glógvað i
onkrum í Legtinginum.
Eg haldi tað vóru Jógvan
Sundstein og Karin Kjøl-
bro, sum nakað herfyri
løgdu uppskot fram um at
seta ein kommunalan
eftirlitsmann. Hetta hevði
so kunna forða fyri møgu-
ligum óregluligum virk-
semi innan komunalu
umsitingina, men vansin
er, at tað bert eru teir, sum
sita í bygdaráðunum, og
teir, sum hava sitið, sum
meguliga kunnu vísa á
nakað ítekiligt. Veljarin
hevur ikki henda
møguleika av ådurnevndu
orsøk.
Ti mugu teir løgtings-
menn/kvinnur ella flokkar,
sum ikki ganga inn fyri at
pacificera veljaran polit-
iskt, gera eina meira
neyva lóggávu á hesum
eki, sum sigur, nær ein
bygdarráðsfundur skal
vera fyri afturlatnum
hurðum og nær hann skal
vera almennur.
Tað vildi sloppið nekr-
um undan einum
meguligum mistanka og
vildi sum heild reinsað tað
komunalpolitisku luftina
munandi.
jfd.
Revsarin Breckmann og P. M.
Dam
So fingu vit aftur ein
»bestsellers« frá fólka-
flokssproytuni. Aftaná
»sosialistafingrar« og
»gjalda suduroyingar
minni i skatt«, hevur nu
stavnamaður fólkafloks-
ins við eini grein, ið er so
sjúklig og haturkend, at
sjálvt teir heitastu Breck-
mannistarnir nú mugu
øtast. Ja so grov er henda
skendargrein, at tað er ein
stórur spurningur, um hon
hevur uppiborið eitt svar.
Hesaferð er tað so T. M.
Dam, sáli, ið skal metta
sjúkligu skriving Dag-
blaðsstjóran.
Bara nekur fá orð Ó. B.
Hver var tað, ið legði spir-
an undir ta búskaparligu
og sosialu vælferð, vit
hava ídag, hver var tað, ið
fyri skjótt 25 árum setti
uppskot fram, ið hevði við
sær einki minni enn eina
kollvelting í feroysku
fiskiskipaseguni, tí nú
kundi tann vanligi fiski-
maðurin opna sær stór ný-
mótans fiskiskip.
Lat tað verða sagt
beinanvegin, tað vóru okk-
ara sjómenn, ið legdu
rygg til og tóku tað
tyngsta takið, men fyri-
treytirnar fyri tí blómandi
búskaparligu tíð í fylgdi
árini eftir, og sum vit
framvegis nýta gott av,
eigur P. M. Dam, sáli,
saman við eðrum góðum
Framhald á síðu 7
familju.
Best er hjá tykkum at
taka áheitan mína álvars-
liga.
Minnist til: sjónverpini
koma úr Sene-gambia, og
eg kenni rættiliga væl
mann í sene-gambisku
stjórnini, ið stendur for-
setanum nær. Greiði eg
honum frá órættvísu við-
ferðini, so skal hann nokk
skjótt syrgja fyri, at for-
setin noktar føroyingum
at fiska har suðuri, ikki so
mikið sum ein stert, og
ikki verður lukkuligt, um
onkur av okkara monnum
setur fótin á teirra jorð.
Góðu landsstýrismenn!
Skuldi tað hent, at radio-
niels kemur illa fyri av
tollbroytingunum, so
takið tað ikki so tungt. Eg
havi frætt, at hann velur
ein av —>andstøduflokk-
unum. Og av ti at konan
og eg ikki longur eru so
hugtikin av sjónvarps-
ævintyrinum hava vit av-
gjørt at gevast, tå sjón-
vørpini eru seld. Ti kunnu
tit, tå vit hava selt øll
okkara sjónverp, broyta
tolllógina = soleiðis, at
radio-niels = aftur kann
selja síni sjónverp. Tá
hava tit av rettum sýnt. at
tit eru menn ið seta rætt-
vísi í hásæti, tit eru
menn, ið fremja sonnu
áhugamál fólksins
Við hávirðing
Brestir Janusson,
tykkara veljari
Rætting
Tiverri heuði eitt
lesarbræv á síðu 6 í
tysdags-sosialinum
yvir-
fingið skeiva
skrift.
Yvir brævinum
stóð: Apropos biltoll.
Rætta yvirskriftin
var
Viðvíkjandi setan-
ini av umsjónarmanni
í skúla og ítróttar-
hellini í Trongisvági.
AS
A LE
A
<
á
#1
&