hósdagur 16. desember 1982síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 131 —
16. desember 1982
Forkastiligt at privat
virki og peningastovnar
skulu hava almenna
kelduskattin
— Eg eri ógvuliga bilsin um ætlanina hjá Føroya landsstyri,
sigur norskur datalogi-professari. Hann spyr, hverji prógv eru
fyri, at tað privata er effektivari enn tað almenna, og um tað
privata kanska ikki skal hava fleiri starvsfólk at umsita skráset-
ingina og skattin og um tað ikki eisini kostar at hava hetta í
privatum hondum!
— Eg haldi tað vera ógvu-
liga ivingarsamt, at so
stórar kapitalkonsentrati-
ónir sum privatir peninga-
stovnar skulu koyra og
hava ábyrgdina av %l-
mennum skrásetingum
Eg haldi hesa ætlanina
vera ógvuliga legna.
Hesa áskoðanina hevur
datalogi-professarin = vid
universitetið í Oslo, Kris-
ten Nygaard, um ætlanina
hjá landsstýrinum við
kelduskattinum og fólka-
yvirlitinum.
Tað er jú ikki bara í tí
stóvu verð, at »data«
hevur ávirkað dagliga
dagin. Feroyar eru rættu-
liga við at koma við. Og
framman fyri stavn liggja
stórar ætlanir.
Fólkayvirlitið, sum í
dag er handskrivað, skal
leggjast um, og privata
data-virkið, P.f. Elektron,
skal umsita teg og meg í
framtíðini. .
Um eitt år skal ein sam-
tidarskattaskipan —
kelduskattur — setast í
verk. Peningastovnarnir
— og postverkiåd og gjald-
stovan — skulu hava
skattgjaldingina um
hendi, medan P.f. Elek-
tron skal koyra skattin å
data-útgerð síni.
Ikki privat virki
— Er »man« bangin fyri,
at »data« kann samkoyr-
ast — ella fara inn á ein
síðuveg og brúkast til
onnur endamál enn ætlað
— so haldi eg, at tað fyrsta
stigið var, at tað var tað
almenna sjálvt, sum hevði
alla skráseting um hendi.
Og hevði ábyrgdina av
henni. Og ikki privat virki
— sum júst kunnu vera
áhugað í at útvega upplýs-
ingar um borgarar, sigur
Kristen Nygaard.
— Tað sær út til, at
myndugleikarnir — poli-
tikkararnir — vilja hava
hesa skipanina við teirri
grundgeving, at nú skulu
„vit“ ikki hava meira al-
mennt byrokrati. Í staðin
skulu »vit« lata alt hetta
til tað privata, tí tað priv-
ata orðnar alt so effektivt.
Kristen Nygaard setir
spurningin um penga-
stovnarnir og datavirkið
ikki skulu seta fleiri fólk.
Somuleiðis setir hann
spurnartekin við, um tað
finnast prógv fyri, at tað
privata er effektivari enn
tað almenna.
— Ella billar nakar sær
tað inn, at bara tað heila er
á privatum hondum,
kostar tað einki? Tað
privata virki og peninga-
stovnarnir skulu jú eisini
hava sína samsýning, slær
hann fast.
Fólk mugu vera
vakin
— Eg eri ógvuliga bilsin
yvir, at feroyingar vilja
lata stórar almennar skrá-
setingar við hópin av
kenslubornum upplýs-
ingum um borgararnar
vera undir privatari fyri-
siting og at hesar skulu
koyrast á privatum virkj-
um. Eg haldi tað vera
grúuliga legið, at fólk
skulu finna upp á slíkt,
heldur Kristen Nygaard
fram.
— Skal man av rettum
varðveita hugtakið
»privatlivets fred«, haldi
eg loysnina, landsstyrid er
sinnað at velja, heilt marg-
háttliga.
— Annars haldi eg tað
vera av stórum týdningi,
at fólk eru vakin, og verja
privata lív hins einstaka.
Og tað letur seg gera tað
veit eg.
Um nógv misbrúk fer
fram í Noregi og um hvat
fakrerslan hevur gjert fyri
at sleppa undan hesum,
sigur Kristen Nygaard, at
fakrørslan hevur ikki
arbeitt so nógv við hasum
spurninginum. Hon hevur
roknað við, at hesar spurn-
ingarnar fór hon at klára.
Hon hevur íkki hildið teir
vera álvarsamar. Men teir
gerast álvarsamir í tí letu,
misbrúk fer fram.
— Hinvegin hevur
fakrerslan tikið sær meira
av spurninginum, hvat
hendir við innihaldinum í
sjálvum arbeiðnum, tá tað
verður lagt um til nýggja
teknologi.
— Men nakað av mis-
brúki er uppdagað. Men
hvussu nógv misbrúk ikki
er uppdagað...tað vita vit
sjálvandi ikki, sigur Kris-
ten Nygaard.
A — ——— rr BU
Eftir
Jóhann Mortensen
Datavirki P.f. Elektron skal koyra kelduskattin og fólkayvirlitið. Føroysku peninga
stovnarnir, sum skulu halda samtíðarskattinum aftur.
eiga datavirkið. Men lands
stýrið skal eftir ætlan eisini gerast partaeigari. Norskur datalogi professan heldur tað
vera ógvuliga logið, at landsstýrið letur eitt privat
uppgavur
almennar
storar
Norsku teknologi-avtalurnar geva
arbeiðsfólkinum nógv rættindi
Norska fakrerslan hevur
verið ógvuliga virkin, tá
tað hevur snúð seg um
nýggja teknologi, Serliga
tá tað hevur snúð seg um
data-teknologi — longu
frá fyrst í sjeytiárunum.
— Hetta hevur gjert, at
vit í Noregi hava avtalur á
arbeiðsmarknaðinum mill-
um arbeiðsgevararnar og
fakfelogini. = Avtalurnar
geva arbeiðsfólkunum
rætt at vera við at gera
nýggjar dataskipanir og
at tryggja síni rættindi
ímun til data-útviklingin,
greiðir Kristen Nygaard,
sum hevur arbeitt fyri
norsku fakrersluna, frá.
Tað eru fleiri teknologi-
avtalur. Ein á privata
arbeiðsmarknaðinum mill-
um arbeiðsgevarafelagið
og fakliga landsfelags-
skapin. Ein fyri tey, sum
starvast hjá ríkinum. Ein
fyri kommunurnar og ein
-
avtala er innan handil. So-
leiðis hava tey flestu
arbeiðspláss eina tekno-
logi-avtalu.
Ikki bara tað figgj-
arliga og tekniska
skal telja
— Hesar avtalurnar siga
rættuliga nógv tilsamans.
Millum annað siga tær, at
dataskipanir skulu ikki
bara metast úr einum
fíggjarligum sjónarmiði
og út frá tekniskum. egin-
leikum. Dataskipanirnar
skulu eisini metast við tí
sosialu = steðuna sum
grundarlag — hvussu tær
ávirka arbeiðsplássið.
— Eisini siga avtal-
urnar, at tá ætlanin er at
fáa nýggjar skipanir,
skulu starvsfólkini fáa tað
at vita so tíðliga sum
meguligt, soleiðis at tey
Avtalurnar geva m.a. arbeiðs- ella starvsfólkunum at
velja sítt data-álitisumboð. Fólkið hevur eisini rætt at
luttaka í teimum bólkunum, sum fyrireika nýggjar
skipanir, soleiðis at tey tíðliga í »utviklinginum« kunnu
siga sína meining
kunnu gera nakað — fáa
tíð at hugsa seg um og
taka teirra avgerðir.
— Avtalurnar siga
eisini, at allar upplýsingar
um uppskot til nýggjar
skipanir o.t.l. skulu gevast
á einum máli, sum øll
skilja.
Men higartil siga avtal-
urnar einki um, at nýggj
teknologi ikki skal fáa av-
leiðingar fyri tal av ar-
beiðsplássum.
Starvsfólkini
luttaka við í
útviklinginum
— Men avtalurnar geva
starvsfólkunum rætt at
luttaka í teimum arbeiðs-
bólkunum, sum gera
nýggjar skipanir, soleiðis
at tey beinleiðis eru við í
utviklinginum. Samstund-
is siga avtalurnar, at
arbeiðsfólkið hevur rætt
at velja álitisfólk eins og
trygdarumboð. Tilsamans
er talið av data-álitisfólk-
um í Noregi 800 og hetta
talið økist støðugt.
— Avtalurnar siga eisini
nakað um. hverja grund-
útbúgving arbeiðsfólkið
hevur rætt til fyri at hava
skil á dataspurninginum
soleiðis at alt ikki fer
framvið, uttan at tey vita,
hvat tað snýr seg um.
Harafturat hevur ar-
beiðsfólkið rætt til at gera
seravtalur um tær ávísu
skipaninar á hverjum ein-
støkum arbeiðsplássi. Ser-
liga tá tað snýr seg um
persónliga trygd. T.d. fyri
at forða óhepnari eygleið-
ing av personum.
Hóast avtalurnar einki
siga um, at talið av
arbeiðsplássum ikki skal
skerjast, tá data-teknikk-
ur verður tikin í brúk, eru
avtalurnar um tal a
arbeiðsplássum eisini
rættuliga umfevnandi
Kristen Nygaard sigur, at
tað standast nógvir trupul-
leikar av at taka hetta
evnið inn sum generellar
ásetingar, tí, sum gongdin
í framleiðsluni er, so
virkar tann kapitalistiska
búskaparliga | skipanin
júst soleiðis, at hon
skapar arbeiðsloysi. Eins
og tað skapar eina ræðu-
liga kapping.
— Vit kunnu ikki gera
nakrar grundleggjandi
broytingar bert við
nekrum data-avtalum.
Tað er greitt, at vit kunnu
samráðast og krevja, at
talið av arbeiðsplássum
skal halda. Vit hava demi
um, at tað er eydnast.
Men vit hava eisini upp-
livað, at nýggj teknologi
hevur minkað talið av
arbeiðsplássum.
— Er tað hent í stóran
mun?
— Vit síggja jú, at tað
hendir allastaðni í heim
inum og tað hendir eisini í
Noregi. Men í Noregi hava
vit ikki so stórt arbeiðs
loysi, hóast tað ekist.
dag er arbgiðsloysið komið
upp á try prosent av sami
aða talinum av arbeiðs
sekjandi. Hetta er ta:
mesta í mong, mong ár
Vit hava klárað okkur
væl, men vit mugu ikk.
halda, at vit sleppa betr
burtur úr hesum enn
onnur lond
- Tað er ikki ein óvan
lig hending, at kapitalism
an brúkar nýggja tekn«
logi til at minka um út
reiðslurnar, fyri at skerja
talið av arbeiðsfólki. Og
hetta hendir jú allastaðni í
heiminum, har fram-
leiðslan verður flutt aftur
og fram.