leygardagur 7. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 171 - 7. september 2002
Nr. 171 - 7. september 2002
5
Tá summarhúsfólkið
riggar av, og skúlarnir
byrja aftur, tømis
Mykines eftir einum
degi at kalla. Alt gerst
stilt og friðaligt aftur,
og ein einsligur vetur
stendur fyri
BYGDARLÍV
Orð og myndir: Edvard
Joensen
Mykines: Tað er friðaligt í
Mykinesi hendan fríggja-
dagin seinast í august. Eini
tólv- fimtan fólk eru eftir í
bygdini.
Tíggju
teirra
búgva fast, meðan hini eru
komin at vitja og fara av
aftur oynni um ikki so
langa tíð.
Annað lívið hevur verið í
summar, meðan øll tey,
sum hava summarhús í
bygdini hava verið her úti.
Fleygatíðina eru vanliga
eini 100 - 200 fólk í Myki-
nesi. Slík, sum hava tilknýti
onkursvegna til oynna.
Við tyrluni hendan dagin
er onkur, sum kemur at
rigga av fyri summarið.
Rudda upp og gera húsini
vetrarklár.
Vit fylgjast at húsum og
fara inn. Oljufýrið í kjall-
aranum er sløkt, so tað
fyrsta er at vita, um gongd
fæst á aftur. Hevur tó bara
staðið soleiðis einar fjúrtan
dagar, síðan fólk var her
seinast.
Jú, tað er skjótt, at ein
fløvi er. Farið verður ein túr
runt at taka upp seingjar-
klæði og annað, sum havast
skal við inn aftur, og savna
Sum tá likkan fer
Skuggarnir leingjast, og báturin er
drigin niðan í bøin. Oyggin er aftur
at kalla manntóm og fyrireikar seg
til veturin, sum koma skal
í ein sekk. Okkurt smávegis
uppvask stendur, og tað
verður so beint av vegnum.
Í
kjallaranum
liggur
fleygastongin, sum ikki
verður nýtt aftur í ár. So
hon verður stungin millum
loftið og bitan, har hon
ligur turt og væl til fleyg-
ingin byrjar aftur komandi
summar.
So er ikki meira at taka
hond í, og einki annað at
gera, til tyrlan kemur aftur,
enn at fara ein túr kring
bygdina at slota eftir,
hvussu støðan er í Myki-
nesi, nú friðurin aftur legst
um bygdina.
Tekniskir trupulleikar
Tað stendur ein hurð opin,
og fólk stákast innanfyri.
Tað eru teir báðir Meinhard
og
Esbern,
sum
hava
trupulleikar
við
einum
traktori.
»Okkur við gearinum,«
greiðir Esbern frá, einaferð
hann hyggur upp og fer at
skifta skrúvulykil.
Lítli Hans Meinhard, sum
er næstyngstur í Mykinesi,
fylgir áhugaður við tí, sum
abbin og pápin havast at.
Teir eru komnir til ta nið-
urstøðu, at her gerst einki
hjá teimum, so teir verða
noyddir at fáa traktorin í
smiðju. Men tað er ikki
bara sum at siga tað her úti.
Hann noyðist av oynni, og
við Súluni verður tað neyv-
an. Hon hevur ikki verið
her síðan týsdagin, greiða
teir frá, og í dag er fríggja-
dagur.
So teir hava avtalað við
tyrludeildina hjá Atlants-
flog, at tyrlan skal flyta
traktorin á flogvøllin, hað-
ani hann kann flytast til
umboðsmannin í Hvalvík,
sum skal umvæla hann.
Síðan verður rutan tann
sama aftur øvugtan veg út í
Mykines.
Jú, Oskar kemur so við
sínum vogni, og tú upplivir
eitt sleip eftir smølu vegun-
um í Mykinesi. Ferðslutítt-
leikin er øgiligur her úti í
dag.
Teir fara so oman á tyrlu-
pallin. Oskar undan sleip-
andi traktorin, sum Esbern
stýrir, meðan Hans Mein-
hard, lítli, eisini situr uppií.
Sum tað plagar
– Tað er ikki øðrvísi, enn
tað plagar at vera hesa
tíðina, heldur Jansy, sum
eftir mong ár í Mykinesi
hevur vant seg við, at nú
tynnist fólkið á miðum
skipi. Vit hava vant okkum
við hetta og vita, at tað
verður so. Men tað er
kortini stuttligari, tá fólk
kemur í oynna, enn tá tey
fara, ásannar hon.
Hon hevur fingið postin
út í oynna, og nú skal hann
fáast til høldar. Okkurt av
farmi var eisini við, og tað
verður koyrt upp á pláss við
trillubøru,. Tað er Mein-
hard, sum syrgir fyri tí í
dag, hóast Esbern er tann,
sum alment hevur tikið
yvir. Tað verður tó í familj-
uni, og Meinhard hevur trú-
liga røkt tað starvið í ein
mansaldur, so tað man vera
í góðum hondum eisini í
dag.
Fólk hava ikki so øgi-
ligan skund í Mykinesi ein
slíkan dag. Ein av teimum
fáu summarhúsmonnunum,
sum enn er eftir, heldur
fyri, at tað er bara um nátt-
ina, ein hevur fyri neyðini
at skunda sær her úti. Tá
eru tað lundapisurnar, sum
skulu fangast. Hann sigur
seg hava fingið einar 20
ella so, og ætlar sær ikki
fleiri. Tær koma oman
millum húsini um náttina.
Koma eftir ljósinum, siga
tey, og liggja so ymsastaðni
og royna at goyma seg.
Tær hava verið bara heilt
hampiliga nógvar í ár,
greiðir Oskar frá. Hann
hevur merkt nakrar nú
hesar dagarnar.
– Eg hevði 112 merki
eftir í summar, og tók so
bara upp tað, sum eg fekk
og slepti inn í fjósið, áðrenn
eg fór at merkja alt í senn.
Men tá samanum kom,
gingu hálvtannaðhundrað
pisur í fjósinum, so nakrar
fóru ómerktar avstað aftur,
sigur hann.
Lundapisurnar
hava
trongar umstøður, um tær
koma sær út í dagslýsi. Tí
so eru másarnir á teimum
beinanveg, greiðir Oskar
frá. Teir sita fram við ánni
og bíða, og har býður ikki
bøtur hjá tí, sum eftir ánni
fer.
Og skúgvur og kjógvi
hava eisini gjørt dúgliga
um seg í oynni. Sildberin
hevur havt harðbalið lív.
Teir vera støðugt álopnir av
hesum fýrunum, sum liggja
og lúra fram við bakkanum
alt summarið.
Annars hevur fleygingin
verið heilt hampilig, láta
teir at. Esbern hevur fylgt
eitt sindur við, og hann
metir, at einir 25.000
lundar - ella so - munnu
vera fleygaðir í Mykinesi í
summar.
Tó tað røkist einki fyri at
fara eftir súlum. Tað er ov
ókyrt, siga teir. Men tá tann
tíðin kemur, vænta teir
aftur lív í bygdini.
– Nú er tað blivið um-
trent soleiðis, at vit , sum
búgva fæst her úti, noyðast
at biða lova okkum við,
halda teir fyri.
Teir gera klárt at sleipa traktorin
oman á tyrlupallin
Sum líkindini eru, leggur Súlan ikki at, og allur flutnignur verður við tyrlu
C
M
Y
K
5
4