leygardagur 7. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 171 - 7. september 2002
Nr. 171 - 7. september 2002
7
Mánadagin komu
tíggju tey fyrstu
børnini, sum hava
fingið pláss í nýggja
útibarnagarðinum í
Klaksvík. Stovnurin
liggur úti í Grøv, og
leiðarin, Jóhanna
Vest, sigur, at av tí at
tað er so avsíðis, so
kann tað sammetast
við at vera úti á bygd
ÚTIBARNAGARÐUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Upprunaliga
vóru tað arbeiðsskúrar,
men í dag eru skúrarnir
blivnir til ein útibarnagarð,
sum kann taka 40 børn inn.
Jóhanna Vest greiðir frá, at
tey nú eru í ferð við inn-
koyringina av børnunum.
Innkoyringin
verður
skipað á tann hátt, at børn-
ini koma í bólkum upp á
tíggju at gangin í útibarna-
garðin hvønn mánadag,
inntil øll 40 eru komin inn.
– Vit hava valt at gera tað
á hendan hátt, tí vit meta,
tað verða lættari bæði fyri
børn og starvsfólk at koma
at kennast, tá tað ikki eru so
nógv í senn, sigur Jóhanna,
sum byrjaði sum leiðari á
Fjallafípuni tann 01. aug-
ust.
Tey fyrstu tíggju komu,
sum sagt, mánadagin, men
tey vóru á stovninum og
vitjaðu hósdagin í farnu
viku. Og tey næstu tíggju,
sum skulu koma mánadag-
in vóru so og vitjaðu fyrra-
dagin.
– Tá vóru tey børnini,
sum komu mánadagin við
til at taka ímóti teimum og
vístu teimum runt. Tað
riggaði avbera væl, halda
vit, sigur Jóhanna.
Hendan fyrsta mánaðin,
meðan innkoyringin stend-
ur uppá, ber ikki so væl til
at skipa dagarnar í fastar
rammur, men Jóhanna sig-
ur, at tá øll børnini eru
komin, kemur alt tað upp á
pláss.
– Børnini skulu tá verða
her klokkan hálvgum tíggju
um morgunin, tí vit fara út
klokkan tíggju og verða so
úti inntil um trýtíðina
seinnapartin, tá vit plaga at
eta frukt.
Umstøðurnar um stovnin
mugu sigast at vera avbera
góðar fyri børn. Hann ligg-
ur ovarlaga úti í Grøv og
rundan um stovnin er stórt
øki, har børnini kunnu
spæla. Har er ongin sand-
kassi, men har nógv runa
og onkrir stórar hyljar, sum
børnunum dáma væl at
spæla í. Tey hava eisini
gjørt runukøkur. Omanfyri
stovnin er bøur – tað er
bøur allastaðni rundan um
hann – har gæs ganga fram-
við stikinum. Og børnini
plaga so at geva gæsnum at
eta. Eisini er seyður har í
nánd.
– Børnini dáma sera væl
at geva gæsnum, tey eru
longu byrjað at hava gamalt
breyð við, tá tey koma.
Eisini rennur ein á skamt
frá stovninum, men har
sleppa børnini sjálvandi
bert við vaksnum.
– Tað er stik rundan um,
so tey sleppa ikki til ánna.
Og tað er eisini tað fyrsta
vit siga við tey, tá tey koma,
at tey mugu ikki fara í ánna
at spæla, uttan at onkur
vaksin er við.
Sum heitið sigur, so er
tað ein útibarnagarður, tað
vil siga, at børnini eru úti
størsta partin av degnum –
og so at siga í øllum veðri
eisini.
Í øllum grimdarregninum
hósdagin, fóru tey ein
gongutúr heim á fótbólts-
vøllin, har tey ótu matpakk-
arnar.
– Tað gjørdi ikki mun fyri
børnini. Tey hugnaðu sær
óført, sigur Jóhanna, sum
heldur, at útibarnagarðar
eru avbera sunnir fyri børn-
ini, tí tey eru so nógv úti.
Ætlanin hjá teimum í úti-
barnagarðinum Fjallafípan
er, at fyrst ganga túrar úti í
Grøv og harvið læra seg
nærumhvørvið at kenna.
Tað arbeiða sjey fólk í
útibarnagarðinum Fjalla-
fípan, umframt Jóhonnu.
Stovnurin letur upp klokk-
an hálvgum átta og steingir
klokkan eitt korter til seks.
Børnini, sum eru har eru
í aldrinum trý til skúlaald-
ur.
Fjallafípan – útibarnagarður úti í Grøv
Børnunum dámar óføra væl
at geva gæsnum at eta. Tey
eru byrjað at hava breyð við
til tær heimanífrá
Børnini vóru glað við at sleppa út í
góðveðrið hendan morgunin. Tá øll
vóru til reiðar, fóru tey ein gongutúr
Óli er einasta mannfólkið, sum arbeiðir á Fjallafípuni, og
honum dámar avbera væl
Starvsfólkafundur »ude i det blå.« Starvsfólkini, Jóhanna, Óli og Frida lata sera væl at
umstøðunum í arbeiðskúrunum, sum nú eru blivnir til ein útibarnagarð
– Nú fari eg fyrst at
finna út av, hvar eg
eri. Men eg fari ikki at
sita hendur í favn,
sigur fráfarni stjórin í
Føroya Fiskasølu,
Hans Johannes á
Brúgv, sum annars
ikki vil siga nakað um
uppsøgnina, tí hann
hevur tagnaðarskyldu
FISKASØLAN
Vilmund Jacobsen
Síðan 1. juli 1997 hevur
Hans Johannes á Brúgv
sitið sum stjóri í Føroya
Fiskasølu, men tað er hann
ikki longur.
Nevndin í Fiskasøluni,
sum er Hákun Steingríms-
son, formaður, Thomas
Arabo og Jóhannes Jensen,
hevur gjørt av at siga Hans
Johannes úr starvi. Henda
nevndin tók við síðst í juni,
tá ið aðalfundur var í fel-
agnum.
Frammanundan
hevði P/F Fiskasølan og
P/F Føroya Fiskavirking
somu leiðslu í nakrar mán-
aðir.
Fyribils stjóri í Fiskasøl-
uni er nú Árni Arge, sum
hevur verið varastjóri og
fíggjarstjóri í fyritøkuni í
sløk 3 ár.
Hans Johannes byrjaði á
Føroya Fiskasølu síðst í
1988. Áðrenn hann gjørdist
stjóri, arbeiddi hann undir
fýra øðrum stjórum, nevni-
liga
Birgiri
Danielsen,
Bjarta Mohr, Niels Søren-
sen og at enda Poul Michel-
sen.
Hans Johannes var sølu-
stjóri á Fiskasøluni í hálvt
annað ár, áðrenn hann gjør-
dist stjóri.
Tagnaðarskyldu
Sosialurin
hevði
Hans
Johannes í telefonini gjára-
morgunin. Hann tóktist
rímiliga væl hýrdur, men
ásannaði skjótt, at hetta
hevði hann ikki væntað, nú
nevndin, sum vald varð
síðst í juni, hevur valt at
siga hann úr starvinum sum
fiskasølustjóri.
– Eg havi tagnaðarskyldu
og mínar treytir at fylgja,
nú mín seinasti arbeiðsdag-
ur á Fiskasøluni er lokin.
Eg vil einki siga um upp-
sagnargrundirnar, men fari
at vísa til nevndarformann-
in, Hákun Steingrímsson.
Spurdur, hvat hann nú fer
at takast við, sigur Hans
Johannes:
– Hetta er alt so nýtt. Í
fyrsta lagi fari eg at finna út
av, hvar eg eri, og síðan fari
eg at taka mær okkurt fyri.
Hvat tað verður,dugi eg
ikki at siga beint nú, men
tað er bara eitt, sum er vist;
eg fari ikki at ganga fyri
einki, sigur hann.
Hans Johannes á Brúgv
sigur tað ikki vera óhugs-
andi, at hann onkusvegna
kemur undan kavi aftur í
fiskivinnuni.
Hans Johannes á Brúgv, fyrrverandi stjóri í Fiskasøluni:
- Hetta hevði eg ikki væntað
– Vit eru ikki ónøgdir
við tað arbeiði, sum
Hans Johannes á
Brúgv hevur gjørt,
men vit halda ikki, at
hann passar best inn í
nýggju strategiina hjá
nevndini, sigur
nevndarformaðurin
FISKASØLAN
Vilmund Jacobsen
Sambært Hákuni Stein-
grímsson er tað ikki ónøgd
við arbeiði hjá fyrrverandi
stjóranum á Føroya Fiska-
sølu, Hans Johannesi á
Brúgv, sum er orsøkin til, at
ein samd nevnd valdi at
siga hann úr starvi.
– Hetta hevur einki við
úrslitið hjá Fiskasøluni at
gera, og hetta hevur heldur
einki við ES-kanningina at
gera, sigur hann.
Hákun
Steingrímsson
leggur dent á, at nevndin
arbeiðir við eini sonevndari
strategi, sum í løtuni er í
stoypiskeiðini.
– Vit eru ikki lidnir at
viðgera hesa strategiina
enn, men vit halda, at tað
skulu verða nýggj fólk,
sum skulu føra tær ætlanir,
nevndin hevur, út í lívið.
Hákun sigur, at uppsøgn-
in av Hans Johannesi hevur
nakað við framtíðina og
framtíðarætlanir at gera.
– Vit fara sjálvsagt ikki at
útgreina
hesar
ætlanir
nærri, fyrr enn tær eru
komnar úr aftur stoypi-
skeiðini, og óvist er, um vit
nakrantíð fara at leggja tær
út á okkara heimasíðu, sum
Hákun tekur til.
Óvist, hvør maðurin
verður
Spurdur, um Árni Arge,
sum fyribils er settur stjóri í
Fiskasøluni, verður maður
in, sum skal føra nýggju
ætlaninar hjá Fiskasøluni út
í lívið, sigur Hákun, at tað
er ov tíðliga at siga nakað
um enn.
Neyvari spurdur, hví
nevndin avgjørdi, at tað
ikki skuldi vera Hans
Johannes á Brúgv, sum
fekk henda møguleika, tá ið
nevndin annars ikki er
ónøgd við arbeiði hjá hon-
um, sigur Hákun:
– Vit halda, at tað er ein
onnur »typa« av fólki, vit
hava brúk fyri, og hvør
rætti persónurin er til júst
hesa uppgávuna, vita vit
ikki, fyrr enn endaliga ætl-
anin fyriliggur, sigur hann.
Tá ið Sosialurin greiddi
Hákuni frá, at Hans Joh-
annes ikki hevði væntað
sær hesa uppsøgn, segði
hann:
– Nú veit eg ikki, hvat
Hans Johannes hevur hugs-
að, men eg vil ásanna, at
hóast nevndin var samd, var
tað ein keðilig uppgáva at
skula siga hann úr starvi.
Hákun Steingrímsson, nevndarformaður í Fiskasøluni:
Framtíðin krevur nýtt fólk
í stjórasessin
– Hetta hevði eg ikki væntað,
sigur Hans Johannes á Brúgv,
sum hevur verið stjóri í
Føroya Fiskasølu síðan 1. juli
1997.
Hann byrjaði á Fiskasøluni
seinast í 1988 og hevur
arbeitt undir 4 ymiskum
stjórum, Birgiri Danielsen,
Bjarta Mohr, Niels Sørensen
og Poul Michelsen
C
M
Y
K
7
6