Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 171 - 7. september 2002 Nr. 171 - 7. september 2002 9 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3075, Sp/f Hafnarbakki, 620 Runavík. Viðtøkur broyttar: 24.10.2001 og 30.04.2002. Kapitalur: Hækking við kr. 400.000,00 til kr. 500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 400.000,00 til kurs 100. Nevnd: Innkomin í nevndina: Høskuldur Hrafn Ólafsson, Skildinganes 6, ÍS-101 Reykjavík (formaður), Høgni Mohr, Handan á 15, 100 Tórshavn og Linda Bjørk Gunnlaugsdóttir, Ægishædd 12, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verð-ur bundið við undirskrift av nevndarformanninum, tveimum nevndarlimum í felag ella av stjóranum. Skráseting Føroya tann 5. september 2002 Kristin Balle ________________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3425 Navn: Sp/f Ítróttakjarnin Adressa: Við Gálgastein 2, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 21.08.2002 Viðtøkudato: 21.08.2002 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Alma á Lava, Við Gálgastein 2, 100 Tórshavn. Stjórn: Alma á Lava, Við Gálgastein 2, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift stjórans. Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.02. - 31.01 Fyrsta roknskaparár: 21.08.2002 - 31.01.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 4. september 2002 Kristin Balle _______________________ prísur fyrr 9.995,- Nú 8.995,- 6 kg turr klæðir 600-1600 snúningar Tíðarstýring 1-24 tímar Orkuklassi A Vaskievni A Centrifugeringsevni A Hvítvørur til føroyska húsarhaldið Høgaból • 600 Saltangará • tel. 447560 • fax 448460 Vaskimaskina -tað loysir seg http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo C M Y K 9 8 Tann einasti, sum tordi at ganga á odda, tá ið tríggir spaniólar komu í havsneyð í ringum líkindum, var 24 ára gamli Ditlev Winther úr Vági BJARGINGARBRAGD Áki Bertholdsen Tað er onki at ivast í, at tríggir ungir spaniólar eru ómetaliga fegnir um, at Ditlev Winter úr Vági ikki var so langt burtur, tá ið teir fóru ein siglitúr týsdagin. Tí var tað ikki júst fyri hendan 24 ára gamla vágbingin, er lítil ivi um, at siglitúrurin var endaður í einum sorgarleiki. Lítli seglbáturin hjá spaniólunum hólvdist í ringum og tann einasti, sum tordi at taka stig til at bjarga teimum, var vágb- ingurin, Ditlev Winther. Hann er í løtuni staddur í Spania, har hann er kokkur á einum grabbara, sum eitur Frigg hjá einum donskum felag. Í hesum døgum eru teir í ferð við at grava eina sigl- ingarrennu við ein lítlan frítíðarbýi 20 kilometrar frá Huelva, beint við markið til Portugal. Teir eru seks mans við grabbaranum, men tveir aðrir bátar eru, sum føra tað burtur, sum teir grava upp av botni. Tveir mans eru við hvørjum bátinum, so tilsamans eru teir 10 mans við í arbeiðnum. Ditlev sigur, at tað er rættiliga stórur munur á flóð og fjørðu, heilir átta metrar. Á fjørðu er tað so- statt ógvuliga grunt, har teir arbeiða, summa staðni kemur sjógvurin bara upp á miðjuna á vaksnum mann, hóast teir eru meiri enn ein fjórðing úr landi. Illveður brast á Tá ið Ditlev fór til arbeiðis týsmorgunin, var tað onki sum bendi á, at hesin dag- urin fór at vera øðrvísi enn allir aðrir dagar. Men hann bleiv skjótt klókari. Seinnapartin vaks hann brádliga vindin í 15-18 metrar um sekundið. Vindurin lá inn at landi, men tað var fjarðandi sjógvur og sostatt var samstundis rættiliga harður streymur út frá landi. Tá ið tað so harafturat er so grunt, bleiv tað rættiliga ringt í sjónum. – Tá síggja vit at ein lítil seglbátur er hólvdur nakað uttanfyri okkum. Talan var um eina lítla tvíkilju, annar kjølurin stóð beint uppeftir og seglið var undir sjónum. Vit sóu eisini, at okkurt fleyt í sjónum beint við bátin. – Tað var ikki hugsingur um at fara úteftir við grabb- aranum, tí hann hevði kom- ið í botn beinanvegin, men vit hava eisini eina lítla alu- miniumsjollu við leysa- motori, sum vit plaga at brúka. Ditlev ivaðist ikki, men spurdi beinanvegin hinar menninar um teir ikki skuldu fara við jolluni at royna hjálpa teimum. – Men tað noktaðu hinir blankt, tí tað tordu ikki at fara við jolluni í so ringum veðri. Sjálvur hevur Ditlev bát og er vanur at sigla, tó at veðrið kanska ikki altíð er av tí besta. Men einsamall- ur var ikki hugsingur um at fara við jolluni í slíkum lík- indum, tí tað bar ikki til at standa so ein maður fekk onki gjørt. Við at drukna Ditlev sigur, at hann fór so niður undir aftur. Men tá ið ein løta var farin, kom bestimaðurin rennandi og spurdi, um teir ikki skuldi royna kortini, tí nú var hann vísur í, at tey á seglbátinum vóru við at drukna. – Eg blakaði tað eg hevði í hondini og leyp upp á. So lótu vit okkum í bjargingar- vest og løgdu frá borði við jolluni. Tá ið teir komu til segl- bátin, lógu trý fólk í sjón- um. Tað eydnaðist at fáa tey upp í jolluni og umborð aftur á grabbaran. Ditlev sigur, at talan vóru um tvær gentur og ein drong, øll í tjúgunum. Ser- liga gentan var rættiliga illa á holdum komin og stóð ikki á beinunum. Men hon ernaðist skjótt aftur, tá ið hon hevði fingið handklæði at turka sær við og okkurt at balla seg inn í. Tað vísti seg, at bjarging- artænastan hevði leitað eftir fólkunum, og eina løtu aftaná kom ein bátur frá bjargingartænastuni út á grabbaran eftir teimum trimum fólkunum. Ditlev er glaður fyri, at alt spældi væl av, tí hann ásannar, at tað var ikki heilt vandaleyst. – Brotini vóru ikki so øgiliga stór, men tey komu allastaðani frá, so tað var ómetaliga ringt at varða seg og hólvdist tann flatbotn- aða jollan, kundi tað eisini verðið ein galin endi hjá okkum, sigur Ditlev. Sjálvur dugur hann at svimja og hann uggaði seg eisini við, at sjógvurin var ikki so kaldur, so fóru teir í havið, skuldu teir nokk klára seg eina løtu. Men bestimaðurin, sum var við honum, var djarvur, tí hann dugdi ikki at svimja, men helt seg til kortini. Ditlev sigur, at tey duga illa enskt har á leiðini, so tað var ógvuliga avmarkað, hvat ið teir fingu tosað við teir neyðstøddu spaniólarn- ar. Men »thank you« – takk fyri – dugdi tey, og tað søgdu tey uppaftur og upp- aftur, so onki er at ivast í at tey vóru rættiliga gyrd í brøkur og takksom fyri hjálpina. Hann sigur, at síðani spaniólarnir fóru av grabb- aranum, hava tey onki hoyrt aftur. Men hetta bragdið hevur kortini vakt ans har um leiðir, tí okkurt blað hevur umrøtt hendingina, eins og tað hevur verið at lisið á tekstvarpi hjá onkrari sjón- varpsrás. Vágbingur bjargaði trimum mannalívum Tríggir ungir spaniólar kunnu takka 24 ára gamla vágbingin- um, Ditlev Winther fyri, at teir sluppu undan við lívinum, tá í teir komu í havnsneyð Jan Christiansen setti Vørumessuna 2002 VØRUMESSAN 2002 Vilmund Jacobsen Stóra og vælumtókta sølu- stevnan, sum ber heitið Vørumessan 2002, fór av bakkastokki í Ítróttarhøllini á Hálsi gjáramorgunin kl. 10. Tað var Jan Christian- sen, býráðsformaður í Havn, sum setti stevnuna. Tilsamans 36 heilsølur og fyritøkur annars eru við á stevnuni hesaferð, og eins og undanfarin ár, er nógv gjørt burtur úr, soleiðis at framsýnarar og umboð fyri handlar, sum vitja, skulu fáa mest møguligt burtur úr. Hetta er ein stevna, sum í allar mátar kann metast við aðrar tílíkar stevnur uttan- lands, hóast hon ikki er líka stór sum tær størstu, vit hava sæð uttanlands. Allar vørur Í Ítróttarhøllini á Hálsi verða allar møguligar vørur sýndar fram og tað einasta, sum bert í lítlan mun er umboðað í øllum úrvalinum, er klædnavørur. Her er tað bara Sirri sum er hevur bás. Tøting í Gøtu plagdi eisini at verða við, men tey eru ikki við hesaferð. Vørumessan 2002 læt upp fríggjamorgunin kl. 10 og var opin til kl. 19. Í dag letur sølustevnan uppaftur kl. 10 og opið verður aftur til kl. 19. Sunnudagin verð- ur opið millum kl. 13 og 18, tá ið Vørumessan 2002 letur aftur. VÍF skipar aftur í ár fyri eini ferð aftur í seksti- og sjeytiárini saman við nógvu kendu tónleikabólk- unum, sum millum ár og dag hava sæð dags- ins ljós í Vestmanna AFTURHVARV Tíðindaskriv Leygarkvøldið 21. septem- ber verður stórt dansitiltak í ítróttarhøllini, og tíðin verður skrúvað aftur til ár- ini, føroyskir ungdómar úr øllum ættum leitaðu sær til Vestmanna at dansa í viku- skiftunum Meira enn 20 vestmenn- ingar, sum í seksti- og sjeytiárunum myndaðu ríka tónleikalívið í Vestmanna, fara aftur á tónleikapallin í Vestmanna Ítróttarhøll leygarkvøldið 21. septem- ber, tá VÍF skipar fyri stóra dansitiltakinum, Reunion Vestmanna. Fleiri av hesum tónleik- arum, sum fyri 20 til 40 ár- um síðani hoyrdu til ungu kreftirnar í Vestmanna, eru ikki heilt ókendir í øðrum høpi í dag. Har finst ein politiovasti, onkur stjóri sløðist ímillum, onkur helt fram á tónlistaliga vegnum, men allir hava til felags, at teimum dámar at leita aftur til tíðina, tá ung í Føroyum høvdu Vestmanna sum dansibygd í vikuskiftunum. Hesi dansikvøld eru vorðin afturvendandi tiltøk í Vestmanna, og tað fyrsta av hesum slagnum var í skúlahøllini í 1976 undir heitinum, »Vit Minnast« - longu áðrenn tann yngsti tónleikabólkurin, sum er við hesuferð, var byrjaður at spæla. Síðani hevur fortíðin javnan hálað vestmenning- ar og onnur ein túr aftur til hendingaríku tónleikaárini í bygdini. Í 1997 og 1999 skipaði VÌF fyri sama slag tiltaki til frama fyri luttøk- una í Evropa-cup, og nú ger hendan nostalgiin aftur um seg. Hesuferð er tiltakið ein roynd at savna inn pening til nýggja kappróðrarneyst- ið, ið varð tikið í nýtslu í summar. Náttarbussurin, sum van- liga koyrir millum Vest- manna og Havnina í viku- skiftunum koyrir eisini hetta kvøldið, og fyrireikar- arnir rokna við, at nógv fólk kemur til Vestmanna at dansa og minnast aftur á gamlar dagar. Fimm bólkar úr fortíðini fara á pallin í Vestmanna 21. september. Teir eru Thunderbirds við Øssuri Christiansen , Joen Magnus Olsen, Jógvani Páll Jo- hannesen, Gulaki Zacharia- sen og Tróndi Streymoy, Sunflowers við Jón Klein Olsen, Boga Olsen, Uffa Bærentsen og Fríðhildur Petersen, Natives við Hendriki Olsen, Gunnari Streymoy, Kára Durhuus og Regini í Gerðinum, Gliding Slippers við Martini Joen- sen, Marner Olsen, Magna Follend og Jonhardi Mikk- elsen og bólkurin, Fools, við Wilhelmi Petersen, Paula Magnussen, Gunleifi Bech, Jógvani í Toftum Ol- sen, Axeli Hansen og Ják- upi Hendriki Hansen. Frásøgumaður verður Heðin Winther Olsen, ið var formaður í VÌF í nógv ár. Tónleikalig sameining í Vestmanna Jógvan Páll Johannesen, sum spældi við vælkenda tónleikabólkinum, Thunderbirds, verður við á pallinum í ítróttarhøllini í Vestmanna leygarkvøldið 21. september, tá leitað verður aftur til tíðina, Vestmanna var dansibygd hjá føroyskum ungdómum í vikuskiftunum. Jógvan Páll hevur starvast sum myndamaður í Sjónvarpi Føroya, síðani sjónvarpið fór at senda, men tekur javnan guitaran framaftur Leygarkvøldið fer All That Rain at spæla til dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. All That Rain hevur verið ein virkin bólkur seinastu árini, og eisini í summar hava teir spælt nógv. Seinastu ferð teir vóru á palli var tó fyri ólavsøku, so nú er aftur møguleiki at hoyra teir. Sangarin í All That Rain gongur í løtuni í skúla í Danmark, og har verður hann verðandi komandi vikurnar. Hetta ger, at All That Rain ikki fær gjørt so nógv við tað, sum teir hava ætlað. Tað verður tó av og møguleiki at hoyra All That Rain komandi hálva árið, og leygarkvøldið verður fyrsti kjansur. Í sambandi við dansin koyrir bussur úr Havn. All That Rain spælir í Fuglafirði Stjóraskifti á Repro-Z Nýggi stjórin á Repro-Z er 30 ára gamli Erling Eides- gaard av Tvøroyri STJÓRASKIFTI Tíðindaskriv Nevndin á Repro-Z hevur gjørt av at seta Erling Eidesgaard, sum farna árið hevur virkað sum sølu- og marknaðarstjóri í fyritøk- uni, sum stjóra. Hann av- loysir Jákup Zachariassen, ið hevur sitið sum fyribils stjóri seinasta árið. Erling Eidesgaard er 30 ára gamal, ættaður av Tvør- oyri og útbúgvin sivilverk- frøðingur. Hann hevur ser- grein í vørumenning. Áðr- enn Erling gjørdist partur av starvshópinum á Repro- Z í fjør, starvaðist hann sum »Mechanical Design- er« hjá Bang & Olufsen í Danmark. Erling Eidesgaard tekur við starvinum komandi týs- dag, 10. september 2002. Jákup Zachariassen, sum stovnaði Repro-Z í 1990, fer nú frá eftir egnum ynski, fyri at fáa betri stundir at fáast við annað skapandi virksemi í fyri- tøkuni. Seks fólk eiga P/f Repro- Z. Tey eru Jákup Zacharias- sen, Torkil Johannesen, Eyðsvein Joensen, Hjalti á Lava, Eyðun Miðberg og Erling Eidesgaard. Tilsam- ans eru 15 fólk í føstum starvi á Repro-Z. P/f Repro-Z er eitt miðla- hús við trimum deildum. Kreativa deildin framleiðir heildarloysnir innanfyri lýsingarøkið. Grafiska deildin framleiðir allar prentlutir og tænir annars kreativu deildini eitt nú við skanningum, myndavið- gerð o.s.fr. Tøkniliga deild- in framleiðir m.a. marg- miðlafløgur, heimasíður og forrit. Harumframt hevur Repro-Z eisini upptøkuhøl- ið - JakZac - ið stendur fyri føroyskum tónleikaútgáv- um.