Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 171 - 7. september 2002 Nr. 171 - 7. september 2002 11 Tá tingkvinnan Katrin Dahl Jakobsen fer til á ST-aðalfund í New York í næstum, tekur hon dóttur sína við. Hon skal m.a. vera í praktikk hjá einum politikara, og so uppliva tað, ið hesin stórbýur hevur at bjóða FERÐAN Heri á Rógvi Tað hevur sínar fyrimunir at vera politikari. Av og á fáa hesir okkara útvaldu til- boð, ið kanska ikki bein- leiðis fella øllum í lut. Hvørt ár sleppa tveir føroyskir politikarar, um- framt løgmann, til New York á ST-aðalfund. Før- oysku politikararnir eru partur av teirri donsku sendinevndini, ið fer yvir til New York, har ST hevur høvuðssæti. Í ár er eitt sindur øðrvísi, tí Danmark hevur formansskapin í ES, sostatt verður Danmark talsmaður hjá ES á øllum økjum, og hetta krevur nógva orku. Tískil verður bert tann eini luttakarin boðin við til New York úr Føroyum. Føroyingar hava so gjørt at býta uppgávuna millum tveir. Talan er Katrina Dahl Jakobsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, og Jógvan við Keldu, løgtings- mann fyri Fólkaflokkin. Tað eru danir, ið gjalda fyri alt gildið. Døttrina, ið Katrin ætlar at taka við sær, má hon tó sjálv gjalda fyri. Vit vóru ein túr framvið hjá Katrini og hennara fólki á Villingardalsvegnum. So nógv sum gjørligt Fyri Katrina Dahl Jakobsen er hetta fyrstu ferð, at hon fer yvir til New York. Van- liga gongur tað uppá skift millum flokkarnar, og hesa ferð átti so Javnaðar- flokkurin tørn. Katrin var fyri fyrstu ferð vald inn á ting í 1998 og varð aftur- vald á valinum 30. apríl í Suðurstreymoyar valdømi. Við sær til New York hevur hon dóttur sína Edith. Tað er langt frá óvanligt, at politikarar taka familjuna við sær, og tað verður eisini lagt upp til. Luttakararnir – í øllum førum teir føroysku – fáa eina stóra íbúð á einum hotelli, har pláss er fyri familjuni. Í hesum førinum verður kortini ikki talan um alla familjuna, tí boðini um at Katrin skuldi til New York komu so seint, at tá hevði maður hennara longu spælt sær av við sína summarfrí, og hansara túrur og túrurin hjá yngsta soninum má bíða til eina aðru ferð. Hyggja vit eftir skránni hjá Katrini í New York, so skal hon fyrst og fremst vera partur av donsku sendinevndini. Hon verður mest við sum eygleiðari, og hon sleppur valla til orð- anna á nøkrum fundi. — Málið er at fáa so nógv burturúr sum gjørligt, sigur Katrin Dahl Jakob- sen. Tað nógva av tíðini verður nýtt til “general- debattina”, sum verður í átta dagar. Har spælir Dan- mark ein lyklaleiklut við formansskapinum í ES. Eisini verður eitt kjak um Afrika á skránni. Eisini er vert at nevna, at Katrin við tvey høvið fær møguleikan at vera saman við Fríðrikki krúnprinsi. Hetta verður við ein deligatiónsfund og til ein døgurða. ST-aðalfundurin er í døgunum 10. september til 5. november. Katrin verður í New York til fyrra partin av aðalfundinum frá 10. september til 1. oktober. Praktikk Sum nevnt hevur Katrin døtturina Edith við sær til New York. Edith er fjúrtan ára gomul, og hon gongur í 9. flokki í Eysturskúlanum. Meðan Edith er yviri í New York fyllir hon fimtan ár, soleiðis at hon sleppur at halda føðingardag í The big Apple. Tað eydnaðist Edith at fáa frí úr skúlanum til at fara til New York, men hetta merkir ikki, at hon sleppur undan skúlating- unum. Bøkurnar og heima- arbeiði eru við í taskuni, og mamman fer at hjálpa henni við skúlaarbeiðinum. Sjálv roknar Edith við at fáa eitt gott upplivilsi í New York. Meðan mamman er á fundi, má hon undirhalda sær sjálvari, men hon sleppur at ferðast sum hon vil í ST-bygninginum, men mamman ætlar ikki at loyva henni at ferðast einsamalla í New York. Hon verður tó ikki meira einsamøll enn, at hon fær vitjan av stóra- beiggja sínum og konu hansara í tvær vikur. Meðan hon er í New York fara floksfelagarnir í prak- tikk. Hetta hava tey eisini funnið eina loysn uppá, tí Edith fer so bara í praktikk hjá einum politikara, sum altso í hesum førinum eisini er mamma hennara. Tá hon kemur aftur til Føroya fer at royna seg sum lærara í Eysturskúlanum í eina viku. —Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvussu alt virkar har yviri og fáa eitt innlit í politiskt arbeiði, sigur Edith Jakobsen. 11. september Tær báðar leggja leiðina vesturum hav 10. septemb- er, og dagin eftir verður stórt hátíðarhald í sam- bandi við ársdagin fyri yvirgangsatsókninar hin 11. september í fjør. Skipað verður fyri stór- um hátíðarhaldi, og pláss er sett av í skránni, soleiðis at tær báðar sleppa at uppliva tað nógva hátíðarliga, sum amerikumenn jú eru so kendir fyri. Elin fyri Katrina Við mammu til New York Møðgurnar Katrin Dahl Jakobsen og Edith Jakobsen fara í næstum til New York á ST-aðalfund. Báðar rokna tær við einum rimmar upplivilsi. Mynd: Jens Kristian Vang Meðan Katrin Dahl Ja- kobsen er í New York á ST-aðalfundi, so hevur fingið farloyvi úr løg- tinginum. Hetta merkir so, at varamaður henn- ara, sum í hesum førin- um er ein varakvinna, kemur í hennara stað. Talan er um Elin Lindenskov. Hon hevur drúgvar royndir frá Tórshavnar býráð, har hon hevur sitið síðani 1992. Hon gjørdist nummar trý á listanum hjá Javnaðaflokkinum á løgtingsvalinum seinast við 191 atkvøðum. Hetta var fyrstu ferð, at Elin Lindenskov stillaði upp til eitt løgtingsval. Seinasti mikudag tók Elin Lindenskov sæti á tingi. Elin Lindenskov — Tað var rættiliga nær liggjandi hjá mær at søkja starvið, og hetta verða fyri tað nógva mínar verandi arbeiðsuppgávur, ið eg fari at røkja, sigur Rúni Joensen, sum er settur í starv sum aðalstjóri í Løg- málaráðnum AÐALSTJÓRI Heri á Rógvi Vágbingurin Rúni Joensen er settur í starv sum aðal- stjóri fyri nýggja Løgmála- ráðið. Talan er um eitt spildurnýtt stýri. Løgmála- ráðið verður umsitingin hjá Høgna Hoydal, varaløg- manni og landsstýrismanni í lógarmálum. Undir landsstýrismann- inum í løgmálum hoyra hesa málsøki: dómsmál, grundlógararbeiði, komm- unumál, lógarmál,løgregla og ákæruvald, norðurlanda- mál, skráseting og nøvn og útlendingamál. Rúni Joensen greiðir frá, at Løgmálaráðið eftir ætlan fer at nýta eini 17 starvs- fólk. Rúni Joensen hevur seinastu árini verið deildar- stjóri á løgdeildini hjá løg- mansskrivstovuni. Áðrenn hetta var hann løgmans- ritari. Tað verður fyri tað nógva løgdeildin, sum fer at manna nýggja ráðið. — Útgangsstøðið verður í løgdeildini á løgmans- skrivstovuni. Harumframt verður landsfólkayvirlitið eisini ein integreraður partur av ráðnum, sigur Rúni Joensen. Hann metir, at ráðið fer at virka frá 1. oktober, tá alt skuldi verið komið uppá pláss. Broytingarnar umsit- ingarliga eru smáar. Talan verður um at flyta nøkur fólk úr einum ráðið/stýri til eitt annað. Fólkini fara sum heild at húsast á sama stað. Løgmálaráðið fer at nýta fleiri bygningar úti í Tinga- nesi. Gamli Prestagarðurin, Leigbúðin, Skibsteds-pakk- hús og í løtuni hyggja tær eisini uppá møguleikarar- nar at nýta gomlu Munka- stovuna, sum er tann elsti bygningurin í Tinganesi til umsitingina hjá Løgmála- ráðnum. Somu uppgávur Fyri Rúna Joensen sjálvan verður broytingin frá at vera deildarstjóri til at verða aðalstjóri ikki tann øgiliga. — Hetta verða fyri tað nógva mínar verandi ar- beiðsuppgávur, ið eg fari at røkja. Tað vera í starvinum sum aðalstjóri fleiri umsit- ingarligar uppgávur, sigur Rúni Joensen. Hann hevur í sínum starvi sum deildarsjóri fingist nógv við fyrireikan av yvirtøkum. Hansara røt- ur í embætismannaverkin- um røkka so langt aftur sum til bankakanningina, og hann hevur verið virkin í øllum arbeiðinum hjá eldra eins og nú núverandi full- veldis/sjálvstýris landsstýr- inum. — Eg komi í framtíðini at samskipa tað mesta í sambandi við okkara leik- lut í yvirtøkunum, sigur Rúni Joensen. Familju og arvarætturin og fjølmiðlaábyrgdin skulu yvirtakast, og hetta arbeiðir skal Løgmálaráðið standa fyri Løgmálaráðið kemur væntandi at spæla ein leik- lut í sambandi við yvirtøk- urnar hjá øðrum stýrum eisini. Rúni Joensen er heldur ikki í iva um, at hesin upp- gávurnar klárar nýggja ráðið at avgreiða, áðrenn fýra ára skeiðið er runnið. Sambært Rúna verður arbeiðsbyrðan hjá nýggja ráðnum stór, men tað eru tey von við, sigur hann. Rúni heldur ikki, at ar- beiðsuppgávurnar vildu vera so nógv broyttar, um eitt nýtt – kanska ikki so sjálvstýrissinnað - lands- stýri vildi komið til valdi. — Tempoið verður kanska broytt nakað. Tað er ein prosess, sum er sett ígongd, sigur Rúni Joensen. Hann greiðir frá, at van- ligt er at savna alla løg- frøðiligu servitanina á ein- um stað í einari lands- umsiting. — Vanliga er eitt ráð sum løgmansskrivstovan ikki so stórt. Har eru sjálvandi nakrir løgfrøðingar, men vanligt er at tann løgfrøði- liga servitanin og fyrisit- ingina fyri tað nógva verð- ur savnað í einum løg- málaráð, sigur Rúni Joen- sen. Hann sigur tað eisini vera vanligt, at løgreglan hoyrir til eitt løgmálaráð. Hetta er tó, í øllum førum ikk enn, galdandi í Føroyum. Ivaðist ikki Fýra umsøkjarar vóru til starvið sum aðalstjóri á løgmálaráðnum. Starvið er væl lønt, og í fyrisitingini er hetta hægsti sessurin at fáa í einum ráði. — Eg ivaðist onga løtu í at søkja starvið. Tað var rættiliga nærliggjandi, at eg søkti starvið við mínum verandi starvi sum deildar- stjóri á lógardeildini, sigur Rúni Joensen. Sambært Rúna er áhugin fyri at starvast við nýggja løgmálaráðið stórur. — Vit hava fleiri um- sóknirnir liggjandi, sigur hann. Um starvið sum aðal- stjóri sigur Rúni, at hetta starvið krevur ein persón, sum hevur áhuga fyri tí fyrisitingarliga. Talan er ikki um tann meira vinnu- liga partin av løgfrøðini og advokatarbeiðinum, sigur Rúni. At fleiri starvsfólk koma at starvast hjá løgmála- ráðnum roknar Rúni við. Sosialurin ynskir Rúna til lukku við nýggja starvin- um. FAKTA Rúni Joensen er 43 ára gamal og ættaður úr Vági. Eftir lokna útbúgving sum løgfrøðingur hevur hann arbeitt á Landsskrivstovuni í eitt ár, í danska Toll- og skattastýrinum í hálvt annað ár og sum verkætlanarleiðari á føroysku Toll- og MVG verkætlanini í tvey ár. Harumframt hevur hann verið advokatfulltrúi í tvey ár, advokatur í eitt ár og løgmansritari í trý ár. Hann fer úr starvi sum deildarstjóri á lógardeildini hjá Løgmansskrivstovuni. Rúni hevur fingist nógv við arbeiðið í sambandi við yvirtøkur. Hann hevur verið til allar fundirnar við donsku stjórnina hjá núverandi samgonguni, og hann er formaður fyri embætismannabólkin í sambandi við ætlaðu yvirtøkurnar. Rúni Joensen, nýggjur aðalstjóri: Ivaðist ikki í at søkja Rúni Joensen ivaðist ikki í at søkja starvið sum aðalstjóri á Løgmálaráðnum. Hóast ráðið fær sína sak fyri, so roknar hann við at hóra undan. Mynd: Jens Kristian Vang AÐALSTJÓRI Heri á Rógvi Tá nýggi landsstýrið skipaði eftir, at Tjóð- veldisflokkurin, Fólka- flokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu skipað sam- gongu, gjørdist greitt, at stýrini nú skuldu eita ráð, og fyribils eitt nýtt stýrið kom eisin undan kavi. Løgmálaráðið skuldi vera ráðið hjá Høgna Hoydal, varaløgmanni. Eftir at løgmaður hev- ur góðkent, verður søkt eftir aðalstjóra til løg- málaráðið. Í lýsingini stendur, at aðalstjórin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra sam- svarandi útbúgving frá hægri lærustovni. Fýra umsóknir koma til starvið. Eftir hetta verður ein setanarbólkur settur. Manningin er hendan: Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri (formað- ur), Bergur Berg (starvs- fólkaumboð), Eyðbritt á Plógv (umboð fyri aðal- stjórarnar) og Petur Sim- onsen, umsitingarleið- arin á løgmansskrivstov- uni. Hesi fólkini gera so eitt tilmæli eftir at hava viðgjørt og lýst umsøkj- ararnar til Høgna Hoy- dal og Anfinn Kallsberg, sum eru setingarmynd- ugleiki í hesum førinum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst, um tilmæli frá setanar- bólkinum varð fylgt. Nýggi aðalstjórin verður løntur sum hinir aðalstjórarnir í 39. lønarflokki í Tænastu- mannasáttmálanum, av tí at starvið er tænastu- mannastarv. Hetta gevur honum við føstum viðbótum kr. 42.348,34 um mánaðin umframt eina viðbót upp á kr. 3.984,75 fyri at vera aðalstjóri. Samanlagt fer nýggi aðalstjórin at fáa kr. 46.333,09 í fastari løn frá landskassanum hvønn mánaða. Ella 555.997,08 krónur um árið. Soleiðis finnur tú ein aðalstjóra C M Y K 11 10