leygardagur 7. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 171 - 7. september 2002
Nr. 171 - 7. september 2002
13
Stígur er komin í føroyska búkapin, frættu vit í vikuni. Stjórin
á Strandfaraskipum Landsins boðaði í einum fjølmiðli frá, at
eingin vøkstur hevði verið síðani í vár. Hetta kemst óivað av,
at farmaflutningurin er stagneraður, og fólk setast kanska aft-
ur at ferðast. Eisini hava vit frætt, at ferðafólkatalið hjá flog-
feløgunum er lækkað alt árið. Hetta sigur kanska ikki so
nógv. Vit hava havt stóran vøkstur, og fyrr ella seinri steðgar
vøksturin. Tað sigst, at lítið skal til, áðrenn tað sæst aftur á
farmaflutninginum. Lækka inntøkurnar nakað, so keypa fólk
minni.
Men seinri í vikuni staðfestu Hagtíðindi, at fiskaprísurin er
lækkaður munandi í ár. Og tað er meiri álvarsamt. Harafturat
kundu Hagtíðindi siga okkum, at nógv verður veitt av
smáfiski. Og hetta er eisini álvarsamt. Tí, lótu vit vera við at
fiska smáfiskin, kundu vit fingið fleirfalt burtur úr tí smátt-
fallandi hýsuni um tvey ár, kundi ein fiskifrøðingur upplýsa.
Men í sama andadrátti varð lagt afturat, at orsøkin var, at teir
góðir árgangir høvdu verið. Tað er at fegnast um. So nú er at
vóna, at myndugleikarnir steingja tey øki, har smáfiskurin
heldur til.
Lækkandi prísur á fiski og smærri nøgdir síggjast skjótt á ut-
flutningstølunum. Í vikuni kundi ein búskaparfrøðingur eisini
staðfesta, at útflutningurin var minkaður, men at ferð var
framvegis á búskapinum, tí innlendska virksemið er stórt. Tað
merkir, at vit keypa og byggja enn sum áður. Men hesin
“dansur” heldur skjótt uppat, um útflutningurin minkar, tí tað
er útflutningurin, sum fær inntøkuna til landið. Eisini skulu
vit minnast til, at nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, og
tað merkir minni virði og minni arbeiði í landinum.
Harafturat vita vit, a talifiskur er seldur fyri heldur lágan prís,
og at alivinnan hevur verið fyri bakkastið. M.a. av sjúku, og í
óveðrið fóru í vár stór virði fyri skeyti.
Hesir veruleikar siga okkum, at vit eiga at vera á varðhaldi
búskaparliga. Í hesum døgum verður uppskot til figgjarlóg
gjørt í Fíggjarmálastýrinum, samstundis sum samgongu-
flokkarnir togast um, hvussu útreiðslur og íløgur skulu rað-
festast. Eitt er vist, at duga samgonga og andstøða sær ikki
hógv nú og binda um heilan fingur – tó uttan at darva menn-
ing og framburði – hava vit ikki lært nógv av áttatiárunum.
Nógvar íløgur eru á pappírinum. Ikki minst á sam-
ferðsluøkinum. Men tær kunnu saktans bíða, samstundis sum
íløgur í trivnaðin hjá fólkinum – í býli, baraansing, eldra- og
heilsuøkið – verða tiknar fram á listanum, sum lands-
stýrisflokkarnir nú togast um. Sýnið varsemi meðan tíð er!
Prioriterið rætt.
– – –
Vælkomin Skotland
Í dag stendur so slagið á Svangaskarði. Vit skulu spæla móti
grannatjóð okkara Skotlandi. Verið hjartaliga vælkomnir skotar
og landslið tykkara. Hugaligt er tað í hesum døgum at síggja
hundraðtals skotar í gøtunum. Fótbólturin vísir her sítt fjølbroytta
andlit - hvussu hann setir síni merki uttan fyri vøllin. Tað er ein
sannroynd, at í kjalarvørrinum á fótbóltinum ber til at byggja brýr
millum tjóðir og fólk og skal tað vera vón okkara, at føroyingar
og skotar fara at koma hvørjum øðrum meira við. Løgið at tvey
fólk, sum eru næstu grannar, í veruleikanum hava so lítið við
hvørt annað at gera. Vónandi kunnu Smyril Line, Atlantsflog,
Ferðaráð og landsliðið vera við til at menna samvinnuna millum
hesar báðar tjóðir. Annars væl vald skilaorð, sum umboð fyri
Ferðaráðið hevði í ÚF-samrøðu fríggjamorgun. Gott í tykkum.
Okkum tørvar slík fólk at skapa forstáilsi og vera við til at byggja
brýr.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sýnið varsemi!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
Tjóðveldisfloksins
Nú fyrsta fíggjarlógin í
hesum valskeiðnum skjótt
verður løgd fyri tingið,
skal tað vísa seg um
veruligur politiskur vilji
er fyri, at fremja einar
sjálvstøðugar Føroyar í
verki. Skal politiska málið
fremjast eins og hædd
skal takast fyri búskap-
arligu støðuni í Føroyum,
er tað alneyðugt og eitt
krav at íløgukarmurin
verður hildin, at rakstrar-
útreiðslurnar ikki vaksa
meira enn lønarvøksturin
og at yvirskotið á fíggjar-
ætlanini veksur ár um ár.
Upphitaður búskapur og
íløgutørvur
Ein av stórstu búskaparligu
trupulleikunum í løtuni er,
at føroyski búskapurin er
upphitaður. Hetta vísir seg í
dag m.a. við manglandi
arbeiðsmegi og stórum
lønarvøkstri. Tí er tað ein
sera óheppin støða, at
íløgutørvurin í Føroyum
samstundis er ovurstórur, tí
øktar íløgur í Føroyum
krevja sjálvsagt arbeiðs-
megi v.m. Orsøkin til stóra
íløgutørvin er sjálvsagt, at
íløgustøðgur
varð
øll
kreppuárini og tí hevur
tørvurin verið hareftir sein-
astu árini.
Íløgukarmurin skal
haldast í 2003
Men sitandi landsstýri má
gera sær púra greitt, at skal
peningur verða til støðugar
íløgur í framtíðini - sam-
bært langtíðarætlanini v.m.
- má haldast aftur í hesum
døgum. Ein enn meira
upphitaður búskapur vil
bert geva minni í lands-
kassan til íløgur o.a. kom-
andi árini. Av tí, at nýggja
Suðuroyarskipið
krevur
heilar 107 mió. og Lands-
sjúkrahusið 35 mió. eru
bert góðar 100 mió. kr. eftir
av íløgukarminum á 250
mió. kr. Íalt skulu allar
aðrar íløgur sostatt haldast
innanfyri karmin á 100
mió. kr. - og hetta er og
verður eitt ófrávíkiligt krav.
Suðuroyarskipið
verður
bygt uttanlands og ávirkar
henda
íløgan
tí
ikki
føroyska búskapin í sama
mun og aðrar innanlendis
íløgur, men hetta er bert at
gleðast um í hesum døgum,
og eigur íløgukarmurin als
ikki at víðkast av hesi
orsøk.
Rakstrarútreiðslur og
raðfestingar
Sum kunnugt varð fíggj-
arætlanin fyri 2002 ein
fíggjarætlan, sum í mangar
mátar varð merkt av, at
valár var. Vanliga verður
undanfarna
fíggjarlógin
nýtt sum útgangsstøði fyri
komandi fíggjarlóg, og eru
lunnar harvið lagdir undir
einum høgum útreiðslu-
støði fyri 2003.
Uppgávurnar hjá tí al-
menna gera, at tað almenna
altíð kann nýta meira pen-
ing, men tað er av alstórum
týdningi, at vit gera okkara
til, at almennu rakstrarút-
reiðslurnar ikki gerast ov
stórar. Hetta kann gerast
ein sera tung byrða fyri
skattgjaldaran og sam-
felagið sum heild - ser-
stakliga um verri tíðir
koma.
Tí er alneyðugt, at um
valt verður at økja rakst-
rarútreiðslurnar á einum
øki - og hetta er neyðugt,
eitt nú á almanna- og
heilsuøkinum - skulu spar-
ingar til á øðrum økjum.
Lógarbundnu rakstrarút-
reiðslurnar vaksa óivað og
tí skal peningur sparast
aðrastaðni, helst við lógar-
broytingum, tí rakstrarút-
reiðslurnar mugu ikki økj-
ast meira enn lønarvøkst-
urin í 2003 - í mun til val-
árið 2002. Best hevði verið
um rakstrarútreiðslurnar als
ikki vuksu í krónur og
oyrum, men hetta verður
óivað torført at fremja í
verki.
Økt yvirskot á hvørjum
ári
Samgonguskjalið staðfestir
eisini heilt klárt, at yvir-
skotið á fíggjarlóg landsins
skal vaksa á hvørjum ári í
hesi valskeiðnum. Alt ann-
að vildi eisini verið í and-
søgn við sjálvbjargniskós-
ina, og tí skal hesin setn-
ingur haldast til fullnar.
Yvirskotið fyri 2002 verður
væntandi 100-150 mió. kr.
og má tí virkast fyri, at
yvirskotið fyri 2003 gerst
størri enn hetta.
Politiska og búskaparliga
frælsið
Tá fólkaatkvøðan um før-
oyskt fullveldi varð avlýst á
vári 2001, valdi føroyska
stjórnarvaldið at vinna før-
oyingum búskaparliga og
umsitingarliga
frælsið,
áðrenn politiska frælsið
varð vunnið. Hetta setur
eitt nú stór krøv til komandi
fíggjarlóg - og skal tað nú
vísa seg, hvørt nakar veru-
ligur politiskur vilji er til at
ganga hesa sjálvbjargnis-
leið.
Landsstýrið hevur sett
sær sum mál at fremja før-
oyskt sjálvbjargni í verki.
Samstundis
bera
øll
búskapartekin boð um, at
vit í hesum døgum skulu
verða varin við, at seta
meira ferð á búskapin.
Tí er alt sum talar fyri, at
ein varin fíggjarpolitikkur
má
og
skal
fremjast
komandi árini.
Varin fíggjarpolitikkur alneyðugur
Tøkk
Hervið vilja vit siga hjartaliga takk til øll tykkum
mongu, sum sýndu samkenslu, tá ið okkara
elskaða kona, mamma, vermamma og omma
Dinna Hermannsdóttir
doyði og varð jarðað.
Tøkk til tann stóra skara, sum fylgdi henni til
hennara seinasta hvíldarstað.Tøkk til tykkum á
B7, prestin Sonju Klein fyri vøkru og troystarríku
orð, sangarar og øll onnur, sum komu inn
á gólvið, ringdu, skrivaðu og sendu blómur og
kransar.
Familjunnar vegna
Sjúrður
Ingi, Birgit, Kári og Heri
Hilmar Simonsen
Í hesum døgum hevur ein
tann størsti religiøsi pro-
vokatørurin í DK, Moses
Hansen, verið á vitjan í
Føroyum. Mong minnast
óiva seinast hann var her,
fyri góðum ári síðani, tá
hevði Dimmalætting repor-
tasju av honum, so stóra og
umfatandi, at ein skuldi
trúð, at hetta var ein ella
annar ambassadørur, sum
komin var á vitjan. Myndir
av armrørslum og ymiskum
andlitsbrøgdum av hesum
manni vóru bæði stórar, og
nógvar í tali.
Nú var hann so aftur her.
Og spyrjast kann, um okk-
um yvirhøvur nýtast hend-
an brúna, hvíthærda purluta
mannin at undirhalda okk-
um? Vit hava jú ríkiliga
nógvar ‘entertainarar’ av
hasum slagnum framman
undan her á landi.
Útbreiðsla
Útvarpssendingin "Baro-
metrið", sum eftir mínum
tykki er ein av teimum
frægastu
sendingunum,
sum nakrantíð hava verið í
eturinum í Føroyum, var
inni á gólvinum hjá út-
varpsrásini Lindini fríggja-
dagin 30. aug. 02 og tosaði
við onkran av andsbrøðr-
unum hjá Mosesi Hansen.
Tað skal ikki so nógv til
fyri at fáa meg at undrast, tá
eg hoyri sovorðin fólk tosa
um moral o.a., men eitt av
tí sum sló meg mest var at
hoyra tey í Lindini fortelja,
hvussu týdningarmikið tað
er fyri tey at provokera, og
tirra fólk við sínum reli-
giøsa vavgreyti. Um tey t.d.
stóðu framman fyri eini
áhoyrarafjøld
okkurt
kvøldið og kundu frampro-
vokera eitt klimaks, so at
áhoyrarnir til seinast fingu
propp av sær og byrjaðu
oysa ókvæmisorð á seg, og
grýta jesussuppu ella okk-
urt líknandi eftir teimum,
so føldu tey, at tey høvdu
vunnið ein sigur. Tí máti-
stokkur teirra fyri success
kundi mátast í útslagnum
av mótreaktiónum hjá teim-
um, sum vóru útsett fyri
teirra ágangi. Og tess fleiri
ókvæmisorð og kastaðar
lutir tey fingu á seg, tess
betri hevði átak teirra, eftir
øllum at døma, eydnast.
Ikki eiti á hugburði.
Ymisk eru ítrivini hjá
fólki, men at hava fingið
sær eitt ítriv sum gongur út
upp á, at sjenera onnur fólk
við síni sjálvrættvísu og
naivu ímyndan, at man á
hendan hátt tænir einum
høgum endamáli, tað má
nærum metast sum ‘dumm-
ere end politiet tillader’.
Kraftagerðarfólk
Tá boðað var frá, at áður-
nevndi danski religiøsi,
snævurskygdi fanatikarin
aftur skuldi koma á vitjan í
Føroyum var tað sum um,
at ein annars deiligur friður,
sum hevði verið síðani
Ólavsøku, var brotin. Sym-
bolikkurin gav seg til kenn-
ar, tá ódnarveðrið brast á
síðst í august mánaði sam-
stundis við, at Moses Han-
sen kom til landið, eftir at
veðrið hevði verið so væl-
signað stórsta partin av
mánaðinum.
Til alla lukku eru vit væl
meiri upplýst enn fólkini í
tí lítlu svensku bygdini,
sum umleið næstseinasta
aldarskifti, so væl framført
í filminum "Jerusalem" hjá
Bille August, blivu inva-
deraði av einum fremmand-
um religiøsum fanatikara,
sum megnaði at forpesta
eina annars so harmoniska
og idylliska landsbygd við
sínum forheksaða møsni
um dómadag, Himmali og
Helviti.
Men hóast flestu fólk í
dag eru nóg upplýst til at
duga at skyna, at hetta slag
av øsing er fullkomiliga
láturligt og átti at hoyrt
heima á psykiatrisku deild,
so eru tað eisini summi,
serliga ung leitandi, og
móttakilig menniskju, sum
bíta á hendan húkin, og
harvið blíva darvaði í síni
natúrligu mentalu menn-
ing.
Meðan nógv verður gjørt
frá almennari síðu fyri at
fyribyrgja misnýtslu av
øðrum
rúsandi
evnum,
sýnist tíverri alt ov lítil
áhugi vera í, at verja tey
ungu
ímóti
religiøsum
humbukki. Tað syndarliga
er oftani, at tá hesi ungu
einaferð rakna við aftur,
eftir at hava gingið drukkin
í fleiri ár av ‘spiritus sankti’
(heilagum anda), so koma
timburmenninir, og viður-
kenningin av, at hava
søplað fleiri ár burtur í
einari
meiningsleysari
fantasi-tilveru.
Tað munnu neyvan vera
serliga nógvir føroyingar
sum gleðast um, at hava
hendan Moses á vitjan.
Religiøsir fanatikarar hava
tað við ikki at respektera
aðrar, og í flestu førum,
nógv sunnari lívsáskoðanir
enn teirra egnu. Um íðin-
skapurin til at missionera
hevði verið proportionalur
við dygdina í eini lívs-
áskoðan, so er ongin ivi
um, at ISLAM hevði meg-
að verið mett sum tann
rættasta lívsáskoðanin.
Men veruleikin er nokk
ein heilt annar - at tess
ídnari summi eru til at
missionera, tess ivasamari
er tað, hvussu beinari leið
hesi fólkini eru á, og
hvussu væl tey hvíla í sær
sjálvum. Áhugavert hevði
verið, um t.d. Gallup hevði
kunnað gjørt eina kanning
sum vísti okkum, hvussu
stórur prosentpartur av øll-
um føroyingum í veruleik-
anum ynskja religiøsan ør-
skap í Føroyum.
Heðin Zachariasen
løgtingsmaður fyri
Fólkaflokkin
Tá talan er um yvirtøku av
fólkakirkjuni
hava
vit
samgonguskjalið at halda
okkum til. Har verður sagt
millum annað, at allir
partar,
sum
varða
av
fólkakirkjuni, verða við í
fyrireikingararbeiðinum.
Hetta eigur og skal haldast,
sum eg eisini segði undir
viðgerðini í samband vit
fyrispurningin frá Lisbeth
L. Petersen um fólka-
kirkjuna. Á henda hátt
verður arbeiðið so dygdar-
gott, sum tað kann blíva, og
tað verður bara til gagns
fyri allar partar.
Sum flest øll vita, so
gingu bæði Javnarflokkurin
og Sambandsflokkurin við
til yvirtøku av fólkakirkj-
uni, tá samgongusamráð-
ingar vóru í vár, og tað kom
eisini fram í viðgerðini í
tinginum. Kunnu vit ar-
beiða á tann hátt, at allir 32
løgtingslimir atkvøða fyri
yvirtøkuni av fólkakirkjuni,
hevði tað verið ein sigur
fyri
málið
viðvíkjandi
fólkakirkjuni.
Fólkakirkjan er í dag ein
trygg
og
vælvirkandi
kirkja. Tað skal kirkjan
eisini framhaldandi verða,
tá ið fólkakirkjan í fram-
tíðini verður føroysk. Vit
eiga at yvirtaka fólkakirkj-
una, og vit eru eisini førir
fyri tí. Vit skulu skipa so
fyri, at fólkakirkjan verður
ein góð og trygg kirkja fyri
allar føroyingar, eisini í
framtíðini.
Tá eg hugsi um yvirtøku
av fólkakirkjuni síggi eg
ikki, at kirkjugongdin verð-
ur nakað broytt frá tí degi at
kirkjan er yvirtikin. Einasti
munurin verður, at kirkjan
er á føroyskum hondum og
lóggávan føroysk.
Eg eri ikki samdur við
Annlis Bjarkhamar í, at vit
bara skulu yvirtaka kirkj-
una og so regulera og gera
lógir aftaná. Vit mugu gera
nýggjar lógir ella yvirtaka
lógirnar samstundis sum
kirkjan verður yvirtikin.
Hesi viðurskiftini eiga at
verða púra greið, tá ið
yvirtøkan fer fram, so at
allir føroyingar vita, hvat
tað kemur at siga í tí dag-
liga, tí vit kenna kirkjuna
sum hon er ídag.
Umframt sínar kirkjuligu
uppgávur, hevur fólkakirkj-
an nakrar uppgávur, sum eg
meti at vit øll eiga at gjalda
fyri. Eingin orsøk er til at
flyta hesar uppgávur frá
fólkakirkjuni, tí at kirkjan
verður føroysk. Vit hava
heldur ikki hoyrt nakað um,
at tær uppgávur, sum í dag
liggja hjá kirkjuni, ikki
hava verið nøktandi. Har-
afturímóti haldi eg, at hetta
hevur verið ein vælvirkandi
skipan og meini tí, at hesar
uppgávur
framhaldandi
eiga at liggja hjá kirkjuni.
Um so verður, at uppgávur-
nar skulu flytast frá kirkj-
uni, er vandi fyri, at vit
skulu hava nýggjan skriv-
stovubygning og seta fleiri
fólk í starv. Sum nú er, ligg-
ur hetta arbeiði væl skipað
runt alt landið so nær
borgarnum, sum tað kann
verða. Tá talan er um, hvat
hesar
uppgávur
kosta,
kundi verið skilagott at
kanna hetta, soleiðis at allir
føroyingar vita, hvat vit
gjalda fyri, tá talan er um
fólkakirkjuna.
Fólkakirkjan verður í dag
goldin yvir skattin og tað
meini eg at hon fram-
haldandi eigur at verða.
Spurningurin er so, um
skipanin, sum hon er ídag,
har ein partur verður goldin
sum kirkjuskattur, heldur
fram, ella um útreiðslurnar
skulu býtast øðrvísi, tá ið
fólkakirkjan
er
vorðin
føroysk.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Í sambandi við viðgerð-
ina av fyrispurningi týs-
dagin um yvirtøkuna av
fólkakirkjuni, skal bein-
anvegin verða sagt, at
svarið als ikki var nøkt-
andi fyri meg sum spyrj-
ara.
Ein orsøk til spurningin
var framferðarhátturin,
sum eftir øllum brøgdum
Tjóðveldisflokkurin
tykist standa fyri, samb. tí
sum fram kom undir og
aftaná orðaskiftið.
Samgongulimir úr øðr-
um flokkum søgdu seg
ikki vita, hvussu fram var
farið, og svarið frá lands-
stýriskvinnuni samsvar-
aði ikki við tað okkara
kirkjumyndugleikar siga.
Landsstýriskvinnan
segði,
at
avvarðandi
myndugleikar eru tiknir
við uppá ráð, meðan hetta
verður avsannað frá fleiri
síðum av teim, sum talan
er um.
Ein orsøk til fyrispurn-
ingin var eisini tann
ótryggleiki sum valdar,
og konkretu spurning-
arnir vóru ikki svaraðir.
Onki greitt svar
Tá bæði Annlis Bjark-
hamar og nú eisini Krist-
ina Háfoss í fjølmiðl-
unum eru sannførdar um,
at alt verður so gott og
trygt, og ikki skilja at øll
onnur ikki hugsa tað
sama, tí nú verður alt í
føroyskum hondum, so er
tað so grunt og ófull-
fíggjað svar og støðu-
takan, at orð ikki finnast
fyri tí.
Hvussu fer lógarverkið
at síggja út? Hvør fær
høvuðsábyrgdina
av
fólkakirkjuni? Verður tað
ein fólkakirkja ella frí-
kirkja? varð m.a. spurt,
men eingin av hesum
spurningum varð svarað-
ur.
Óðamannaverk
Kann ikki lata vera við at
hugsa um hina lands-
stýriskvinnuna, sum eis-
ini tosaði um at alt bleiv
trygt og gott í føroyskum
hondum, tí nú var full-
veldið í eygsjón, og bæði
heilsu- og almannaverkið
var tryggjað fyri fram-
tíðina, fyri ikki at tala um
komandi eftirlønarskip-
anina, ið fór at verða
einastandandi !!
Eftirlønarskipanin kom
ikki niðan í tingið, og
hvat er vorðið tryggari á
heilsu- og almannaøkin-
um? Landsstýriskvinnan
hvarv eisini og fór í and-
støðu !
Fólk sum starvast innan
fólkakirkjuna og sum taka
undir við yvirtøku, siga
beinleiðis, at tað er óða-
mannaverk at yvirtaka
fólkakirkjuna
nú,
tí
kirkjan er ikki fyrireikað
til yvirtøkuna enn, men
hetta leggja tjóðveldis-
tinglimir og landsstýris-
kvinnan lítið í.
Yvirtøkan
Tá løgmaður nú sigur, at
sjálvt Sambandsflokkurin
tekur undir við yvir-
tøkuni, so skal eg boða
frá, eins og eg gjørdi tað
undir orðaskiftinum, at
tað verður ikki undir slík-
um
umstøðunum,
at
løgmaður skal vænta sær
undirtøku frá flokkinum.
Sambandsflokkurin
hevur sagt, at verður alt
væl og virðiliga fyrireik-
að, allir partar tiknir við í
arbeiðið, so vit vita hvat
vit gera og hvat vit
yvirtaka, og eru fíggjar-
ligar umstøður til tess, so
kunnu vit taka undir við
tí, og hesa støðu halda vit
fast við, men eg vil eisini
leggja dent á, at ongar av
hesum
treytum
eru
uppfyltar.
Hvat er tryggari nú?
Yvirtøkan av fólkakirkjuni
Eitt plágandi ítriv
VIÐMERKINGAR
Tað verður hervið kunngjørt, at okkara góða mamma,
vermamma, omma og langomma
Jenny Lamhauge
Tórshavn
andaðist fríggjamorgunin 6. september
79 ára gomul.
Fyri tey avvarðandi
Eyðfinn, Berghild og Fía
C
M
Y
K
13
12