Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 7. september 2002 15 Heri Joensen, sóknar- prestur í Suður- streymoy, mælir til at vit í Føroyum hyggja at íslendsku kirkjuni, í fyririeikingunum at yvirtaka fólkakirkj- una. Hann skjýtur upp, at landskassin skal gjalda lønirnar meðan kirkjuskatt- urin skal fíggja rakst- urin av kirkjunum FÓLKAKIRKJAN Jón Brian Hvidtfeldt – Fólkakirkjan skal vera fyri øll. Hóast fólk velja at fara úr kirkjuni í aðra sam- komu, so skulu tey altíð vera væl komin aftur í kirkjuna. Kirkjan skal vera grundstøðið, eisini hjá teimum, sum ikki kenna seg knýtt at nakrari sam- komu ella nøkrum andalig- um felagsskapi í samfel- agnum – ja, ein kann kanska siga, at kirkjan skal vera eitt »standard-tilboð« til fólkið. Tað sigur Heri Joensen, sóknarprestur í Suðurstroymoyar Vestara Prestagjaldi. – Tað hevur alstóran týdning, at ein yvirtikin, føroysk fólkakirkja fær henda leiklut í samfelagn- um, og tí mugu vit gera okkum greitt, hvat vit vilja við kirkjuni, og hvussu hon skal gjaldast, vísir Heri Joensen á, og leggur aftur- at, at um føroyingar ikki unna sær at gjalda eitt sind- ur til kirkjuna, ella ikki hava hjarta fyri tí, so er nógv betur at lata vera við at yvirtaka kirkjuna. Men landskassin skal tó ikki bera allan kostnaðin av eini føroyskari kirkju. Ein part- ur skal gjaldast av kirkju- skattinum. Heri Joensen hevur lisið og búð í Íslandi í 10 ár, og síðan hann kom aftur hevur hann fylgt væl við, hvar hendir innan íslendsku kirkjuna. Hann vísir á ísl- endsku skipanina, sum varð dagførd og broytt síðst í nítiárunum, so hon betur skuldi samsvara við fólks- ins hugsan um kirkjuna. Í Íslandi hevur kirkjan sjálv- ræði í málum, sum viðvíkja innaru viðurskiftini í kirkj- uni, og ger sjálv av, hvussu hon skipar seg. Heri Joen- sen metir, at føroyingar eiga at nýta íslendsku kirkj- una og teirra skipan sum fyrimynd fyri føroysku fólkakirkjuni. Hann metir at íslendska samfelagið og leikluturin hjá kirkjuni, kanska serliga í smáu bygdasamfeløgunum, er rættuliga meinlíkur leiklut- inum hjá føroysku kirkjuni. Hann vísir á, at hóast Før- oyar eru eitt lítið samfelag við einans umleið 45.000 fólkum, hava vit kortini 60 kirkjur, og frá gamlari tíð hevur kirkjan verið ein sera sjónligur og tíðandi partur av samfelagnum. Landskassin gjalda lønir Heri Joensen vísir á, at eftir nýggju íslendsku skipanini verður kostnaðurin av fólkakirkjuni býttur millum landskassa og kirkjuskatt, soleiðis at landskassin skal gjalda lønina hjá biskupi, prestunum og starvsfólkun- um í umsitingini hjá kirkj- uni. Harafturímóti skal kirkjuskatturin fíggja allan rakstur av kirkjum og prestagørðum. Heri Joen- sen vísir á tríggjar høvuðs- orsøkir til, at landskassin skal rinda lønirnar í fólka- kirkjuni. Í søguligum høpi al- menna lønin ein kompens- atión, ein afturbering, frá tí at jørðin varð tikin frá prestagørðunum, tí fyrr fekk prestur sína løn burtur úr tí, sum jørðin kundi geva. Heri Joensen vísir á, at harumframt gera prestar eitt skrásetingararbeiði fyri tað almenna, t.d. við at føra kirkjubøkur, skriva dóps- og navnabrøv osv. Og fyri tað triðja er kirkjan og prestur partur av eini felags mentan í føroyska samfel- agnum. Til dømis verður ofta heitt á prestarnar til ymsar uppgávur, og annað dømi er Ólavsøkuskrú- gongan, sum prestarnir eru ein natúrligur partur av, leggur Heri Joensen afturat. Harafturímóti metir Heri Joensen tað vera eitt gott hugskot, at kirkjuskatturin skal fíggja alt annað virk- semið innan kirkjuna enn lønirnar. Hann vísir á, at í Íslandi hevur fólkakirkjan ikki einarætt at fáa kirkju- skatt, sum eins og í Føroy- um er 0,3 prosent. Tað sten- dur øðrum samkomum frítt í boði at taka ímóti kirkju- skatti, og gera tær ikki tað, fer peningurin til annað endamál, nevniliga til ísl- endska landsbókasavnið. Kirkjan má ikki loysa frá samfelagnum Heri Joensen vísir á týdn- ingin av at varðveita fólka- kirkjuna sum eitt av fundamentunum í samfel- agnum. Hann metir tað vera sera óheppið, um fólkakirkjan gerst ein frí- kirkja í føroyska samfel- agnum, tí so hevur kirkjan heldur ongar skyldur long- ur. – Ein partur av fólkinum vil altíð vera í eini »anda- ligari grázonu«, orsøkirnar kunnu vera fleiri, og eisini hjá teimum er týdningar- mikið at vita, at kirkjan altíð er opin fyri teimum. Og tá fólk, sum als ikki hava verið partur av nakrari samkomu, skulu jarðast, verður heitt á kirkjuna, sig- ur Heri Joensen og leggur afturat, at ein kann siga, at kirkjan er elsti almenni stovnur í Føroyum, og hev- ur framvegis nógvar tæn- astur, bæði andaligar og av øðrum slag. Latum okkum nýta íslendsku kirkjuna sum fyrimynd Heri Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoy, mælir til at landið skal gjalda lønirnar, meðan kirkjufólkið fíggjar raksturin av kirkjuni 15 14 Nr. 171 - 7. september 2002 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í hesum døgum eru fleiri føroyingar á fiskivinnu- stevnuni, Icelandic Fisher- ies Exhibition 2002, í Kópavogi í Íslandi. Hetta er ein stevna, sum íslendingar fyriskipa triðja hvørt ár. Seinast, stevnan varð hild- in, vóru 852 framsýnarar úr tilsamans 36 londum. Aftur hesaferð eru framsýnarar úr 36 londum, og talið av framsýnarum er á leið tað sama sum seinast. Framsýningin fer fram í eini stórari høll og í einum tjaldi, sum er sett upp í samband við stevnuna. Tað var íslendski fiski- málaráðharrin, Árni Math- issen, sum setti stevnuna. Einki kollveltandi Nógvir føroyingar eru í Kópavogi í hesum døgum, bæði sum framsýnarar undir sama taki og sum hyggjarar. Sosialurin hevði eitt lítið prát við Poul H. Sólstein, sum saman við Bergi Poul- sen er á vitjan í Kópavogi fyri Havsbrún í Fuglafirði. Teir høvdu báðir verið á framsýningini hósdagin. – Jú, hetta er ein stór framsýning við øllum hugsandi og óhugsandi til fiskivinnuna á landi og sjógvi. Tó vil eg ikki siga, at vit hava sæð nakað koll- veltandi, men meira smáar »justeringar« av tí, vit frammanundan vita er á marknaðinum. Spurdur, um Havsbrún leitar eftir nøkrum ávísum til virkisemið í Fuglafirði, sigur Poul, at tað gera teir ikki. – Vit eru her yviri fyri líkasum at »snodda« til tað sum er her. Viðskiftafólk Hann vísir á, at slíkar fiskivinnuframsýningar eru góð høvi at hitta viðskifta- fólk og skifta orð um ymiskt, og í Kópavogi í hesum døgum eru fleiri, sum Havsbrún samskiftir við. – Jú, her kanst tú eisini keypa alt møguligt, men tað er ikki júst tað, vit eru farnir her yvir eftir, sigur Poul H. Sólstein. The Icelandic Fisheries Exhibition 2002 endar leygardagin, 7. september. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á Havsbrún í Fuglafirði vænta tey ikki nakran svart- kjaft aftur fyrr enn í dag. Tað sá annars so gott út í síðstu viku. Krúnborg var eitt av skipunum, ið fór útaftur og beinanvegin fekk nógvan fisk. Teir fingu út við 500 tons í einum háli. Á Havsbrún væntaðu tey tá, at Krúnborg fór at koma innaftur longu mánadagin í hesi vikuni, men tað náddu teir ikki. Tá ið hann øtlaði veðrið, og vit fingu rættiligt illveð- ur, fekst eingin svartkjaftur. Tí vænta tey á Havsbrún ongan bát aftur fyrr enn í morgin. Illveðursdagin komu nøkur íslendsk skip, sum fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi, higar til lands at kroka. Eitt teirra, Børkur, legði tá 300 tons av svart- kjafti upp í Fuglafirði. Ísl- endsku skipini vóru júst byrjaði túr, so tey høvdu lít- ið inni. Hósdagin mettu tey á Havsbrún, at Krúnborg hevði eini 1700 tons inni og Christian í Grótinum mill- um 700 og 800 tons. Svartkjaftafiskiskapur roynist ikki í sjaskveðri. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Mikudagin sást á trolaran- um, Jaspis, tá ið hann stevndi inn um Saltnes- grynnuna, at hann var full- ur undir lúkurnar. Teir landaðu veiðina til Fiskavirking í Saltangará, og hon vá ikki minni enn 150.000 pund. Meginpart- urin var upsi, einir 100 kassar vóru av øðrum fiskasløgum. Fiskavirking í Saltangará keypti allan upsan hjá Jaspis. Fyrr í vikuni var Vestur- skin eisini í Saltangará. Teir høvdu umleið 225.000 pund tilsamans. Av hesum var 170.000 pund upsi, sum virkið í Saltangará keypti. Restin av veiðini var toskur og kongafiskur, sum fór til onnur virkir. Stór vika Tá ið hendan vikan byrjaði, hevði Fiskavirking í Saltangará væl av fiski niðurfyri, sum var komin í vikuni undan hesari. – Tí hevur hetta verið ein av teimum stóru vikunum hjá okkum, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari. Føroyingar á fiskivinnustevnu í Kópavogi NÁTTÚRA Vilmund Jacobsen »Gullið er farið at blikna, nú oyðingin av áunum í Eysturoynni er komin undir land. Stundin er komin at tevja seg fram til almennu námini, og tey eru mong í okkara ríku oyggjum…« Datt á eitt pappír nú ein dagin, sum byrjaði við hes- um orðum. Eitt hondskriv- að A4 ark tilsamans. Helt meg kenna skriftina – og orðini. Jú, høvundurin er funningsmaðurin, Theodor Dahl, sáli, sum í mong ár búði saman við konu síni, Vilborg, í Varðagøtu í Havn. Theodor hevði stóran alsk til náttúruna og kundi finnast harðliga at teimum, sum vilja skemma og oyði- leggja hana – fyri løtuvinn- ing, sum hann eisini tók til í hesum brævi. Hann hevði stóra virðing fyri teimum, sum undan eru farin. Virðing fyri teirra stríði og strevi. Hansara hjartamál var, at vit, sum nú liva, skulu lata náttúruna óspilta aftur til okkara eftir- komarar. Náttúran er til láns, og tað er okkara skylda at fara væl um hana. Vit, sum javnan sigldu við Rytuni um Nólsoyar- fjørð, kendu Theodor sum ein av manningini. Hann plagdi eisini at detta inn á gólvið á 14’anda og FF- blaðnum í sínari tíð, og ofta hevði hann eitt hondskrivað pappírspetti í lummanum. Afturvendandi evnini vóru náttúra og tjóðskapur. Theodor skrivaði eisini dagbók, og ein fastur táttur í henni vóru gongutúrarnir, hann og Vilborg vóru í náttúruni. Í dag er eingin Theodor at verja gullið við væl vald- um orðum, sum osaðu av alski til náttúruna og alt, sum livir og andar í henni. Leivdir av áum Vit eiga ongar stórar áir ella fossar í Føroyum, og nú vit taka burtur av tí, sum er, verður minni eftir. Á vestaru síðu á Funn- ingsfirði, har áirnar stríðar kundu renna oman, er einki vatn eftir. Kletturin úr homrunum og omaneftir er svartur og turrur, men eina tíð enn fer hann at minna okkum á, at her rann eina- ferð vatn. Funningsfjørður, sum áður er »deyður« av ilttroti, man fara at rópa eftir útskifting, tá ið tann tíðin kemur. Tað, sum fallið er fyri hamaranum, sum eitur »menning og framburður«, er farið og spyrst valla aftur. Soleiðis er eisini við áunum inneftir vestara armi á Funningsfiðri, sum eina- ferð vóru áir, men sum SEV nú hevur veitt í tunnil. Gleðiligt er, at SEV nú meira vendir eygunum móti vindinum og teirri orku, sum kann spyrjast haðani. Úti á Nesi hava vit havt eina vindmyllu í nøkur ár, og semja man vera um, at henda verkætlan er áhuga- verd. Vónandi hevur hon sannført elfelagið um, at her er nógv orka at heinta. Tað kann væl ikki vera av berari tilvild, at onnur lond hava lagt seg so nógv eftir hesi orkukeldu. Tað er keðiligt, tá ið tað sindrið av vatni, sum prýð- ur okkara náttúru, verður tikið frá henni, men um SEV í staðin fór avstað við vindinum, hevði sektin lig- ið á! Latið tí gullið, sum Theo- dor Dahl, sáli, skrivaði so vakurt um, vera okkum kært – til gleði fyri okkum núlivandi og tey, sum aftaná okkum koma. Tá ið gullið bliknar… Kletturin úr homrunum og omaneftir er svartur og turrur, men eina tíð enn fer hann at minna okkum á, at her rann einaferð vatn. Mynd: Vilmund Jacobsen Illveðrið órógvaði svartkjaftin Jaspis fullfermdur inn um Saltnesgrynnuna Krúnborg hevði 1700 tons av svartkjafti inni hósdagin. Væntandi landa teir á Havsbrún í dag C M Y K 14