Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 7. september 2002 17 Skotski verjuleikarin, David Weir, ávarar liðfeløgunum ímóti at lata seg ávirka av kringstøðunum um landsdystin móti Føroyum LANDSDYSTUR Jákup Mørk Tað er eitt rættiliga óroynt skotskt lið, sum leygar- dagin vitjar á Svangaskarði til EM-undankappingar- dystin móti Føroyum. Av liðnum, sum fyri trimum árum síðani spældi javnt í Føroyum, eru bert tríggir leikarar eftir. Teir eru David Weir, Paul Lambert og málskjúttin hjá Skotlandi í 1-1 dystinum ta ferðina, Allan Johnston. Hetta nertir tó ikki við tann veruleikan, at skotar eru favorittar at vinna dystin í Føroyum, men nú hevur David Weir sent eina ávaring til viðleikararnar um, at teir á ongan hátt kunnu taka sær av løttum. - Ta ferðina var talan um ein sera harðan dyst. Teir eru kropsliga sera væl fyri, og teir striðast hart alla tíðina, so tað verður ein torfør uppgáva, har vit skulu vera væl skipaðir alla tíðina, sigur Weir við ensku fótbóltsheimasíðuna, soccernet.com. Men størsta óttan tykist Weir tó hava um, at óroyndu viðleikarar hans- ara kanska kunnu lata seg merkja av umstøðunum, sum eru í Føroyum. - Tað er eitt løgið stað. Til dømis var grass á takinum á hotellinum, sum vit búðu á, og yvirhøvur var tað ilt at skilja, at talan var um ein altjóða landsdyst, men vit alt hetta má leggjast til viks, so vit fáa savnað okkum um dystin, sigur Weir at enda. Tríggir føroyskir spælarar hava smávegis trupul- leikar, men tað verður roknað við, at allir verða førir fyri at spæla í dag FØROYAR–SKOTLAND Jóannes Hansen Nýggjar tíðir og nýggir siðir plagar at verða tikið til. Soleiðis tykist tað eisini at vera á føroyska lands- liðnum. Tá Allan Simonsen var venjari, vóru allar venjingarnar undan lands- dystunum á dystarvøllin- um. Tá tað varð spælt á Svangaskarði, varð vant á tí vøllinum, og tá tað varð spælt á Tórsvølli varð vant á tí vøllinum. Undir leiðslu av Henrik Larsen hevur landsliðið síðani fyrrapartin miku- dagin fyrireikað seg til dystin ímóti Skotlandi. Men á middegi í gjár høvdu teir ongantíð verið á dystarvøllinum. Mikudagin vóru venjingarnar í Runa- vík, hósdagin vandu teir á Tórsvølli, og fyrrapartin í gjár vóru teir aftur í Runavík. Seinnapartin í gjár var ætlanin at fara út á Svangaskarð. Skotska landsliðið hevur ikki ætlað sær á Svangaskarð fyrrenn seinnapartin í dag. – Tað tænir ongum enda- máli, at vøllurin verður eltur upp. Ímóti Skotlandi er tað heilt víst ein fyri- munur hjá okkum, at vøllurin er slættur og góð- ur, verður sagt úr føroysku leguni. At vøllurin hevði havt fingið av at vita, um tað hevði verið vant á honum mikudagin og hósdagin er einki at ivast í, tí tað hevur regnað heilt illa. Smásnuddir Tað verður roknað við, at allir spælararnir vera førir fyri at spæla í dag. Men tríggir teirra hava smávegis trupulleikar. Jákup Mikkel- sen er eitt sindur eymur í mjødnini høgru megin, Pól Thorsteinsson er framvegis eitt lítið sindur eymur eftir skaðan, sum hann hevði fyri nøkrum vikum síðani, og Jens Kristian Hansen hevur fortreð í stórutáini, sum so mangan hevur argað. Tá landsliðið í fyrradagin var í Havnini, var veteran- urin ein túr á Landssjúkra- húsinum, har stóratáin fekk viðgerð, so trýstið ikki verður til ampa seinna- partin í dag. Tá spælararnir í góðveðr- inum fyrrrapartin í gjár vóru á vøllinum í Runavík, noyddist Andrew av Fløtum at gevast longu undir upphitingini. Okkurt dragnaði í lærinum. Álvur Hansen, fysioterapeuturin, legði ís á, og Andrew luttók ikki, tá allir hinir – eisini Henrik Larsen og Jógvan Martin Olsen – spældu fóttennis. Liðleiðarin, Birg- ir Hansen, loysti Andrew av Fløtum av. Hann roknaði við, at hann skuldi bara hava henda eina møguleik an fyri at sannføra venjaran um, at nýggjur liðleiðari má finnast, tí Birgir er nóg góður at koma á landsliðið! Gary Naysmith gav í seinastu løtu av- boð til landsdystin móti Føroyum, og nú má Berti Vogts seta eina nýggja vinstru síðu saman LANDSDYSTUR Jákup Mørk Sum nevnt í blaðnum í gjár, so hevur skotski hópurin verið raktur av fleiri avboðum undan dystinum móti Føroyum, og beint undan fráferðini úr Skotlandi kom enn eitt av slagnum. Gary Naysmith, sum annars hevur bitið seg rættiliga fastan á liðnum, hevur seinastu tíðina drigist við skaða í fótlið- inum, men fram til tað allar seinasta varð tó vónað, at hann fór at verða tøkur. Beint undan fráferð- inini varð seinasta vónin tó slept, og tá tað kortini ikki var líkt til, at hann kundi spæla, varð Nays- mith sitandi eftir á flog- vøllinum, tá liðfelagarnir fóru til Føroya. Hetta ger í øllum førum, at Bertyi Vogts hevur ein trupulleika, tá hann skal manna vinstra borð á skotska lands- liðnum. Líka mikið um hann spælir 3-5-2 ella 4- 4-2. Undan avboðnum hjá Naysmith hevði eisini Dominic Matteo givið avboð, og undir van- ligum umstøðum høvdu hesir báðir so avgjørt verið fremstu evnini til sessirnar í vinstra borði. Sostatt er líkt til, at Berti Vogts verður noyddur at finna sær eina fullkomuliga nýggja vinstra síðu, har leikarar við sera fáum altjóða royndum skulu tryggja, at føroyska høgra síðan ikki kemur ígongd. Verja vøllin Nýggj vinstra síða Teir høvdu gras á takinum - Á hotellinum, har vit búður høvdu teir gras á takinum, sigur David Weir millum annað um umstøðurnar í Føroyum 17 Nr. 171 • leygardagur • 7. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Ongar ábendingar hava í venjingunum verið um, hvør av teimum báðu royndu málverjunum fer at fáa møguleikan í dag LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Eru tað tveir, sum standa saman øksl við øksl á landsliðnum, so eru tað Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen. Fyrstu ferð teir vóru saman á landsliðnum var longu í fyrsta altjóða skrásetta landsdystinum í Íslandi í 1988. Síðani var Kaj Leo Johannesen næsti maður hjá Jens Martini eitt skifti, og hann loysti hann av , tá Jens Martin ikki var likamliga væl fyri, men síðani á heysti í 1992 hava tað verið Jens Martin og Jákup, sum hava verið málverjar. Jens Martin hevur spælt 55 landsdystir, og Jákup hevur spælt 26. Tað vil siga, at teir hava vart føroyska málið 81 ferðir, sum eisini er samlaða talið á landsdystum. Men hetta talið er ikki heilt rætt, tí fleiri ferðir hava teir báðir verið skrásettir fyri lands- dystir. At teir eru á sama støði hevur havt við sær, at venjararnir í vinardystum hava latið teir spælt ein hálvleik í part. Síðsta døm- ið um hetta var vinardyst- urin ímóti Liktinstein fyri trimum vikum síðani. Eina ferð hevur Jákup loyst Jens Martin av í týdningarmiklum dysti. Tað var í fyrsta EM undan- kappingardystinum fyri fýra árum síðani. Ta ferðina varð Jens Martin rikin av vøllinum. Hvør teirra fer at verja málið í dag var ikki avgjørt, tá vit seinast frættu. Tað var tá teir báðir enn eina ferð vandu saman fyrrapartin í gjár. – Vit vita, at tað hesa ferð bara verður annar okkara, sum fær møguleikan. Tað verður ikki sum ímóti Liktinstein, um alt gongur, sum tað skal. Men vit eru báðir klárir, søgdu teir báðir sum við ein munn í gjár. Jens Martin hevur verið ein sannur brandur í NSÍ málinum í ár. Venjarin hjá honum og hjálparvenjarin á landsliðnum, Jógvan Mart- in Olsen, hevur ikki dult fyri, hvussu stóran týdning málverjin hjá NSÍ hevur. Tað hevur hann bæði í dystum og ikki minst undir venjingini, tá hann koyrir ógvuliga nógv undir teir úti á vøllinum. Hetta ger seg eisini galdandi á landslið- num. Jákup Mikkelsen hevur bara spælt ein dyst í tippu- liguni í ár. Tað er einki stuttligt at spæla á næst- besta liðnum, men hann heldur seg vera væl fyri: – Eg venji saman við Eddie Gustafsson hvønn dag. Venjarin valdi hann framum meg, tá kappingin byrjaði í vár. Hann hevur spælt væl, og so havi eg verið noyddur at spæla á næstbesta liðnum. Fært tú nóg góða dystar- venjing har? – Tað er eitt sindur ym- iskt. Summi av mótstøðu- liðunum eru rættuliga góð, meðan onnur einki nytta, sigur Jákup Mikkelsen. Teir, sum hava vant sam- an við teimum báðum mál- verjunum upp undir dystin ímóti Skotlandi, siga, at Føroyar eru væl fyri á málverjuplássinum, og at báðir teir føroysku málverj- arnir kunnu mátast við nógvar av teimum, sum eru at síggja í sjónvarpinum, tá teir spæla á fremstu liðun- um í Europa. Kappingin er hørð um tey bæði plássini í miðverj- uni, sum Hans Fróði stríðist við Óla Johannesen og Jón Róa Jacobsen um LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Tá Føroyar og Skotland seinast hittust á Svanga- skarði, var Hans Fróði Hansen í miðdeplinum. Hann stríddist í trí- manna miðverjuni, og hann gjørdist dagsins maður, tá hann lítla løtu undan leikloki drøn- stútaði til 1–1. Seinnapartin í dag er sannlíkt, at Hans Fróði fer at sita á beinkinum, tá Føroyar aftur fara at stríðast ímóti Skotlandi. At tað nú eru tveir og ikki tríggir í miðverjuni, og at tað nú verður spælt við flatari verju hevur helst við sær, at Jón Rói Jacobsen verður undir liðini á liðformanninum og metmanninum Óla Johannesen – Vit hava einki fingið at vita enn um, hvussu liðið fer at síggja út. Eg skal ikki dylja, at eg var vónbrotin, tá eg var á beinkinum allar 90 minuttirnar ímóti Liktinstein. Hesa ferð verði eg ikki so vón- brotin. Men eg fyrireiki meg til at spæla. Tað skalt tú gera. Ella er eingin meining við at vera við, heldur Hans Fróði Hansen. Tú hevur mist plássið, tí landsliðið er farið frá trimum og til tveir mið- verjar? – Eg kappist við besta og mest roynda verju- spælaran í landinum og við størsta talentið í Føroyum. Um tað verða Óli og Jón Rói, sum fara at spæla, so ynski eg teimum alt tað besta, og eg verði klárur, um tað verður brúk fyri mær. Jón Rói kennir treytirnar Fyri fyrstu ferð skal Jón Rói Jacobsen vera mill- um teir fyrstu ellivu í einum undankappingar- dysti. Hóast hann bara er nítjan ára gamal, so hevur Jón Rói longu verið við í fimm lands- dystum. Jón Rói verður mettur at vera ein tann besti álopsspælarin í landin- um, og hann hevur aftur og aftur víst, at hann eisini er millum teir bestu verjuspælararnar. Landsliðsvenjarin vil hava ein skjótan mann við síðuna av Óla Jo- hannesen, og tá er Jón Rói saman við Pól Thorsteinsson besta boðið. Tú ert ikki bangin fyri at teir skulu verða betri enn tit í høvuðspælin- um? – Tað er teirra stóra styrki. Tað ræður um hjá okkum at byrgja fyri í borðunum, so teir ikki sleppa at senda høgar bóltar í brotsteigin, svar- ar Jón Rói, og harvið er heilsanin farin víðari til Jákup á Borg, sum er undir liðini á unga manninum, tá teir strekkja út.. Hevði tú heldur vilja fingið møguleikan í álopinum? – Tað hugsi eg yvir- høvur ikki um. Venjarin hevur úttikið meg sum verjuspælara, og um eg fái møguleikan, so fari eg at royna at gera mítt besta, er svarið hjá unga HB manninum. Jákup og Jens Martin standa saman Hans Fróði tekur tað sum ein maður C M Y K 16 Lesið Sosialin -tað loysir seg!