Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. september 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 171 - 7. september 2002 19 Hóast formaðurin í AB ikki vil kanna sær bitan enn, so er helst eingin ivi um, at AB longu hevur bæði beinini í aðru deild UPPFLYTING Jákup Mørk Sunnudagurin verður eftir øllum at døma ein søgu- ligur dagur fyri fótbóltin á Argjum. Ofta hava argja- menn verið nær við, men enn hava teir ongan tíð rokkið hægri enn til trið- bestu deildina, men hetta verður so ikki galdandi, tá kappingarárið er runnið. Í løtuni er AB 12 stig undan næsta liðinum, og við bert fýra dystum eftir, skal tað ganga meira enn heilt galið, um argjamenn- ini ikki skulu enda á ovasta sessinum, og sum úrtøkan hevur verið higartil, fer hetta eftir øllum at døma at henda sunnudagin, tá GÍ kemur á vitjan. Kannar sær ikki bitan Hetta fær tó ikki formannin í AB, Tórálv Stenberg, at leypa upp frá í ovfarakæti. - Tað er væl møguligt, at vit eru so nær, sum vit ongan tíð hava verið áður, men enn fært tú meg so ikki at siga, at vit eru fluttir upp. Vit hava onkun tíð áður verið heilt nær, uttan at tað hevur eydnast, so eg fari so ikki at kanna mær bitan, fyrr enn hann er svølgdur, sigur formaðurin, sum tó neyvan kann dylja, at hann gleðir seg til uppflytingina. Tey, sum hava sæð AB spælt, munnu eisini vita, at tað neyvan verður nakar fegnari maður á Argjum, enn júst formaðurin, tá uppflytingin fer at gerast veruleiki. Serstakliga sein- astu 2-3 árini hevur AB lagt nógv fyri, og málið hjá felagnum er, at liðið innan alt ov langa tíð skal vera at finna í fremstu røð. - Tað er so eitt mál, sum vit settu okkum í 1999, tá vit enn vóru í 4. deild, og tað hevur gingið framá. Fyrsta árið varð sáttmáli gjørdur við Oddbjørn Joen- sen um at venja liðið, og uppflytingin varð eisini rokkin tá. Í fjør og í fyrra- árið var liðið partur av stríðnum um uppflyting, men í báðum førum kiksaði tað. - Í ár hevur Sámal Erik Hentze so tikið sær av liðnum, og higartil hevur tað so gingið sum eftir ánni, so vónandi kunnu vit frøast um eina uppflyting, tá árið er av. Tykist ikki ógjørligt Um útlitini fyri at gera seg galdandi ímillum teir næst- bestu, staðfestir formaðurin aftur, at enn eru teir so ikki fluttir upp, so tað er ikki nakað, sum leiðslan hevur tikið støðu til. Men hann er tó nóg bjartskygdur til at staðfesta, at felagið átti at kunna staðið seg í aðru deild. Ein partur av hesari optimismuni er helst grundaður á, at tað skuldi ligið væl fyri hjá AB at styrkt um hópin, um liðið kom í aðru deild. Sum er, eru tað fleiri av teimum, sum kanska eru júst ov stuttir at røkka besta liðnum hjá HB ella B36, sum leita sær út á bygd at spæla. Eitt nú spældu fleiri av hesum við B71, tá sandoyingar vóru í bestu deildini, og tað er neyvan heilt av leið at gita, at AB kann fáa hendur á nøkrum av hesum leikarum. - Tað er nokk nakað um tað. Sum sagt, so tosa vit ikki um aðru deild enn, men signalini, sum vit hava fingið, hava í so máta verið positiv. Í øllum førum mátti tað verið høgligari hjá teimum leikarum, sum tú sipar til, at komi út Argjar at spæla, heldur enn at nýta tveir tímar til ferðin til hvørja venjing, men nú fáa vit so at síggja. Tú skalt heldur ikki gloyma, at við einum komandi undirsjóv- artunnili fáa vágamenn munandi betri umstøður í so máta, og fara so at spæla í fyrstu deild komandi árið. Veitslan bíðar Umframt at fegnast um gongdina hjá besta mans- liðnum, so hevur formað- urin í AB eisini aðrar or- søkir at frøast í hesum døgum. Yvir høvur man kapping- arárið hjá AB hava verið eitt hitt besta í søguni hjá felagnum. Næst besta liðið skal í dag spæla hálvfinalu í fjórðu deild, og hetta er so avgjørt nakað, sum kann hava alstóran týdning í royndunum at vinna seg víðari úr bestu deildini. Vegurin til eykaleikararnar á besta liðnum skal jú helst haldast so stuttur sum gjørligt. Hartil eru kvinnurnar hjá felagnum eisini við í odda- stríðnum í aðru deild, so alt í alt tykist framtíðin hjá AB ikki at síggja so galin út. Framvegis er hetta tó ikki nakað, sum tykist øsa for- mannin upp til at gera nakað heilt serligt. Í øllum førum tykist eingin veitsla at vera væntandi sunnu- dagin, tá vit at enda spyrja, um nakað er fyrireikað, um so er at uppflytingin verður tryggjað. - Nei. Vit hava sum so ikki gjørt nakað klárt, tó at vit sjálvandi hava okkurt í bakhondini, um tað skuldi spælt væl av. Hinvegin ætla vit, um uppflytingin er tryggjað undan seinasta leikdegi, at framskunda seinasta dystin, soleiðis at hesin kann spælast leygar- dag heldur enn sunnudag, og tá ætla vit so at gera okkurt. Hvør veit. Kanska verður neystið á Argjum tikið í nýtslu, sigur for- maðurin at enda. Bólkavinnarin sleppur beinleiðis í EM enda- spælið, sum á sumri í 2004 verður í Portugal. Næstfremsta liðið skal spæla tveir kvalifika- tiónsdystir um eitt pláss í endaspælinum. Undankappingarbólkur 5 Týskaland, Skotland, Ísland, Litava og Føroyar 7. september 2002 Litava–Týskaland Føroyar–Skotland – á Toftum 10. oktober 2002 Litava–Føroyar Ísland–Skotland 16. oktober 2002 Týskaland–Føroyar Ísland–Litava 29. mars 2003 Týskaland–Litava Skotland–Ísland 2. apríl 2003 Litava–Skotland 7. juni 2003 Skotland–Týskaland Ísland–Føroyar 11. juni 2003 Føroyar–Týskaland – í Tórshavn Litava–Ísland 20. august 2003 Føroyar–Ísland – í Tórshavn 6. september 2003 Ísland–Týskaland Skotland–Føroyar 10. september 2003 Týskaland–Skotland Føroyar–Litava – á Toftum 11. oktober 2003 Týskaland–Ísland Skotland–Litava Aðrir dystir um vikuskiftið Bólkur 1 Frakland, Slovenia, Ísrael, Kypros og Malta 7. september 2002 Kypros–Frakland Slovenia–Malta Bólkur 2 Rumenia, Danmark, Noreg, Bosnia og Lukemborg 7. september 2002 Noreg–Danmark Bosnia–Rumenia Bólkur 3 Kekkia, Holland, Eysturríki, Hvítarussland og Moldova 7. september 2002 Eysturríki–Moldova Holland–Hvítarussland Bólkur 4 Svøríki, Pólland, Ungarn, Letland og San Marino 7. september 2002 Letland–Svøríki San Marino–Pólland Bólkur 6 Spania, Ukreina, Grikkaland, Norðurírland og Armenia 8. september 2002 Grikkaland–Spania Armenia–Ukreina Bólkur 7 Turkaland, Ongland, Slovakia, Makedonia og Liktenstein 8. september 2002 Liktinstein–Makedonia Turkaland–Slovakia Bólkur 8 Belgia, Kroatia, Bulgaria, Estland og Andorra 7. september 2002 Belgia–Bulgaria Kroatia–Estland Bólkur 9 Italia, Jugoslavia, Finnland, Wales og Aserbadjan 7. september 2002 Aserbadjan–Italia Finnland–Wales Bólkur 10 Írland, Russland, Sveis, Georgia og Albania 7. september 2002 Sveis–Georgia Russland–Írland EM UNDANKAPPINGIN – 2002–2003 Kannar sær ikki bitan Tórálv Stenberg 19 18 Nr. 171 - 7. september 2002 Vandin fyri stórtapið er lítil ella eingin. Tað eru bara bóltsnilling- ar úr Jugoslavia og Russlandi og ikki vestureuropearar, sum seinnu árini hava megnað at vinna stórt í Føroyum FØROYAR–SKOTLAND Jóannes Hansen Seinnapartin í dag verður sjøtul settur á nýggju EM undankappingina. Talan er um sjeyndu undankapping- ina, síðani Føroyar 12. sep- tember í 1990 spældu fyrsta og tiltikna EM undan- kappingardystin ímóti Eysturríki í Landskrona. Síðani fyrsta dystin og sigurin, ið fór sum grinda- boð um allan heimin, hava Føroyar spælt 58 undan- kappingardystir tilsaman – 30 HM og 28 EM undan- kappingardystir. Í alt hava føroyingar vunnið sjey dyst- ir, fimm eru endaðir við javnleiki, og 46 ferðir er føroyska liðið farið av vøllinum, eftir at teir hava tapt. Samlaði málmunurin í undankappingardystunum er 34–170. Í HM dystunum er málmunurin 17–92, og í EM dystunum er hann 17–78. Føroyingar hava vunnið tríggjar EM undan- kappingardystir – umframt ímóti Eysturríki tvær ferðir ímóti San Marino. Føroy- ingar hava vunnið fýra HM undankappingardystir – tvær ferðir ímóti Malta og tvær ferðir ímóti Luksemborg. Í nýggju undankapp- ingini er einki mótstøðulið av sama slagi sum San Marino, Malta og Luksem- borg. Spurninguirn er tí, hvussu tað fer at hilnast hesa ferð. Styrkismetingin sigur, at mótstøðuliðini hvørja ferð fara at verða roknað sum favorittar. Men søgan sigur, at tað ikki er so víst, at Føroyar fara at tapa hvørja ferð, og at talan ikki fer at vera um serliga stórar sigrar, tá favorittarnir fara at vinna. Tapa ikki stórt Skotar siga, at teir verða ovurfegnir, um teir sleppa úr aftur Føroyum við øllum stigunum. Tað er væl skiljandi. Skotland hevur tvær ferðir áður spælt í Føroyum. Fyrru ferðina – tað var í 1995 – vunnu teir 2–0, og seinnu ferðina – tað var í juni 1999 – endaði dysturin 1–1. Hatølini siga, at seinastu fýra árini hava Føroyar bara tapt tveir undankappingar- dystir á heimavølli við meiri enn tveimum málum. Í fjør vann Russland 3–0 í Føroyum, og Jugoslavia vann 6–0. Tað var stórt vónbrot, tá Estland í 1999 vann 2–0 á Tórsvølli, og tað hevur kenst sum vónbrot, tá Føroyar hava tapt aðrar heimadystir, tí tá hevur tað verið so tætt. Kekkia, Slovakia, Slovenia, Skot- land og Sveis teljast millum tey londini, sum kunnu skriva undir uppá, at tað hevur verið sera torført at spælt í Føroyum. Í nýggju undankapping- ini kann ivi kanska vera um, hvussu tað fer at hilnast ímóti týskarunum, men Skotland, Litava og Ísland kunnu ikki metast at vera mótstøðulond, sum eiga at vinna stórt ímóti Føroyum. Heldur eigur tað at vera soleiðis, at Føroyar á heimavølli eiga at hava møguleika at fáa stig ímóti teimum øllum. Tá hetta er sagt, so eigur peikifingurin kortini at vera havdur á lofti. Tá tað fyri fýra árum síðani varð farið undir síðstu EM undan- kappingina, var fyrsti dysturin í Estlandi. Har høvdu føroyingar tíggju mánaðir frammanundan vunnið vinardyst 2–0. Tí varð roknað við góðum møguleika at røkka heiður- ligum úrsliti. Men føroy- ingar vóru ikki tunaðir til uppgávuna. Jens Martin Knudsen varð rikin av vøllinum, og Estland vann 5–0! Tað var ræðuligt. Góða avrikið ímóti Skot- landi fyri trimum árum síðani eigur ikki at fáa ta endurtøkuna, sum góða avrikið í Estlandi undan EM dystinum kanska var orsøk til. Sterk eind Tá føroyingarnir renna inn á Svangaskarð seinnapartin í dag, eru teir fullgreiðir yvir, hvat skal til, um teir skulu røkka góðum úrsliti, og tað eigur at verða roknað við, at teir fara at megna uppgávuna. Um teir fara at vinna, um tað verður javn- leikur, ella um skotar sleppa úr Føroyum við teprum sigri ber ikki til at siga. Marginalir, hvussu fyrsta løtan myndast og meiri av tí slagnum hevur so nógv at siga. Føroysku spælararnir hava fleiri landsliðsroyndir, enn skotsku mótstøðu- menninir hava, og skotska liðið er undir nógv størri trýsti, enn føroyska liðið er tað. Samantalda talið fyri teir tjúgu skotsku spælar- arnar, sum eru í Føroyum, er 171 landsdystir og 10 mál. Teir átjan føroysku spælararnir hava spælt 410 dystir og skorað ellivu mál. Í miðal hevur hvør før- oyskur spælari spælt næst- an 23 landsdystir. Skotarnir hava í miðal verið á lands- liðnum 8,5 ferðir. Føroyski venjarin hevur fyrstu ferð ábyrgdina av landsliði í undankapping- ardysti. Sum spælari veit hann, hvat tað snýr seg um, og tað eiga føroysku spæl- ararnir eisini. Sammett við undanfarnu kappingarnar eru færri spælarar úr útlendskum feløgum á føroyska liðnum. Tí hava spælararnir nú møguleikan at prógva, at tað ikki nýtist at síggjast aftur í avrikunum og úrslit- unum, at teir spæla í før- oysku kappingini og ikki í útlendskum ligum. Skotski venjarin Berti Vogts hevur í summar sagt, at teir í Skotlandi ikki í nóg góðari tíð hava gjørt tað ættarliðsskifti, sum hann heldur átti at havt verið gjørt. Tá hugt verður at før- oyska liðnum, so er skjótt at staðfesta, at tað hongur væl saman millum royndu og minni royndu spæl- ararnar. Jens Martin Knudsen er einsamallur eftir av teim- um, sum vóru við, tá Før- oyar í 1988 fingu limaskap í altjóða fótbóltsfamiljuni. Óli Johannesei var fyrstu ferð á landsliðnum í 1992. Teir báðir eru teir einastu, sum spældu á landsliðnum, meðan Páll Guðlaugsson hevði ábyrgdina. Av teimum, sum komu á liðið skjótt eftir, at Allan Simonsen var vorðin venj- ari, eru Jens Kristian Han- sen, Julian Johnsson, Jákup Mikkelsen og John Peter- sen við ímóti Skotlandi. Hinir tólv, sum fara á Svangaskarð í dag, eru allir komnir á liðið seinastu fýra árini. Undantakið er Pól Thorsteinsson, sum spældi fyrstu ferð á landsliðnum niðri á Malta í apríl 1997. Hans Fróði Hansen og Jóhannis Joensen hava bara verið landsliðsspælarar seinastu 3–4 árini. Í hvussu so er Jóhannis, sum er 32 ára gamalur og harvið elsti útispælarin á átjan manna liðnum – teir báðir málverj- arnir eru eldri enn so – kann ikki roknast at eiga so nógv landsliðsár eftir. Fleiri av teimum, sum eru komnir á liðið seinastu fýra árini, og sum harvið mugu roknast at skula bera landsliðið í næstu undan- kappingunum, eru longu skrásettir fyri fleiri lands- dystir, enn nógvir av skotsku spælararnir hava spælt. Tað plagar at vera soleiðis, at flestu spæl- ararnir í fyrstu atløgu verða skiftir inn og harvið ikki hava spælt so nógv, sjálvt um dystartalið er høgt. Soleiðis hevur tað eisini verið hjá nýggja ættarlið- num á føroyska liðnum, men nú eru fleiri teirra fastir menn á liðnum. Í dag fara Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Benja- minsen, Christian Høgni Jacobsen og Rógvi Jacob- sen/Heðin á Lakjuni/ Hjalgrím Elttør/Andrew av Fløtum at umboða nýggja ættarliðið á liðnum. Grundlógardag í 1999 vóru føroyingar vitni til minnisríkan fótbóltsdyst á Svangaskarði. Hans Fróði Hansen javnaði til 1–1 í síðstu løtu. Útlitini fyri endurtøku eru ikki heilt av leið. Týdningarmiklast er, at spælararnir gera sítt ítarsta. Stóra áskoðara- fjøldin fer at bakka teir upp. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast. Teimum verður ynskt alt tað besta. Føroyar Málverjar: Navn Felag Dystir/ mál Jens Martin Knudsen NSÍ 55/-141 Jákup Mikkelsen Molde BK 26/-48 Útileikarar Óli Johannesen TB 56/1 Julian Johnsson B36 44/2 Jens Kristian Hansen B36 41/3 John Petersen B36 40/3 Hans Fróði Hansen B68 23/1 Pól Thorsteinsson NSÍ 22/0 Jákup á Borg B36 21/0 Rógvi Jacobsen HB 16/1 Fróði Benjaminsen B68 15/1 Jóhannis Joensen HB 12/0 Christian Høgni Jacobsen Vejle BK 11/2 Heðin á Lakjuni KÍ 8/0 Jón Rói Jaobsen HB 5/0 Andrew av Fløtum HB 4/0 Hjalgrím Elttør KÍ 2/0 Sjúrður Jacobsen NSÍ 1/0 Skotland Málverjar: Neil Alexander Cardiff City 0/0 Robert Douglas Celtic 4/0 Paul Gallacher Dundee United 1/0 Útileikarar Graham Alexander Preston NE 5/0 Stephen Crainey Celtic 3/0 Christian Dailly West Ham 36/3 Maurice Ross Rangers 4/0 David Weir Everton 36/1 Lee Wilkie Dundee 2/0 Barry Ferguson Rangers 11/1 Paul Lambert Celtic 31/0 Kevin McNaughton Aberdeen 2/0 Scott Severin Hearts 5/0 Gareth Williams Nottingh. Forest4/0 Stephen Crawford Dunfermline 0/0 Paul Dickov Leicester 0/0 Scott Dobie WBA 4/1 Allan Johnston Middlesbrough 17/2 Kevin Kyle Sunderland 4/1 Steven Thompson Dundee 4/1 Royndirnar eiga at vera gull verdar Jón Rói Jacobsen er ein teirra, sum umboðar »triðja ættarliðið« hjá føroyskum fótbólti í altjóða høpi C M Y K 18