leygardagur 7. september 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 171 - 7. september 2002
B68 fekk loksins
gongd á, tá tær vunnu
heimadystin á B36, og
nú lukta tær av
Toftum av álvara
heiðursmerkji
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
B36 mundi neyvan hugsa
um teoretiska møguleikan
fyri FM, tá tær fóru inn á
Toftir mikukvøldið. Til tess
var munurin til KÍ alt ov
stórur. Við einum sigri
kundi B36 tó mest sum
staðfesta
støðuna
sum
silvurvinnari, men tann
spenningurin er so ikki
endaliga avgreiddur, nú tað
endiliga eydnaðist B68 at
fáa glið á spælið, sum ikki
hevur hingið so væl saman
eftir summarsteðgin.
Vóru betri
B68 varð undan kappingini
mett sum eitt av teimum
liðum, sum fór at leggja seg
út í oddastríðið, og undan
summarsteðginum
var
eisini líkt til, at hetta fór at
halda.
Í endaspælinum hava tær
tó havt trupult við at liva
upp til hetta, men miku-
kvøldið staðfestu tær so, at
tær eiga at roknast upp í
oddin.
Heimaliðið
var
greitt oman á frá fyrstu
løtu., Kanska skaptu tær
ikki so nógvar møguleikar,
men trýstið var støðugt, og
tá Hansy Davidsen á hálva
tímanum kundi skora eftir
horna, var tað ikki meira
enn B68 hevði uppiborið.
Í seinna hálvleiki helt
B68 á við at trýsta, men tað
skuldi tó eitt av teimum
meira sjáldsomu málunum
til, áðrenn tær fingu økt um
leiðsluna.
Týskvøldið
dystaðust bestu mansliðini
hjá B68 og B36, tá Julian
Johnsson skeyt eitt heldur
løgið mál av miðjum vølli,
og hesa ferð var tað so
Maibritt
Olsen,
sum
onkursvegna kundi kundi
siga takk fyri seinast. Av
miðjum vølli sendi hon
bóltin frameftir. Bólturin
støkk í vøllin og upp um
málverjan, og so var 2-0.
Alt tóktist avgjørt, tá Ann
Mari Kruse lítla løtu seinni
sendi hornaspark beinleiðis
í netið, men so var tað at
B36 gjørdi ein vørr. Fyrst
var Arnbjørg Danielsen
trygg úr 11 metrum, tá
Laila Enghamar varð feld í
brotsteiginum, og lítla løtu
seinni var Arnbjørg aftur á
staðnum, tá hon eftir aftur
og fram í brotsteiginum
smekkaði
til.
Seianstu
løtuna av dystinum royndi
B36 at trýsta seg til
javnleikin, men tað mundi
tó vera heilt uppiborið, at
stigini vórðu verandi á
Toftum.
Við sigrinum fekk B68
aftur lagt seg út í heið-
ursmerkjastríðið, har tær nú
eru ájvanar HB í stigum.
B36 er framvegis á einum
tryggum øðrum plássi, og
hóast tapið er lítið at ivast í,
at silvurmerkini aftur í ár
fara til Havnar.
B68-B36 3-2 (1-0):
1-0: Hansy Davidsen
2-0: Maibritt Olsen
3-0: Ann.-Mari Kruse
3-1: Arnbjørg Danielsen
(br.)
3-2: Arnbjørg Danielsen
Dystir um vikuskiftið
Landslisðfótbóltur
07.09
Føroyar-Skotland
2. deild menn
08.09
NSÍ-B71
Rúni Gaardbo
08.09
HB-B36
Suni Johansen
08.09
VB-Sumba
Hans F. Hansen
08.09
KÍ-ÍF
Oddmar Andreasen
08.09
FSV-LÍF
Dagfinn Olsen
3. deild menn
08.09
AB-GÍ
Georg Rasmussen
08.09
TB-HB
Poul Erik JAcobsen
08.09
B68-Royn
Jan Gardar
08.09
B71-FSV
Jóhann Krog
08.09
B36-ÍF
Ólavur Weihe
1. deild kvinnur
08.09
B68-HB
Tummas Pauli Olsen
08.09
KÍ-Skjála
Dia Lamhauge
08.09
B36-GÍ
Hans Eivind Olsen
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/- stig
1
FS V
14
10 - 3 - 1
45
9
36
33
2
B36
14
6 - 4 - 4
22
22
0
22
3
Sumba
14
6 - 3 - 5
21
25
-4
21
4
B71
14
5 - 4 - 5
24
16
8
19
5
KÍ
14
5 - 4 - 5
21
22
-1
19
6
ÍF
14
5 - 3 - 6
31
29
2
18
7
LÍF
14
5 - 3 - 6
24
24
0
18
8
NSÍ
14
5 - 1 - 8
13
27
-14
16
9
VB
14
5 - 1 - 8
17
39
-22
16
10 HB
14
4 - 2 - 8
20
25
-5
14
1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1
KÍ
7
7 - 0 - 0
38
6
32
24
2
B36
7
4 - 0 - 3
15
14
1
14
3
HB
6
2 - 1 - 3
14
12
2
7
4
B68
5
2 - 0 - 3
10
12
-2
7
5
GÍ
5
2 - 0 - 3
6
20
-14
6
6
Skála
6
0 - 1 - 5
9
28
-19
1
Máltindurin, kvinnur
Rannvá Andreasen
KÍ
15
Malena Josephsen
KÍ
9
Arnbjørg Danielsen
B36
5
Elsa Maria Simonsen
KÍ
5
Vivian Bjartalíð
Kí
5
Heidi Heinesen
GÍ
4
Eyðfríð Kristiansen
HB
4
Anja Weihe
B36
3
Ása á Neystabø
B36
3
Hansy Davidsen
B68
3
Elin Jacobsen
Skála
3
Mara Vang
B36
2
Majbritt Olsen
B68
2
Eyðvør úr Dímun
HB
2
Malan á Dunga
HB
2
Vivian Unadóttir
HB
2
Jensa Sirdal
Kí
2
Anna Berg Danielsen
Skála
2
Sum vant greiddu
klaksvíkskvinnurar
sína skyldu, og tá B36
so snávaði á Toftum,
kundi meistaraheitið
staðfestast í í fjórð-
seinasta umfarinum
FOTBÓLTUR
Jákup Mørk
KÍ hevur í serflokki verið
besta liðið í føroyskum
kvinnufótbólti í ár, og
mikukvødlið kundu tær so
staðfesta, at lønin fyri hetta
er triðja meistaraheitið á
rað.
Tað var annars ikki vænt-
andi, at staðfestingin fór at
koma fyrr enn sunnudagin
komandi, tá KÍ á heima-
vølli tekru ímóti Skála,
men tá B36 nú snávaði á
Toftum, so søgdu klaks-
víksgenturnar ikki nei-
takk.
Fyri stuttum var GÍ fyri
rættiligum avsmurningi, tá
tær í Klaksvík lótu 13 mál
fara ígjøgnum, men so
galið gekk tað hóast alt ikki
hesaferð.
KÍ var tó alla tíðina betra
liðið, og tað var ongan tíð
ivi um, hvønn veg dysturin
fór at koppa. Fyrri hálv-
leikur var hálvrunnin, tá
Elsa Maria Simonsen fekk
hol á eftir horna, og tá so
GÍ-verjuleikari varð rikin
av vølli fyri at nýta hond-
ina, tóktist eitt skrædl vera í
vantu. Rannvá Andreasen –
sum aftur hevur beina kós
móti gylta stylvanum –
skoraði trygt, men eftir
hetta dovnaði spælið tó
nakað.
Talan gjørdist sostatt ikki
um nakra endurtøku av
sorlinum í Klaksvík, men
KÍ kundi tó staðfesta
sigurin, tá Rannvá Andrea-
sen í seinna hálvleiki skeyt
sítt 15. mál í endaspæl-
inum.
Sum nevnt, so gjørdist
dysturin eisini ein stað-
festing av meistarheitinum
hjá KÍ. Alt árið hava tær
verið oddalið, og tó at
tríggir dystir eru eftir at
spæla, so er munurin longu
nú somikið stórur, at tær
verða ikki tiknar, og einasti
spenningurin tykist vera,
hvørt tað hesa ferð man
eydnast teimum at vinna
kappingina
við
fullum
stigatali.
GÍ-KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Elsa Maria Simonsen
0-2: Rannvá Andreasen
(br.)
0-3: Rannvá Andreasen
Fyrsti javnleikurin í
endaspælinum
gjørdist veruleiki, tá
Skála í seinastu løtu
fekk bjargað øðrum
stiginum í dystinum
móti HB mikukvøldið
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Lítið er at ivast í, at HB,
sum spakuliga tykist hava
fótað sær við nýggja lið-
num, var favorittur, tá tær á
heimavølli
tóku
ímóti
Skála. Ikki minst eftir sann-
førandi sigurin hjá havn-
arliðnum, tá tær spældu á
Skála herfyri.
Hesa ferð megnaði Skála tó
at geva HB munandni meira
mótstøðu, og í evstu løtu
fingu tær eisini løn fyri stríð-
ið, tá tær fingu bjargað øðrum
stiginum heim aftur við sær.
Báðar vegir
Yvir høvur var tað soleiðis,
at dysturin mikukvøldið
gekk báðar vegir. HB var tó
liðið, sum kom betri frá
byrjan, tá Gunn Müller eftir
málverjamistak fekk lagt
HB á odda. Lítla løtu seinni
seinni kundi Malan á
Dunga økja um leiðsluna,
tá hon og Vivian Unadóttir
høvdu tagað Skála-verjuna
sundur, og so kundi ein
hildið, at hetta fór at líkjast
eini endurtøku av trygga
sigrinum inni á Skála.
Soleiðis gjørdist tó ikki.
Skála gav ongan tíð skarvin
yvir, og áðrenn farið varð
til hálvleiks, høvdu tær
togað seg upp á javnt við
tveimum málum frá Elin
Jacobsen.
Fyrst var hon ivaleyst, tá
hon gjørdist einsamøll við
málverjanum, og beint fyri
hálvleik kundi hon rulla
bóltin í tómt mál, eftir at
Poula D. Olsen hevði rikið
framvið málverjanum, og
rulla flatt tvørtur um.
Í seinna hálvleiki lá tað
leingi til, at tað hóast alt
skuldi gerast HB, sum fekk
stigini. Vivian Unadóttir
gjørdi skjótt av, og eftir
lítlari løtu í seinna hálvleiki
hevði hon aftur lagt HB á
odda, og fram til allar
seinastu sekundini tóktist
hetta gerast støðan.
Skála vildi tað tó øðrvísi,
og í seinastu sekundunum
varð javnleikurin veruleiki.
Eitt høgt innlegg varð sent
innfyri HB-málið. Bólturin
tók í stólpan, og har var
Anna Berg Danielsen fyrst
á.
Hóast
vónbrotið
við
javnleikinum, so er HB
framvegis á triðja pláss-
inum í landskappingini,
men kappingin her er nú
harðnað munandi. Ikki
minst eftir sigurin hjá B68
á B36.
HB-Skála 3-3 (2-2):
1-0: Gunn Müller
2-0: Malan á Dunga
2-1: Elin Jacobsen
2-2: Elin Jacobsen
3-2: Vivian Unadóttir
3-3: Anna Berg Danielsen
B68-B36 3-2 (1-0):
B68 vil hava metal
GÍ-KÍ 0-3 (0-2):
KÍ er meistari
HB-Skála 3-3 (2-2):
Fyrsti javnleikurin
C
M
Y
K
20
Nr. 171 • leygardagur • 7. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Lugarprát uppi á turrum
Gomlu lugarini eru ikki mong eftir og ein ávísur
farri av nostalgi og hugna er kring lugarini, tá tey
koma upp á tal. Og at finna eitt lugar uppi á landi
er óivað sjáldsamt, men í Vági finst eitt slíkt
Lesið síðu 4 og 5
SAMRØÐA/HUGLEIðING
Ingrid Bjarnastein
At geva blómur er nakað, sum
gongur langt aftur í tíðina. Løgið
er tað, hóast alt. Líkamikið, hvat
er hent, so eru blómur altíð
nakað, ið er ein hóskandi gáva.
Eitt hóskandi tekin um, at nú
velur onkur at gleðast við tær
ella at nú syrgja tey við tær.
Blómur vekja ymsar kenslur í
fólki. Tá talan er um eina
brúðarvígslu, eru blómur nakað,
ið súmbolisera kærleika.
Blómandi kærleikan millum
tvey, ið nú hava valt at gerast
eitt. Um vit so hugsa um eina
jarðarferð, so eru blómur tað
givið verður fyri at vísa sam-
kenslu. Og fáa blómurnar eina
heilt aðra virkan enn tær fáa um
tú hevði givið tær í samband við
eina vígslu. Til eina jarðarferð
verða blómurnar meira syrgnar.
Tær vísa, at her er nakað, sum
einaferð var lív, farið.
Tilvitað
Blómuhandlar hava mestsum
altíð nóg mikið at gera. Vit hava
verið ein túr í Summardáanum í
Klaksvík og fingið okkum eitt
prát um blómur og blómugeving.
– Tá fólk koma á gátt hjá
okkum og skulu brúka blómur,
siga tey altíð, hvat tað er tey
skulu brúka blómurnar til, sigur
Karina Joensen, sum eigur og
rekur Summardáan.
Og tá fólk fortelja, hvat
blómurnar skulu nýtast til, so er
altíð lætt at finna eina passaliga
bukett, krans, urtapott ella hvat
tað skal vera.
– Fólk eru ógvuliga tilvitað
um, hvat tey skulu keypa. Tá
fólk til dømis skulu keypa ein
krans, so siga tey flestu, hvat tað
er, tey vilja hava, greiðir Karina
frá.
– Tað er onki ávíst blómuslag,
ið verður nýtt til tey ymsu
høvini. Allar blómur verða nýttar
til alt. Tað verið seg kransar,
bukettir og so víðari.
Fyrr var tað mest nelikar og
krysantimum, sum varð brúkt.
Hetta komst av, at hetta eru
blómurnar, ið halda sær best og
longst. Men nú tá ein fær blómur
regluliga, so er hetta ikki nakar
trupulleiki.
Eisini eru tað nógvir dreingir,
ið koma innar í Summardáan at
keypa unnustuni blómur. Fyri tað
mesta er tað rósur, ið verða
keyptar. Hetta heldur Karina
kemst av, at rósur verða settar í
samband við kærleika.
Men tá blómur verða keyptar
til eina jarðarferð, sigur Karina,
at hetta er heilt vist fyri at vísa
samkenslu.
– Tá ein er til eina jarðarferð
er alt so keðiligt og syrgiligt, og
tá er tað eisini deiligt at hava
okkurt vakurt at hyggja eftir –
sum eitt nú blómur.
Blómur ávirka fólk á ein heilt
serligan hátt. Øll verða glað tá
tey fáa blómur.
– Blómur eru frískar og
vakrar, og ein verður bara glaður
tá tú fært blómur, sigur Karina
Joensen at enda.
Blómur – til eitt og hvørt endamál
– Tá fólk koma á gátt hjá okkum og skulu brúka blómur, siga tey altíð,
hvat tað er tey skulu brúka blómurnar til, sigur Karina Joensen, sum
eigur og rekur Summardáan í Klaksvík
21