leygardagur 7. september 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Í síðstu viku kom eg inn á
eina skrivstovu, og har var
eitt av útvarpstól tendrað,
og sendingin "Í víngarð-
inum" var at hoyra. Hetta
er ein sokallað andalig
sending. Eg eri ikki so
nógv fyri slíkum send-
ingum, men víngarðin
kenna vit nokk øll.
Vertirnir tosa vanliga
við onkran, sum hevur
gjørt okkurt heilt vilt
kristiligt. Ofta eru tað fitt
innsløg sum eru nokkso
lívsjáttandi. Men so var
ikki hesuferð. Sjálvútrópti
profeturin og muslim-
hatarin Móses Hansen,
var gesturin í víngarðin-
um. Móses hevur gingið
sum eitt ódnarveður og
spreitt fremmandahatur í
gøtunum í Keypmanna-
havn seinastu vikurnar.
Hann hevur roynt at skapa
ruðuleika á Nørrebro, fyri
at tað longu útbreidda
fremmandahatrið skal
rótfestast enn fastari í
donsku tjóðina.
Hesin maðurin gongur
við sínum guði sum sann-
leiksvitni og spreiðir
hatur. Hetta er í mínari
verð vemmiligt og ódám-
ligt. Men hetta er ikki eitt
ókent fyribrigdi. Vit hava
her í Føroyum fleiri av
hesum hatursprofetum.
Fólk sum hata sínar egnu
freistingar so nógv, at tey
gerast fanans besett. Tey
uppføra seg sum svín. Eg
havi fleiri ferð upplivað
tann reindyrkaða óndskap,
sum hesi fólk spreiða, og
eg ræðist tey satt at siga.
Men aftur til Móses.
Móses er svakur, soleiðis
sum bert slík fólk eru
svøk. Men talifrælsið
tryggjar, at eisini tey
svøku sleppa til orðanna.
Hetta eri eg glaður fyri. Tí
er tað fyri sovítt í ordan,
at eitt tíðindablað sum
Sosialurin hevur viðtalu
við Móses. Tó haldi eg, at
tey hevði verið meiri
etiskt rætt, um blaðið lýsti
veruligu støðuna í Dan-
mark, og ikki bara lat
menn sum Móses og
Glistrup lýsa hana. Men
hetta er pressuetikkur,
sum Sosialurin átti at
verið nóg at sær komin at
skilja.
Pressuetikkur er tó ikki
galdandi fyri "Í víngarð-
inum". "Í víngarðinum" er
ein sokallað andalig
sending. Hevur kristna
gudin sum sannleikavitni.
Tann sum ger sendingina
hevur eina stóra ábyrgd,
og hesa ábyrgd sveik
hann, tá hann lat Móses
sleppa framat mikro-
fonini.
Tey sum ikki vita betur
halda, at boðskapurin hjá
Móses er sannur, ja, bein-
leiðis frá sínum gudi. Tí
at hetta er jú ein andalig
sending.
Boðskapurin, um at
muslimar fara at yvirtaka
heimin, er lættur at selja í
hesum Osama døgum.
Líka lættur sum boðskap-
urin, um at jødar yvirtóku
heimin var í 1930'unum.
Við Móses Hansen
følnaði víngarðurin. Tann
innari svínahundurin
goyði hart, og sendingin
var mest av øllum ein
svíngarður.
Tað er ikki løgið, at
muslimar ikki vilja nerta
svín, tá tey spreiða so
nógv hatur, sum hatta
svínið ger.
Móses í Svíngarðinum
Niels Uni Dam skrivar:
GAMLAR HAVNAR-
MYNDIR
Eirikur Lindenskov
Myndin omanfyri er av
grindadrápi á Havnar – á
Eystaruvág. Okkum er ikki
heilt greitt – men helst
undir krígnum.
Sum vit síggja, so er
nógv broytt kring eystaru
vág í Havn hesi árini.
Stóra havnarútbyggingin
broytir umhvørvið nógv,
ikki minst økið á Kráku-
steini og yviri í Trøð, har
nógv er sprongt burt, og
har nógv hús máttu dvína.
Pakkhúsið hjá Pola í
Dali uttast høgrumegin
varð tikið burtur miðskeið-
is í fimmtiárunum. Har
hevði Venzel Petersen
smiðju eitt skifti. Uppi á
Krákusteini – ovast til
høgru – síggja vit húsini
hjá Niels á Krákusteini.
Nakað heimanfyri síggja
vit húsini hjá Hákun Djur-
huus, fyrrverandi løg-
manni, sum Kristian Djur-
huus, eisini fyrrverandi
løgmaður, bygdi. Hann
seldi tey seinni til Poul
Niclasen, sum var ting-
maður og blaðstjóri á
Dimmalætting.
Leif Mohr búði eitt skifti
í hesum húsum, og seinni,
helst beint eftir kríggið,
búði Johan Djurhuus har
eitt skifti, sonur Kristian
Djurhuus, sum í mong ár
var skrivstovustjóri í
landsstýrinum
Heiman fyri hesini hús-
ini síggjast »Kontrollør-
húsini«, har postkontroll-
ørurin, vanliga nevndur
»Spiral Hansen« búði.
Síðani síggjast húsini hjá
Leif Mohr, sum Martin
Djurhuus, postkontrollørur,
bygdi. Har veiftrar Danne-
brog, so uttan iva er mynd-
in tikin áðrenn Leif Mohr
keypti húsini.
Tey lágu, hvítu húsini,
sum síggjast heiman fyri
hjá Leif Mohr, eru húsini
hjá Hans Jacob Jacobsen,
betur kendur sum Hans
Jákup í Smæruni.
Niðri á Kongabrúnni
síggjast eitt nú Stephans-
sons Hús. Tey bygdi Jó-
hannes Stephansson í
1924. Uttast vinstrumegin
sæst pakkhúsið hjá DFDS.
Síðan húsini, har Heima-
virkið helt til í mong ár.
Hetta var helst fyrsta skriv-
stovan hjá Skipafelagnum,
tí navnið hjá Skipafelag-
num sást koma undan har,
einaferð málingin varð slit-
in burtur, minnast fólk.
Húsini framman fyri Step-
hansonsshús hevði skeltið
»Rør og Sanitet«. Har
høvdu Børge Rubek-Niel-
sen og Tórstein Poulsen
hjá Ludvig Poulsen
smiðju.
Skjøldurin, sum sæst aft-
an fyri hetta húsið, er tann
á húsunum hjá Marius Jen-
sen, vrakara. Hesi húsini
vóru sermerkt, m. a. tí, at
inngongd var gjøgnum
kvist, sum vendi móti
Skansavegnum. Har var
ein brúgv frá Skansaveg-
num yvir til kvistin, og har
gingu fólk so inn í húsini.
Innan fyri Stephanssons
hús sæst Ólastova, svarta
flagtakta húsið, sum stend-
ur har enn – sum eitt
prýði. Ólastova var barna-
heimið hjá Kristiani Djur-
huus, sum var sonur Hans
Andreas Djurhuus, Dia í
Ólastovu.
Innan fyri tey sæst Rósu-
borg, høga hvíta húsið,
sum í dag er partur av
bygninginum hjá Trygg-
ingarfelagnum Føroyar.
Hesi húsini bygdi Husted-
Andersen, sakførarin, og
vórðu tey nevnd eftur konu
hansara, Rósu. Gjaldstovan
hevði til húsa í Rósuborg í
mong ár.
Húsini framman fyri
Ólavstovu eru gomlu
Kákhúsini.
Grindadráp á Havnarvág undir krígnum
Grindadráp á Eystaruvág í Havn – helst undir krígnum ella har á leið. Havnarlagið og umhvørvið á Krákusteini og yvir í Trøð er
nógv broytt hesi árini, og hvalvágin er flutt út í Sandágerð
Sosialurin Nr. 171 - 7. september 2002
3
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Keypmannahavn: Í tvey ár hava
føroyingar átt og rikið ein tón-
leikamiðdepil í danska høvuðs-
staðnum, og tað hevur gingið
væl.
MediaMusic hevur verið nýtt
til nógvar og fjølbroyttar upp-
tøkur av bæði føroyingum og
dønum, og seinastu árið hevur
føroyska studio í Danmark havt
meira enn ein fingur við í
framleiðsluni av tónleiki til
Brand Enni.
Eyðfinn Jensen er stjóri fyri
MediaMusic, sum hann eigur
saman við Leivi Thomsen, Sven
Bergi Jensen og Haraldi Winther
Knudsen, og hann heldur, at
føroyingar saktans kunnu standa
seg í tónleikavinnuni í eitt nú
Danmark.
– Vit eiga eina rúgvu av
evnaríkum tónleikarum, sum
bara skulu fara í gongd. Tað
ræður um at bjóða seg fram, at
tora, tí evnini hjá nógvum
føroyskum tónleikarum eru
eyðsýnd, sigur hann.
– Ofta er trupulleikin hjá
føroyingum, at teir eru so
smædnir og at halda, at hini duga
betur, men soleiðis er tað als ikki
altíð. Vit upplivdu hetta sjálvir,
tá vit byrjaðu at spæla í Dan-
mark. Leivur Thomsen og eg
høvdu ein bólk, og vit vóru
serstakliga væl móttiknir, tá vit
komu út millum fólk. Vit høvdu
úr at gera, og tað gav okkum
eisini dirvi til at taka stig til eitt
studio, sigur Eyðfinn Jensen.
Polterabend í studio
Tað var í august mánaði í 2000,
at MediaMusic fór undir sítt
virksemi. Í eitt hálvt ár
frammanundan høvdu Eyðfinn
og teir arbeitt við at innrætta
hølini á bestan hátt.
– Vit vildu gera umstøðurnar
so góðar sum gjørligt. Vit brúktu
nógva orku til at fáa upptøku-
hølini so góð sum gjørligt, og vit
hugsaðu eisini um, at tónleikar-
arnir skulu trívast, tá teir eru í
studio, sigur Eyðfinn Jensen.
Fyrsta stóra uppgávan hjá
MediaMusic var útgávan hjá
LuciNation við millum annað
Tróndi Bogason og Maluni
Eyðunsdóttir. Og síðani hevur
nógv verið at gjørt. Fløgan hjá
punkbólkinum 200 var spæld inn
í MediaMusic, og ymiskar
danskir bólkar hava tikið sangir
upp í føroysku upptøkuhølunum.
– Endamálið við MediaMusic
var at bjóða føroyskum tónleik-
arum møguleikar at taka upp í
Danmark og at hjálpa teimum
inn í danska tónleikaheimin,
sigur Eyðfinn.
MediaMusic hevur eisini
bjóðað vanligum fólki innar at
taka sangir upp. Hetta hevur
verið sera væl umtókt, og tað er
ein ørgrynna av fólki, sum til
stuttleika hava sungið onkran
kendan sang inn í MediaMusic.
Ofta hava tað verið fyritøkur,
vinfólk ella fólk, sum halda
polterabend.
Sjónbandaframleiðsla er ein
annar týðandi partur av virksem-
inum hjá MediaMusic, bæði tá
tað snýr seg um tónleik á høgum
stigi, og eisini sum demo fyri
bólkar, sum eru á veg fram.
Hevur ein bólkur eitt sjón-
bandalag, skilur hann seg
beinanvegin út millum tær
hundratals fløgurnar, sum
plátufeløgini í Danmark fáa
sendandi hvønn einasta mánað,
og tað kann betra munandi um
møguleikan at fáa ein plátusátt-
mála.
Media Music roynir eisini at
fáa føroyskar bólkar út at spæla í
Danmark, og heimasíðan hjá
teimum – www.dansemusik.dk –
er sera væl vitjað og hevur upp-
gávur við sær. Hendan heima-
síðan verður útbygd í løtuni, so
danir framyvir kunnu fáa enn
fleiri føroysk tónleikatilboð.
Samstarv er lykilin
Seinastu tíðina hevur
MediaMusic lagt nógva orka
verið at gera tónleik og annað til
Brand Enni. Eyðfinn Jensen og
Leivur Thomsen hava skrivað
fýra sangir til Brand, og hesir
hava fyri stóran part verið fram-
leiddir í MediaMusic. Í løtuni er
tað ein duet, har Brandur fer at
syngja saman við tí Íslendsku
barnastjørnini Johonnu Guðrun,
sum er ovast á skránni.
Harafturat hevur MediaMusic
eisini framleitt sjónbandaløg og
promotion-tilfar fyri Brand, og
stóran part av hesum ári hevur
upptøkutól hjá MediaMusic fylgt
Brandi Enni á ferð í Føroyum og
uttanlands. Hesar upptøkur skulu
brúkast til ein film, sum kemur
út um nakrar mánaðir.
MediaMusic hevur verið eitt
slag av miðstøð hjá Brandi Enni
í Danmark, og Eyðfinn heldur, at
samstarvið, sum hevur verið
millum føroyskar tónleikarar og
framleiðarar í hesum projekti,
hevur verið sera gott.
– Føroyskir tónleikarar og
studio hava ofta hugsað alt ov
nógv um at kappast heldur enn at
samstarva. Í arbeiðnum við
útgávunum hjá Brandur Enni
hava vit samstarvað nógv við
Pegasus og JakZac, og tað er
vegurin fram. Føroyingar skulu
hugsa um at samstarva meira, tí
tað kemur nakað gott burtur úr
tí, heldur Eyðfinn Jensen.
Fer at loysa seg
Brandur Enni hevur verið nógv
frammi í hesum árinum, og
ætlanin hevur allatíðina verið, at
hann skal koma fram uttanlands
eisini. Hetta arbeiða fólkini
aftanfyri evnaríka tvørámannin
framhaldandi við, og Eyðfinn
Jensen roknar við, at okkurt
spennandi fer at spyrjast burtur
úr hesum arbeiði.
– Men tað arbeiðið, sum vit
gera í sambandi við tónleikin hjá
Brandur Enni, verður ikki bert
gjørt við hansara ella okkara
skuld. Vit vóna, at hetta kann
hava nakað gott við sær fyri
føroyskan tónleik. Tey sambond,
sum vit fáa, og tey fólk, sum vit
koma at kenna, kunnu gerast til
stóra hjálp fyri føroyskan
tónleik.
– Nógv tekin eru eisini til, at
okkurt spennandi hendir í
føroyskum tónleiki í løtuni.
Seinastu árini er nógv broytt, og
føroyingar vinna alt meira fram
uttanfyri landoddarnar. Vit hava
millum annað nøvn sum Teitur
Lassen, Clickhaze, Týr, Pætur
við Keldu og nú eisini Brand
Enni, sum hava havt meira og
minni undanvind uttanlands,
sigur Eyðfinn Jensen, sum
kennir seg sannførdan um, at
føroyskir tónleikarar fara at fáa
gjøgnumbrot uttanlands innan
langa tíð.
Føroyingar skulu
tora at føra seg fram
– Føroyskir tónleikarar eru ofta ov smædnir, tá teir fara út um
landoddarnar. Okkara royndir vísa, at møguleikarnir eru góðir, um tú
torir at bjóða teg fram uttanlands, sigur Eyðfinn Jensen, sum saman við
øðrum eigur MediaMusic upptøkuhølini í Keypmannahavn
– Nógv tekin eru til, at okkurt spennandi hendir í føroyskum tónleiki í løtuni, sigur Eyðfinn Jensen, sum kennir seg
sannførdan um, at føroyskir tónleikarar fara at fáa gjøgnumbrot uttanlands innan langa tíð
Leivur Thomsen er ein annar av høvuðsmonnunum í MediaMusic
C
M
Y
K
23
22